Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 185 — 1. OKTOBER 1998 Fleiri millionir fara av tíðindablaðið æð Tn 15 landinum við landsliðnum Fótbóltur: Upp ímóti túsund áskoðarum ætla sær niður til Aberdeen at hyggja at, tå Skotland tekur ímóti før- oyska landsliðnum Tað letur til, at fótbóltshug- aðir føroyingar hava fingið ta trongdina at síggja før- oyska landsliðið á útivelli, sum teir høvdu frá 1990 av og fram til at samfelags- kreppan steðgaði hesum. Fótbóltslandsliðið fer mikudagin til Litavia, har teir skulu spæla annan leyg- ardag, men tá vera umframt teir átjan spælararnar, venj- ara og hjálparvenjara, onnur hjálparfólk og umboð fyri pressuna bara nakrir heilt fáir áskoðarar í ferðalagn- um. Tá dysturin verður liðug- ur í Vilnius og móðu spæl- ararnir hava fingið uppibor- nu náttarhvíldina, fara teir beinleiðis til Aberdeen, har EM undankappingardystur- in móti Skotlandi verður spældur annan mikudag. Tað er pláss fyri 21.634 áskoðarum kring vøllin í Aberdeen, og meta vit út frá áhuganum higartil, so vera føroyingarnir kring vøllin ikki so heilt fåir. Higartil hava 500 åskod- arar rindað fyri ferðina, sum Smyril Line skipar fyri við Norrønu í sambandi við dystin, og eftir hvat vit hava skilt, so hava fleiri enn eitt hundrað rindað fyri ferð við Atlantsflog. Tað verða tríggjar ferðir gjørdar við flúgvara. Ein, sum er frá 7. og til 10. oktober í Vilnius í Letlandi, ein, sum er frá Føroyum umvegis Vilnius og til Aberdeen og sum er frá 7. og til 14. oktober, og so ein, sum er niður til Ab- erdeen við fráferð úr Før- oyum 12. oktober og heim- ferð 15. oktober. Landsliðið spælir í Aberdeen mikudag- in 14. oktober. Tað eru framvegis pláss eftir bæði við skipinum og við flogfarinum, og kenna vit føroyingin rætt, so er einki at ivast í, at tey verða fleiri, sum fara at taka av- gerð um at fara við, sum tað fer at nærkast fráferðini til Aberdeen. Milliónirnar Tá tað skal metast um, hvussu stórar upphæddir føroyskir fótbóltsáskoðarar fara at brúka í sambandi við ferðina til Aberdeen, verður talan bara um eina runda meting. Prísirnir á ymsu flogferðunum eru ymiskir, og tað eru teir eisini við Norrønu. Tað veldst um, hvussu ferðafólkið ynskir at ferðast, og so er tað sjálv- andi sera ymiskt, hvussu nógv tey ferðandi brúka umborð á skipinum og í flogfarinum, og meðan tey eru í Aberdeen. Men rokna vit við, at tús- und fólk fara avstað, so er tað neyvan langt við síðuna av, um vit siga, at samlaða nýtslan hjá øllum teimum, sum fara av landinum, verð- ur í minsta lagi fýra milli- ónir krónur. Ta upphæddina koma vit til, um hver áskoð- ari í miðal brúkar fýra tús- und krónur til ferðing og annars alt annað, sum fylgir við, tá føroyingar ferðast uttanlands. Ongar inntøkur til útreiðslurnar Tad er ikki ilt at imynda sær, at ein sovorðin fótbóltsferð uttanlands kastar nógv av sær, eitt nú til feløgini, sum standa fyri flutninginum og til gistingarhús, matstovur og annað virksemi, sum í Aberdeen er rættað móti ferðafólkum. Men eingin av hesum hevði fingið eitt klovið oyra burturúr, um Fótbóltssam- bandið ikki hevði eitt lands- lið, sum fór uttanlands at spæla. Ein áhugaverdur spurningur er tískil, hvat FSF fær burturúr virksem- inum hjá landsliðnum. A aðalfundinum verður grannskoðaður roknskapur almannakunngjørdur, og tå fæst innlit í, hvørjar inn tøkur landsliðið kastar av sær. Inntøkurnar av landsliðn- um eru bara á heimavelli, og í ár hevur landsliðið bara spælt ein heimadyst — minn- isríki dysturin móti Kekkia 6. september. Tað vóru 2.587 áskoðarar, og av teimum rindaðu 2.267 atgongugjald. Hinir vóru tíðindafólk, VIParar og onnur, sum hoyra til, tá tað er landsdystur. Rokna vit út frá tølunum seinnu árini og prísinum á atgongumerkj- um í ár, so er tað neyvan langt við síðuna av at siga, at inntøkan, sum FSF fekk Julian Johnsson og hinir landslidsspælararnir fåa væntandi góðan stuðul frå føroysku åskodarunum å Pittodrie Stadion i Aberdeen . Savnsmynd: Alvur Haraldsen burturúr 6. september, lá um 230 túsund krónur. Og hetta er ikki stórt meiri, enn tað, sum skal til fyri at gjalda útreiðslurnar, ið eru hvgrja ferð, landsliðið spælir, t.d. samsýning til spælararnar, lækna, fysioterapeut, uppi- hald, mat og aðrar útreiðsl- ur. Tað vil við øðrum orðum siga, at um vit taka stuðuls- sáttmálan við Atlantsflog burturúr, so hevur FSF í ár ongar inntøkur fingið úr Føroyum at gjalda útreiðsl- urnar við, ið standast av úti- dystunum. Vit hava fregnast í FSF, og har siga teir, at í alt kostar ferðin til Letlands og Skotlands millum seks og sjey hundrað túsund krónur. FSF hevur aðrar inntøkur, t.d. fáa teir frá UEFA part av yvirskotinum av EM endaspælinum, og UEFA letur eisini sambondunum í limalondunum ein part av yvirskotinum av Europa Cup kappingunum. Men ynskið og málið hjá FSF hevur verið, at kostnaðurin av landsliðnum í mest møg- uligan mun skal hvíla í sær = » sjálvum. Líkist kaffibóndanum Tá tað verður tosað um við- urskiftini millum menning- arlondini og ríkaru ídnað- arlondini, og lýsingar verða gjørdar av, hvussu áhuga- mál í londunum, sum eru betri fyri, duga at fáa sær vinning burturúr teimum fá- tóku í menningarlondunum, verður kaffibóndin ofta brúktur sum dómi. Hann stríðist og strevast, men tað er sera avmarkad, hvat hann fær av tí, sum kaffið, hann so at siga er upprunin til, verður selt fyri til tann, sum er síðstur í ket- uni. Stóri vinningurin fer til teir, sum keypa kaffi frá honum, til flutningsfelgg, tey sum skipa fyri pakking og lýsingum, umboðsmenn og soleiðis kundu vit hildið á. Men eingin av hesum hevði fingið nakað burturúr, um kaffibóndin, sum ofta er við at doyggja í hungri, ikki hevði eina vøru at selja. Tað er ikki frítt, at stóðan hjá FSF og landslidnum lik- ist henni hjá kaffibóndan- um. Um einki føroyskt fót- bóltslandslið var, so varð ikki skipað fyri nakrari fót- bóltsferð niður til Skotlands um eina góða viku, og so vóru tað fleiri, bæði heima á landi og í Aberdeen, ið ikki høvdu fingið ta inntøk- una, sum tey fåa. UFA figgjar Ivaleyst hevur tað nakað við m6tstødulidini at gera — í hesari EM undankappingini eru tey, burtursæð frá Skot- landi, ikki serliga áhuga- verd — men tað er eisini at undrast á, at áhugin fyri at fara niður til Skotlands at síggja landsliðið er ikki so nógv minni, enn hann er at síggja landsliðið á Svanga- skarði. Tórsvallarfólk vísa iva- leyst á, at tað hevði verið frægari, um landsliðið spældi í høvudsstadnum, og tað kann væl vera, at tey hava rætt í hesum, men tað er alíkavæl undrunarvert, at áhugin á heimavelli skal vera so lítil. Vit kunnu siga, at tað er frálíkt, at áhugin at stuðla á útivelli er so stórur, men tað sæst altso ikki aftur á heimavølli. Spurningurin er so, hvussu leingi hønan, ið verpur gullegg, ella kaffi- bóndin, sum í hesum førin- um er landsliðið og FSF, fer at megna at halda á. Vit hava áður verið inni á, at fíggingin av landsliðsar- beiðnum fæst úr kassanum hjá UFA, felagnum sum hevur keypt sjónvarpsrætt- indini frå FSF til 2004 I såttmålanum millum FSF og UFA hevur tyska felagið bundið seg til á hvgrjum ári at lata ávísa upphædd til fígging av rakstrinum av FSF og landsliðnum. Men skal hetta roknistykkið hanga saman í longdini, so er neyðugt, at landsliðið kem- ur í bólk saman við londum, sum sjónvarpsfelgg kring Europa eru hugað at rinda stórar upphæddir til UFA fyri rættin at sjónvarpa frá dystunum. Síðani Føroyar vóru í bólki við Spania, hava hesar upphæddirnar verið smáar, og verður hepnið ikki stórri, tå lutur næstu ferð verður kastaður, so kann tað væl vera, at neyðin fer at hava við sær, at FSF í stórum álvara fer at umhugsa at steðga altjóða luttøkuni. Verður tað avgerðin, so er hønan, sum verpur gullegg til so mangan, ella kaffi- bóndin, sum syrgir fyri øll- um kaffinum, burtur, og so verða tað onnur, ið fara at kenna sviðan, enn bara FSF og landsliðið jh Sosialurin - so skjytur tú ikki við siðuna av