Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 1998síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 tíðindablaðið SOSU Nr. 185 — 1. OKTOBER 1998 Grimdarregn mánadagin: Sjey hús fingu skaða Fríggjadagin var rættiligt grimdar- regn og summastaðni fleyt yvir AK! BERTHOLDSEN Fríggjadagin regnaði so illa, sum tey fægstu vita frá at Tað var serliga suðuri á landi, at tað regnaði illa. Tað regnaði alla fríggjanáttina og allan fríggjadagin við Tað førdi vid sær, at tað fleyt yvir summastaðni Í Mýrunum í Hvalba var alt eitt stórt vatn, fleiri ferðir so stórt sum sjálvur fót- bóltsvellurin. So mikið djúpt var, at tað stóð nakað upp á summi av turkiløg- unum, sum har standa - vid hoyggi í enn, tí terrin hevur verið so vånaligur Sama skilið var inni í Trongisvági í Ósanum, har Stórá rennur á sjógv Allur ósin var undir og vatnið og stik og turkiløg vóru ikki meiri enn hálv uppundan sr skaðar Men hóast tað regnaði so illa sum sjálvdan áður, verður ikki sagt frá stórveg- is skaða Tó - hjá teimum sum vóru fyri skaða, var skaðin stórur A skaðadeildini hjá Brunatryggingini verður sagt, at har eru fimm skaðar fráboðaðir Og teir eru allir sunnan- fyri Tveir skaðar vóru á Sandi, ein í Vági, ein í Trongisvági og ein í Fámjin A Trygd vórðu tveir skað- ar fráboðaðir, ein í Hvalba og ein í Vági Skaðarnir stóðust av, at áir flutu yvir áarbakkarnar ella av at kloakkir og frá- rensl ikki svølgdu øllum tí nógva vatninum, sum rann í tey Øll tey fimm húsini, sum fingu skaða, vórðu tryggjað ímóti skaða av gloprarregn- ið Hjá teimum, sum ikki hava pakkatrygging, skal serlig trygging teknast ímóti skaða av gloprarregni, so hetta er eitt gott høvi hjá temum, sum ivast, til at kanna tryggingarskjølini einaferð afturat Mánadagin regnaði tað so illa, sum tey fægstu duga frá at siga. Báði í Hvalba og í Trongisvági stóðu stór lendi undir í vatnið. Hetta stóra stykkið inni í Trongisvági plagar at vera trullendi. Men nú er alt undir og eitt hús stendur mitt úti í. Á skeltinum stendur, at tað er bannað at fiska Stórur skaði í Fámjin Á skaðadeildini hjá Bruna- tryggingin verður sagt, at yvirhøvur vóru vatnskaðar- nir avmarkaðir. Men í tí eina førinum var talan um rættiliga stóran skaða, sum tað helst fer at kosta fleiri hundrað túsund at gera aftur. Tað vóru eini hús í Fámj- in, sum fingu umfatandi skaða. Talan var um eina á, sum leyp yvir áarbakkarnar og vatnið floymdi oman á slætt, oman í eini hús, sum stóðu í eini lagd, omanfyri vegin, men lægri enn veg- urin. Frárenslið undir vegnum skalaði ikki at svølgja alt vatnið. Avleiðingin var, at húsini komu at standa í eini stórari tjørn. Vatnið floymdi inn í hús- ini og at kalla fullkomiliga oyðilegði eina íbúð í kjall- aranum. Vatnið á gólvinum í íbúð- ini var meiri enn ein fót djúpt. Talan var um eina ný- gjørda íbúð, sum fólk júst vóru flutt inn í. Roynt var at veita vatnið burtur. Báði bjargingarfelagið og fólk frá landsverkfrøding- inum vóru í Fámjin, men tað eydnaðist ikki at forða fyri skaðanum. Umhugsað var m.a. at grava vegin tvørturav at veita vatnið burtur, men teir góvust, tí tá var skaðin long- u hendur, so tað kundi gjørt tað sama. Teir báðir skaðarnir, sum vórðu fráboðaðir til Trygd vóru ikki stórur, upplýsir tryggingarfelagið. Fýra umsóknir eru um loyvi at senda nærvarp í Føroyum Men nær tær verða avgreiddar, er ein góður spurningur. Bíðað verður eftir, at ein donsk lóg skal verða sett í gildi fyri Fóroyar Tað er áhugi fyri at sleppa undir at senda nærvarp í Føroyum, men enn veit Ongin, nær umsókjararnir fáa svar AK! BERRHOLDSEN Enn er ógreitt, nær tey, fáa svar, sum hava sýkt um loyvi at senda nærvarp í Føroyum. Undirvisingar og menta- málastýrið upplýsir, at tað eru komnar fýra umsóknir um loyvi at senda nærvarp. Onkur hevur søkt um loyvi at senda útvarp, onkur sjónvarp og onkur bæði. Í hvussu so er tann eina umsóknin er um at fáa loyvi at senda útvarp við kristi- ligum tilfari. Onkur annar hevur biðið um loyvi at senda tónleik Sleppur ikki til arbeið- is Loyvisnevndin, sum skal viðgera umsóknirnar, er mannað og er klár at fara til arbeiðis. Men hon sleppur íkki til arbeiðis enn. Ingemar Djurhuus, løg- frødingur i undirvisingar- og mentamálastýrinum sig- ur, at tað, sum bíðað verður eftir, er, at fjølmidlaåbyrgd- aralógin skal verða set: í gildi í Føroyum Hetta er ein donsk lóg, sum skal setast í gildi fyri Føroyar — Vit hava rykt lógar- deildina, sum hevur rykt ríkisumboðið, sum aftur hevur rykt danska lógmála- ráðið eftir, nær lógin verður sett í gildi fyri Føroyar. Hann dugir ikki at siga, hví tað dregur út. Talan er bara um ein avgreiðslu- spurning, tí alt forarbeiðið er gjørt. Orsøkin til, at bíðað verð- ur eftir fjølmidlaåbyrgdara- lógini er, at í lógini um kringvarp stendur, at tey, sum fáa loyvi at senda nær- varp, skulu lúka treytirnar í fjølmiðlaábyrgdarlógini. Ingemar Djurhuus sigur, at tey tí vilja hava fjølmidla- ábyrgdaralógina lógina sett- a í gildi fyri Føroyar. Hann heldur ikki, at tað ber til at geva sendiloyvi áðrenn allir teir løgfrødiligu karmarnir eru í lagi.