Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 Sjónleikarhúsið í Havn karmurin: Cabarét - Cabaret - 10 år við Óla Ætlanin er at fara undir ein heilt ] nyggjan leik, Få sum skal framførast á IJ; y gattini fl nyggJu øldina 500) 10sbólkur 3 Gullu Øregaard á odda hevur havt í Tíðindablaðn- um Sosialinum seinastu 10 árini Gulla Øregaard sigur, at enn hava tey bert sjálvan karmin kláran. Nú verður so farið at fylla hann út, og her verður talan um eina sera spennandi og avbjóðandi uppgávu, sum liggur fyri framman. Hon sær fegin, at allar góðar kreftir hjálpa til, og her eisini hvat fíggingini av leikinum viðvíkur Reyði tráðurin í komandi leikinum er vanligi føroy- ingurin í 90-unum. Gulla ára tíðarskeiðnum, sum hon eisini heldur vera sera á- hugavert at líta aftur á. Tí tað vórðu hesi árini, at Før- oyar fóru á húsagang, og hetta sást aftur í hvørjum ti einasta heimi. Fólk fluttu av landinum, og mong eru tey, sum enn ikki eru komin heimaftur. Sorgin nívdi og nívir enn. Men hóast krepp- an var øgilig og lemjandi, so hevur tað kortini eydnast fólkinum sum heild at koma upp undan aftur. Hetta heldur Gulla Øre- gaard eru viðurskifti, sum kunnu vera sera áhugaverd at taka fram í einum leiki, nettup tá vit standa á gáttina til eina nýggja eld og líkasum hyggja aftureftir, hvat hendi í 90-unum, og spyrja okkum sjálvi, hvussu komandi árini fara at verða merkt av nettup tí, sum fór fram seinastu 10 árini av hesi øldini Gulla Øregaard heldur tíðindablaðið tað eisini vera eina stóra avbjóðing hjá listafólki inn- an fleiri ymsar greinar at sleppa at royna seg í einum felags leiki. Ætlanin er so eisini, at fleiri listagreinar verða við í nýggja tiltak- inum, og her kemur ikki minst tónleikurin at hava stóran týdning. Tónaskaldið Knút Olsen hevur játtað at gera nýggja tónleik til nýggjar tekstir og ymisk ljédføri. Tað verður serliga boð eftir harmoniku og eisini hornorkestri. Tað er Havnar Sjónleikar- felag, sum stendur fyri til- takinum. Heðin Morten- sen, formaður í Havnar Sjónleikarfelag heldur til- takið verða sera spennandi, og hann vónar, at tað verður til nakað, men ásannar, at neyðugt er longu nú at fara út og fáa fígging. Tað er eisini hansara vón, at tað ber til at fáa fígging til eitt slíkt tiltak. Askoðari og leikari hittast Hóast hetta enn bert er í stoypiskeiðini, so er tiltakið kortini við at fáa bein at ganga á. Í hvussu er hava stigtakararnir havt fleiri fundir, har uppgávurnar eru býttar út, og har sett er út í kortið. Gulla Øregaard sigur, at ætlanin er at gera teatur á ein hátt, har áskoðari og leikari hittast, áðrenn leikur fer fram, og á tann hátt onk- ursvegna vara av hvørjum ødrum í tí søgu, sum fer at verða søgd frá á palli um seinastu 10 árin í Føroyum Søgan verður lýst við stødi í myndaheiminum hjá Gulla Qregaard her við teimum mongu Skemtbókunum við tekningunum hj aOla P. sum eru íblasturin til hugskotið um eina serstakan leik >> 115 nýggjarinum ár 1999 DÅ Á Ola Petersen, listamanni og heldur Gulla Øregaard, sum hevur åtikid sær ábyrgdina av tiltakinum, at har er ríkt tilfar at taka av -Grefligastu minnini um hesi tíggju árini eru møgu- liga tey, sum fingu so nógv at flyta frá oyggjunum Samstundis er eitthvørt hent okkum, sum hevur fingið Palleba og Pallebinu at varnast møguleikar í tíðini, sum í førum mótgangur hevur skapt sigur Gulla Øregaard. Hon sigur víðari, at tey í leikinum fara at seta spurningar um, hvar vit eru stødd nú, og annars hyggja samfelagið „eftir í seym- unum“, hvat tolir broyting, og hvat vit vilja varðveita, sum hon málber seg. -Tað skjótt koyrandi nýggja digitala samfelagið eigur møguliga at steðga ferðini, og vit fara at seta okkum sum mál at vera meira menniskju enn mask- ina leggur Gulla Øregaard aftrat. Tjald uttan fyri Sjónleikarhúsið Tiltakið, sum hevur fyrstu sýning 31.12.99 kl. 17 í Sjónleikarhúsinum byrjar við, at áskoðarar og leik- arar/tónleikarar skulu dansa saman eitt nýyrkt kvæði ella tått um nevndu níti árini Dansurin er ein roynd at lata áskoðarar og leikarar fáa eitt felags upplivilsi í einum tjaldi, sum verður sett við síðuna av Sjónleikarhúsi- num til júst hetta enda- málið. Hetta sum áminning um okkara serliga kvæða- arv. Tá ið leikari hevur hitt áskoðara í dansi verður far- ið til munnbita í forstovuni í Sjónleikarhúsinum, har turr grind, turt spik og køld eplu eru á skránni. -Nú eru vit vónandi í veitslulag og fara saman inn í tey:líggjuárimi. vid sangi, spæli og vónin er , at tað, Nr. 185 — 1. OKTOBER 1998 sum eygað sær og oyrað hoyrir, verður fatað sum ein roynd at halda ein spegil upp fyri seg og kanska eina løtu skilja eitthvert í okkara tilveru. Leikarar verða í búnum, sum enn ikki eru gjørdir, men sum ein verkstaður við búnakonum fara undir fyrsta dagin. Búnakonurnar koma at virka í tøttum sam- starvi við tey, sum skriva, yrkja og tónseta. Hetta til- takið er so eisini ein roynd, at listagreinirnar skulu eggja hvørja aðra, samtund- is sum ein samanrenning fer fram. Heitið Um heitið til leikin „Ca- barét - Cabarét - 10 ár við Óla P“ sigur Gulla Øre- gaard, so bindur tað leik- gongdina til tann lættara formin, og er hetta eisini meiningin. Sjålv søgan um niti árini verður søgd gjøgn- um upplivingar hjå Palleba og Palliebinu og børnum teirra. Teirra liv åvirkast av ógvusligur broytingunum í samfelagnum, og tað er hetta, sum vit ætla at sýna á palli. Nýggjar tekningar Tá hugskotið kom fram var ætlanin at brúka nakrar av tekningunum, sum Óli P longu hevur gjørt. Síðani er fyrireikingarbólkurin kom- in til, at betur er, um tekn- arin fær til uppgávu - fram- vegis við 90-unum í bak- speglinum - at gera 10 nýggjar tekningar, sum leikurin so verður bygdur á. Hesar myndirnar verða so sýndar í forstovuni í Sjón- leikarhúsinum, meðan leik- urin fer fram. Tær koma so eisini at verða í sjálvum leikritinum. Fólkini Hóast enn bert er sett út í kortið, so hava longu fleiri pE Ju at vera við í dg tiltakinum. Umframt Óla , Nøkur av fólkunum aftan fyri serstaka og spennandi tiltakið, Petersen, Gullu Øregaard og Knút Olsen, hevur Jenny Petersen, sum hevur arbeitt í Noregi í 10 ár sum yrkis- leikstjóri og inspicientur játtað at koma til Føroya og leikstýra uppsetingini. Scenografur verður Edith Dahl Jensen. Jón Thorstein- son og Elin Michelsen verða høvudsleikarar. Tær, sum skulu gera búnarnar, verða Malan Helgadóttir, Lis Helgadóttir og Malla Nolsøe. Onnur, sum eru við í arbeiðinum, er m.a. Johan Mortensen, sum skal taka sær av rithøvundapartinum. Myndir Jens K. Vang | í