leygardagur 20. desember 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 243 - 20. desember 2003
Nr. 243 - 20. desember 2003
5
Um 22-tíðina
hóskvøldið hendi ein
syndarlig vanlukka á
oljubryggjuni í
Saltangará, sum
kravdi eitt mannalív.
Vanlukkan hendi, tá
ið faðir og sonur, sum
høvdu fingist við
asfaltarbeiði, vóru á
veg til hús eftir
langan og arbeiðsdag
VANLUKKA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var sonurin, sum
koyrdi og á ein ella annan
hátt fór bilurin út av suður-
endanum av bryggjuni,
beint aftanfyri, har Tróndur
í Gøtu liggur.
Sjónarvitni vóru á staðn-
um, og gjáramorgunin hitti
Sosialurin ein av monnun-
um, sum arbeiddi við at
vaska Trónd í Gøtu, ið lá
við bryggjuna, tá ið van-
lukkan hendi. Hann sigur,
at tað einasta, hann sá, var í
takið á bilinum, tá ið hann
fór uppum bryggjukantin.
Maðurin heldur, at onnur,
ið vóru stødd á bryggjuni
hetta kvøldið, sóu betur,
hvat hendi.
Tá ið fólk beinanvegin
komu út á sjálvan bryggju-
kantin, sást hvørgin teirra,
sum var í bilinum, men lítla
løtu eftir, flotnaði pápin.
Orsøkin ógreið
Kristian Martin Joensen,
sýslumaður í Eysturoy, sig-
ur, at enn veit løgreglan
ikki, hvør orsøkin var til
vanlukkuna, og enn hevur
løgreglan ikki havt høvi at
tosað við øll sjónarvitnini.
- Bilurin, sum teir báðir
koyrdu í, er fingin uppaftur
og verður kannaður.
Hann sigur, at lækni kom
á staðið, og so skjótt pápin
var fingin upp aftur á
bryggjuna, varð farið at
arbeiða uppá hann.
- Boð vórðu send eftir kav-
ara, sum var skjótur á stað-
ið. Tað tekur sína tíð at
koma í kavarabúnan, men
tá ið kavarin var farin niður,
var hann ógvuliga skjótur
uppaftur við tí yngra mann-
inum. Hetta gekk ógvuliga
skjótt fyri seg, sigur sýslu-
maðurin.
Yngri læt lív
Kristian Martin Joensen
sigur, at lívið hjá tí yngra
stóð ikki til at bjarga, men
seinast, løgreglan frætti
fríggjanáttina, var støðan
hjá pápanum »stabil«, og
tað vónar sýslumaðurin
merkir, at hann fer at koma
fyri seg aftur.
Faðir og sonur, sum vóru
búsitandi á Toftum, vórðu
báðir fluttir á Landssjúkra-
húsið eftir syndarligu van-
lukkuna.
Fríggjamorgunin
stutt
fyri døgurða frætti Sosial-
urin frá familjuni, at pápin
var vaknaður aftur, og tí-
betur bendir alt á, at hann er
úr lívsvanda.
Sonurin, sum læt lív í
vanlukkuni, var bert 28 ára
gamal. Hann hevði fylt 29
ár í dag, 20. desember.
Syndarlig vanlukka í Saltangará
Syndarliga vanlukkan hendi, tá ið bilurin fór út av hesum bryggjukantinum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Miðvágs Bóltfelag
skipar triðja jóladag
fyri innandura fót-
bóltskapping í ítrótt-
arhøllini á Giljanesi.
Um kvøldið verður
dansur í Bygdar-
húsinum
FÓTBÓLTUR
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Miðvági:
Miðvágs Bóltfelag koyrir
fótlbóltarnar á rull triðja
jólamorgun klokkan 10.00.
Miðvingar skipa fyri
innandura fótbóltskapping
fyri lið í øllum aldursbólk-
um.
Kappingin
verður
leygardagin 27. december,
og hon verður bæði fyri
gentur og dreingir. Kvinnur
og menn.
Tá fótbólturin er liðugur,
bjóðar Miðvágs Bóltfelag
til dans í bygdarhúsinum í
Miðvági. Fyrst til barna-
diskotek og síðan til van-
liga dans.
Fótboltskappingin er fyri
øll, siga tey í MB. Byrjað
verður við yngru deildun-
um klokkan 10.00 leygar-
morgunin, og so verður
spælt, til liðugt er. Vaksna-
mannaliðini verða seinast.
Um kvøldið skipar MB
fyri dansi í Miðvági. Frá
klokkan 19.00 til klokkan
22.00 verður barnadiskotek
í Bygdarhúsinum. Og frá
klokkan 23.00 spæla ROK
til dans.
Fyri at luttaka í fótbólts-
kappingini er neyðugt við
tilmelding. Hon skal vera
gjørd í seinasta lagi annan
jóladag, tann 26. december,
á tlf. 33 32 18 siga tey frá
Miðvágs Bóltfelag.
Fótbóltur og
dansur í
Miðvági
Jólakonsert í
Sandavági
Vágakórið hevur
jólakonsert í Sanda-
vágs Kirkju sunnu-
kvøldið
JÓLAKONSERT
Vágakórið fer at hava
jólakonsert í Sandavágs
Kirkju
sunnukvøldið
klokkan átta.
Sungnir verða, umframt
kendar jólasálmar, eisini
snagir við løgum eftir
bæði Bach og Mozart.
Kórið telur millum 20
og 30 sangarar úr allari
oynni. Í vetur er Ólavur
Hátún
kórleiðari
hjá
Vágakórinum.
Umframt konsertina í
Sandavági sunnukvøldið,
fer Vágakórið eisini at
syngja í Bíggjar Kirkju
undir guðstænastuni á
middegi sunnudagin.
ej
C
M
Y
K
5
4
PostScript Picture
(Lysing gledilig jol \(out\).eps)