Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. desember 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 243 - 20. desember 2003 Nr. 243 - 20. desember 2003 9 Umboðsmaðurin: Annlis er óvanlig men ikki ólóglig Umboðsmaðurin gev- ur Mentamálaráðn- um tvær smáar átalur, men leggur einki í um Annlis Bjarkhamar tók málið um seta av landsantikvari í egnar hendur LANDSANTIKVARUR Øssur Winthereig ossur@sosialurin.fo Annlis Bjarkhamar kundi gott halda sínar egnu sam- røður við teir báðar, sum stóðu at fáa starvið sum landsantikvarur. Men tað er óvanlig mannagongd. Tað er eisini óvanligt ikki at fylgja eini samdari setanar- nevnd. Men tað er hvørki ólóg- ligt ella verður átalað av umboðsmanninum. Politiskt var tað so for- kastiligt, at Anfinn Kalls- berg, løgmaður, koyrdi hana frá. Tað gjørdi hann, tí hon valdi at seta Steffen Stu- mann Hansen í starv nakrar fáar dagar eftir, at løgmaður hevði biðið hana bíða. Men tað sigur umboðs- maðurin einki um. Um- boðsmaðurin sigur einki um tað var rætt at koyra Annlis Bjarkhamar frá, men sigur at hon breyt ikki almenna setanarpolitikkin. Hin umsøkjarin, Símun Arge, helt seg ikki hava fingið rætta viðgerð, tá starvið var sett, tí hann var einmælt innstillaður. Fak- felagið hjá honum, Magist- arafelagið, kærdi til um- boðsmannin, um alt var gingið rætt fyri seg. Og felagið fær heldur ikki viðhald í síni kæru. Ein av stóru spurningun- um var um tað var í stríð við almenna setanarpolitikkin, at Annlis Bjarkhamar sjálv fór inn í málsviðgerðina og skúgvaði innstillingarnar frá setanarnevndini til viks. Ein annar spurningur var, um hon hevði neyðuga fak- liga førleikan at meta um, hvør av teimum báðum var best skikkaður. Ein triðji spurningur var, um báðir umsøkjararnir høvdu havt eins góðar møguleikar til samrøður- nar, tí ein hevði lisið føroysku starvslýsingina og hin donsku, og tær vóru ikki eins. Óskiljandi notat Umboðsmaðurin gevur bara tvær smáar átalur. Og tær hava einki við Annlis Bjarkhamar at gera. Tær eru vendar móti Menta- málaráðnum, sum Annlis Bjarkhamar tó hevði fyri- sitingarligu ábyrgdina av. Umboðsmaðurin gevur átalu fyri, at setanarnevnd- in einki notat skrivaði frá samrøðum, sum nevndin hevði við aðrar persónar um umsøkjararnar. Setanarnevndin ringdi til fleiri persónar og spurdi teir um teirra meting av báðum innstillaðu umsøkj- arunujm. Telefonsamrøður- nar vóru tiknar upp á band, men vóru ikki niðurskriv- aðar. Her vísir umboðsmaður- in til, at samrøður við aðrar persónar, sum skulu siga sína hugsan um ein um- søkjara, hava týdning fyri málsviðgerðina og tí hava embætisfólkini skyldu at skriva notat um innihaldið í samrøðunum. Hetta var ikki gjørt. Í staðin lógu sjey A-4 ørk í málinum. Men tey skilti umboðsmaðurin ikki nakað av og tí kundu tey ikki brúkast til nakað. Í eini av hesum samrøð- um segði tann uppringdi, at hann ikki gav Steffen Stu- mann Hansen bestu skoðs- mál. Soleiðis verður sagt í innstillingini, men tað var ikki sagt nærri, hvat meint var við. Her gevur umboðsmað- urin Mentamálaráðnum eina átalu, tí tá nakað nega- tivt kemur fram um ein per- són, og tað kann ávirka málsviðgerðina, so skulu slíkar upplýsingar leggjast fyri persónin, áðrenn av- gerð verður tikin. Í hesum førinum skuldi Steffen Stumann Hansen verður spurdur um, hvat hann hevði at siga til, at ein ikki gav honum bestu skoðsmál. Sjálvandi ser- liga, tí hann ikki var inn- stillaður. Annlis blandaði seg uppí Setanarnevndin viðgjørdi umsóknirnar frá teimum báðum og hevði setanar- samrøður. Niðurstøðan hjá setanarnevndini var ein- mælt: Vit innstilla Símun Arge til starvið. Annlis Bjarhamar var ikki nøgd, hon vildi hava betri grundgevingar og bað setanarnevnina fara gjøgn- um tilfarið einaferð afturat. Tað gjørdi nevndin og segði seg nú verða komna til eina enn greiðari niðurstøðu: Vit innstilla Símun Arge til starvið. So tók Annlis Bjarkham- ar málið í egnar hendur og hevði sínar egnu setanar- samrøður við báðar um- søkjararnar. Eftir hesar samrøður helt landsstýriskvinnan, at Steffen Stuman Hansen var tann betri maðurin og hann var settur. Umboðsmaðurin er sera varin í sínum niðurstøðum um hesi viðurskifti. Hann staðfestir, at ein landsstýr- ismaður hevur myndug- leika at seta starvsfólk og ein landsstýrismaður hevur rætt til at útvega sær upp- lýsingar. Niðurstøðan er, at hann finnur ongar reglur, sum forða landsstýris- kvinnuni at halda setanar- samrøður, men umboðs- maðurin heldur tað vera óvanligt. Hann heldur, at tað hevði verið rættast at biðið setan- arnevndina um enn meiri dokumentasjón, um lands- stýriskvinnan hevði brúk fyri meiri upplýsingum, heldur enn sjálv at fara til verka. Umboðsmaðurin hevur kannað 25 starvssetanir innan tað almenna og í ong- um øðrum føri hevði lands- stýrismaðurin hildið egnar samrøður við umsøkjarar. Og bert í einum føri hevði landsstýrismaðurin ikki fylgt innstilling frá setanar- nevnd. Og í tí førinum var innstillingtin ikki einmælt. Var førleikin í lagi Fakfelagið hjá Símuni Arge reisti spurningin fyri um- boðsmanninum, um lands- stýriskvinnan hevði faklig- an førleika at taka eina avgerð av hesum slagi. Og her krýpur umboðsmaðurin uttanum. – Eg havi ikki kannað henda spurning, eins lítið og eg havi kannað førleikan hjá setanarnevndini til at meta um hetta. Eg loyvi mær at ivast í, um lands- stýriskvinnan hevur serlig- an førleika í so máta, skrivar umboðsmaðurin í síni niðurstøðu og leggur afturat: – Hetta er tó ikki øðrvísi enn í nógvum øðrum mál- um, har ein landsstýrismað- ur tekur avgerð, skrivar umboðsmaðurin. Sostatt er niðurstøðan, at ein landsstýrismaður sjálv- ur avger, nær hann heldur seg hava nóg mikið av upp- lýsingum ella haldgott grundarlag, sum umboðs- maðurin nevnir tað. Tvær lýsingar Umboðsmaðurin hevur lis- ið føroysku og donsku lýs- ingina eftir landsantikvari og sigur púra greitt, at har var talan um tvær ymiskar lýsingar. Og talan var yvir- høvur ikki um nakra um- setingarvillu. Í donsku lýsingini verður nevnt, at Fornminnissavnið skal arbeiða við gransking bæði í Føroyum og uttan- lands. Umboðsmaðurin heldur, at munurin á teimum báð- um lýsingunum tykist at hava rættuliga avgerandi týdning, tá landsstýrismað- urin avgjørdi, hvør skuldi hava starvið. Fyri tað fyrsta átti Mentamálaráðið beinan- vegin at lýst av nýggjum bæði í Føroyum og í Dan- mark, tí tað hevði verið tíð til tað. Men í øðrum lagi heldur umboðsmaðurin kortini, at tá Símun Arge var tann, sum hevði lisið føroysku lýsingina og hann hevði verið deildarleiðari og leið- ari á Fornminnissavninum í so nógv ár, so átti hann at havt minst líka góðar for- treytir fyri at komið væl frá eini setanarsamrøðu, sum Steffen Stumann Hansen. Annlis Bjarkhamar var óvanlig í síni málsviðgerð, men hon breyt ikki fyrisitingarlóg ella almennu leiðreglurnar fyri setanarpolitikk Eyðun Andreassen úr Magistarafelagn- um heldur, at niðurstøðurnar hjá umboðsmanninum eru veikar LANDSANTIKVARUR Øssur Winthereig ossur@sosialurin.fo Annlis Bjarkhamar hevði ikki fakligan førleika at meta um, hvør umsøkjari til starvið sum landsanti- kvarur, var best skikkaður. Tí var Steffen Stumann Hansen politiskt settur. So hvøss er niðurstøðan hjá Eyðuni Andreassen, nevndarlimi í Magistara- felagnum. Hann vísir á, at í starvslýsingini var kravt at umsøkjararnir skuldu metast av eini fakligari setanarnevnd. – Annlis var lærara- skúlanæmingur tá, og kann tí ikki hava bygt sína avgerð á fakligan førleika. Altso má hon hava bygt upp á okkurt annað. Og tað kann bara vera ein politisk avgerð, tí hon var politikkari, sigur Eyðun Andreassen. Magistarafelagið, sum hevði kært til umboðs- mannin, fekk ikki viðhald í nøkrum av sínum kæru- punktum. Fleiri starvslýsingar Eyðun Andreassen fýlist eisini á, at umboðsmaður- in ikki viðger brævið frá Annlis Bjarkhamar til Símun Arge, har hann fær at vita, at hann ikki fær starvið. – Tá Símun fær avslagið nevnir hon nýggjar treytir fyri starvssetanini, sum eingin áður hevði sæð, sigur Eyðun Andreassen og undrast yvir at umboðsmaðurin ikki viðger tað. Eyðun Andreassen skuldsetur Annlis Bjark- hamar fyri eitt av tveim- um. Antin hevur hon havt tær treytirnar í huganum alla tíðina, men ikki sagt tað hart. Ella hevur Annlis Bjarkhamar funnið upp á nýggju treytirnar aftaná fyri at sleppa at seta Steffen Stumann Hansen í starv. Eyðun Andreassen legg- ur tó dent á, at felagið ikki hevur nakra meining, um hvør av teimum báðum skuldi verið settur í starv. Felagið kærdi bara manna- gongdirnar. Magistarafelagið: Setanin var politisk Annlis Bjarkhamar provokeraði løgmann Umboðsmaðurin skal kanna Anfinn Kallsberg – Løgtingsis Umboðs- maður hevur ikki reinsað Annlis Bjark- hamar. Tvørturímóti gevur hann henni nógv nefs og eg havi á ongan hátt broytt støðu, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður ANNLIS-MÁLIÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – At siga, at Annlis Bjark- hamar er reinsað, er heilt burturvið. Annfinn Kallsberg, løg- maður er als ikki samdur í, at Løgtingsmaður hevur reinsað Annlis Bjarkhamar. – Tvørturímóti gevur hann henni nógv nefs fyri mátan, sum hon hevur handfarið málið um lands- fornfrøðingin, sigur Løg- maður. – Løgtingsis umboðs- maður vísir á, at starvið skuldi verðið lýst leyst av nýggjum, tí tað er so lítið samsvar ímillum tekstin í føroysku og donska starvs- lýsingini. – Umboðsmaðurin vísir eisini á, at hevði hon ikki álit á setanarnevndini, skuldi hon havt valt eina nýggja setanarnevnd, sum hon hevði álit á. Og tað skerst ikki burtur, at Annlis Bjarkhamar hevur ikki hildið setanarpolit- ikkin hjá tí almenna – Umboðsmaðurin hevur kannað eina ørgrynnu av málum, men tað er ongan- tíð fyrr hent, at landsstýris- maður er gingin ímóti ein- ari samdari setanarnevnd. Umboðsmaðurin ivast eisini í fakliga førleikanum hjá Annlis Bjarkhamar- og setanarnevndini- at meta um umsøkjarnar. – Men eftir øllum at døma, heldur Annlis kort- ini, at hennara fakligi før- leiki er betri enn hjá nevnd- ini, sigur Løgmaður. – Tað er rætt, at Løg- tingsins umboðsmaður sig- ur, at hon hevur ikki gjørt nakað ólógligt. Men tað, sum hon hevur gjørt. er óvanligt og skulu vit byggja upp eina sið- venju, sum øll kunnu hava álit á, er tað neyðugt, at ávísar mannagongdir og siðvenjur verða fylgdar, hó- ast tað ikki beinleiðis er ásett í lóg. – Hesar siðvenjur, hevur Annlis Bjarkhamar skúgv- að til viks. Løgmaður sigur, at løg- frøðiliga hevur hon onki skeivt gjørt, men við hesari framferðini, hevur hon máað politiska álitið undan sær sjálvum, sigur Løg- maður. Góðar orsøkir Løgmaður heldur tískil eis- ini fast um, at hann hevði góðar orsøkir til at siga Annlis Bjarkhamar úr starvið. – Hóast tjóðveldisflokk- urin hevur roynt at gera hetta til eitt fyrisitingarligt mál, er tað ikki so. Upp- søgnin var politisk, tí eg hevði mist álitið á henni. Annfinn Kallsberg sigur, at Annlis Bjarkhamar pro- vokeraði so nógv við síni framferð, at hann hevði onki val. – Annlis Bjarkhamar setti landsfornfrøðingin, hóast løgmaður var komin upp í málið og hevði biðið um eina viðmerking. – Sostatt staðfestir Annlis Bjarkhamar sína avgerð og gevur Løgmanni ta signal, at málið er endaliga av- greitt, og so kann tað gera akkurát tað sama, hvat Løg- maður biðjur um. Hetta tók Løgmaður sum eina so stóra provokatión, at hann segði hana upp. – Slík framferð er ikki álitisvekjandi og gjørdi sítt til, at eg misti álitið á henni. Er hetta ikki at leggja teg út í sjálva málsviðgerðina? – Nei, tað er tað ikki. Løgmaður hevur eftirlitið við landsstýsisfólkunum, men hvussu kann løgmaður hava eftirlit, um hann ikki kann leggja uppí eitt mál. Hetta var eitt mál, sum var ógvuliga nógv frammi, so sjálvsagt skal løgmaður leggja uppí eitt mál sum hatta, sigur Annfinn Kalls- berg. At Annlis Kallsberg nú hevur biðið Umboðsmann- in kannað Løgmálaráðið, hevur hann ongr viðmerk- ingar til. Annlis Bjarkhamar vil nú hava løgtings- ins Umboðsmann at kanna Løgmann, tí hon vil hava at vita um hann bar seg rætt at í málinum um landsfornfrøðingin ANNLIS-MÁLIÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er ikki vist, at seinasta orðið er sagt í málinum um landsfornfrøðingin. Tað málið endaði við, at Løgmaður kom uppí málið og at enda koyrdi hann. Annlis Bjarkhamar úr starvinum sum landsstýr- iskvinnu í mentamálum. Eftir at magistarafelagið legði málið fyri Løgtings- ins Umboðsmann, er um- boðsmaðurin komin til ta niðurstøðu, at Annlis Bjarkhamar breyt ikki set- anarpolitikkin hjá landin- um, tó ávís mistøk vórðu gjørd í Mentamálaráðnum. Men samstundis ger um- boðsmaðurin greitt, at hann hevur bara viðgjørt málið um, sjálva starvssetanina og tey viðurskifti, sum hava við at gera, eitt nú almenna setanarpolitikkin. Sostatt hevur umboðs- maðurin ikki viðgjørt leik- lut løgmans, sum hevur eftirlitið við landsstýris- fólkunum. Hetta er Annlis Bjark- hamar ikki nøgd við. Tí hevur hon nú heitt á Løgtingsins umboðsmann um eisini at kanna leiklutin hjá løgmanni í hesum máli. – Eg sakni, at umboðs- maðurin tekur støðu til eftirspælið, tá ið Løgmaður og Løgmansskrivstovan fara inn í málið, sigur Ann- lis Bjarkhamar. Hon metir, at Løgmaður og Løgmansskrivstovan gjørdi stór mistøk, sum Umboðsmaðurin ikki vil taka støðu til í hesum um- fari. Tí hevur Annlis Bjark- hamar nú heitt á Umboðs- manninum áheitan um at kanna eisini henda partin av málinum, tí hon metir, at hetta hevur stóran týdning fyri eftirtíðina. Ógvuliga fegin Annars er Annlis Bjark- hamar ógvuliga fegin um, at Løgtingsins umboðs- maður er komin til tað nið- urstøðu, at hon sjálv ikki hevur gjørt nakað ólógligt. – Eg havi ikki brotið nakra lóg, hvørki lógina um ábyrgd landsstýrismanna ella fyrisitingarlógina. Løgtingsins Umboðs- maður er komin framá nøk- ur viðurskifti, sum áttu at verið gjørd øðrvísi, men, tað, sum eg gjørdi, vóru ikki ólóglig. Men Løgtingsins Um- boðsmaður sigur eisini, at hóast Annlis Bjarkhamar ikki hevur gjørt nakað ólógligt, so er hennara framferðarháttur óvanligur. Tað, hann sipar til, er, at landsstýriskvinnan sjálv hevði setanarsamrøður við teir báðar, sum vórðu inn- stillaðir til starvið sum landsfornfrøðingur. – Avgerðin hjá Løg- tingsins Umboðsmanni vís- ir eisini, at hóast ein lands- stýrismaður ikki fylgir eini setanarnevnd, kann talan hava verið um eina sakliga avgerð. Annars hevur Løgtings- ins umboðsmaður eisini nakrar atfinningar ímóti Mentamálaráðnum og tær hevur tú væl ábyrgdina av, sum ovasti leiðari fyri mentamálaráðið? – Tað er sjálvandi rætt, sigur Annlis Bjarkhamar, men tær atfinningar, um- boðsmaðurin hevði, vóru júst orsøkirnar til, at eg fór uppí málið sjálv. Eitt nú metti umboðs- maðurin, at starvið átti at verðið lýst leyst av nýggj- um, tí tað er so stórur mun- ur á føroysku og donsku lýsingini. Annlis Bjarkhamar er ikki samd! – Munurin á donsku og føroysku lýsingini hevur ongan týdning fyri sjálva málsviðgerðina og tí metti eg ikki, at tað var ein trupul- leiki. Tað var heldur ikki á nakran hátt til fyrimuns fyri annan av umsøkjarunum. Somuleiðis vísir um- boðsmaðurin á, at onki notat er skrivað frá einari samrøðu, sum er í málinum og tað átalar hann. – Hetta var júst ein orsøk til, at eg fór uppí máli, tí eg helt, at grundarlagið hjá setanarnevndini var ikki haldgott. Eg fór eisini upp í málið, tí ymisk persónlig viðurskifti um annan um- søkjarin vórðu drigin fram, sum eg vildi hava greiði á. Mugu broyta mannagongdir Annalis Bjarkhamar sigur, at hetta málið vísur, at tað er brúk fyri at broyta mannagongdir og at fáa greiðari mannagongdir. Tað vónar hon, at úrslitið av hesum málinum verður. Hon vónar eisini, at Um- boðsmaðurin tekur áheitan hennara upp um at viðgeða leiklutin hjá løgmanni, tí eisini tað kann vera við til at varpa ljós á ymisk við- urskifti, sum eiga at vera rættað. – Tað, at eg verðið sett frá er ein politisk avgerð og tað hevur lítlan týdning. Tað, sum hevur týdning er at fáa greiðar mannagongdir. Eitt nú hevur tað týdning at fáa greiði á, um Løgmaður uttan víðari kann leggja seg út í eitt mál, sum er í við- gerð. Løgmaður hevur eft- irlit, men hann kann ikki samstundis gera seg til ein part í sjálvari málsviðgerð- ini. Skal Løgmaður leggja seg út í ena beinleiðis máls- viðgerð, er hetta at taka grundarlagið undan lógini um ábyrgd landsstýris- manna. – Alt hetta haldi eg, hevur alstóran týdning fyri eftir- tíðina og tí mugu vit hava tey lýst, so at umsitingin veit, havt hon hevur at halda seg til, sigur Annlis Bjarkhamar. Forða fyri illguna um politiska starvssetan Løgmaður hevur áður víst á at tað skal ikki kunna sáast minsti ivi um, at ein starvs- setan er politisk. Og tað heldur hann, at illgruni kann sáast um, tá ið landsstýrismaðurin sjálvur tekur lut í setanarsamrøð- unum. Løgtingsins Umboðs- maður heldur tað vera iva- samt, um tað vil vera í samsvar við lógina, um tað verður ásett í setanarpolit- ikkinum, at landsstýris- maðurin ikki kann luttaka í setanarsamrøðum. Men hann heldur, at tað kundu verið góðar orsøkir til eina slíka reglu, t.d. fyri at forða fyri, at illgruni kann taka seg upp um, at politisk heldur enn saklig atlit hava verið avgerandi í setanarmálum. Men umboðsmaðurin sigur, at tað er í øllum før- um ein politisk avgerð, um ein slík avmarking eigur at verða gjørd ella ikki og hann fer tí ikki at gera nak- að tilmæli hesum viðvíkj- andi. Annlis Bjarkhamar tekur hetta ikki sum eina óbein- leiðis illgruna frá umboðs- manninumum, at starvs- setanin var politisk. – Eg uppfataði ikki sínar samrøður sum setanar- samrøður. Eg hevði eina samrøðu við teir báðar inn- stillaður umsøkjararnar fyri at fáa greiði á nøkrum við- urskiftum, sum vóru ógreið, sigur hon. –Annlis Bjarkhamar tók avgerð, hóast hon visti, at eg ætlaði at kanna málið. Sostatt sendi hon løgmanni tað signal, at tað kundi gera tað saman, hvat Løgmaður segði og gjørdi og tað var ov stór provokatión, sigur Annfinn Kallsberg – Tað er neyðugt,at Løgtingsins umboðsmaður eisini kannar løgmann so at vit fáa alt fram í ljósið, tí hetta er eitt mál, sum vit kunnu læra av, sigur Annlis Bjarkhamar C M Y K 9 8