Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 185 — 1. OKTOBER 1998 Rúna Sivertsen, løgtingskvinna: Konufólk: antin karrieru ella børn - Tað er einki lógið i, at kvinnur ynskja eina karrieru. Tað ber bara ikki til at leggja skyldurnar yvir á samfelagið og siga, at nú má tað klára uppgávuna hjá mær, so eg kann rókja míni áhugamál. Mínar royndir eru, at tað ber illa til at hava børn og vera so nógv heimanifrá, sigur Rúna Sivertsen, løgtingskvinna og húsmóður TurmKJøLBRO I telefonbókini skrivar hon seg húsmóður, men stórur partur av gerandisdegnum fer til politiskt arbeiði. Hon er ikki so braneggjað, at hon tittulerar seg við starvsheit- inum „legtingskvinna“, tí sum hon sigur, tað starvið kann verða niðurlagt í morgin sum ein annan dag Og húsmóður er tað starvið hon setir størstu ær- una í. Rúna Sivertsen, løg- ungskvinna umbodandi Fólkaflokkin í Norðoyggj- um, smæðist ikki fyri at siga sínar hugsanir um mál, sum viðvíkja báðum kynunum hugsanir, ið mangan ganga á tvørs við hugsanir hjá ungum kvinnum í dag Í seinastu útgávuni av Dagblaðnum hevur hon nakrar tankar um javnstødu ið eru sprotnir av kjakinum á Norðurlendsku Rådstevn Norðurlanda- húsinum næst seinasta viku- skiftið við heitinum Smá- tjóðir, kyn og visjónir. Og hesir tankarnir sampakka ikki við hugsanirnar hjá teimum flestu, ið tóku lut á rådstevnuni Eg havi einki ímóti javnstødu, men kvinnur og menn eru nú einaferð skapt ólík, og tí er tað natúrligt at áhugamálini eisini eru ólík. Kvinnur mugu tí gera upp við seg sjálvar, antin tær ynskja “karrieru ella børn, og síðani innrætta seg eftir teirri avgerð. Sam- stundis sigur hon, at flestu av teimum, ið hava gjørt vart við seg í kvinnurørsluni síggja málið við svørt-hvit- um eygum. Um ikki júst hetta úttaliis- ið, at konufólk mugu gera upp við seg sjálv, antin tær vilja hava karrieru ella børn, er dømi um svart-hvitan hugsunarhátt, sigur Rúna Sivertsen. - Ynskir tú at koma heilt upp í toppin í eini karrieru og samstundis hava børn, ber tað øgiliga illa til. Tá verður tú noydd at gera upp við teg sjálva, hvat tú vilt Sjålv ert tú politikari og eigur 4 vaksin og hálvvaks- uni, sum var in børn umframt ein eftir- nølara. Er úttalilsið hjá tær ikki at blása meðan tú hevur mjøl í munninum ? - Tað er einki legið í, at kvinnur ynskja eina karri- eru. Tað ber bara ikki til at leggja skyldurnar yvir á samfelagið og siga, at nú má tað klára uppgávuna hjá mær, so eg kann røkja mini áhugamál. Mínar royndir eru, at tað ber illa til at hava børn og vera so nógv heim- anifrá Bindingarnar mamman hevur at barnin- um og øvugt eru so sterkar, at tað ger tað ógvuliga trup- ult, sigur Rúna Sivertsen Frítt val Javnstøduhugsjonin er ikki at gera kynini líka, men at javna ójavnan sum er mill- um kynini - Tað er rætt, og tí er tað so umrådandi at geva kvinnum eitt val. Vilja tær vera heima. skulu tær hava møguleika fyri ti, og vilja tær arbeiða úti skulu tær eis- ini hava loyvi til tað. Hver familja skal sleppa at rað- festa sum hon vil. Pápin tek- ur í nógv stórri mun lut í familjulívinum í dag og tað er ógvuliga positivt. At eg leggi so stóran dent á mammuna og barnið er av teirri grund, at tey natúrliga eru nógv sterkari bundin hver at ødrum enn pápin og barnið. Eg taki einki frá pápunum, men mamman hevur nógv truplari við at ríva seg leysan frá barnir- um. Og tað er mín greiða sannføring. Samfelagið e;g- ur at síggja til, at kvinnan hevur møguleika at vera heima. Rúna Sivertsen leggur áherðslu á, at tað er ógvu- liga umráðandi, at konufólk taka lut í samfelagskjakin- um, politiska orðaskiftinum og gera sína ávirkan gald- andi - Konufólk eiga at vera við, soleiðis at tær verða valdar í nevndir og ráð. Tað er ógvuliga umráðandi, at kvinnur eru við í samfelags- kjakinum. Og ikki minst kvinnur á høgravonginum Konufólk á høgravonginum gera alt ov lítið vart við seg í heila tikið. Hvi so er, veit eg ikki. Eg haldi ikki, at konufólk á borgaraliga vonginum verða vand upp vid at tiga. Eg havi altíð torað at sagt mína meining og tikid eina harða disku- sjón. Tað er harmiligt, at tær ikki taka lut í ein stórri mun, sigur Rúna Sivertsen. - Einki forðar mær ella øðrum kvinnum at taka lut í politikki, samfelagskjaki ella øðrum. Hvørki umstød- ur í samfelagnum ella heima. Bara ein sjálvur kann gera av, hvat ein vil og hvussu nógv ein er fúsur at ofra seg Samstundis sigur tú, at konufólk eiga at gera upp við seg sjálva, hvat tær vilja, antin karrieru ella familjulív? - Ja, fyri ein part. Í tínum lívi er pláss fyri báðum? - Eg eri ikki talirør fyri meg persónliga, men fyri tann partin av kvinnum, sum noyðast út hvønn dag, tí samfelagið ikki er inn- rættað til, at tær kunnu verða heima. Eg eri vald av nøkrum veljarum og teir skal eg umboða. Mín mein- ing skal helst spegla teirra meining og øvugt Men tað, at tú ert politik- ari er væl eisini ein karri- era? - Ja, tað er tað. Men skuldi eg sett nøsina upp ímóti at komið heilt upp í toppin, so má eg gera upp við meg sjálva, um tað er tað eg vil, ella um eg vil prioritera mína familju. Og hvat eg hevði gjørt um so varð, er mítt privatmál. Men hevur tú ikki bæði í løtuni, eina familju og eina karriera? - Hver einasti dagur er ein prioritering. Tað er nógv eg ikki fái tikið lut í, tí tað er nógv sum fylgir við at vera løgtingslimur. Hinvegin kann eg ikki loyva mær ikki at vera við, tá ið eg eri vald. Tá eg stillaði upp, hevði eg als ikki roknað við at verðið vald Tú hevur valt politikkin kortini? SSA - Tað kom eitt sindur óvart á meg, at eg varð vald inn á ting. Eg kundi havt sagt upp undir seinasta val, at nú vildi eg ikki meir. Men tað gjørdi eg ikki. Eg eri bitin av hesum arbeiðinum. Men upp undir næsta val má eg gera upp við meg sjálva, um eg stilli upp aftur. Um tað er tað eg veruliga vil, sigur Rúna Sivertsen - Ja, tað havi eg onkus- vegna. Tað kom eitt sindur óvart. Eg kundi havt sagt upp undir seinasta val, at nú vildi eg ikki meir. Men tað gjørdi eg ikki. Eg eri bitin av hesum arbeiðinum. Men upp undir næsta val má eg gera upp við meg sjålva, um eg stilli upp aftur. Um tað er tað eg veruliga vil. Javnstødulogin Rina Sivertsen heldur ikki, at javnstóðulógin tryggjar javnstødu, ei heldur, at kynskvotering er eitt anbod at fremja javnstødu. - Tá ið javnstøda verður kroyst niður yvir kvinnur- nar við lóg, er tað ógvuliga niðurgerandi. Kvinnur koma til, tá ið tíðin er búgv- in til tess. Tað ynskiligasta er sjálvandi, at kynsbýtið er javnari, men eg havi sjálv royndir av, hvussu trupult tað er at fáa konufólk í nevndir. Ofta bera tær seg undan. Serliga tá ið tað ræð- ur um fiskivinnumál. Kanska hava tær áhuga og evni, men vísa tað ikki. Aðrar vilja ikki átaka sær nevndararbeidi, tí tað gongur út yvir familjuna. Tær vita, at so hava tær minni tíð at hugna heima. - Í Føroyum hevur kvinn- an ongantíð verið kúgað. Tað er hon sum hevur sagt, hvat skápið skal standa. Er tað ikki at fara í hina veitina, at tosa um kúging ? - Við hvørt hevur man ein varhuga av, at fólk vilja vera við, at konufólk í Føroyum verða kúgað. Eg ivist ikki eina løtu í, at tá ið konu- fólkini veruliga koma fram - tá ið tær tíma og hava áhuga - gera tær eitt gott arbeiði, sigur Rúna Sivert- sen. Kroyst at fáa sær Rúna setir spurningin, um tað kann hugsast, at ung fólk í dag kenna seg kroyst at fáa sær útbúgving, tí onki annað verður góðtikið. Mælir tú ungfólki frá at fáa sær útbúgving? - Als ikki. Eg royni at prædika yvir fyri mínum børnum, hvussu tydningar- mikið tað er at fáa sær útbúgving, í minsta lagi ein miðnámsskúla. Hinvegin havi eg upplivað, at ungfólk kenna tað sum eitt press, at tey skulu hava útbúgving. Tað verður als ikki góðtikið, at tey halda tað vera nóg gott at standa á flakavirki. Har kunnu tey eisini fáa sín sosiala tørv nøktadan. Er tað ikki ein royndur lutur, at ein er nógv verri fyri í dag uttan eina útbúgv- ing? - Jú, men man má eisini duga at síggja tað soleiðis, at um tað er onkur, sum helst vil sleppa undan, so er tað eisini í lagi. Tað er umráðandi, at samfelagið hevur fólk, sum eru nøgd við at arbeiða fyri eina van- liga timaløn. Samfelagið hevur so sanniliga eisini brúk fyri fólki uttan útbúgv- ing. Tað fer altíð at vera soleiðis, at tað vera tey timaløntu, sum i størstan mun bera samfelagnum uppi, sigur Rúna Sivertsen at enda í viðtali.