Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið : soslal ur J Bygningurin gevur eina kenslu av makt — Tað sigur Gunnleyg Durhuus, landsarkitektur, um vinnandi uppskotið í kappingini um nýtt tinghús. Hon heldur eisini, at vinnararnir hava havt eina hepna hond, tá teir hava valt byggitilfari SVEINUR TRÓNDARSON Nú eru nakrir dagar farnir síðani hugskotskappingin t inginum um nýtt var liðug. men úr- Oiva at geva end- urljóð í eina rúma tíð enn Kenslurnar fyri tí gamla og fyri broytingum eru ikki líka hjá okkum menniskjum »g kanska skuldu vit eisini skoytt eitt tibetur upp i her Sosialurin hevur vent sær til Gunn leyg Durhuus og biðið um hennara viðmerk- ingar til tekningarnar, við serligum atlitið til vinnandi uppskouð Hn sigur, at henni dámar væl tað vinnandi uppskotið — Tinghúsið, sum tað sær út á tekningum og modell- um, vísir nakað av makt. Og tað er eisini upp á sítt pláss, tá ein hugsar um hvat ar- beiði fer fram inni har — Eisini haldi eg at vinn- ararnir hava verið stak hepn- ir tá teir hava valt byggi- tilfari. Bygningurin verður gjørdru úr gróti og nógvum glasið og tað ger, at tað virkar, sum um tú ert úti Gunnleyg dámar væl tankarnar um at føra søguna enn longur aftur enn tað sum verandi tinghús um- boðar — Heidi nevndi sjálv, at tey hvødu hugsað um gaml- ar tíðir, tá tingfundirnir vórðu hildnir úti, í Tinga- nes, og eg haldi at tað er stak gott, at júst tað verður tikið fram Gunnleyg Durhuus vil ikki siga nakað um hini uppskotini, tí hon heldur ikki, at hon hevur sett seg nóg væl inn í tey — Men okkurt av teimum sær eisini sera áhugavert út, sigur hon Men hvat heldur um at gomlu tinghúsini skulu takast niður? — Eg eri bæði fyri og ímóti. Húsini hava sum so einki byggisøguligt virðið, men eg trúgvi at tað eru nógv, sum eru ímóti, at tey verða tikin niður. Tey eru jú ein partur av okkara stutt- tidarsøgu. Men tað er areali, sum avmarkar um tey kunnu verða standandi. — Ikki tí, eg eri samd við Gunnar Hoydal um, at vit heldur skuldu tikið bygn- ingin hjá Telefonverkinum niður. Hóast øki, har tinghusid stendur er avmarkað, so er onkur, sum hevur tikið hædd fyri, at húsið skal ver- að standandi. — Uppskotið hjá Ruth Ró- in tekur stødi í at tinghúsið verður standandi meðan hon meira arbeiðir við hin- um bygninginum, men hetta uppskotið ger, at ein partur av økinum kring tinghúsið hvørvur, og tað skulu vit verða varin við. — Tidin krevur at tað er nokk av plássið í midbynum og hugsað tær á Olavsøku um øki i miðbýnum verður minni enn tað er í løtuni, sigur Gunn leyg Durhuus. Hon heldur at tað var rætt at avmarkað kappingina til føroyingar. Teir hava eitt serligt tilknýti til tingid go til tað arbeiði, sum fer fram í húsinum, og tí taka teir eitt ødrvisi stødi enn útlending- ar vildu havt gjørt. — Heidi Poulsen hevur hugsad n6gv um søguna hjå føroyingum, og tað trúgvi eg ikki at ein útlendingur hevði gjørt. Teir høvdu uttan iva hugsað meira um bygn- ingin sjálvan ístaðin, sigur hon. Nr. 185 — 1. OKTOBER 1998 Gunnleyg Durhuus, landsarkitektur heldur, at vinnandi uppskotið gevur eina kenslu av einum bygningi við valdi Ov trongskygt at tað skal byggjast í í miðbýnum Tað heldur Ebba Hentze, rithøvundur, sum heldur at upp- skotið hevði komið til sín rætt, um at tað heyði staðið onkra aðrastaðni enn í miðbýnum. — Har eru nóg nógvir stórir bygningar, sum er, sigur hon SVEINUR TRÓNDARSON — Eg haldi at tað er vana- hugsan at tingbygningurin skal liggja júst har. Tað er efur mini metan trong- skygni, at ein skal kroysta fleiri stórar bygningar niður í ein miðbý, sum framman- undan er fullur, sigur Ebba Hentze, rithøvundur í eini viðmerking um kappingina um eini nýggj tinghús. — Tað verður einki eftir av Tinghusvøllinum, tå alt hetta er gjørt, og tf eri eg ímóti. Vit hava brúk fyri grónum blettum í miðbý- num og tinghåsvøllurin er júst ein av teimum, so lat okkum heldur varðveita hann, sigur hon. Ebba Hentze hevur einki ímóti vinnarauppskotinum hjá Heidi Poulsen og Karl Jákup Danielsen, tí løgting- ið skal hava virðiligar um- stødur at arbeiða undir. — Men eg haldi framveg- is, at tað hevdi verið rættari at bygt henda bygningin aðrastaðni í býnum. Hygg eftir Norðurlandahúsinum til dømis. Tað er ein stóru bygningur, sum ikki liggur í miðbýnum, og tað liggur sera væl fyri. Harafturat sæst út á sjógv hadani, og tað haldi eg eisini, at løg- tingið eigur at gera, sigur hon. Skeiv gongd Avgerðin um at tað skal byggjast í miðbýnum er tik- in og hon verður neyvan broytt. Men Ebba Hentze tekur ikki undir við hesari avgerð. — Eg ivist ikki í, at fleiri av teimum, sum eru við í kappingini halda, at tað hevði verið rættari at bygt ti nghúsini aðrastaðni enn í miðbýnum, men tey eru kortini farin við í kapping- ina av tí at tað sjálvsagt er spennandi at verða við í eini slíkari kapping. Talan er jú um eina rættuliga bundna uppgávu, sigur hon, og setur síðani eitt spurnartekin um hvat skal hevnda við ferðsl- uni í miðbýnum. Tað sær ikki út til at nak- ar hevur hugsa beinleiðis um tað. — Skal Tinghúsvegurin latast aftur fyri ferðslu, hvat so, spyr Ebba Hentze. — Eg eri samd við Gunnar Hoydal um at teir h eldur áttu at tikid bygningin hjá Telefonverkinum niður, og fyri tann skuld tann hjá Ar- beiðsmannafelagnum við, og so gjørt meira fyri at gjørt grøn økir í midbynum. Lat tey gomlu húsini standa Tá nú Ebba Hentze er ímóti at bygt verður í miðbýnum, so er skilligt, at hon vil hava tey gomlu húsini standandi í miðbýnum. — Tey kunnu brúkast til okkurt annað enn til ting- arbeidi. Byurin hevur einki byarsavn burturav og tað kundu gomlu tinghúsini verið brúkt til. Vit føroy- ingar hava eina kenslu av, at hasi húsini eiga at verða har, og tað haldi eg at tey skulu. Tey eru so fitt og gomul, sigur hon. Ebba Hentze hevur sum so onga viðmerking til, at kappingin var avmarkað til føroyingar, men hon heldur tað í tí sambandinum verða løgið, at fyrireikararnir hava tikið ein útlendskan dómara við í démsnevndina. — Tað, sum eg haldi verða løgid er, at ein ókendur ísl- endskur arkitektur verður valdur inn í dómsneyndina tá eingir útlendskir teknarar eru við í kappingini. Før- oyingarnir, sum eru við í kanpingini arbeiða næstan allir í Danmark og tí heyði tað eftir míni metan verði munandi rættari, um hesin útlendingurin var dani í- staðin. — So vítt eg veit, so hav a íslendingar ongan heims- kendan arkitekt, meðan danir hava fleiri av slag- num.