Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. desember 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 243 - 20. desember 2003 Nr. 243 - 20. desember 2003 7 UPPSTILLING ingi@sosialurin.fo Listin hjá Norðstreymoyar Javnaðarfelag er liðugur og sær soleiðis út: Hans Pauli Strøm, samfelags-frøð- ingur, Vestmanna; Soffi Egholm, psykoterapeutur, Leynar; Eddie Hjartvar Joensen, bóndi, Kolla- fjørður; Gunnvá Mort- ensen, skrivari, Hósvík. Seinasta val fall Hans Pauli Strøm, sum hevði sætið í løgtinginum. Hann fekk annars 195 persónlig- ar atkvøður. Flokkurin fekk 480 atkvøður tilsamans. Menninir úr Norð- streymoyar valdømi fullu til Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Tjóð- veldisflokkin. Næstur Javnaðarflokkinum var Fólkaflokkurin, sum fekk 535 atkvøður. UPPSTILLING ingi@sosialurin.fo Nógv hevur verið tosað um jokarar og nýggj val- evni síðstu dagarnar. Men Sambandsflokkurin, sum sambært veljarakanning- unum, dregur ongar kan- inir upp úr hattinum. Í Havnini, har flokkurin gjørdist næststørstur sein- asta val, satsar flokkurin upp á tað trygga. Føroya Væl hevur still- að hesi valevnir upp til løgtingsvalið 20. januar 2004: Lisbeth L. Petersen, løgtingskvinna, Heðin Mortensen, løgtingsmað- ur, Kaj Leo Johannesen, løgtingsmaður, Høgni Mikkelsen, býráðslimur, Annfinn Brekkstein, borgarstjóri, Súsanna Dam, bankakvinna, Jacob Holm, stýrimaður, Jóhan Petur Johannesen, lærari, Michael Jensen, inspekt- ørur, Bjarti Thomsen, sivilverkfrøðingur, og Janus Djurhuus, arbeiðs- formaður Tórshavn Sambandsflokkurin fekk 2989 atkvøður síðsta val. Nógv flestar atkvøður fekk forkvinnan í flokkin- um, Lisbeth L. Petersen, sum var toppskorari á val- inum. Hon fekk 1394 at- kvøður. Næst henni kom Heðin Mortensen, sum fekk 410 atkvøður. Kaj Leo Johannesen, sum fekk 263 atkvøður, kom eisini á ting sum eykavaldur. UPPSTILLING ingi@sosialurin.fo Norðoya Tjóðveldisfelag hevur havt sín 2. og 3. upp- stillingarfund. Góð 80 fólk vóru á fundi á Sjómans- heiminum. Fundurin var góður og hugurin at taka orði treyt ikki, verður sagt. Einki óvæntað stakk seg upp, tá ið listin var klárur. Tey, sum eru uppstillað til løgtingsvalið 20. januar eru: Heini O. Heinesen, løgtingsmaður, Karstin Hansen, fyrrv. landsstýris- maður við fíggjarmálum, Olga Biskopstøð, samfel- agsfrøðingur, Rani Nolsøe, menningarstjóri, Signy Hansen, flakakvinna, Jancy B. Klein, leiðari, og Hanus Hansen, lækni. Við síðsta val fekk Tjóðveldisflokkurin í Norðoyggjum 900 at- kvøður. Flokkurin fekk ein mann á ting, sum gjørdist Heini O. Heine- sen. Hann fekk 329 at- kvøður og hevur verið løgtingsmaður síðan 1984. Honum á baki kom Karsten Hansen við 283 atkvøðum. Hann hevur havt fíggjarmál um hendi í landsstýrinum síðan 1998. Nummar trý á list- anum var Olga Biskustøð við 98 atkvøðum. Bóndin á Kjalnesi stillar upp Sambandsflokkurin í Havn heldur seg til tað trygga Heini og Karsten stilla uppaftur Sambandið eigur Vágar UPPSTILLING ingi@sosialurin.fo Vágar hava fingið sam- band. Men Sambandið hevur leingi havt Vágar. Vága Sambandsfelag gjørdi valevnislistan lidn- an á fundi í Miðvági í hóskvøldið. Á listanum eru hesi valevni: Marjus Dam, løgtingslimur, Mið- vágur, Sune Jacobsen, Sørvágur, Gunnar K. Nattestad, Bøur, og Rósa Samuelsen, Sandavágur. Talan er stórt sæð um sama lista sum seinast, men Rósa Samuelsen er komin afturat. Hon er borgarstjóri í Sandavági. Seinasta val var Marjus Dam valdur við 311 at- kvøðum. Nummar tvey var Gunnar K. Nattestad við 143 atkvøðum. Sam- bandsflokkurin fekk til- samans 699 atkvøður og ein mann valdan. Tann eini maðurin er tryggur. Avbjóðingin er at fáa báðar valdar, siga sambandsfólk. Atli Hansen er farin av listanum og Helgi Abrahamsen er kom- in á listan hjá Sam- bandsflokkinum í Eysturoynni, sum fekk flestar atkvøður seinasta val. Atkvøðu- slúkarnir halda fram UPPSTILLING ingi@sosialurin.fo Háborgin hjá Sambands- flokkinum hevur altíð verið í Eysturoynni. Seinasta val fekk flokkurin 2031 at- kvøður í Eysturoynni, sum svarar til 31 prosent av at- kvøðunum. Tað gav tveir menn, Alfred Olsen og Ed- mund Joensen, sum báðir stilla uppaftur. Edmund Joensen hevur verið løgtingsmaður hetta valskeiðið. Hesin sessur hevur síðstu árini verið síðsta politiska skreytin hjá hansara undanmonnum, men hann heldur tað vera ov tíðliga at gevast í pol- itikki. – Løgtingið hevur eisini brúk fyri royndum kreftum. Onkur skal føra arvin víð- ari, tey ungu hava áræðið og vit eldru hava royndirar. Eg haldi sjálvur, at eg eri í best aldri, og tí havi eg ongar ætlanir um at gevast í politikki, sigur Edmund Joensen. Trý nýggj valevni eru á listanum. Teirra millum er Helgi Abrahamsen, sum er floksskrivari hjá Sam- bandsflokkinum. Hann hevur javnan gjørt vart við seg í almenna kjakinum og hevur staðið fyri heima- síðuni hjá flokkinum, sum er nógv vitjað. Av listanum er farin Atli Hansen, sum sat á tingi árini frá 1994- 1998 fyri Edmund Joensen, sum tá var løgmaður. Listin hjá Sambands- flokkin í Eysturoy sær so- leiðis út: Helgi Abraham- sen, floksskrivari av Strondum, Edva Jacobsen, bankakvinna úr Fuglafirði, Edmund Joensen, løgtings- formaður av Oyrarbakka, Marja Lamhauge, verk- frøðingur úr Lamareiði, Reimund Langgaard úr Leirvík, Alfred Olsen, løg- tingsmaður av Saltnesi, Frithleif Olsen, stjóri úr Rituvík, og Haldóra Rang- hamar, sum er borgarstjóri í Gøtu. Seinast var Alfred Olsen fyrstvaldur við 446 atkvøð- um, og Edmund Joensen var næstvaldur við 432 at- kvøðum. Nummar trý á listanum var Edva Jacob- sen, sum fekk 198 atkvøð- ur. Landsrætturin hevur felt dóm, sum sigur, at aliloyvi kunnu pantsetast. Tað er ein stórsigur fyri lánveit- ararnar, sum sostatt kunnu fáa trygd í ali- loyvum. Við hesum er ein forðing fyri fram- haldandi fígging av alivinnuni fingin av vegnum, sigur Føroya banki ALIVINNAN Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ein alari hevur loyvi til at geva sínum lánveitara pent í aliloyvinum. Og myndug- leikarnir kunnu ikki nokta fyri at tinglýsa pantseting- ina. Tað staðfestir Eystari landsrættur í dómi frá 15. desember. Hetta er ein sigur fyri peningastovnarnar, sum í fleiri ár hava borið tað sjónarmið fram, at alarar kunnu geva sínum lánveit- ara pant í aliloyvinum. Tað merkir hinvegin ikki, at lánveitarin, sum er pant- havari, hevur betri rætt enn alarin, sum er pantsetari. Ítøkiliga málið byrjaði við, at ein av kundunum hjá Føroya Banka við einum eigarapantibrævi tann 20. august 2003 gav bankanum pant í sínum rætti at ala á sjónum og at reka smolt- støð. Føroya rættur feldi dóm 22. oktober, har gingið var ímóti, at aliloyvið kundi pantsetast. Víst var til lóg nr. 70 um aling av fiski frá juni 1998. Føroya rættur grundaði sína avgerð á, at talan var um eitt alment loyvi, sum ikki kann latast víðari. Hvørki við sølu ella panstseting. Hesa avgerð kærdi Før- oya banki til Eystara lands- rætt, sum hevur givið bank- anum viðhald. Landsrætt- urin ger galdandi, at loyvi til at ala fisk er at meta sum ein umsetiligur ognarlutur. Avgerðina grundar Lands- rætturin á, at tað er neyðugt hjá vinnulívinum at nýta aliloyvi sum eitt kreditt- grundarlag. Landsrætturin leggur samstundis dent á, at tað, at landsstýrið skal geva loyvi til at selja eitt aliloyvi, ikki forðar fyri einari pant- seting av aliloyvinum. – Við avgerðini hjá Eyst- ara Landsrætti er ein mun- andi forðing fyri einari framhaldandi fígging av alivinnuni fingin av vegn- um. Hinvegin er loyvi til at pantseta aliloyvi ikki nóg mikið til at tryggja vinnuni eina framtíð, sigur Jørn Astrup Hansen. Síðan lækkandi prísir og ILA raktu alivinnuna er støðan nógv broytt hjá vinnuni, sum hevði nøkur gullár. Eginorgnin er horv- in sum døgg fyri sól, og tí er tørvurin hjá lánveitaran- um at fáa pant í loyvi, tá ið teir fíggja alibrúk, størri enn nakrantíð. – Við dóminum hava vit fingið tað, sum vit hava biðið um. Tað fara vit at brúka til at biða um pant, hvørja ferð vit veita fígg- ing. Hetta var stutt og greitt eina fyritreyt fyri, at vit framhaldandi kunnu veita fígging, og tí er hetta ein stórsigur fyri alivinnuna, sigur Jørn Astrup Hansen. Atli út og Helgi inn Aliloyvi kunnu pantsetast Við avgerðini hjá Eystara Landsrætti er ein munandi forðing fyri einari framhaldandi fígging av alivinnuni fingin av vegnum, sigur Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya banka Í nýggjum flokki við somu søk Helena Dam á Neystabø heldur seg ikki hava nakran trupulleika við at um- boða Javnaðarflokk- in, hóast hon var partur av fullveldis- samgonguni frá 1998. Hon heldur hinvegin, at tað er ein grund- leggjandi samanhang- ur millum tann polit- ikk hon talaði fyri, og tann politikk, sum Javnaðarflokkurin ætlar at fremja í verki UPPSTILLING Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Vent í holuni. Hetta má vera ramasta lýsingin av støðuni hjá Helenu Dam á Neystabø í Javnaðarflokk- inum. Undan løgtingsvalin- um í 2002 stóð fyrrverandi løgtings- og landsstýris- kvinnan í Sjálvsstýrisflokk- inum fyri einum størri politiskum ósigri, tá tað ikki eydnaðist henni at koma á listan hjá Javnaðar- flokkinum í Suðurstreymi. Hóast fólk í ovastu leiðsl- uni í Javnaðarflokkinum og í Suðurstreymoyar Javnað- arfelag ynsktu hana sum valevni, so vóru kortini sterkar kreftir í flokkinum, sum arbeiddu ímóti, at hon skuldi sleppa á listan. Søg- urnar vóru mangar, um hví tað ikki eydnaðist Helenu á javnaðarlistan, men hetta hoyrir alt til fortíðina, og sjálv ynskir høvuðspersón- urin ikki at gera stórvegis viðmerkingar til málið, tí nú ræður um at líta á fram- eftir. – Ein samd nevnd heitti hesaferð á meg um, at ger- ast valevni hjá Javnaðar- flokkinum til valið í januar, og eftir umhugsunartíð játt- aði eg, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon brynjar seg nú til eitt hart og tætt valstríð, har stórur spenningurin verður um, hvør fær tingsess á sterka javnaðarlistanum í Suðurstreymi Grundleggjandi samanhangur Undan løgtingsvalinum seinast, vóru tað fleiri sum hildu, at skotbráið frá, at Helena var partur av full- veldisskútini í føroyskum politikki og til, at hon ætl- aði at stilla upp fyri Javnað- arflokkin, sum var mótpol- ur til fullveldispolitikkin, var alt ov stutt. Høvuðspersónurin heldur seg hinvegin ikki hava nakran trupulleika við at umboða Javnaðarflokkin, hóast hon var partur av fullveldissamgonguni. Hon heldur tað er ein grundleggjandi saman- hangur millum politikkin, sum hon talaði fyri tá og tann politikk, sum Javnað- arflokkurin ætlar at fremja í verki. –Tey árini, eg havi sitið sum landsstýrismaður og løgtingslimur, vóru tað ser- liga tvey mál, sum høvdu mín áhuga. Hesi vóru sjálvsstýrismálið og væl- ferð hjá fólkinum í Føroy- um. Eitt samfelag har tey veiku hava tað gott er eitt gott samfelag, og eitt sam- felag, ið miðar eftir sjálv- bjargni. Sum støðan er í føroyskum politikki í dag haldi eg, at Javnaðarflokk- urin sameinar best hesi mál. Eg taki fult undir við sjálvsstýrislógini hjá flokk- inum og at vit eiga at byggja føroyska samfelagið á samhaldsfastar vælferðar- skipanir, greiðir Helena frá Skerdi blokkin Sum landsstýriskvinna og løgtingslimur fyri Sjálvs- stýrisflokkin var Helena Dam á Neystabø millum annað við til at skerja blokkstuðulin úr Danmark við góðum 300 mio. krón- um. Hesa avgerð hjá sjálvs- stýrissamgonguni setti Javnaðarflokkurin seg hart ímóti. Er hetta ein trupulleiki? – Javnaðarflokkurin var ímóti hesum niðurskurði, tað er rætt, men segði seg kunna taka undir við einum niðurskurði sum var minni. Hetta var eisini mítt út- gangsstøði tá ið vit sam- ráddust um hendan spurn- ing. Eg eri ikki ósamd um, at skerjingin av blokkinum var í meira lagi. Men polit- ikkur snýr seg í stóran mun um semjur. Sjálvandi áttu yvirtøkurnar at verið framdar líðandi yvir alt val- skeiðið, tá hevði allur nið- urskurðurin ikki komið í einum. Men sum øll minn- ast gekst illa at finna semj- ur í Føroyum, og enn verri at finna semjur millum Før- oyar og Danmark. Júst tí er neyðugt sum skjótast at leggja eitt nýtt grundarlag undir einari tjóðaskaparlig- ari semju, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon leggur afturat, at málið má sjálvsagt vera, at Føroyar gerast minni fíggj- arliga heftar av Danmark,. Hetta mál metir hon vera í samsvar við stevnumið Javnaðarfloksins um at virka fyri fíggjarligum og fyrisitingarligum sjálv- bjargni í Føroyum. – Blokkurin má fyri alt ikki gerast flokkurin ella flokkurin blokkurin. Eg kann minnast, at Javnaðar- flokkurin fór til valið í 1998 fyri at loysa sjálvs- stýrismálið, og flokkurin fekk eitt gott val. Vit mugu ikki sleppa hesum máli nú, og sjálvsstýrismálið má um alt sameinast við ein hollan vælferðarpolitikk. Kann eg vera ein hjálp í hesum ar- beiðinum, so vil eg fegin tað, vísir Helena á. Flytir seg Í samrøðu við Sosialin í gjár, segði tíðindamaðurin, John Johannessen, at hann metir seg sum ein sjálvs- stýrissinnaðan javnaðar- mann. Søguliga sæð hevur Javnaðarflokkurin vanliga havt trupulleikar við at hava ein greiða støðu til ríkisrættarliga spurningin. Í flokkinum hevur bæði verið rúmd fyri sambands- og sjálvsstýrissinnaðum, og tí hevur Javnaðarflokkurin havt trupulleikar við at finna ein felags grundvøll viðvíkjandi ríkisrættarliga spurninginum. Síðan 1998, hevur Javnaðarflokkurin verið mótpolur til sjálvsstýr- issinnaðu samgonguna, men við John Johannessen og Helenu Dam á Neystabø tykist sum um, at flokkurin møguliga erat flyta á hesum økinum. Er Javnaðarflokkurin tví- býttur í sjálvsstýrismálin- um? – Tað dugi eg ikki at siga. Eg haldi tað er meira ein spurningur um, hvat hvør einstakur brennir fyri. Lim- irnir í flokkinum hava nøk- ur felags mál, men tað er ymiskt frá limi til lim, hvussu stór orka verður løgd í tey ymisku málini. Persónliga leggi eg orku í at føra at ein optimistiskan og konstruktivan sjálvsstýris- politikk, sum sjálvsagt skal vera í tráð við stevnumið- uni hjá Javnaðarflokkinum. Uppskotið hjá Javnaðar- flokkinum um tjóðskapar- liga semju er í øllum førum sera greitt, sigur Helena Dam á Neystabø Hørð kapping Vit skulu nógv ár aftur fyri at finna ein so sterkan javn- aðarlista í Suðurstreymi, sum tann flokkurin hevur til løgtingsvalið hesaferð. Høvuðsstaðarøkið hevur aldrin verið mett sum ein háborg hjá Javnaðarflokk- inum, men tað tykist sum um, at flokkurin hesaferð hevur brotið upp um armar, og lagt nógv fyri at fáa eitt gott val í Suðurstreymi. Kappingin um tingsess í Suðurstreymi verður rætti- liga hørð, har Katrin Dahl Jacobsen, Kristian Magn- ussen, John Johannessen og Helena Dam á Neystabø óivað verða millum stóru atkvøðuslúkararnir hjá Javnaðarflokkinum. Ein áhugaverdur spurn- ingur er, hvør fer at draga longsta stráið í kappingini um kvinnuligu atkvøðurnar í Javnaðarflokkinum. Á hesum økinum fara Helenu Dam á Neystabø, Katrin Dahl Jacobsen og Elin Lindenskov at kappast Skalt tú serliga kappast við Katrina um løgtings- sessin? – Tað veit eg ikki. Eg ætli mær fyrst og fremst at ar- beiða fyri flokkin. Tað er bara at fegnast, at fleiri nýggj fólk eru komin á javnaðarlistan, og vónandi hevur tað við sær, at flokk- urin fær eitt gott val. Eg ætli at gera eitt so gott ar- beiði fyri flokkin sum gjør- ligt, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Helena Dam á Neystabø at enda. Helena Dam á Neystabø heldur, at tað er ein grundleggjandi samanhangur millum tann politikki hon talaði fyri í Sjálvs- stýrisflokkinum, og tann politikk, sum Javnaðarflokkurin ætlar at fremja í verki Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 7 6