leygardagur 20. desember 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 243 - 20. desember 2003
Nr. 243 - 20. desember 2003
11
Tvær stórar hendingar fóru fram á samferðsluøkinum
hósdagin. Onnur fer at hava stóran týdning fyri
trivnaðin, vinnuna, fólkið, búsetingina og mentanina í
einum heildum landsluti. Hin fer afturímóti at hava
avgerandi ávirkan á eina bygd - um hon aftur fer at
mennast og verður tann væla bygd, hon einaferð var.
Hugsað verður um, at hósdagin varð fyrsta skotið latið
av í Norðsjóvartunnlinum, samstundis sum at tað nú er
koyrandi til bøgarðarnar í Gásadali. Seinra hendingin
er søgulig, tí nú hava allar bygdirnar í Føroyum fingið
vegasamband. Vit kunnu tí siga, at tann samferðslu-
útbygging, sum skjøtul varð settur á í 1920-unum, nú
er rokkin.
Men leggjast skal afturat, at vit koma ongatíð á mál, tá
tað snýr seg um samferðslu. Eitt vælrikið og virkið
samfelag krevur eitt gott undirstøðukervi, og krøv fara
alla tíðina at verða sett til nýggjar farleiðir. Tað veri
seg tunnlar, skip, ferjulegur, havnaløg og nýggjar
vegir.
Sum gongdin hevur verið tey síðstu árini, tá skipa-
feløgini góvust at sigla til størru plássini, serliga
fiskivinnuplássini, er trýstið á ferjurnar og vegirnar
økt munandi. Hetta hevur darvað ferðsluni, serliga
útflutningsvinnuni, og hevur kostað nógv í bíðipeningi
í Lorvík og Klaksvík og til fyri einum ári síðani í
Vestmanna og á Oyragjógv.
Nú Vágatunnilin hevði verið opin í eitt ár, gjørdu
fjølmiðlar støðuna upp. Tað tóktist sum øll vóru á
einum máli um, at tunnilin hevði verið gagnligur fyri
vinnu, handilslív, bygdirnar og ikki minst sjálva
ferðsluna, tí nú koyra akførini nógv hóvligari. Fólk
skulu ikki traðka á spidaran fyri at koma so
frammaliga sum møguligt í bíðiraðið. Hetta merkir, at
tunnlin eisini bøtir ferðslutrygdina. Lítið er at ivast í,
at tá norðingar í 2007 gera støðuna upp á ársdegnum
fyri at Norðoyatunnilin, fara teir at koma við somu
skoðsmálum.
Nú er spurningurin, um vit ikki skulu endurskoða
langtíðarætlanina fyri samferðslukervið og spyrja: -
hvat hevur mesta týdningin fyri føroyska búskapin?
Vit vita, at ynski um onkran tunnil trokar á. T.d.
Hovstunnilin. Og hann skal sjálvandi eisini gerast og
aðrur skulu kanska gerast av nýggjum.
Hinvegin vita vit, at stórar broytingar henda í
marknaðarstøðuni hjá útflutningsvinnu okkara. Í
nógvum førum snýr tað seg um at koma skjótt á
marknaðir við feskum fiskavørum. Treytin fyri tí eru
flutningsflogfør, sum krevja ein størri flogvøll enn
floghavnin í Vágum hevur. Tí mugu vit hugsa okkum
væl um, hvussu vit raðfesta íløgurnar komandi árini, tí
raðfestingin má slóða fyri væl størri samfelagsinn-
tøku, um vit skulu byggja upp ein sjálvberandi búskap.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Stórhending - eiga tó at
endurskoða íløgurnar
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Heðin Mortensen
valevni Sambandsfloksins í
Suðurstreymoy
Óivað eru nógvar orsøkir
til, at føroyska veljarafjøld-
in kemur til sína greiðu
niðurstøðu í veljarakann-
ingini fyrr í vikuni, sum
fyrst og fremst vísti Sam-
bandsflokkinum ovurstórt
álit.
Lítið man vera at ivast í,
at vantandi stevið í fráfarnu
landsstýrissamgonguni
hevur átt sín stóra part av
æruni fyri, at álitið á so-
kallaðu fullveldiskósina er
fokið.
Men ikki skal heldur
undirmetast, at andstøðan á
tingi hesi fimm farnu árini
dúgliga hevur roynt at víst á
gongdar leiðir, har sam-
gongan kortini valdi at
dúva upp á sínar skýklapp-
ar og halda sína egnu leið.
Tíbetur steðgaði ørskap-
urin nú, so ein møguleiki
framvegis er fyri at fáa
Føroyar aftur á beint, so tað
aftur kann verða liviligt hjá
øllum her á landi.
Kortini er greitt, at til tað
krevst ein stórur arbeiðs-
innsatsur, tí tað er ikki smá-
vegis uppgáva, ið bíðar
eftir einari komandi lands-
stýrissamgongu, eftir at
Tjóðveldisflokkurin
og
Fólkaflokkurin í tveimum
landsstýrum hava togað í
ymsar ættir - við fullkom-
num vanstýri sum størsta
prísinum.
Nú skal arbeiðast og tað
ongantíð ov skjótt. Sam-
bandsflokkurin er til dystin
fús og vil fegin taka við tí
áliti, veljarin sær út til at
vísa, nú bara ein mánaður
er til valið.
Vit byggja ikki okkara
politikk á ynskidreymar og
hvørvisjónir, men á veru-
ligan politikk, ið skal verða
landi og fólki at gagni.
Minst til tað, tá krossurin
skal setast 20. januar!
Í dag, leygardagin 20.
desember, kemur jólaskipið
á Sørvág kl. 17.00 við
jólamonnum umborð.
Sørvágs Tónleikarafelag
spælir jólaløg á bryggjuni.
Síðan verður farið heim í
skúlan, har jólatræ verður,
børnini fáa jólapakkar og
jólamenninir lesa søgur.
Eisini verður kaffi til tey
vaksnu.
Tiltakið er fyri alla
oynna. Vága Ríðingafelag
skipar fyri tiltakinum.
Nú skal arbeiðast!
Jólaskip á Sørvági
Peter O.K. Olofson
Klaksvik
Vi vil kæmpe for Naser
Khaders ret til at leve, også
selvom Naser Khader har
indledt en kampagne for, at
endnu flere færøske børn
skal have mulighed for at
dø i moderliv. Men ikke
blot Naser Khaders ret til at
leve - også ethvert andet
menneskes ret.
Når Khader i Utvarp Før-
oyar d. 18/12 gør en dansk
læge til talsmand for det
færøske Pro Vita og er for-
tørnet over, at hun spørger
om "den radikale politiker
(Khader) er på vej med en
invasion af de alt for kristne
øer", så er hertil at be-
mærke to ting.
1) Den danske læge er
mere end velkommen til at
blive medlem at det fær-
øske Pro Vita og blive
talskvinde for det færøske
Pro Vita, men at Khader
ikke formår at skelne mel-
lem det færøske Pro Vita og
andre organisationer, må
ligge ham til last.
2) Når Khader ved at
citere den danske læges ord
vil gøre det til en religions-
krig, har han ganske enkelt
ikke læst godt nok på lek-
tien. Alle vegne, hvor den
kristne tro vandt fodfæste,
var et af kendetegnene
netop, at den kristne etik,
herunder budet om ikke at
slå ihjel, blev norm for
samfundet. Netop derfor
var en af følgerne, at man
holdt op med at slå børn
ihjel – ufødte såvel som
fødte. Det er den etik, Kha-
der gør op med, og det helt
uafhængig af, om han selv
er muslim, profan humanist
eller noget helt tredje. At
Khader selv som muslim er
i konflikt med hovedparten
af verdens muslimer er en
anden side af sagen. Det
ved han godt selv. De mus-
limske lande har nemlig for
vane at forbyde fosterdrab.
Khader lagde ud med i
Politiken at kalde det fær-
øske Pro Vita en rabiat
(fanatisk) terror-organisa-
tion. Før var det terror, når
man ville slå ihjel, nu var
det lige pludselig terror, når
man vil værne om livet.
Siden har Khader modifi-
ceret dette i en pressemed-
delelse fra det radikale
venstres
pressetjeneste
(16/12). Begrundelse: Pro
Vita er ikke en gren af den
amerikanske Pro Life orga-
nisation. Igen havde Kha-
der ikke læst godt nok på
lektien. Der findes hund-
redevis af amerikanske Pro
Life bevægelser, men ikke
en samlet organisation, og
stort set alle tager afstand
fra at anvende vold i deres
arbejde. Så nu var det fær-
øske Pro Vita ikke længere
en rabiat terror-organisa-
tion, men blot rabiat, ifølge
det som Khader sagde i
Utvarp Føroyar. Det er dog
forunderligt, som Khader
formår at gøre surt til sødt
og sødt til surt. Pro Vita
tager afstand fra at anvende
vold imod børn – også i
moderliv, og det er ifølge
Khader rabiat. Khader går
ind for vold imod ufødte
børn, og vil have mulighed-
erne udvidet på Færøerne,
og det er naturligvis ikke
rabiat. Forstå det, hvem der
kan. Børnene forstår det i
hvert fald ikke.
PS: Det er ikke korrekt,
som Heini Gaard skriver i
Dimmalætting d. 18/12-
2003, at Pro Vita ikke selv
har kommenteret Khaders
udtalelser. Det kunne Heini
Gaard have fået at vide,
hvis han f.eks. havde kon-
taktet mig. Så havde han
kunnet få en spændende
historie om (manglende)
presseetik.
Lad Naser Khader leve
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri
Tjóðveldisflokkin
Abraham Lincoln segði
einaferð, at ein politikari
hevur ábyrgdina av skip-
inum, men ikki av aldu-
brotunum. Og so er.
Føroyska skútan hevur
verið væl stýrd seinastu
nógvu árini - samstundis
sum langt hevur verið mill-
um búskaparligu aldubrot-
ini.
Munandi framstig framd
Yvirskot hevur verið á
fíggjarlógunum á hvørjum
ári, ið fullveldissamgongan
hevur stjórnað landinum.
Uttanlandsskuldin er mun-
andi niðurgoldin. Ríkis-
stuðulin er skerdur við 366
mió. kr. - er í dag bert 615,5
mió. kr. Uppsparingin er
økt munandi, og síðan part-
víst nýtt til afturrindan av
uttanlandsskuld. Langtíðar
íløguætlanir eru lagdar fyri
landið, og íløgukarmur fyri
land og kommunur. Mun-
andi skattalættar eru veittir.
Vinnulívið hevur fingið
betur og frælsari karmar
eitt nú við lægri partafe-
lagsskatti - úr 28% í 20%.
Stórur partur av studnings-
politikkinum til vinnulívið
er strikaður, og nýggj upp-
skot til studningspolitikk
eru steðgaði.
Samstundis eru vælferð-
arøkini stimbrað. Almanna,
heilsu-, útbúgvingar- og
mentamálaøkini eru øll
munandi uppraðfest. Eitt
nú við nýggjum lands-
sjúkrahúsi,
hægri
pen-
sjónum, fleiri ellis- og røkt-
arheimsplássum, nýggjum
skúlum, hægri lestrarstuðli,
Tjóðpalli Føroya o.s.fr. Eis-
ini samferðsluøkið er mun-
andi uppraðfest. Nevnast
kunnu
undirsjóvartunnil
vestur í Vágarnar og til
Norðoyggjar umframt nýtt
Suðuroyarskip fyri bert at
nevna nøkur fá dømi.
Skal menningin steðga ?
Men hóast hetta, so vilja
valevnir fyri eitt nú Sam-
bandsflokkin vera við, at
fullveldissamgongan bert
hevur verið til skaða fyri
føroyska samfelagið. Hetta
er sjálvsagt als ikki rætt og
eru átøkini, ið nevnd eru
omanfyri, bert nøkur dømi
um hetta ikki er so.
Sambandsflokkurin vísir
ferð eftir ferð á, at hann
ynskir at broyta ta kós, ið
undanfarna
samgongan
hevði sett. Men ynskja før-
oyingar hetta? Er ikki
ynskiligt at halda áfram við
at menna føroyska vælferð-
arsamfelagið, at betra um
karmarnar hjá vinnulívin-
um, at fremja ein tryggan
búskap, at fremja greiðan
skilnað millum alment og
privat og harvið forða skað-
andi studningspolitikki, og
at halda áfram á sjálv-
bjargniskós ?
Sambandsflokkurin fyri
studningspolitikki
Tvey valevni hjá Sam-
bandsflokkinum - Magni
Laksáfoss
&
Edmund
Joensen - hava í bløðunum
boðað frá, at Sambands-
flokkurin skal fáa búskap-
arligt skil í Føroyum, tí tað
megna sjálvbjargnisflokk-
arnir ikki. Hesum sjónar-
miðnum standa hesi val-
evni tó rættuliga einsamøll
við.
Staðfestast
kann,
at
vórðu øll uppskot Sam-
bandsfloksins á Løgtingi
um øktar útreiðslur fylgd
seinastu árini, vórðu al-
mennu útreiðslurnar hundr-
aðtals mió. kr. størri enn í
dag. Og varð tikið undir við
seinasta uppskoti Sam-
bandsfloksins á Løgtingi
um at lata rækjuflotanum
um 47 mió. kr. í studningi
yvir 2 ár, so vórðu dyrnar
latnar upp til studnings-
politikk, sum vit kenna so
væl frá 80’unum. Hetta
hevði føroyski búskapurin
ikki verið tryggari og
sterkari av - tvørturímóti.
Skútan er riggað væl til
sjálvbjargniskós
Allur serkunnleiki innan
føroyskan búskap hevur
víst á, at hóast aldubrotini
eru ógvuslig í pørtum av
føroyska vinnulívinum í
løtuni, so er føroyska skút-
an so mikið væl fyri í dag,
at hon megnar at standa
ímóti hesum aldubrotum
uttan stórvegis trupulleikar.
Ferðin verður tálmað av
aldubrotunum, men kósin
kann haldast um hetta
verður ynskt og um rætt
verður stýrt. Og tá aldu-
brotini aftur fara at leggja
seg er møguleiki fyri at náa
í egna havn - um føroyingar
ynskja hetta. Hetta vísir, at
tey, ið staðið hava við
ábyrgdini av føroysku skút-
ini seinastu árini, hava
megnað at gjørt hana til
reiðar til alskyns brota-
sjógvar - gjørt hana til
reiðar at náa har føroyingar
ynskja.
Val millum sjálvbjargnis-
framtíð og heimastýris-
fortíð
Valið tann 20. januar verð-
ur enn eitt sera avgerandi
val. "Heimastýrissamgong-
an" og "aftur á sambands-
leið" eru ekkó og fyribrigdi
frá fortíðini. Vónandi ger-
ast hesi ikki partur av
framtíð Føroya. Vónandi
kann føroyska skútan halda
áfram á sjálvbjargniskós og
halda áfram at verða alsamt
betur riggað til.
Avgerðina eiga føroy-
ingar tann 20. januar 2004.
Høgni Hoydal
Fyrsta veljarakanningin
upp undir løgtingsvalið
gevur Tjóðveldisflokk-
inum afturgongd í mun
til seinasta val.
Tí eigur hon at verða
ein saltvatnsinnspræning
til øll tjóðveldisfólk og
øll tjóðveldishugað í val-
stríðnum. Veljarakann-
ingin er ein greið ábend-
ing um, at tað fer at
krevja eitt ódnartak at
halda fast um sjálvbjarg-
niskósina í føroyska sam-
felagnum. Veljarakann-
ingin er eitt varskó til tey
sjálvbjargnishugaðu um
at halda saman.
Onki alternativ til ein
sterkan Tjóðveldisflokk
Skulu vit fáa eitt gott
valúrslit, so mugu allar
kreftir savnast at stríðast
fyri Tjóðveldisflokkin og
tjóðveldishugsjónini. Tað
er í mótburðinum at vit
skulu vísa okkara styrki
og okkara samanhald.
Tað er jú lætt at stuðla, tá
tað gongur við. Og lætt at
vera ímóti, tá tað gongur
verri.
Men eg havi góðar
vónir um, at tað fer at
eydnast okkum. Tað finst
onki alternativ til ein
sterkan Tjóðveldisflokk,
um Føroyar skulu halda
fram á sjálvbjargnisleið-
ini. Tað finst onki al-
ternativ til Tjóðveldis-
flokkin, um vit skulu
forða fyri, at menningin í
føroyska samfelagnum
støðgar upp og vit fara at
detta aftur í fortíðina.
Skulu ganga við røttum
ryggi
Vit eiga at ganga við røtt-
um ryggi. Tjóðveldis-
flokkurin hevur tikið
ábyrgd og avleiðingar av
krøvunum til at skapa eitt
betri og sjálvbjargið sam-
felag. Tað vil altíð kosta
nakað. Vit eiga sjálvandi
eisini erliga at taka
ábyrgd av og læra av tí
vit hava gjørt skeivt og at
rætta uppá okkara mistøk
frameftir.
Men vit eiga at vera
errin av teimum ótrúligu
framstigum, ið eru gjørd
í føroyska samfelagnum,
meðan Tjóðveldisflokk-
urin hevur sitið við á-
byrgd og vit hava hildið
sjálvbjargniskósini.
Allastaðni hevur samfe-
lagið ment seg. Allar
vælferðartænastur
eru
betraðar munandi. Ger-
andisdagurin hjá øllum
føroyingum er vorðin
munandi betri og trygg-
ari. Samfelagið er útbygt
og bundið saman við
íløgum, ið eru goldnar
kontant. Og vit hava sett
okkum krøv, sum eru
hildin og tikið avleiðing-
ar og uppgerðir, sum eru
neyðugar fyri at skapa
eitt sjálvstøðugt sam-
felag, har vit kunnu hava
álit hvør á øðrum.
Vit hava hildið neyvt
skil á búskapinum og lagt
upp fyri verri tíðum. Tí
kunnu vit í dag klára at
standa ímóti, sjálvt tá
týdningarmiklar vinnur
sum alivinnan og rækju-
vinnan eru í stórum
trupulleikum, og fiska-
prísirnir eru falnir. Vit
kunnu bert hugsa okkum
til, hvat hevði hent, um
allur blokkstuðulin hevði
verið brúktur og lands-
kassin hevði verið heftur
í studningi, nú viður-
skiftini úti í heimi leggja
trýst á okkara búskap.
Vit støðga ikki her
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur greið boð uppá fram-
tíðina:
- Vit hava boðini uppá,
hvussu vit framhald-
andi hava skil á bú-
skapinum og skapa
tryggleika.
- Vit hava boðini uppá,
hvussu vit fáa eina
uppgerð í vinnupoli-
tikkinum, sum kann
skapa nýggjan fram-
burð í føroysku vinn-
uni og búskapinum.
- Vit hava boðini uppá,
hvussu
vit
byggja
tryggar og ábyrgdar-
fullar sosialar skipanir,
sum ikki verða broyttar
frá degi til dags. Eitt nú
á pensiónsøkinum, við
barsilsskipanini og á
eldraøkinum.
- Og vit hava boðini
uppá, hvussu Føroyar
skulu menna seg sum
eitt land í heiminum,
har vit ikki fjara burtur
sum ein útjaðari ella
ein blindgøgn í Dan-
mark og ES.
Arni Abrahamsen
Valevni fyri Miðflokkin í
Eysturoynni
Okkara samfelag byggir á
nøkur grundleggjandi virði.
Hetta eru virði, ið vit mugu
viðurkenna og verja, um vit
framhaldandi ynskja at
varðveita okkara samfelag,
soleiðis sum vit kenna tað í
dag.
Eitt tað týdningarmesta
av hesum er familjan. At
vera ein partur av eini
tryggari familju, er tað
besta grundarlagið fyri per-
sónligari menning og fyri at
kunna gerast ein góður
borgari í samfelagnum.
Samfelagið hevur við lóg-
ini um hjúnaband viðurkent
týdningin av at hava støð
ugar familjur. Orsøkin til at
hjúnabandið er viðurkent
við lóg, og hevur nøkur ser-
rættindi, er heilt einføld
tann at samfelagið ynskir at
vísa týdningin av at hava
støðugar familjur, og viður-
kenna, at hjúnalagið er ein
hornasteinur í samfelag-
num. Eins og ferðslulógin
sigur okkum, hvussu sam-
felagið ynskir at tann ein-
staki ber seg at í ferðsluni,
vísir lógin um hjúnabandið
okkum, hvussu samfelagið
ynskir at familjan skal
skipa seg. Hóast eg við
mínum nýggja bil havi sera
góðan hug til at koyra meir
enn 80 km/t, fái eg av hesi
orsøk ikki samfelagið til at
broya lógina. Júst somu
treytir eiga at vera galdandi
vegna hjúnarbandið.
Í hesi tíð eru kreftir í
okkara samfelag, ið royna
av øllum alvi at bróta niður
hesa serligu viðurkenning,
hjúnabandið hevur í sam-
felagnum. Tað kann gott
tykjast sakleyst at loyva
skrásettum parlag, men um
man hugsar seg um, so sær
man at við at taka hetta
stigið, so flytir man nøkur
mørk, og gevur ikki longur
hjúnabandinum viðurkenn-
ing sum hornasteinur undir
samfelagnum. Við tíðini
kemur hetta at broyta tað
grundarlagið, okkara sam-
felag er bygt á.
Miðflokkurin
gongur
heilt inn fyri tí persónliga
frælsinum, og ein og hvør
skal hava loyvi til at mynda
sítt lív, soleiðis sum hann
ella hon ynskja, so leingi
hetta ikki stríðir móti gald-
andi lóg, og ikki skaðar
onnur, men Miðflokkurin
vil ikki ganga við til at ein
tann týdningarmesti horna-
steinurin
undir
okkara
samfelag, sum hjúnabandið
millum mann og kvinnu er,
skal missa sín serrætt í
samfelagnum, tí hetta vil í
longdini vera sera skaðiligt
fyri grundarlagið undir
okkara samfelag, sum vit
kenna tað í dag.
Ein sterkur Miðflokkur á
Tingi er trygd fyri at
grundarlagið undir okkara
samfelag verður varðveitt.
Les meira á heimasíðu
míni:
heima.olivant.fo/~arnia
VIÐMERKINGAR
Ganga fram á við
røttum ryggi
Sjálvbjargnisframtíð ella heimastýrisfortíð ?
Hvørjum grundarlag skal samfelagið
byggjast á?
C
M
Y
K
11
10