Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. desember 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 243 - 20. desember 2003 Nr. 243 - 20. desember 2003 13 16 ára gamal úr VB til Brøndby Ólavur Rasmussen Leirar Flokspolitikkur kann bæði vera heiladeyður, idiotiskur og strævin. Flokspolitikkur kann vera strævin, tí hann hevur okkurt avmarkað yvir sær: ein verður settur í bás - og ein setur onnur í bás. Floks- politikkur kann eisini vera idiotiskur: flosklar og tóm- ar frasur verða mangan tiknar framum skilagóða argumentatión, og aloftast er tað so, at tað sum eins egni flokkur ger og sigur er altíð rætt, meðan tað sum hinir flokkarnar gera og siga verður skírt skilaleyst. Hetta er ikki bara niður- brótandi fyri alla debatt, men eisini fyri samfelagi, tí tað gevur øllum flokkum høvi til at tíggja sær sum teir vilja, tí tey, sum eru frelst flokspolitiskt, verja jú altíð sín flokk, uttan mun til hvussu býtt ella høpisleyst hann ber seg at, tí ein fellur í ta grøvuna at siga, at hinir eru líka ringir ella verri. Hetta er fundamentalisma av ringasta slag, og undir øllum umstøðum ein ónd ringrás, sum skapar parla- mentariska inflatión. Góður flokspolitikkur, harafturímóti, hvílir á hugsjónum og dirvi at vága nakað, eisini egið politiskt lív, um tað tænir sakini. Tað kann eisini vera eitt- hvørt heiladeytt yvir floks- politikki. Hoyrir tú t.d. eitt javnaðarumboð, fólka- floksumboð, sambandsum- boð ella tjóðveldisumboð úttala seg um eitt mál, so veitst tú nærum altíð frammanundan, hvat við- komandi sigur. Ella hvat viðkomandi ikki sigur, tí tað er ov viðkvamt fyri hansara ella hennara flokk. Hetta ger, at politiska trúvirðið kemur í vanda, og fólk gerast deyðatroytt av at hoyra somu plátuna mala og mala. Flokspolitikkur kann eisini vera sum nar- kotika: politikarar verða fullkomiliga bundnir av at verða afturvaldir, bundnir av at hava stórt vald, ja, enntá vald til at áseta sínar egnu lønir og pensiónir, samstundis sum Palliba og Marsanna mugu stríðast fyri sínum lønar- og pensiónsrættindum. Men politikarar hava samstundis nógv at vera takksamir fyri, tí at fólk eru dugnalig at fara á val at seta sínar krossar. Soleiðis endur- føðast breyðpolitikarar ár undan ári, tí at parlamen- tariska ringrásin heldur fram, meðan fjarstøðan millum fólkið og politisku skipanina gerst størri og størri. Ikki tí, eg ivist ikki í, at flest allir politikarar vilja sínum landi tað besta. Men tað er nú einaferð meira behagiligt at halda fast um ovastu rók heldur enn at seta egnan sess í vanda fyri eina politiska sak - og eina hugsjón. Hetta er ikki bara behagiligt, men eisini menniskjansligt. Tí tað er so skjótt at reyvarnar klistra fastar, og tá fylgir høvdið ikki við, tað vita vit! Amerikanarar hava tikið avleiðingarnar av hesum, í hvussu so er, tá tað snýr seg um forsetan. Hann kann bara sita í tvey valskeið, so er tað takk fyri og út! Og í flestu førum er tað soleiðis, at tað ikki er fyrr enn í seinna valskeiðnum, at amerikanskir forsetar reka meiri óheftan og skila- góðan politikk, til frama fyri heildina, tí tá ræður tað meira um at fáa eitt gott umdømi í søgubókunum, heldur enn at verða aftur- valdir. SO! Heldur enn at kon- centrera seg um at heil- gardera seg við høgum lønum og feitum pensión- um eftir at hava sitið ein mansaldur á Tingi, átti okkara politiska skipan at verið broytt soleiðis, at okkara valdu umboð sótu eitt avmarkað tíðarskeið á tingi, uttan at eg í hesum umfari tími at fara í smá- lutir við hesum, t.d. hvussu nógv valskeið hetta eigur at vera, ella um eitt umboð kann sita í landsstýrinum, eftir at valskeiðini eru runnin. Tað er meiri prin- cippið í málinum, eg haldi er áhugavert. Fyri at eingin politikari skal kenna seg raktan, og tískil seta fót fyri eini skilabetri politiskari skipan her á landi, er tað greitt mál, at ein slík broyt- ing fær gildi frameftir - og ikki við afturvirkandi kraft. Høvdu vit so samstundis broytt skipanina soleiðis, at talan bleiv um færri val- dømi, haldi eg nógv var vunnið, so sleppast kann undan smápartapolitikki, har hvør dregur í sín lippukassa. Sjálvur haldi eg, við tí atliti at Føroyar skjótt eru samanbundar eystur og vestur, at hósk- andi hevði verið við tveim- um valdømum í landinum: Sandoyggin og Suðuroygg- in og allar útoyggjarnar eitt valdømi - og tær saman- bundu oyggjarnar eitt val- dømi. Um onkrar útoyggjar heldur velja at kasta saman við hinum bólkinum, skal hetta standa teimum frítt. NB: Næsta takið verður at fáa fast samband úr Sumba til Viðareiðis, tí tá er tíðin komin til at Før- oyar gerast eitt valdømi! Men heldur ikki fyrr! Loksins: Suðuroyggin hevur einki at ræðast, um vit standa saman komm- unu- og landspolitiskt! Lasse Klein .... og sjálvandi skal Naser Khader taka ákærurnar aftur. Vit eru mong sum í hes- um døgum harmast um harðliga boðskapin hjá Naser Khader, fólkatings- limi fyri Radikala Venstre í Danmark. Beint upp undir jól kallar hann Føroya Pro Vita fyri ein terrofelagskap. Føroya Pro Vita hevur líka síðani felagið var sett á stovn, gjørt eitt gott og fyri- myndarligt arbeiði, og endamálið við felagsskap- inum er at verja lív. Lív í móðurlívi. Eiga at mótmæla Tað er tí sera skelkandi at ein danskur fólkatingslimur kallar felagsskapin fyri ein terrorfelagskap, og hesa skuldseting eiga allir Før- oyingar at mótmæla harð- liga. Ikki bara tí at talan er um Føroya Pro Vita, men eisini tí at talan er um mannarættindi, frælsi at skipa feløg eru treytað rættindi. Hesi rættindi skulu treytaleyst virðast. Havi varhugan av, at tað eru mong sum halda, at talan er um ein hysteriskan felagsskap, og vilja tengja endamál felagsins uppí trongskygdan átrúnað. Soleiðis er ikki mín upp- fatan av felagnum: Føroya Pro Vita. Talan er um ein opnan felagsskap, og ein og hvør sum ynskir at fáa kunnleika um arbeiði teirra kann leita sær inn á www.provita.fo Ein terrorfelagskapur? Á forsíðuni á heimasíðuni hevur felagið eina einfalda lýsing av sínum arbeiði: "Pro Vita, íð merkir "fyri lívi" er ein felagsskapur, íð virkar fyri at verja manna- lív, heilt frá gitnaði til na- túrligan deyða". Endamálið er lívsjáttandi, og tað er tað vit hava brúk fyri. At so ikki øll eru samd við endamálsorðingunum hjá Føroya Pro Vita, er ein heilt annar spurningur, men politisku Føroyar kunnu undir ongum umstøðum góðtaka, at ein danskur fólkatingslimur kallar Før- oya Pro Vita fyri ein terror- felagskap. Ein "terror- felagskapur" stendur fyri kríggi, dráp, píning, hung- ur, ótta og sorg. Føroya Pro Vita er fyrst og fremst ein upplýsandi felagsskapur, sum vegleiðir og hjálpir, og kann á ongan hátt lýsast sum ein "terror- felagsskapur" Hvør er næstur á listanum? Farið við hesum at heita á alla politisku skipanna í Føroyum, og allar felags- skapir um at mótmæla ódámligu lýsingina hjá Naser Khader, fólkatings- limi av Føroya Pro Vita. Sleppur hendan skuldseting at standa einsamøll, so er spurningurin hvat felag sum er næst á listanum sum verður kallaður fyri "terror- felagsskapur", møguliga Javni, Blindafelagið, Unga Tjóðveldið, Fólk fyri friði, MBF. Hvør veit? Ódámligt er tað í hvussu er. Latið ikki reyvarnar klistra fastar! VIÐMERKINGAR Skulu ikki góðtaka ákærurnar móti Føroya Pro Vita 16 ára gamli Lukasz Cieslewicz hevur gjørt sáttmála við Brøndby og hósdagin fór hann av landin- um. Hann er sonur kenda Robert Ciesle- wicz, sum leikti við VB og sum nú er við Sumba og sjálvur hevur Lukasz vunnið fleiri meistaraheiti við VB FÓTBÓLTUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Lukasz Cieslewicz hevur gjørt 2 1/2 ára sáttmála við Brøndby. Hann hevur tvær ferðir verið til venjing og sum reglurnar siga, so hev- ur verið bíðað, til hann fylti 16 ár, áðrenn nakað kundi gerast víðari. Men nú er hann 16 og hósdagin fór hann av land- inum. Viðurskiftini í Dan- mark eru góð, hann skal búgva í húsi saman við øðr- um leikarum, og hann er annars væl nøgdur við sátt- málan sum heild. Sjálvsagt er tað so, at for- eldrini mugu siga ja, áðrenn Lukasz fór nakran veg, men tað var eingin trupulleiki. Robert, pápin, er sjálvur fótbóltsleikari og leikti við VB og er nú í Sumba. Familjan sær hetta sum fyrsta stig á leiðini út í heim og sum byrjanina til møguliga yrkisleið innan fótbóltin. Familjan kom til Føroya, tí Robert gjørdi sáttmála við VB á sinni. Eisini yngri sonurin, Adrian, heldur hetta vera nakað stórt og eins og hetta er ein dreymur, sum gerst veruleiki hjá Lukasz, so vónar Adrian, at honum skal gangast á sama hátt um nøkur ár. Og sigast kann, at útlitini eru ikki av leið, tí eisini Adrian er sera kring- ur við bóltinum. Lukasz fegnast um møguleikan at sleppa at royna seg. Hann hevur verið við til at vinna 3 meistaraheiti við VB og sigur, at sjálvsagt fer hann at sakna Føroyar og sjálv- andi kemur hann aftur at vitja, tí familjan er jú her. Hann byrjar í januar, beint eftir nýggjar, í Brønd- by, og hósdagin fór familj- an av landinum, men fyrst gongur leiðin til Pólands, har jólini verða hildin, men so byrjar gerandisdagurin í Brøndby. Lukasz Cieslewicz hevur gjørt 2 _ ára sáttmála við Brøndby Mynd: D. Olsen NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Mikudagin 5. november andaðist John William Thomsen í Klaksvík 92 ára gamal. John varð føddur í Porkeri 18. januar í 1911, var triðelstur av teimum 11 børnunum hjá Onnu, f. Djurhuus, í Skemmuni í Porkeri, og Johan A. Thomsen, ættaður úr Fámjin. Børn teirra vóru: Petra (Diddan), Jacob, John, Josefina (Fina), Hans (Hanse- mann), Astrid, Elsa, Sofus, Eivind, Andrew, og Sigrid. Av teimum eru á lívi: Hansemann, Astrid, Elsa, Andrew og Sigrid. Ikki fyltur 16 ára gamal fór John til Keypmannahavnar, har hann lærdi til maskinsmið hjá B&W. Lærutíðin var fimm ár. Hann búði á lærlingaheimi í Nørregade, har fleiri aðrir føroyingar eisini búðu, m.a. Leif Mohr úr Havn. Síðan fór hann á Københavns Maskinmester- skole í hálvtannað ár. Tá John var liðugur at læra, fór hann aftur til Porkeris at búgva. Har var hann til 1935, tá hann fór at sigla við Ananu, fyrst sum assi- stentur, síðan sum 3. meistari. Í 1938 sigldi hann nakrar mánaðir við einum hvalabáti, til hann seinni sama árið fekk arbeiði á bedingini í Klaksvík. John fall væl til í Klaksvík. Hann giftist í 1939 við Jonhild, dóttur Jens Chr. Dam úr Havn og Kathrinu, úr Innistovu í Klaksvík. Jonhild var uppvaksin í Klaksvík hjá fastur síni, Thomasiu, og manni hennara, Jens Paula Hansen, van- liga nevndur Palli í Vátutoft. Í 1939 fór John við við trolaran- um Skálabergi hjá J.F. Kjølbro, sum Mortan í Hvannasundi førdi. Tá Noreg var hersett í 1940, var Skálaberg staddur norðan fyri Narvik, og øll skipini vórðu kallað heim. Tá teir komu til Klaksvíkar, var bygdin myrkaløgd orsakað av óttanum fyri bumbuálopum. Teir sigldu við fiski til Bretlands fyrsta partin av krígnum. Har sá John nakrar av avleiðingunum av kríg- num. Teir vóru í Aberdeen, tá álop vórðu gjørd har, og teir sóu eisini ljós frá brennandi skipum í Norð- sjónum. Í august 1940 mynstraði John av Skálabergi og fór aftur á bedingina í Klaksvík at arbeiða. Stutt eftir keypti Kjølbro eina smiðju í Fuglafirði, og John var biðin um at fara til Fuglafjarðar at standa fyri smiðjuni. Teir vóru fimm mans, sum fóru til Fugla- fjarðar at arbeiða. Tá smiðjan í Fuglafirði bleiv niðurløgd, fekk John arbeiði á skipasmiðjuni hjá Kjølbro á Skála, har teir m.a. umvældu ensk herskip. Hann skiftist millum at arbeiða á Skála og í Klaksvík. Hann var tó nógvar túrar til skips seinni, m.a. við Nólsoyar Pálli, Jóannesi Paturssyni, hvalabáti og við Karini K. Tá ið Sjúrðarberg, sum kom í 1948, varð bygdur í Aberdeen, var John eftirlitsmaður, meðan hann var í gerð og var 1. meistari ta fyrstu tíðina. John var eisini við seinasta túrin hjá Sjúrðarbergi til Gent í Belgia, har hann var seldur sum gamalt jarn í 1967. John stóð aftan fyri fyritøkuna Fa. John W. Thomsen í Klaksvík, sum sonurin, Páll, rak í mong ár. Umframt súkklur seldi fyritøkan eisini t.d. Kreidler knallertir og Renault bilar í 60-unum. Handilin er framvegis í familjuni. Í 1964 fór John at arbeiða fyri Norsk Veritas í Føroyum. Nógv skip vórðu bygd í Føroyum hesa tíðina, og Johan Rasmussen, sum var umboðsmaður fyri Norsk Veri- tas, kláraði ikki alt arbeiði einsa- mallur. Frá 1968 til 1983 arbeiddi John hjá Tryggingarsambandinum Før- oyar. Hann var tá 72 ára gamal. John var eisini í fleiri ár knýttur at Tekniska Skúla í Klaksvík, m.a. sum lærari og skoðanarmeistari. John var ein stillur og friðarligur maður, ið var kendur sum ein góður og sera væl gjørdur handverkari. Eisini dugdi hann væl at læra frá sær og tók fegin við hugskotum frá teimum yngru, sum hann arbeiddi saman við. Hann gjørdi ikki nógvan háva burtur úr sær sjálvum og var ikki ein, ið trokaði seg framat, tó so, hann segði tað, ið sigast skuldi, og tað beinrakið og ofta við einum skemtiligum farra, og tú visti altíð, hvar tú hevði hann. Hann var reiðiligur og legði dent á at svara hvørjum sítt. John fylgdi væl við í øllum viðurskiftum, bæði heima og burturi og var ein gløggur eygleið- ari og viðmerkjari. Jonhild og John fingu eitt langt lív saman, fyri sløkum fimm árum síðan hildu tey diamantbrúdleyp. Tá Jonhild ikki meira megnaði at halda hús, tók John yvir, og hóast hetta var nýtt fyri honum, kom hann eisini væl frá tí uppgávuni. Seinni fór heilsan at bila, men hóast kropsliga veikur varðveitti hann sínar andans gávur og sítt góða minni til tað seinasta. Hann bar sína sjúku við tolni og gjørdi alt, hann kundi, at lætta um hjá teimum avvarðandi og var takk- samur fyri alla hjálp, hann fekk. Jonhild, sum í dag er 90 ára gomul, og John fingu 4 børn: Páll, Annu, Káru og Tove. Páll doyði í 1991, 50 ára gamal. Tøkk Takk fyri samkenslu og hjálpsemi í sambandi við, at kona, mamma, vermamma og omma okkara Ann Gunhild Marr Poulsen doyði og fór til gravar. Takk fyri blómur og kransar og stuðul til Føroya Felag móti Krabbameini.Takk fyri vitjanir í heimi okkara áðrenn og eftir jarðarferðina, og takk til tykkum, sum fylgdu. Takk til Sonju Klein fyri hennara vøkru orð og takk til sangarar. Eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár verður ynskt tykkum øllum. Familjunnar vegna Robert John Thomsen f. 18. januar 1911 d. 5. november 2003 Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæra mamma, vermamma og omma okkara Rakul Rasmussen av Strondum andaðist og varð jarðað. Tøkk til Jógvan prest, tykkum ið sungu og tykkum mongu, ið á einhvønn hátt hjálptu til og fylgdu henni. Ein serstøk tøkk til Heima- og sjúkrarøktina. Takk fyri blómur, kransar og peningagávu til Parkinsonfelagið. Bestu ynskir um eini gleðilig jól Birgir, Kára, Randi og Guðrið v/ fam. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt sýndu samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermamma og omma Julianna Nolsøe andaðist og varð jarðað. Ein serlig tøkk til starvsfólkini á Eldrasambýlinum Oman Hoydalar 6, sum vóru um hana tey seinastu árini. Familjunnar vegna Axel og Óla-Svenn Dagurin 20. desember. Ábraham. Dagur til minnis um patriarkin Ábraham. Bíbilska navnið merkir faðir at mongum. 21. desember. Tummasarmessa. Lærusveinurin sum fekk navnið hin vantrúni. Halgisøgan sigur, at hann boð- aði evangeliið í Indiu, og har er í hvussu so er eitt tummasarkirkjulið, sum hann sigst at hava stovnað. Har eysturi sigst hann annars at hava hitt vísmenninar. Hann varð tikin av døgum, gjøgnumstungin við spjóti, og á kirkju- bøstólunum sæst hann við spjóti í hendi. Tummas merkir tvíburi, og hann verður eisini nevndur við grikska navninum Didymos. 22. desember. Japetus. Ókent halgimenni, men kanska hevur hann navn eftir Jafeti, soni Nóa. Sólstøður og stytsti dagur. C M Y K 13 12 www.sosialurin.fo