mikudagur 30. september 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
At vera einsamall
kvinna í mannfólkaheimi
tekur Bjorg bert við
einum smíli
tíðindablaðið
Yngd nr. 24 - 30. sept. 1998
j 6
- einsamøll í
mannfólkaheimi
STAK
Nr. 184 — 30. SEPTEMBER 1998
20 ára gamla Bjorg Mohr
úr Fuglafirði er í løtuni í
ferð við at útbúgva seg til
tøkning í Sjónvarpi
Føroya. Á teknisku deild í
SVF er Bjørg einsamall
kvinna saman við 12
mannfólkum
Terji Nielsen - Alvur Haraldsen
Tá tað snýr seg um teknik og mekanik
yvirhevur, so hava vit av gomlum vana
lyndi til at hugsa, at hetta bert er ein
verð fyri mannfólk. Fyri fáum árum síð-
ani var tað rættuliga óhugsandi, at eitt
konufólk til dømis fór at læra til bil-
mekanikara ella líknandi. Hendan
hugsan er so líðandi broytt, og nú á
i ð ikki heilt óvanligt, at
fk
»g kvinnur fáast við slíkt, sum
fyrr var rópt fyri mannfólkaarbeiði
Í Sjónvarpi Feroya eru tað eini 12-13
fólk, sum fáast við tann tekniska
partin av virkseminum hjá stovninum
Av hesum er bert tað eina konufólkið,
nevnliga 20 ára gamla Bjørg Mohr úr
Fug yn er undir útbúgving til
MiðlaTekniMekanikara, sum tað so fint
eitur. Vanligani verður útbúgvingin bert
rópt MTM. Bjerg byrjaði at læra í SVF
tann Í. august í fjør, og tað gongur fitt
av tid, áðrenn hon verður útlærd. MYM
útbúgvingin tekur ikki færri enn fýra
og eitt hálvt ár, harav meira enn eitt heilt
firði. Hc
ár er á skúlabonki í Danmark, so unga
fuglfjarðagentan hevur meiri enn trý ár
eftir at læra í
Arbeiði
Ein teknikari í sjónvarpinum fæst við
mangt ymiskt. Dagligdagurin hjá Bjørg
gongur fyrst og fremst við at taka upp
myndir, umframt at klippa og redigera
hesar upptekur.
Við Yngd sigur Bjørg hendan friggja-
dagin, ið vit hittu hana niðri í Verðsluni,
at henni dámar sera væl arbeiði. Tá hon
metir til arbeiðis um morgunin, veit hon
sjáldan, hvat ið hon skal gera um dagin,
og er hetta við til at gera dagarnar meiri
spennandi enn í kanska einum vanligum
skrivstovuarbeidi til dømis. Bjørg dámar
væl at fara út og taka myndir, men hon
sigur eisini, at tað til tíðir kann verða
drúgv bíðitíð, tá ið tey til demis eru úti
og skulu gera eitt innslag um ein ella
annan fund úti í landsstýrinum. Tey
noyðast sum oftast at bíða til fundurin er
liðugur, áðrenn tey fáa gjørt onkra sam-
reðu, og hetta kann gott taka langa tíð
Fuglfjarðagentuni dámar best at taka
myndir av børnum, ti sum hon sigur
so eru tey so ósmæðin og lívlig, at tað er
lætt at fáa góðar myndir burturúr, og tá
er tað eisini hugaligari at verða mynda
fólk.
Hinvegin eru tað summi fólk, sum av
einari ella aðrari orsek ikki duga so væl
framman fyri einum myndatóli, og tá
kann tað verða strævið. Nógv eru
"nervøs", og tí eru tey ofta rættuliga
ófriðarlig á myndunum, ella standa tey
og sveitta, og tá má man so bara royna
at fáa tey at slappa av.
Ein "typiskur" arbeiðsdagur hjá Bjørg
kann til dømis mynda seg soleiðis
at hon tíðliga um morgunin er á fundi
har hon fær at vita, hverjar uppgávur
liggja fyri framman fyri dagin, og hver
skal gera hvat.
Tá ið hon so hevur fingið at vita, hverj-
um hon skal út og gera upptekur saman
við, verður hetta lagt til rættis. Til dømis
kann tað verða, at Bjørg og ein av
journalistunum um middagsleitið skulu
út at gera eina samreðu við onkrar poli-
tikkarar. Tá ið myndir og ljóð eru fingin
í kassan, verður kósin aftur sett oman í
Verðsluna, har innslagið skal redigerast
Hetta kann lættliga taka drúgv tíð, so tá
ið tað er liðugt, er dagurin farin at halla,
og Bjørg kann sleppa sær til hús, um
ikki hon skal verða við til onkra bein-
leiðis sending um kveldið, so sum Dag
og Viku ella Gekkin.
Altíð havt áhuga fyri
myndum og tekniki
Tað er ikki av ongum, at Bjørg hevur
fingið sær yrki í tí tekniska