Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 185 - 1. OKTOBER 1998 tíðindablaðið +07 Óli Petersen, teknari, saknar tað fóroyska: Sum at leggja Norrønu á Vaglið … - Eg skal ikki siga, at uppskotini eru í Ceausescu-stíli, men tey minna um og útstrála makt og megi. Og tað er ikki serliga fóroyskt, sigur Óli Petersen um arkitektakappingina um nýggj tinghús. TuRrIÐ KJØLBRO Sum teknari og satirikari hevur hann fingurin á puls inum við ti, ið hendir í Før oyum, og tí eisini eina meining um uppskotini í arkitektakappingini um nýggj tinghus. Og hóast hann í tekningum sínum her í blaðnum mangan spælir upp á tað serføroyska og tjóðskaparliga, og dámar væl at gera gjøldur burtur úr tí, sigur hann, at tað er júst tað føroyska, hann saknar í teim flestu uppskot- unum um nýggj tinghus. - Vinnandi uppskotið er gott og vakurt, ivaleyst tað besta, men eg kundi hugsad mær, at onnur virdisløn varð eitt alternativ til hini. Upp- skotini líkjast øll ov nógv hver øðrum, á ein ella annan hátt eru tey postmodernist- isk. Har fall eg fyri uppskot- inum hjá J.P. Gregoriussen. Tað dregur eina heilt greiða linju úr Tinganesi niðan á Vaglið. Hann letur tað vakra og tað ljóta í umhvgrvinum fáa frið. Løgtingshusid fær í hansara uppskoti aðrar funksjónir enn tað hevur í løtuni, men er har órgrt utt- anifrå. Hann ger nógv burt- ur úr tí tjóðskaparliga við smaum lonum, mønum, nógvum reisingum, tekjum og øðrum. Tað sær út sum ein lítil bygd, sigur Oli Petersen - Uppskotið er ikki frítt fyri humor og tað skal til. Til dømis luftbrúgvin mill- um nýggju tinghúsini og gamla apotek er eitt rætti- liga skemtiligt innlegg. Tinglimirnir sleppa at ganga turrskøddir ímillum, men teir verða eygleiddir av okk- um. Vinnarauppskotið = og onnur eisini arbeiða nógv við heildini í umhvgrvinum. Sært tú eina heild í upp- skotinum hjá J.P. Gregor- iussen? - Økid har umvegir er ikki ein heild, tað er óstruktur- erað. Flestu uppskotini hava næstan hug at draga Norrgnu niðan á Vaglið, tey eru flott, men ógvislig. Tað sum ikki er so heppið við uppskotinum hjá J.P. Gre- goriussen er, at hann einki ger við bygningin hjá Tele- fonverkinum. Tey prýða als ikki í umhvørvinum, og man venur seg aldri við tey Hann innrættar bygningin til skrivstovur og annað, men rørir ikki útsjóndina Og tað hava hini gjørt, bæði innan og uttan. Gomlu húsini varðveitast Oli Petersen heldur, at gomlu tinghúsini eiga at verða varðveidd - Tey eru vøkur og hava søgulig virði. Eiga húsini at verða tikin burtur, tí tey reint súmbolskt umboða eina tíð, har vit ikki hava tikið ábyrgd av okkum sjálvum, sum Bárður Ják- upsson sigur (í blaðnum í gjár, blaf.), so skal so nógv takast burtur. Sjálvt Kirkju- bómúrurin umbodar ikki okkum, men eitt fremmant vald. - At tey flestu uppskotini í kappingini lata tinghúsini fara skilji eg væl, tí tey standa í vegin fyri tí ið krevst. Eg skal ikki siga, at uppskotini eru í Ceausescu- stíli, men tey minna um og Tinghúsið einki søguligt virði - Tað er altíð trupult hjá fólki at ímynda sær, at eitthvørt skal burtur, men útstrála maktanna megi. Tað er fyri so vítt alt í lagi, men tað er ikki serliga føroyskt í mínari verð. Tú plagar annars at gera gjøldur burtur úr ti serfør- oyska? - Jú, avgjørt, tá ið tað verður supernatiónalt. Tað serliga við uppskotinum hjá J.P.Gregoriussen er ikki akkurát tað, at hann brúkar flagtak, men bygningsstíl- urin er hansara egni. Íblásturin til tekningina Hóast Oli Petersen heldur, at dómsnevndin er hevur valt rætta uppskotið, - um býarmyndin broytist alla tíðina, og eftir mínum tykki er tað als ikki spell at taka tinghúsið niður, sigur Arne Thorsteinsson. TURIÐ KJØLBRO Sum landsantikvarur hevur Arne Thorsteinsson ábyrgd- ina av tí ið er friðað við lóg Løgtingshåsini eru ikki friðað, hóast tey eru eini serstøk hús og hóast tey verða 150 ára gomul ár 2002. Og Arne Thorsteins- son heldur ikki, at tað er nøkur orsøk at varðveita tinghusini. - Tey hava einki søguligt virði og eru í grundini so nógv og so ofta umbygd, at tey als ikki eru í tí líki, tey vóru, tá ið tey vórðu bygd i 1852. Í 1907 vórðu tey um- bygd og aftur fyri uml. 20 árum síðani. Sum tey standa í dag hava tey fingið ein føroyskan búna við flagi og tjøru, og vit hava lyndi til at halda, at bara tey hava tað, so eru tey føroysk. Men eg eri ikki rættiliga heitur fyri teimum og haldi heldur ikki, at tað er spell, um tey verða tíkin niður. Tað er altíð trupult hjá fólki at ímynda sær, at eitthvert skal burtur, men. býarmyndin broytist alla tíðina, sigur Arne Thorsteinsson. Um tinghúsini áttu at lig- ið í Tinganesi sum tey upp- runaliga vóru, sigur Arne Thorsteinsson: - Tað ber ikki til at endur skapa tað sum var, vit kunnu bara skapa nakað nýtt. Og fyri nútíðar føroy ingum eigur tinghúsið at vera á tinghusvøllinum - Tá ið tinghúsini vórðu umbygd hugsaðu fólk ikki um at varðveita. Tað er ikki fyrr enn seinastu 30-40 ár- int, at vit eru farin at hugsa soleiðis Fyrsta tinghúsið stóð ytst á Tinganesi, men brendi í grund í 1673. Síðani tá hev- ur unghús ikki verið í Tinganesi. I 18. øld vórðu tinghús bygd í Gongini og standa enn har sum partur av Múllers-húsunum. I 1852, tá ið tingið varð end- urreist, vórðu tinghús bygd á staðnum tey standa í dag. Og endalig avgerð er tíkin um, at har skulu tey nýggju eisini standa. enn hann metir onnur hava góðar dygdir -, roknar hann ikki við, at tað kemur so langt, at teyverða bygd. - Tey verda alt ov dyr. Hinvegin verður tað sam- tykt, at tað verða tey húsini, sum verða bygd, so fara eg og øll onnur at ganga inn fyri tí, sum kemur. Og so er kjakið liðugt, sigur Oli. Óli Petersen kann íkki lata vera við at prika til Finnboga Ísakson, løgtings- formann, sum hevur sitið í démsnevndini, ið hevur tik- ið dagar ímillum uppskot- ini. - Tað sum tiltalar Finn- boga við vinnarauppskotin- um er, at Heidi Poulsen sum hevur teknað húsið, er abbadóttir Jóhan Poulsen, sum var erka sambands- maður, at hon siterar Jóann- es Patursson sum íblástur til tekningina, og brúkar før- oyska ull sum bjálving Um tað var rætt at av- marka kappingina bara at fevna um føroyska arkitekt- ar sigur Oli Petersen. - Onnur áttu at sloppið at tikið lut, tey høvdu gjørt kappingina meiri spenn- andi.