Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 185 — 1. OKTOBER 1998 tíðindablaðið S0627 13 Okkara egnu fólk klár tá leitingin byrjar: Kunnu útbúgva seg í Føroyum innan oljuboring Tad eru ikki bert oljufeløgini, sum eru vid at gera seg til- reiðar at fara undir eina oljuleiting vid Føroyar. Eisini fóroyska skúlaverkið er av álvara farið undir fyrireiking- arnar at útbúgva fóroyskar oljuarbeiðarar, sum skulu vera tókir, tá startskotið til leitingina fer av. JAN MØLLER Tann 19. oktober byrjar grundskeið í boring á Skúla- heiminum við Marknagils- vegin. Hetta er fyrsta av sín- um slag i Føroyum. Tað er Oljuútbúgvingar- samtakið, ið stendur fyri skeiðnum. Hetta er eitt sam- tak millum Tekniska Skúlan í Havn, Tekniska Skúlan í Klaksvík, Maskinmeistara- skúlan, Føroya Sjómans- skúla og Undirvísingar- og Mentamálastýrið. Samtakið hevur til endamál at stíla fyri útbúgvingum, sum geva førleika hjá skeiðlut- takarunum at arbeiða innan oljuvinnuna. Ikki kann sigast annað enn, at tað hevur verið ar- beitt væl og skjótt frá skúla- myndugleikunum her á landi. Tað er ikki so langt síðani, at samband varð knýtt millum tekniskar skúlar her heima og Sta- vanger Maritime Videre- gáende Skole í Stavanger. Skjøtil varð við hesum sett- ur á eitt samstarv, sum nú er við at bera ávgkstur. Endamálið hjá føroysk- um myndugleikum hevur alla tíðina verið at fáa út- búgvið okkara egnu lærarar, soleiðis at føroyingar, sum vilja fáa sær útbúgving í oljuvinnuni, kunnu sleppa undan at fara av landinum. Tí varð avrátt, at fimm lærarar frá teknisku skúl- unum, maskinskúlanum og sjóvinnuskúlanum skuldu fara til Noregs á skeið, sum so aftur kundi geva teimum førleika at halda skeið í boring í Føroyum. Skeiðið varð sera væleydnað, og nú er málið so búgvið at fara víðari við, og fyrsta bori- skeið verður í Føroyum í næsta mánað. Talan er um eitt 7 viku langt skeið, sum skal geva luttakarunum før- leika til at kunna arbeiða á einum boripalli. Fjarundirvísing Sum nakað heilt nýtt í før- oyskari undirvísing sum heild er ætlanin at brúka fjarundirvising umvegis sjónvarp. Tilsamans 30 av teimum 228 undirvisingar- tímunum verður fjarundir- vísing úr Noregi. Henda undirvísingin skal fara fram á gomlu telegrafstødini. Norska oljufelagið Stat- oil, sum í fleiri fórum hevur verið við til at stuðla undir og figgjar samstarv á út- búgvingargkinum millum føroyskar og norskar út- búgvingar- og granskingar- stovnar sum partur av AMG-oljusamtakinum, stendur fyri kostnadinum av fjarundirvisingini. Haraftrat hevur Stavanger Maritime Skole boðið sær til at standa fyri próvtókunum. Pláss er fyri tilsamans 20 luttakarum á hesum fyrsta boriskeiðnum. Grundskeið í boring er eitt skeið, sum gevur luttakarunum åstød- iliga upplæring innan bori- tøkni, men samstundis gev- ur tað eisini almenna kunn- ing um fleiri øki innan olju- vinnuna. Hóast skeiðið ikki í fyrstu atløgu gevur enda- ligan førleika til arbeiði inn- an boring, so er tað ein góð- ur máti at ogna sær grund- leggjandi kunnleika um boring, um ein ætlar sær at arbeiða á boripalli. Tað gev- ur so førleika til at arbeiða sum tornarbeiðari ella bori- deksarbeiðari. Skeiðið, saman við verk- ligari upplæring á boripalli, gevur grundarlag fyri fram- haldandi útbúgving innan boring til eitt nú borara ella borimeistara. Tílíkar út- búgvingar kunnu t.d. takast á fakskúla í Noregi. Eingi formlig krøv eru til forkunnleika fyri tann, sum teknar seg til skeiðið, men tað er ein fyrimunur, um skeiðluttakarin hevur ar- beiðsroyndir innan t.d. me- kanisk fak. Innskriving til Grund- skeid i boring fer fram hjå Sjúrði Guðjónson, á Føroya Handilsskúla. Kostnaðurin er 10.000 kr. Hvat viðvíkur arbeiðs- møguleikum eftir lokið skeið hevur Oljuútbúgving- arsamtakið verið í samband við serliga norsk felgg. Klaus Reistrup frá undirvís- ingamálastýrinum og sum hevur tikist nógv við út- búgvingarspurningar við at- liti til eina oljuvinnu sigur við Sosialin, at tað ber ikki til beinleiðis at ávísa ar- beiði, men Oljuútbúgving- arsamtakið vil fegið hjálpa við at útvega samband til ymisk feløg innan oljuvinn- una, sum hava sýnt áhuga fyri at taka føroyingar í ar- beiði. Óvissa um trygdina Ein spurningur, sum tó enn hongur í leysari luft er, hvussu verður við tí trygd- arskeiði, sum allir oljuar- beiðarar skulu hava. Fyri at kunna arbeiða umborð á einum oljuboripalli, so skal man hava verið á einum trygdarskeiði. Sosialurin skilur, at tað enn ikki er møguleiki at taka slíkt skeið í Føroyum, hóast tað nú í fleiri ár hevur verið strongt á myndugleik- arnar at fáa sett upp eina trygdarmidstød, sum tekur sær av hesum, eisini fyri teir, sum ætla sær at sigla. Blaðið skilur, at hetta er ikki sért av einum stríðs- máli. Semja er ikki um, hvør landsstyrismadur um- situr hetta, og hvar ein slik trygdarmidstød skal vera. Higartil hava eitt nú sjó- menn og brandmenn verið á skeiði við Air og eisini í Klaksvík. Fyri at kunna fáa arbeiðsloyvi í oljuvinnuni, krevst meira enn tað hesi plássini í dag kunnu bjóða. Í løtuni sær heldur ikki mætari út, enn at málið um trygdarmistød er målsøki hjá trimum landsstýris- monnum, Signar á Brúnni, Eyðun Elttør og John Peter- sen. Hóast eitt projekt hevur verið til viðgerðar í und- anfarna landsstýrinum, so hevur enn eingin kunnað skorið igjøgnum i målinum.Eina tíð hevði Eilif Samuelsen, landsstyrismadur målid um hendi, seinni varð tað so í hondunum á Sámal Petur í Grund, landsstýrismanni. Eitt uppskot hevur verið at útbyggja støðina við Áir til at lika øll krøv til trygdina, eisini í sambandi vid eina komandi oljuvinnu.Spurn- ingurin um eina trygdar- miðstøð hevur eisini al- stóran áhuga fyri oljufel- øgini, tí skulu hesi taka før- oyingar í arbeiði, so mugu teir hava verið á trygdar- skeiði Møguleikin í dag er so at fara til Noregs at taka hesi skeið, og tað er greitt, at kemur ikki gongd á hetta málið, so mugu teir føroy- ingar, sum í desember hava lokið grundskeið í boring, av landinum fyri at taka eitt trygdarskeið. Tað fer at kosta ikki so lítið. Og tá er grundtankin við at útbúgva seg i Føroyum ikki so heil- ur longur. Spurningurin liggur nú hjá myndugleikunum um at taka eina avgerð um, hvar - es) 5? i #5 :$ „> ein slík trygdarmistød skal liggja. Tað hevur longu ver- ið frammi, at oljufeløg eru sinnað til at vera við til at sponsorera eina slíka try gd- armidstød, nú trygdin stend- ur so frammaliga hjá teim- um. Í hesum sambandi eigur eisini at verða nevnt, at nú fleiri oljupallar skulu høgg- ast upp, er møguleiki at ogna sær útgerð, sum kann brúkast nettup á trygdardepli Bólturin tykist í løtuni at liggja hjá ikki færri enn trimum landsstýrismonn- um. At føroyingar nú fara undir skeid i sambandi vid eina komandi oljuvinnu og vit ikki hava tikid stødu til, hvat vit vilja å trygdarøk- inum, er óhaldbart fyri allar partar einum Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri: Kolvetnisskatt fyri tingið í ár JAN MULLER Nú fíggjarlógaruppskotið er liðugt hevur fíggjarmála- ráðharrin fingið eitt annað stórt mál á arbeiðsborð sítt í glasbygninginum á Argj- um. Tað er eitt útkast til eina føroyska kolvetnisskatta lóg. Fólk frá skattamynd- ugleikunum, oljufyrisiting- ini, Oljurådleggingarnevnd- ini og fíggjarmálastýrinum hava arbeitt við hesum máli nú í fleiri ár. Men tað er serstakliga hetta seinasta árið, at ferð er komið á mál- ið. Ein týðandi partur av fyri- reikingini hevur verið at vitja onnur lond, sum hava slíka lóggávu, eitt nú Noreg, Danmark og Bretland fyri bert at nevna nøkur. Utkastið, sum nú er lið- ugt, fevnir fyrst og fremst um tann vanliga partin tvs. partafelagsskatt ol. Enn er ikki stóða tikin til serstakan skatt av ymsum slag - og í hvønn mun slíkur skattur fer at verða brúktur. Karsten Hansen, fíggjar- málaráðharri hevði herfyri fund við bólkin, sum ar- beiðir við kolvetnisskatta- lógini og er hann væl nøgd- ur við tað arbeiði, sum er gjørt higartil. Hann dylur ikki fyri, at her er talan um eina fyri Føroyar sera týdningar- mikla lóggávu, tí hon skal tryggja okkum okkara rímu- liga part av inntøkunum frá eini komandi oljuvinnu samtíðis sum hon skal gera tad åhugavert fyri oljufel- øgini at arbeiða her. Kyn- strid er at fáa hesi bæði at ganga upp. Hvat viðvíkur møguligum serskattum, so er tað nakað, sum tingid skal taka stóðu til. Í hesum sambandi verð- ur sjálvandi eisini hugt eftir, hvussu aðrir hava borið seg at, men fíggjarmálaráðharr- in vil ikki her og nú siga, hvar vit koma at liggja. Tað veldst um so nógv. M.a hevur marknatrætan við Bretland eisini ávirkan á hesa avgerðina. -Eg vóni vit kunnu fáa alt hetta avgreitt nú í vetur ella í seinasta lagi í vár. Karsten Hansen sigur, at tað eisini er ein spurningur, hvussu vit frægast stýra øllum útvikl- inginum, og her eru nógvir spurningar at taka støðu til, ikki minst tá talan er um skatting. Hann sigur, at oljufeløgini skjótt mugu fáa at vita, hvat tey eru upp í móti, tá talan er um skattalóggávu ol Uppá fyrispurning um íkki lágu oljuprísirnir gera tað trupult hjá okkum at seta hørð krøv sigur figgjar- málaráðharrin, at hetta nýt- ist ikki at vera so. Kanska júst tann lági oljuprísurin gevur eina nógv meiri realistiska mynd av vinnuni sum heild. Karsten Hansen var her- fyri á fundi saman við teim- um norðurlendsku fíggjar- málaráðharrunum, og tá tosaði hann m.a. við norska starvsbróðurin, sum helt fyri, at føroyingar eiga at vera sera varnir, tá talan er um at fara í gongd við eina oljuvinnu. Tað ber t.d. ikki uttan víðari til at samanbera við eitt nú norsk viðurskifti, tí vinnan har longu hevur hava tíð til at festa rót. -Vit mugu undir øllum umstødum vita, hvat tað er vit gera sigur landsstýris- maðurin í fíggjarmálum, sum millum tilfarið á borð- ið sínum eisini hevur á- hugaverdar upplýsingar um, hvussu aðrir eitt nú myndugleikarnir í Alaska spara upp pengar, tá olju- vinnan byrjar at geva nakað av sær. -Í Alaska festi eg meg serstakliga í tann per- manenta grunnin, sum stór- ur partur av oljupengunum endar í. Tað er nakað vit skulu hyggja at í framtíðini