leygardagur 20. desember 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 20. desember 2003
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Gunleivur
Mouritsen 70 ár
Gunleivur Karbech Mourit-
sen í Havn fylti 70 ár 19.
desember.
Gunleivur er elstur av
tólv systkjum, 7 dreingjum
og 5 systrum. Foreldur
hansara eru Carl Karbech
Mouritsen úr Snikkara-
stovu í Havn og Signhild
Margretha, fødd Joensen,
úr Sørvági. Gigga nærkast
teimum 90 árunum.
Hjá Gunleivi man ar-
beiðssemi hava ligið í frá
barnsbeini. Longu sum
smádrongur var hann bý-
drongur á Gamla Vaskarí í
Tórsgøtu. Fjúrtan ára gam-
al fór hann í bakaralæru hjá
Andrias Jacobsen í Køku-
búðini. Hetta var í 1948, og
tá var neyðugt at fara til
Danmarkar at taka sveina-
roynd, og var hann í Ka-
lundborg í hálvtannað ár av
lærutíðini til sveinabræv
var tikið í 1953.
Heimaftur
komin
a-
rbeiddi hann í bakarínum á
hotellinum í Vestmanna í
1954. Síðan arbeiddi hann í
bakarínum
hjá
Fants
Restorff í 10 ár til hann
saman við konuni Morid
byrjaði egið bakarí í 1965.
Tey keyptu tá Heimabaka-
ríið hjá Doru á Gripsveg-
num.
Morid, fødd Mortensen
úr Havn, og Gunleivur
giftust í 1958. Synirnir
Martin og Carl eita eftir
abbunum. Carl rekur baka-
ríið í dag, og Martin er leið-
ari á Musikkskúlaskipan-
ini. Abbabørnini eru sjey.
Aftrat sær í bakarínum ta
fyrstu tíðina høvdu tey ein
svein og eina kramba-
kvinnu. Millum kundarnar
vóru handlar í Havn, keyp-
menn á bygd, skip og bátar.
Bakaríið á umleið 40 fer-
metrar var ein tilbygningur
til sethúsini. Virksemi vaks
alla tíðina og í 1972 varð
bygt út á Gripsvegnum.
Hetta hevur sjálvandi
verið eitt slitsamt lív, men
Gunleivur hevur kent, at
hetta var tað rætta, og frí-
løturnar hevur hann eisini
notið. Bát hevur hann havt
heilt frá ungum árum, var
íðin sílafiskari eina tíð, og
heldur enn við B36.
Tónleikur hevur fram-
vegis hansara stóra áhuga
og fleiri abbabørn fáast við
tónleik. Nakrar upptøkur
vóru gjørdar tey fyrstu
jólini í Útvarp Føroya í
1957 av jólasangum við
sytkjunum, og har leikar
Gunleivur á banjo. Hann
spældi á cornet í orkestr-
inum GHM í 40 ár.
Gunleivur gavst at ar-
beiða í bakarínum í 1999. Í
dag eru heilt øðrvísi um-
støður á Hoyvíksvegnum
har hann dagliga vitjar,
men nú hinumegin diskin.
Christian C.
Nielsen stjóri
fimmti
Í dag 20. desember verður
Christian C. Nielsen, sjóri á
Trygd fimti. Christian er
dani og er ættaður úr Kerte-
minde. Móður hansara er
Margrethe Nielsen, sum er
búðsitandi í Kerteminde.
Faðir hansara kallaðist Poul
Cornelius Nielsen, ið and-
aðist í 1992. Poul var fjar-
ritari, millum annað um-
borð á Esso Baltica, sum
eisini sigldi uppá Føroyar.
Her kom Christian sum
barn at kenna Føroyar á
fyrsta sinni.
Christian tók í 1981 løg-
frøðisligt embætisprógv á
universitetinum í Århus.
Hann hevur starvast sum
fulltrúi á Ankenævnet for
Forsikring, og sum deildar-
stjóri í tryggingarfelagnum
Østifterne, og haraftrat sum
deildarstjóri hjá GF For-
sikring.
Christian kom til Føroya
í novenber 1997, tá hann
varð settur sum stjóri hjá
Trygd, í sambandi við at
Trygd varð endurstovnað
og aftur fór undir at tekna
tryggingar. Christian er
kendur fyri sítt dugnasemi
og sína nýhugsan innan
tryggingarøkið. Hann hev-
ur staðið á odda fyri at
víðka um virksemið hjá
Trygd til í dag at fevna um
nærum øll sløg av trygg-
ingum.
Christian er giftur við Lis
f. Andreasen. Christian
eigur tvær døtur Elisabeth
og Henriette.
60 ár
Í dag, 20. desember, verður Hjørdis Egholm Mort-
ensen, Tórshavn, 60 ár.
Vinfólk, kenningar og familja eru henda dag væl-
komin í Sjónleikarhúsið har »opið hús« verður mill-
um k. 11.00 og 15.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Í dag, 20. desember, kl. 11.30 giftast í Vesturkirkjuni
Rannvá Hentze Rasmussen, Argir, og Dávid Reinert
Davidsen, Tórshavn.
Veitsla verður í Leguhúsinum í Nesvík kl. 15.00.
Í dag, 20. desember, kl. 15.00 giftast í Skála kirkju
Súsanna Poulsen, Skála, og Jógvan Næs, Tórshavn.
Anfinn Gærdum
50 ár
Sunnudagin 21. desember
fyllir Anfinn Gærdum lær-
ari á Strondum 50 ár.
Anfinn er føddur og
uppvaksin á Strondum.
Hann er elstur av teimum
seks børnunum hjá Paulu,
f. Bertholdsen, og Anker
Gærdum.
Við tað at eingin fram-
haldsdeild var á Strondum
var farið yvirum fjørðin at
taka realprógv.
Pápin var skipari, og var
Anker til skips við honum,
til hann sum 26 ára gamal
fór á sjómansskúla at lesa
til skipsførara. Hann gjørdi
ikki nógv burtur úr próv-
num, tí longu tvey ár eftir
fór hann á læraraskúla.
Fekk prógvið í 1986 og
hevur síðan starvast sum
lærari við Stranda Skúla.
Í 1989 var hann við til at
stovna eitt ungmannafelag,
sum fekk navnið Strálan.
Hann hevur frá fyrsta degi
verið formaður í felagnum.
Í 1991 kom seksmanna-
farið Strálan og fyri tveim-
um mánaðum síðan kom
nýggjur bátur - eitt nýtt
seksmannafar.
Anfinn
brúkar nógv av frítíð síni til
ungdómsarbeiði.
Føðingardagurin verður
hildin í Bygdarhúsinum á
Strondum
leygarkvøldið
20. desember.
Malfrid Svabo 85 ár
Ein heilsan til mammu á 85 ára degnum
Tað er ikki til at skilja, at tú í dag fyllir 85 ár. Tú,
sum altíð er tann fyrsta til at varta okkum, og onnur,
ið koma inn á gólvið, upp. Tú hevur altíð verið super
aktiv og hevur enn ógvuliga ringt við at sita still. Tað
er ikki av ongum, at títt fyrsta langommubarn gav
tær navnið »Hoppomma«.
Taka tað í »slow motion«, tað dugir tú illa. Har,
sum tú ert, skal tað ganga skjótt fyri seg.
Ikki ætlaði tú at gera tað stóra burtur úr hesum
føðingardegnum. Men at liggja á B5 við einum
brotnum beini føðingardagin, var ikki tín ætlan fyri
einum mánað síðani.
Góða mamma. Vit ynskja tær hjartaliga tillukku
við degnum og alt væl í framtíðini.
Vit gleða okkum til at fáa teg heim til jólar.
Kærar heilsanir og tøkk fyri alt, ið tú ert fyri okk-
um.
Børn, svigarbørn, ommu- og langommubørn
Týsdagin samtykti Klaks-
víkar býráð at seta Mamy
Dahl Sørensen á Viðareiði
sum nýggjan leiðara í Dag-
tilhaldinum fyri pensjón-
istar í Hvíthúsi við Klaks-
víksvegin.
Mamy Dahl Sørensen er
útbúgvin landmálari og
heilsurøktari, og hon tekur
við starvinum fyrst í kom-
andi ári.
Higartil hevur leiðarin
bert verið í parttíðarstarvi.
Men nýggi leiðarin er sett-
ur í fulltíðarstarv, og tí fer
tilhaldið at verða meira op-
ið í framtíðini.
– Eg ætli mær at geva
pensjónistunum ein fjøl-
broytta samveru í hugnalig-
um umhvørvi, sigur Mamy
Dahl Sørensen, sum fer at
leggja dent á, at pensjón-
istarnir skulu kenna seg
vælkomnar.
Hon sigur, at møguleik-
arnir verða fleiri, nú meira
verður opið, eitt nú ber til
at skipa fyri ymsum ítrivi,
kvøldsetum, café o. s. fr.
Eisini fer at bera til at skipa
fyri tiltøkum undir kvøld-
skúlaskipanini, sigur hon.
Mamy Dahl Sørensen leiðari í Dagtilhaldinum
Tøkk
Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu
okkum á 70 ára føðingardegnum hjá Niclasi
1. desember takka vit hjartaliga.
Tykkum øllum, slekt og vinum ynskja vit
eini gleðilig jól og Harrans signað nýggjár.
Anna og Niclas Akraberg Poulsen
15
14
Nr. 243 - 20. desember 2003
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Føðingar
3. desember fingu Winnie Thomsen og John Martin
Poulsen, Hvalba, eina dóttur. Hon var 55 cm long og
vigaði 3930 gr.
11. desember fingu Ingrid og Hans Jacob Heinesen,
Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði
4250 gr.
11. desember fingu Bergljót og Lars Liengård,
Hoyvík, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði
4160 gr.
12. desember fingu Maja Højsted og Danny Osberg
Hansen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 55 cm long
og vigaði 4450 gr.
12. desember fingu Harriet og John Anthoniussen,
Húsavík, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði
4500 gr.
13. desember fingu Jutta og John Just á Marknagili,
Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði
3500 gr.
14. desember fingu Annelin og Sámal Davidsen,
Kvívík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði
4500 gr.
14. desember fingu Maria og Atli Simonsen,
Hoyvík, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði
4300 gr.
15. desember fingu Halldis Hansen, Nólsoy, og
Hjørleif Rein, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm
long og vigaði 3400 gr.
15. desember fingu Ingibjørg Eysturoy og Johannes
Olsen, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og
vigaði 4200 gr.
15. desember fingu Rúna Heðinsdóttir og Søren
Søgaard, Leirvík, ein son. Hann var 53 cm langur og
vigaði 3700 gr.
15. desember fingu Laura í Geil og Ragnvald
Joensen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long
og vigaði 2900 gr.
16. desember fingu Eyðna Hammer og Jann
Thomsen, Streymnes, eina dóttur. Hon var 52 cm
long og vigaði 3350 gr.
16. desember fingu Kristianna Poulsen og Jens
Hentze Olsen, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm
langur og vigaði 3850 gr.
17. desember fingu Dorrit og Eyðtór Joensen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði
3400 gr.
Andlát
11. desember
Birgitte Margrethe Viderø, vanliga nevnd Birta, ætt-
að av Viðareiði, búsitandi í Tórshavn, 96 ár.
Malla Devine,Tórshavn, ættað av Argjum, 77 ár.
12. desember
Svanhilda Jacobsen á Glyvrum, vanliga nevnd
Durna, 80 ár.
Jóna Thomassen, fødd Joensen, ættað úr Vági, búsit-
andi í Havn, 69 ár.
Olivia Sørensen, Klaksvík, 88 ár.
Solveig Weihe, fødd Mouritsen, búsitandi í Værløse,
65 ár.
14. desember
Hans Arni Ellefsen, Miðvágur, 80 ár
Lina Arge, Tórshavn, 85 ár
15. desember
Laina Hansen, Toftir, 80 ár.
Ingrid Vang, Kaldbak, 90 ára gomul.
Nú hvítna tindar fjøllum á, ja
soleiðis varð sungið til jarðarferð-
ina og soleiðis var eisini henda
kalda heystarmorgun , tá vit fóru til
Fámjins eftir veðrunum, sum vit
hava gjørt tey seinastu nógvu árini.
At tað skuldi enda soleiðis, at tú
ikki kom heimaftur á lívi, tað er og
verður mær óskiljandi.
Tú var næst elstur av okkum
fimm systkjum, og høvdu vit báðir
nógv saman, nú hini systkini vóru
flutt av oynni, og tað bara vóru vit
báðir eftir her, tú á Tvøroyri, og eg
í Vági.
Eftir lokna skúlagongd fór tú at
læra til timburmann. Tá tú var
liðugur at læra, arbeiddi tú eina tíð
á Tvøroyri, og fór síðan til Grøn-
lands at arbeiða í nøkur ár. Í 1987
fekk tú starv sum portørur á Suður-
oyar Sjúkrahúsi, tað dámdi tær væl,
og var tú sera nógv avhildin bæði
av starvsfólkunum og ikki minst av
sjúklingunum, altíð klárur at
hjálpa, eitt smíl, eina stuttliga við-
merking, tað var bara tú. At tú var
nógv avhildin sást á tí stóru manna-
fjøld, sum fylgdu tær til seinasta
hvíldarstað her á fold.
Jens Pauli var tvøramaður við
stórum T. Var á Sevmýri til hvønn
fótbóltsdyst, sum yngri spældi tú á
1. deild hjá TB. Eisini spældu tú
billiard og var ein hollur stuðul hjá
billiardfelagnum, har tú eisini tók
tær av at venja ungdómin, hetta
dámdi tær væl, og dugdu tú væl at
læra frá tær.
Tankarnir leita aftur til barnaárini
við Sílánna, tú var 11 ár eldri enn
eg og altíð sera góður við meg,
hevði eg gjørt okkurt skeivt og fekk
skjeld, tók tú meg altíð í forsvar.
Allar teir túrar tú koyrdi meg á
knallert og sleipaði meg á sleðu tá
kavi var. Seinni tá tú fekk motor-
cyklu, eina Triumph, koyrdu vit
mangar túrar, ofta til Øravíkar at
vitja. Minnist tá tú fekk tín fyrsta
bil, og tá eg so fekk koyrukort og
slapp at læna tín svarta Honda
Accord, vakrasta bil í oynni, helt
eg, reinur og nýbonaður, ja tú var
góður við tað tú átti og fór væl um
tað.
Tú giftust við Súsonnu og bú-
settist í Valinum, og fingu tit tvey
børn, Poul Arna og Sólvu.
Heim tykkara stendur í brekkuni
mitt ímillum runnar og trøð av al-
skyns slagi, og er tað ein fragd fyri
eyga at síggja tykkara vælhildna
heim og sera vakra urtagarð, sum tú
gekk sera høgt uppí.
Seinni tá eg flutti til Vágs og
skuldi byggja hús, var tú altíð
klárur at hjálpa mær.
Og tá slakti var fyri, hjálptust vit
báðir altíð, og tá stikast skuldi í
Øravík, Fámjin ella her suðuri, ella
tá vit skuldi reka, vóru tú og hund-
urin Roy góð hjálp at fáa.
Tá vit vitjaðu tykkum, var blíð-
skapurin stórur, og vit minnast
aftur á nógvar góðar løtur. Tú
dugdu væl við børnum, og tað
besta okkara børn vistu, var at fara
á Tvøroyri at vitja tykkum.
Tú dámdi gott at ferðast, og hava
tit verið víða, á brúdleypsferð á
Kreta, við bili og campingvogni í
Danmark, Týsklandi, Skotlandi og
Fraklandi, ja, tá livdu tú mitt í
verðini.
Tungt er hjá mammu og pappa,
nú ongin kemur at fáa sær kaffi-
munn um morgunin. Tað var fast
hjá Jens Paula og Roy at koma út til
tykkara, tá hann hevði frí.
Saknurin er stórur nú Jens Pauli
ikki er okkara millum longur,
serliga hjá tykkum Súsannu, Poul
Arna og Sólvu, og hjá tykkum
Mamma og Pappa, má Harrin
styrkja tykkum, og okkum øll.
Og einaferð vit fáa boð,
tá síðstu ferð vit anda,
úr heiminum vit fara so,
hjá tær um ævir standa
Takk fyri tað tú var fyri meg og
míni.
Eg vil hervið lýsa frið yvir minn-
ið um beiggja mín Jens Paula
Poulsen
Tórður
Minningarorð um beiggja mín
Jens Paula Poulsen
F 15.06.1952 - d 04.10.2003
21. desember 1978 var
hátíðarhald á Føroya Sjó-
mansskúla í sambandi við
at prógv vórðu handað
skipsførarum
og
stýrimonnum.
Teir sum fingu skips-
føraraprógv vóru hesir:
Holgar G. Durhuus, Vest-
manna, Jákup H. Gøte,
Toftir,
Gullbrandur
T.
Olsen,
Hósvík,
Dánial
Eliassen, Mikladalur, og
Petur G. Gullaksen, Kirkja.
Teir sum fingu stýri-
mansprógv
vóru
hesir:
Meinhard Petersen, Klaks-
vík, Hermann K. Joensen,
Oyndarfjørður,
Erling
Leonson, Sørvágur, Súni T.
Olsen, Hósvík, Martin S.
Kruse, Sørvágur, Erland
Olsen, Rituvík, Poul J.
Leivs-garð, Klaksvík, Finn-
bogi Jensen, Tórshavn,
Rasmus
L.
Feilberg,
Fuglafjørður, Oddur Holm,
Hvalba, Gunnar Hemming
Dahl-Olsen, Vestmanna, og
Jákup F. Thomsen, Skála.
Kelda: Myndaárbókin, árið ið fór
1979
Skipara- og stýrimansprógv fyri 25 árum síðan
C
M
Y
K
14