Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. desember 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 243 - 20. desember 2003 Nr. 243 - 20. desember 2003 17 Nú skal arbeiðast Hetta sigur Heri Ell- ingsgaard, ein av limunum í stýris- bólkinum hjá Klaks- víkar kommunu, sum skal fyrireika Norðoyggjar upp á fasta sambandið um Leirvíksfjørð NORÐOYATUNNILIN Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo – Nú mugu vit av álvara fara til arbeiðis við at fyrireika okkum upp á fasta sambandið. Upp- gávan hjá okkum higartil hevur verið at sett øll øki undir sjóneykuna fyri at finna tey sterku og veiku liðini, samstundis sum vit hava eygleitt gongdina við at fáa arbeiðið í gongd. Og nú er tað byrj- að, so nú er bara at fara í holt við hin partin av álvara, sigur Heri Ellings- gaard. Endamálið við stýris- bólkinum er, at tey skulu lýsa støðuna á ymsum økjum í Klaksvík og menna tey sum mest og fyrireika upp á fasta sam- bandið. Økini sum serliga verð- ur hugt at eru skúlaverkið, heilsuverkið, fíggjarliga økið, handilslívið, vinnu- lívið og mentanar- tón- leika- og ítróttarøkið. Í hesu áðurnevndu er Klaksvík býtt uppí, og so verður farið í djúpdina fyri at finna útav, hvar býurin stendur sterkur, og hvar hann stendur veikur. – Tað sterka skal styrkj- ast meira, meðan har vit standa veik, mugu vit gera sum mest fyri at menna økið, áðrenn sam- bandið er veruleiki, sigur Heri Ellingsgaard. Heri heldur, at tað er spell, at tað ikki verður byrjað at bora Borðoyar- megin fyrr enn í apríl. Við hesum missir kommunan nógv grót, sum skal nýt- ast til verkætlanir í Klaks- vík, sum standa og bíða eftir, at arbeiðið skal fara í gongd. Millum annað ein útbygging av miðbýn- um, sum er rættuliga um- fatandi eftir tekning- unum. – Men málið hjá okkum er, at tá tunnilin opnar, er Klaksvík er væl fyri til at taka ímóti teimum av- bjóðingum, sum tá liggja fyri framman. Og nú er bara at fara í gongd, tí trý ár ganga skjótt, sigur Heri. Hann leggur afturat, at nú mugu ítøkilig ting henda á nøkrum økjum, men hann vil ikki koma inn á nakað ávíst beint nú. – Enn er alt so feskt og nýtt, so tað ber ikki til at siga nakað ítøkiligt her og nú. – Nú hol er komið á, er bara hjá okkum at fara til arbeiðis av álvara, sigur Heri Ellingsgaard, sum er limur í stýris- bólkinum hjá Klaksvíkar kommunu, sum hevur til enda- máls at fyrireika og menna Klaksvík til fasta sambandið Steinbjørn fegnast – men… – Sjálvandi eri eg glaður um, at arbeið- ið nú er byrjað. Men tað besta hevði verið, um tað var byrjað í báðum støðum ísenn.Verkætlanir í Klaksvík bíða eftir grótinum, og tað órógvar, sigur borg- arstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen NORÐOYATUNNILIN Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo – Nú er arbeiðið byrjað, so nú kunnu vit veruliga fara at gleða okkum til tað fasta sambandið kemur, sigur Steinbjørn Jacob- sen, borgarstjóri í Klaks- vík. Men hann harmast samstundis um, at tað ikki verður byrjað í Klaksvík fyrr enn um fýra mánaðir. Hetta hevur við sær, at verkætlanir, sum komm- unan hevur koyrandi liggja í bíðustøðu. Til dømis bjóðaði kommuna arbeiðið við at gera góðshavnina í Ánun- um út fyrr í ár, og J og K Petersen fingu arbeiðið. Teir standa nú í eini bíði- støðu, tí onki grót er til taks. – Vit fáa onki gjørt við hetta, og tað harmar meg almikið, sigur borgarstjór- in, sum er nakað ónøgdur við óliviligu støðuna. Kommunan liggur í samráðingum um at fáa grót, sum kemur úr tunlin- um nú Eysturoyarmegin, men hetta fer at kosta kommununi fleiri millión- ir eyka í flutningi av gróti um fjørðin, og tí kemur tað serstakliga illa við hjá Klaksvíkar kommunu, at tað ikki verður byrjað fyrr enn í apríl. – Hesir fýra mánaðirnir hava eisini við sær, at tað verður tað minni av gróti í okkara part. Og kommun- an skríggjar eftir gróti bæði til góðhavnina og til miðbýin, sum jú skal ger- ast, greiðir Steinbjørn frá. Styrkt øki Borgarstjórin í Klaksvík væntar, at tað fer at styrkja Klaksvík, at bygd- ir sum Leirvík, Gøta og Fuglafjørður koma so nógv nærri. Hann vísir á vinnuligar og útbúgving- arligar fyrimunir við hesum. – Tað er ongin ivi um, at tað standa stórar av- bjóðingar fyri framman, og vit mugu spenna okk- um út fyri at vera kapp- ingarfør, men eg eri sann- førdur um, at við sam- starvi millum kommunur- nar, verður økið munandi styrkt. Samskifti millum serl- iga kommunurnar í Leir- vík og Klaksvík hevur ver- ið nógv og gott hesa sein- astu tíðina, og tað fegnast Steinbjørn eisini um. – Vit hava tosað nógv um ymiskar samstarvs- møguleikar, tá tunnilin er opnaður, og tað ljóðar spennandi, sigur Stein- bjørn uttan at koma inn á nakað ítøkiligt. Hann er bara sum allir aðrir norðoyingar, sigur hann. Fegin um, at arbeiðið er byrjað, men samstundis harmur um, at tað ikki kundi byrja Borð- oyarmegin samstundis. Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, er avbera fegin um, at arbeiðið við tunlinum nú av álvara er farið í gongd, men hann dylir ikki fyri, at hann hevði viljað, at tað byrjaði hinumegin fjørðin samstundis Mynd: Jens Kr. Vang Tunnilsævintýrið er byrjað Hósdagur 18. desem- ber var dagurin, tá fyrsta skotið í Norð- oyatunlinum varð latið av. Mong skotini eru eftir, men fyri tey mongu, sum á ein ella annan hátt varða av hesi verkætlan, merk- ir tað, at nú er ikki so longi eftir at bíða til koyrandi er frá meg- inlandinum til Klaks- víkar og aðrar partar av Norðoyggjum NORÐOYATUNNILIN Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Ævintýrið, um ein kann kalla tað so, er byrjað. Eitt ævintýr, sum tá tað er liðugt, kostar eitt stað mill- um 350 og 400 milliónir krónur. Eitt ævintýr, sum fer at hava við sær, at um trý ár verður koyandi mill- um Eysturoynna og Borð- oynna. Nakað, sum serliga norðoyingar hava bíðað í spenningi eftir í langa tíð. Hósdagin bleiv tað so veruleiki, tá Anfinn Kalls- berg trýsti á spreingiknøtt- in, sum lat tað allarfyrsta skotið av. Heilt fitt av fólki varð savnað við tunnilsmunnan til hesa hátíðarløtu. Ein frá- greiðing var fyrst, síðani fór mannamúgvan nakað burt- urfrá, meðan skotið varð. Síðani gingu øll aftur til tunnilsmunnan at hyggja, hvussu tað gekk. Sannur spenningur var millum fólk, og onkur mundi taka sær ein stein at eiga sum minni um hetta fyrsta skotið. Stutta løtu áðrenn skotið, sást Dúgvan fara úr Leir- vík. Hon heilsaði við at floyta tríggjar ferðir. Um- borð høvdu teir vónað, at skotið fór at fara av, meðan Dúgvan var beint útfrá staðnum, men so varð kort- ini ikki. Men Dúgvan fekk tó sent sína heilsu, hon hoyrdist væl og virðiliga. Hinumegin í apríl Lagið var avbera gott mill- um fólk, og øll fegnaðust um hetta. Kortini varð tos- að um ymisk viðurskifti, sum serliga fólk úr norð- oyggjum kundu hugsað sær var øðrvísi. Til dømis, at tað ikki var skotið Borðoy- armegin. Men tað ævin- týrið má bíða í einar fýra mánaðir afturat. Byrjað at skjóta hinumegin fjørðin verður ikki fyrr enn fyrst í apríl mánaði. Hetta staðfestir stjórin í p/f Norðoyatunnilin hendan dagin. Leysasøgur hava annars gingið í Klaksvík um, at fyrsta skotið fer at verða latið av longu í janu- ar ella februar. Men hetta avsannar Dávur Reinert Hansen sum sagt. Hann sigur, at ongin onnur dag- festing hevur verið upp á tal uttan hon, sum stendur í sáttmálanum. Og tað er ein av fyrstu døgunum í apríl. Fleiri hildu tað vera stórt spell, at tað fyrsta skotið ikki varð latið av hinumeg- in fjørðin, tí tað varð mett, at norðoyingar eru tey, sum hava meira at hátíðarhalda hesum viðvíkjandi enn leir- víkingar. Í øllum førum í fyrstu atløgu. Men hvussu var og ikki, so var lagið avbera gott á øllum teimum mongu, sum hjástødd vóru hesa løtuna. Móttøka í bygdarhúsinum Tá hátíðarløtan var av, koyrdu bussar fólk niðan í bygdarhúsið, har borðreitt varð við pinnamati og øðr- um góðum. Bergur í Garði, nevndar- formaður í Norðoyatunlin- um, segði nøkur orð. Síðani Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í samferðslu- málum og so Jógvan við Keldu, norðoyatingmaður. Prátið gekk lystiliga mill- um fólk í bygdarhúsinum. Valprát og tunnilstos, so har var nóg mikið at tosa um. Men tá klokkan leið móti hálvgum fýra, var tíð hjá summum at gera seg tilreiðar at fara avstað. Teinurin frá bygdarhúsin- um til ferjuleguna er lang- ur, so tað endaði við, at onkur mátti renna fyri at náa Dúgvuna. Allarhelst hugsandi, at tí slepst so undan, tá tunnilin er komin. Randi í Jógvansstovu, kommunustýrislimur í Leirvík, sigur, at Norðoyatunnilin kemur sanniliga at hava stóran týdning fyri leirvíkingar, tá hann er liðugur NORÐOYATUNNILIN Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo – Tunnilin fer at hava stóran týdning fyri leirvíkingar á fleiri økjum, sigur Randi í Jógvansstovu. Hon sigur, at Klaksvík og Leirvík hava nøkulunda sama mynstur, tá tað kemur til flakavinnuna og fiskarí- ið, so hon ivast ikki í, at samstarv á hesum økinum fer at verða, tá tunnilin er liðugur. – Hugsa tær, vit verða bert einar tíggju minuttir frá sjúkrahúsi. Tað verður ein stór broyting, og trygg- leikin í tí verður tað besta, sigur hon. Eisini dugir hon at ímynda sær, at eitt samstarv á heimarøktarøkinum hevði væl borið til. So at heima- røktin verður býtt upp í størri eindir. – Hóast vit ikki tosa um kommunusamanlegging, so munnu vit nokk fara at kunna samstarva á fleiri økjum, sigur Randi í Jógv- ansstovu. Trupulleikin Leirvíkingar eru ónøgdir við, at ferðslan úr tunlinum kemur at ganga gjøgnum bygdina. Randi greiðir frá, at vegurin er júst tann, har nógv børn skulu yvirum, tá tey fara í skúla, so tað sær hon so avgjørt sum ein trupulleika, at ferðslan fer at ganga eftir tí vegnum. Og serliga hugsar hon um ta tungu ferðsluna. Hon vísir eisini á, at helst fer arbeiðsmynstrið á virkj- um í Klaksvík at broytast, tá tunnilin er komin, við at tey fara at arbeiða alt døgnið. Harvið kann vænt- ast, at tann tunga ferðslan somuleiðis fer at koyra nógv um náttina, og tað fer uttan iva at órógva náttar- friðin hjá teimum, sum búgva við hendan vegin, heldur Randi. Hon sigur, at leirvíkingar hava álit á, at tað sum teimum er lovað, verður gjørt. Og tað er, at royndar- boringar verða gjørdar undir Leirvíksbygd kom- andi ár, sum liður í kann- ingum til ein møguligan tunnil undir bygdina. - Tað kendist ógvuliga væl at trýsta á knøttin og lata fyrsta skotið av til Norðoyatunnilin, sigur Anfinn Kalls- berg, løgmaður, ið hev- ur verið ein av heitastu talsmonnunum fyri føstum sambandi um Leirvíksfjørð NORÐOYATUNNILIN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var ein stór løta í Leir- vík seinnapartin hósdagin, tá ið løgmaður, Anfinn Kallsberg, læt fyrsta skotið av til Norðoyatunnilin. – Jú, tað kendist ógvuliga væl. Hetta var ein stór løta, og tankarnir leitaðu aftur til tíðina, tá ið vit byrjaðu at tosa um hesa stóru verkætl- an. Ja, vit skulu heilt aftur í áttatiárini. Tá trúði fáur, at slíkar verkætlanir lótu seg fremja. Eg vil siga, at mong framvegis vóru ivingarsom heilt fram til tíðina, tá ið Vágatunnilin læt upp. Nú vita øll, at slíkar verkætl- anir kunnu fremjast, bæði skjótt og væl, og at kostn- aðurin er innanfyri rímilig mørk. Tung uppgáva Anfinn sigur, at hann í dag er fegin um, at hann sum fíggjarmálaráðharri kundi vera aktivur á "bananum" í 1998, tá ið undirsjóvar- tunnilin undir Vestmanna- sundi aftur varð settur á dagsskránna. – Tað var ikki nøkur løtt uppgáva at gera politisku semjurnar, sum skuldu til – so stutt eftir búskaparkrepp- una, ið samfelagið hevði verið ígjøgnum fá ár frammanundan. Sjálvt um lítil peningur var at arbeiða við, so høvdu vit visjónir- nar. Anfinn sigur, at verk- ætlanin við undirsjóvar- tunlinum undir Vestmanna- sundi eydnaðist betur, enn mangur hevði roknað við. – Vit vistu, at fór hendan verkætlan at eydnast, fór tað at vera lættari at gera semjurnar um undirsjóvar- tunnil undir Leirvíksfirði. Drønandi "succes" Fasta sambandið um Vest- mannasund gjørdist, sum Anfinn tekur til, ein drøn- andi "succes", og hetta gav politiska myndugleika gott mót um eisini at fáa í lag fast samband um Leirvíks- fjørð. – Eg vóni, at henda verk- ætlan, sum nú er í gongd, fer at eydnast líka so væl sum hin fyrra. Sambært ætlanini, verður koyrandi undir Leirvíks- firði í august mánaði 2006. Anfinn ivast ikki í, at gongur líka væl við fasta sambandinum um Leirvíks- fjørð, sum undirsjóvartunn- ilin hevur eydnast undir Vestmannasundi, kemur hetta at hava stóran týdning fyri framtíðar útbyggingina av infrastrukturinum í land- inum – við føstum sam- bandi um enn fleiri firðir og sund. – Tað, sum fyri bert 5-6 árum síðan var púrasta órealistiskt í hugaheimin- um hjá mongum, er í dag ein veruleiki, sigur løgmað- ur, Anfinn Kallsberg. Hesaferð skjeyt Anfinn Kallsberg Tíggju minuttir til sjúkrahúsið Randi í Jógvansstovu, kommunustýrislimur í Leirvík, heldur, at tunnilin fer at hava stóran týdning fyri leirvíkingar á fleiri økjum Mynd: Jens Kr. Vang Hesaferð skjeyt Anfinn Kallsberg. Tað var ein fegin løgmaður, sum læt fyrsta skotið av til fast samband millum Eysturoy og Norðoyggjar Mynd: Jens Kr. Vang