Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. oktober 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið R > Nr. 186 — 2. OKTOBER 1998 Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins: Ein dyggur smeitur fyri demokratiio -og ta demokratisku prosessina ikki minst nú, tå ríkisrætt- arligu viðurskiftini eru til viðgerðar, at taka formanssess- in frá ti størsta andstøduflokkinum í Uttanlandsnevndini heldur formaður javnadarfloksins Jan MULLER -Hetta er fyrst og fremst ein g frammaná fyri demokrati) i Føroyum Soleiðis sigur formaðurin í javnaðarflokkinum, Jóan- nes Eidesgaard til avgerðina at koyra seg frå sum for- mann í Uttanlandsnevndini Tað var Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, sum kallaði Uttanlands- nevndina til fund mikudag- in við tí fyri eygað at fáa Jóannes Eidesgaard, for- mann frá. Urslitid varð, at Hergeir Nielsen tók við sum nýggjur formaður, meðan Heðin Mortensen gjørdist næstformaður Grundgevingin hjá Jenis av Rana fyri at mæla til for- mansskifti var, at Jóannes Eidesgaard bar seg skeivt at við at leggja uppskot fram um sjørnmålanevnd, nú landsstýrið hevði lagt fram uppskot um fullveldi. Ein orsøk var eisini, at javnað- arflokkurin hevði ikki gjørt nóg nógv fyri at forða teim- um víðgongdu í Tinganesi Jóannes Eidesgaard held- ur ikki, at Jenis av Rana hevur nakra sakliga orsøk til at fáa seg frá sum for- mann i nevndini. -Allir nevndarlimir - vid undan- taki av Jenis av Rana - hava fyri mær våttad, at teir ikki hava nakad sum helst at finnast at, hvussu hagreid- ingin av målum og serliga hesum målinum um full- veldi hevur verid i Uttan- landsnevndini. Tvs. at nevndarvidgeråin hevur verið korrekt, allir upp- lýsingar eru komnir fram, alt er vidgjørt eftir bókini og allir persónar, sum ynski hevur verið um at fáa í nevndina, hava fingið henda møguleika -Men tå nevndarlimirnir kortini vraka teg sum formann, so má tað vera ti, at teir halda ikki, at tú hevur røkt tína uppgåvu til fulnar? -Tað kom nakað fram i fjølmidlunum mikudagin, sum eg haldi er rættiliga 6- hugnaligt. M.a. sigur ný- valdi formaðurin í Uttan- landsnevndini, Hergeir Nielsen, at orsøkin til for- mansskiftid, soleiðis sum dyggur hann lesur hana, var tann, at javnaðarflokkurin setti uppskot fram um setan av stjórnmálaneynd. Og Jenis av Rana sigur tað sama. Tá tú brúkar hetta - at ein flokkur við sjey tingmonn- um nýtir sín demokratiska rætt til at seta eitt uppskot fram - sum argument fyri at bróta inn í eitt demokratiskt byti, so må eg viðganga, at eg eri eitt sindur skeptiskur fyri framtíðini Fundamentalisma Jóannes Eidesgaard sigur víðari, at er tað so, at øll, sum ikki eru samd við núverandi samgongu, bara skulu beinast burtur, so eru vit í tí stóðu, sum vit annars ikki hava verið fegin um, og sum er galdandi í teim- um fundamentalistisku londunum og kanska eisini eystan fyri fyri ein stóran part. Nevniliga hetta, at hevur tú ikki somu fatan sum tað ráðandi fólkið, harrafólkið um tú vil, so skal tú setast til síðis og fara í aftasta rað. -Tí haldi eg, at tað er tað føroyska demokratiid, sum hevur fingið tann dyggasta smeitin av hesum tiltakin- um, og tað harmar meg 6- trúliga nógv, tá hugsað verður um, at júst javnað- arflokkurm byggir alla sína hugsjón uppá ta demo- kratisku prosessina. Vit taka okkum tað sera nær, tá ein setir nakrar demokratiskar reglur úr gildi, tí ein ikki er samdur. At Jenis av Rana skal føra fram, at uppgávan hjá formanninum í javnað- arflokkinum er at forða teimum víðgongdu í sam- gonguni og stuðla teimum hóvligu, so er tað skeiv a- dressa. Samgongan hevur valt at standa saman. Hon hevur ikki biðið javnað- arflokkin koma uppí. Vit løgdu út við at peika á eina breiða samgongu, har javn- aðarflokkurin var við, og høvdu vit verið við í sam- gonguni, so høvdu vit kanska havt møguleika at gjørt tað, sum Jenis av Rana her eftirlýsir. -Men, leggur Jóannes Eidesgaard aftrat, - vit vóru jú settir uttanfyri av sam- gonguni til at sita í and- stóðu. Og ti er tað okkara fulli rættur til at vera atfinn- ingarsamur, og vit hava fullan rætt til at seta uppskot fram. Anfinn og Hegni Formaðurin í javnaðar- flokkinum vísir eisini á tað, sum bæði Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal fyrr hava sagt, nevniliga hetta at tað var ein styrki í tí demo- kratisku prosessini, at and- stødan hevði formansskapin i Uttanlandsnevndini. - Ti er tað, sum nú er hent, ótrú- liga harmiligt -Men sum formadur i slíkari nevnd, hevur tú so ikki til uppgávu at arbeiða fyri alla nevndina, og hevur tú gjørt tað, tá tú kemur fram við einum uppskoti, sum gongur ímóti tí uppskotinum um fullveldi, sum ein meiriluti ynskir? -Vit mugu ikki blanda hesi tingini saman. Her er talan um tvey ymisk mál. Javnaðarflokkurin = setir fram eitt uppskot um setan av stjórnmálanevnd fyri triðju ferð. Vit hava alla tíðina sagt, at einasta rætta mannagongdin í tí, sum skal henda, er, at vit seta okkum niður í tinginum og finna út av, hvat ein mest møguligur meiriluti kann semjast um. At vit so seta hetta upp- skotið fram aftur kann ikki koma óvart á nakran, heldur ikki Jenis av Rana, sum hevur tikið undir við tí fyrr - men sum nú hevur valt at satsa gðrvísi, møguliga orsakað av teimum vánaligu veljarakanningunum. Jóannes Eidesgaard sigur, at ein kann ikki í eini demo- kratiskari prosess tvinga fólk av øðrum áskoðanum til at blíva samd við seg. -Javnaðarflokkurin hevur annars roynt alt tað hann kann fyri at finna fram til eina semju í hesum mál- inum. Bæði eg persónliga og tingmanningin hevur havt fund við Høgna Hoy- dal fleiri ferðir, har vit hava umrøtt hesi tingini og roynt at finna fram til, um møgu- leik! er fyri semju. Eg havi eisini tosað við løgmann, áðrenn vit fóru at skriva álit og peika honum á, at nú hava vit ein søguligan møguleika til, at startskotið í hesi prosess kann verða gjørt av eini samdari Uttan- landsnevnd og einum samd- um løgtingi Utgreiningararbeidid fevna um allar møguieikar -Tað einasta, sum krevst, sigur Jóannes Eidesgaard víðari, - er fyri tað fyrsta: at — útgreiningararbeiðið, sum gerast skal, og sum ikki bert skal fevna um full- veldið, men um allar hugs- andi møguleikar, skal leggj- ast fyri løgtingid til eina politiska stødutakan og ikki bara eitt orðaskifti - og har- næst, at vit í fyrsta umfari fara eftir broytingunum heldur enn eftir fullveldin- um. -Tað ber altíð til hjá sam- gonguni, tá útgreiðingarar- beiðið er liðugt, at venda aftur til fullveldisætlanina. Høvdu vit fingið hasa orð- ingina við, so eri eg sam- førdur um, at tað hevði verið ein samd Uttanlands- nevnd, sum mikudagin legði álitið fram, og tað hevði verið eitt samt løg- ting, sum í dag hevði sam- tykt uppskotið. Tað hevði verið ein -virðilig byrjan uppá sjálvstýrisprosessina. Jóannes Eidesgaard sigur, at so lagið tað ljóðar, so gav løgmaður honum inniliga rætt í tí, og hann vildi so royna, hvat hann var ment- ur, at fáa menn at skilja hetta, men eftir øllum at dóma hevur tann mest víð- gongdi parturin av sam- gonguni og landsstýrinum, tjóðveldisflokkurin = men kanska eisini partar av fólkaflokkinum, ikki viljað gingið við til, at fullveld- isætlanin í fyrsta umfari skuldi leggjast til síðis. Formaður í javnaðar- flokkinum heldur eisini, at tað hevði verið sera áhuga- vert eisini at havt sam- bandsflokkin við, hvar man so fór nokk so langt inn í málið, áðrenn nakar hektaði seg av, tí hann ikki kundi taka undir við tí loysn, sum varð vald. -So har er alt roynt, sum kann roynast fyri at finna fram til eina semju. -Men kann ein ikki eisini skilja tjóðveldismenninar, tá teir vilja hava teg frá sum formann í Uttan- landsneyndini, nú teir kanska síggja teg sum ein klepp, nú javnaðarflokk- urir roynir at forða fyri fullveldisuppskotinum ? -Tað kunnu teir sjálvandi Men her er ein stóðumunur Munurin millum uppskotid hjá javnaðarflokkinum og tjóðveldisflokkinum er tað, at vit siga, at tað, sum telur, er, at vit í prinsippinum hava møguleikan at taka okkum alt tað sjálvstýri, sum vit vilja. Men vit skulu bert gera tað í tí ferð, sum vit fíggjarliga og umsit- ingarliga eru førir fyri tað - meðan tjóðveldisflokkurin sigur, at vit taka alt yvir nú, men senda so kortini málini niður aftur til danskar em- bætismenn at umsita. Tann stødumunur, sum er har, hann eigur eisini tjóðveld- isflokkurin at góðtaka. Jóannes Eidesgaard vísir á, at tað í útlendskum ting- um er ikki óvanligt, at and- stødan hevur týðandi for- manssessir og hevur meiri- lutan. -Men um formaðurin ikki er samdur við ti áliti, sum verður lagt fram frá t.d. stjórnarflokkunum, so tekur tú ikki og skiftir hann út. -Men heldur tú tað er umráðandi fyri tjóðveld- isflokkin og Hergeir Niel- sen, at teir fáa formannin í Uttanlandsnevndini? -Tað var jú ætlanin, at Hergeir Nielsen skuldi verða formaður í Uttan- landsnevndin. So hendi tað, at vit vóru dugnaligir at velja nevndir og hepnir í einum lutakasti og harvið fingu vit formansskapin. Tingskipanin leggur eisini upp til, at hetta skal bera til. Sjálvstýrissinnaður -Hvussu kennir tú tað at verða mettur sum sam- bandsmaður av tjóðveld- ismonnum og kanska eis- Jóannes Eidesgaard, formaður í javnaðarflokkinum heldur, at flokkur hansara hevur fullan rætt til at leggja uppskot fram á sjálvstýrisleið, eisini tey, sum víkja frá uppskotinum um fullveldi. ini av sjálvstýrissinnaðum javnadarfølki? -Eg haldi eg havi fingid rættiliga nógvar atfinningar fyri júst tað øvugta, at javnaðarflokkurin er farin ov langt í hesum málinum. Lat meg siga tað soleiðis: hóast = javnaðarflokkurin ikki hevur verið tann mest víðgongdi í sjálvstýrisspur- ninginum, so hevur hann kortini gjøgnum sína longu søgu víst, at hann í sjálv- stýrismálum hevur verið við til at tikið stór tók og hevur altíð kunnað víst á prak- tiskar og skilagóðar loysnir á sjálvstýrisspurninginum, og hevur aftur hesaferð spælt út við einum virði- ligum uppskoti um, hvussu vit kunnu menna okkara sjálvstýri - og har vit í prin- sippinum uppá ein nógv meira virðiligan máta taka búskaparliga og umsiting- arliga ábyrgd í tí takt vit klára at menna hetta sam- felagið - uttan at fara út í nakað eksperiment. Jóannes Eidesgaard held- ur tí ikki, at javnaðarflokk- urin undir hansara leiðslu er vorðin sambandskur. Tvørturim6ti heldur hann, at flokkurin er rættiliga sjálvstýrissinnaður, og tær atfinningarnar, sum hava verið frammi, kanska meira hava koyrt uppá sjálvstýr- islinjuna.