Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. desember 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 243 - 20. desember 2003 Nr. 243 - 20. desember 2003 19 Fyristøðumað- urin í sam- komuni Rhema í Havn hevur givið út sættu bók sína við andaligum innihaldið. Hendan bókin er um tungutalu sum bønarmál BÓKAÚTGÁVA Edvard Joensen Fríðtór Debes hevur á forlagnum Rhema givið út bókina »Bønarmál títt- tungutalan«. Hetta er sætta bók hansara við andaligum evni. Sostatt er hann far- in fram um Mósebøkurar í tali. Men tær eru kortini rúgvusmiklari, heldur hann. Í bókini setir hann upp tíggju orsøkir til at nýta tungutalu í bøn síni. Um- framt eru í bókini tríggir kapitlar, sum viðgera tungutalu annars. Hvat fólk halda um hana. Hvat fyribrigdið tungutala er, umframt eina frágreiðing um tungutalu sum tekin hjá vantrúgvandi. Fríðtór Debes sigur um bókaútgávur sínar, at eins og hinar fimm fyrru bøkurnar hevur hendan sætta eisini andaligt tema. Sum heitið sigur, er tað í hesum førinum tungutalan. Hann hevur í teimum fyrru bókunum viðgjørt ymisk evni sum eitt nú heimsmissión, regluligt bønarlív og pengar. – Tað er so, sigur Fríð- tór Debes, at Bíblian talar rættiliga nógv um pengar og búskap. Á ymsan hátt. Bíblian hevur yvir 31.000 ørindi, og umleið ein fimtingur av hesum, ella umleið 6.000 ørindi, tala á einhvønn hátt tum pengar og pengaviður- skifti. Tað verið seg tíggj- und, skuld, skatt ella hvat nú kann koma fyri, tá tosað verður um pengar. Tungutala hevur verið nýtt frá fyrsta degi, Hei- lagi andin kom til kristnu samkomurnar, sigur Fríðtór Debes og vísir til Apostlasøguna, har sagt verður frá hvítusunnu- undurinum. Tá hendi tað, at menn fóru at tala í tungum, og øll tey, ið til staðar vóru, skiltu teir. Soleiðis hevur verið síðan. Her er talan um mál, sum ónátúrliga er givið okkum frá Guði og sum verður nýtt sum bønarmál millum okkum og Guð, sigur Fríðtór Debes. Paulus var ein, sum brúkti tungutaluna nógv, sigur Fríðtór Debes. Og soleiðis hevur hon verið regluliga brúkt bæði at tí einstaka í stillari bøn og á fundum og samkomum, har hon verður brúkt til prædikur. Men tað er ein onnur síða tá tosað verður til mannfjøld við týðing, sigur Fríðtór Debes, fyri- støðumaður í samkomuni í Rhema í Havn. Tað, hann viðgerð í hesi bókini, sigur hann, er tann persónliga sam- røðan við Guð, har tungutalan verður nýtt. Fleiri enn Mósebøkurnar Fríðtór Debes hevur givið sína sættu bók út Yrkingasavnið, Loppugras, er inn- stillað til barnabóka- virðisløn Útnorður- ráðsins 2004 BARNABÓKA- VIRÐISLØN Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Seinnapartin hósdagin kunngjørdi føroyska um- mælisnevndin, at føroyska yrkingasavnið, Loppugras, er innstillað til barna- og ungdómsbókavirðislønina í Útnorði í 2004. Ummælis- nevndin heldur, at saman- sjóðanin av orðum, mynd- um og tónum hevur eydnast sera væl í savninum-og so mikið væl, at Loppugras hevur uppiborið eina viður- kenning. Yrkingasavnið er eitt tyssi av12 ymiskum barna- olg tvætlirímum. Loppu- gras er ein blanding av yrk- ingum, myndum og tón- leiki. Sólrun Michelsen eigur yrkingarnar í savninum, meðan Hanni Bjartalíð hevur gjørt myndirnar. Við yrkingarsavninum fylgir eisini við ein fløga við. Tað eru børn í 3.A á Eystur- skúlanum undir leiðslu av Joannu Johansen. Pauli Hansen eigur løgini á fløg- uni Viðkomandi Ummælisnevndin heldur eisini, at málið í bókini er lætt at lesa, og myndamál, samanberingar og rímini, sum høvundurin brúkar, venda sær beinleiðis til børn og gerandisdagin hjá børnum. Nevndin metir eisini, at rímurnar standa einki aftanfyri tær hjá millum annað Alexanduri Kristiansen og Hans Andreasi Djurhuus. Loppugras er besta føroyska boðið Yrkingasavnið Loppugras er innstillað til barnabókavirðisløn Útnorðurráðsins 2004. Yrkingar eigur Sólrun Michelsen. Mynd: Savnsmynd Kórið í Siloa bjóðar til sangløtu og ein drekkamunn í Fugla- firði nú sunnukvøldið TÍÐINDASKRIV Nógvu tey seinastu árini hevur sangkórið í Siloa í Fuglafirði verið við til at sett dám á jólafyrireiking- arnar og jólini. Tey hava bjóðað til sangløtu, har tað serliga hevur verið lagdur dentur á jólasangir og har- við boðskapin, sum verður knýttur at jólunum. Aftur í ár bjóðar kórið í Siloa til sangløtu uppundir jól. Kórið fer at syngja í Siloa nú sunnukvøldið klokkan 20.30. Sungið verður í umleið hálvan- annan tíma, og aftaná verð- ur bjóðað til ein drekka- munn. Siloakórið hevur fjøl- broytta skrá. Tað mesta er á føroyskum. Onkur út- lendskur sangur verður at hoyra, og uppaftur onkur er á skránni, sum heilt nýliga er umsettur til føroyskt. Undirspælið er fjølbroytt, og fýra solistar fara at syngja saman við kórinum. Teir eru Elisabeth Hansen, Karolina Højgaard, Else- beth Lassaberg og Bárður á Lakjuni. Ætlanin er at sangbólk- urin Salt eisini skal syngja í Siloa sunnukvøldið. Ser- ligar umstøður gera, at tað ikki fer at bera til fyrrenn sunnukvøldið at siga heilt víst, um tey kunnu luttaka. Sólvá og Klæmint Elia- sen fara inn ímillum sangir- nar at lesa tekstir, sum snúgva seg um jólaboð- skapin. Eyðun á Lakjuni hevur stjórnað Siloa kórinum síðani í 1988, og tað ger hann eisini hesa ferð. Sangløta í Siloa Mánadagin 22. desember er møguleikin at hitta Eivør Páldóttir í Leikalund í Klaksvík. Her fer hon at signerða nýggju fløgu sína »Krákan«. Fløgan er sera væl um- tókt bæði her heima, men so sanniliga eisini aðra- staðni. Millum annað hevur hon fingið 6 stjørnir frá Gaffa, sum er kendt danskt tónleikatíðarrit. Í Íslandi hevur hon fingið framúr ummælir, er innstillað til bestu fløgu í Íslandi í ár og hevur eisini her selt sera nógv. Á fløguni eru 11 sangir. 9 av sangunum hevur Eivør sjálv skrivað og sett tónleik til. Hini bæði eru gomul føroysk skjaldur, harav tað eina er "Krákan situr á steini", sum fløgan eitur eftir. Eivør fer eisini at spæla nøkur løg "unplugged" Tiltakið byrjar klokkan 17.00. Eivør Pálsdóttur í Leikalund UTTAN ÚR HEIMI Noreg skal úr EBS Tveir politiskir flokkar í Noregi, Miðflokkurin og Sosialistiski Vinstriflokkurin, hava gjørt av at skjóta upp, at Noreg skal siga seg úr EBS-samstarvinum fyri at fáa ein betri sáttmála við ES. Uppskotið verður lagt fyri Stórtingið fyrsta dagin og hevur samband við, at tíggju lond afturat koma upp í ES tann 1. mai næsta ár. Sosialistiski Vinstriflokkurin var í síðstu viku til reiðar at taka undir við tí nýggja EBS-sáttmálanum, men flokkurin hevur nú broytt hugsan. Flokkurin sigur nú, at hann tekur undir við kravinum frá Mið- flokkinum, sum vil hava stjórnina at taka upp sam- ráðingar við ES um ein betri handils- og samstarvs- sáttmála, og sum kann geva Noregi fleiri fyrimunir, enn EBS-sáttmálin gevur. Teir báðir flokkarnir ásanna, at uppskotið fær ikki meiriluta í Stórtinginum, men teir vænta, at summir tinglimir hjá Arbeiðaraflokkinum fara at atkvøða fyri tí, tí í tí flokkinum er heldur ikki semja um EBS-sam- starvið. Blair í andróðri Eins og George W. Bush, forseti, hevur Tony Blair, forsætisráðharri, notið gott av, at fyrrverandi einaræðisharrin í Irak, Saddam Hussein, er tikin. Í einari meiningakanning hjá blaðnum The Daily Telegraph sæst, at 38 prosent av bretsku veljarunum høvdu atkvøtt fyri Labour-flokkinum, var parla- mentsval nú. Tað er tvey prosent meiri enn í einari kanning í november. Men tað er ivasamt, hvussu stóran ugga Blair sær í hesum, tí kanningin vísir sam- stundis, at tann konservativi andstøðuflokkurin fær framvegis størri undirtøku enn stjórnarflokkurin. Kanningin gevur teimum konservativu 39 prosent, eitt prosent minni enn í november. Misnøgdin við kríggið í Irak og eitt uppskot hjá stjórnini um at krevja eitt avgjald frá teimum lesandi á lærdu háskúlunum hava kostað Labour og Blair nógvar atkvøður í hesum árinum. Vandamikið skip Norskir myndugleikar og umhvørvisverndarfelags- skapir eru ikki fegnir um tíðindi úr Murmansk, um at menn har eru í ferð við at ferma 130.000 tons av olju umborð á tangaskipið "Trader", sum síðani skal sigla fram við norðurnorsku strondini út í Atlantshavið. Sambært norska útvarpinum hevur skipið einkultan skrokk, og tað verður ikki hildið at samsvara við tað, sum russisku myndugleikarnir hava sagt. Boðini haðani eru, at norðmenn hava einki at óttast, tí skipini, sum ferma olju í Murmansk, eru trygg. Men eitt tangaskip við einkultum skrokki kann ikki sigast at vera eitt trygt skip á vetrardegi í Barentshavinum, siga norðmenn. Umhvørvisverndarfelagsskapir í Noregi leggja myndugleikarnar undir at hava mist tamarhaldið á russiska oljuflutninginum. Teir vísa á, at "Trader" hevur tríggjar ferðir so nógva olju sum "Exon Valdez", sum fór á land í Alaska og elvdi til eina ovur- stóra náttúruvanlukku har. Norsku tilbúgvingarmynd- ugleikarnir hava eisini viðgingið, at teir hava ikki ta neyðugu útgerðina, skuldi ein vanlukka hent. Schwarzenegger í trupulleikum Fíggjarliga støðan í amerikanska statinum Kalifornia er so ring, at hóskvøldið varð staturin lýstur í búskaparliga undantaksstøðu. Tað eru annars bara nakrir fáir dagar, síðani tingið í statinum samtykti eitt spariuppskot hjá Arnold Schwarzenegger, guvernøri. Men nógvir borgar- stjórar í Kalifornia hava síðani mótmælt uppskotin- um, tí tað fer millum annað at skerja útreiðslurnar til løgregluna og sløkkiliðini, siga teir. Svarið frá guvernørinum kom hóskvøldið, tá hann lýsti statin í búskaparliga undantaksstøðu, tí á tann hátt kann hann taka avgerðir uttan at spyrja tingið. Á einum tíðindafundi hóskvøldið segði guvernør- urin, at hann fer at geva býunum 900 milliónir krónur afturat til løgregluna og sløkkiliðini, men hann segði einki um, hvaðani hann fer at taka pengarnar. Kali- fornia er í ovurstórum trupulleikum. Roknað verður við, at staturin hevur einar 180 milliardir krónur í halli í ár. Gary Ridgway fekk 48 ferðir lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava myrt 48 kvinnur. DRÁPSMAÐUR Árni Joensen fartekst@mail.dk At hann ikki varð dømdur til deyða kemst av, at hann játtaði at vísa løgregluni, hvar hann hevði myrt kvinnurnar, og hvar hann hevði jarðað tær. Gary Ridgeway, sum í sínum dagliga yrki málaði lastbilar, viðgekk undir avhoyringum, at hann hevði beint fyri 48 ungum kvinn- um, og hann verður hildin at vera tann ringasti hóp- drápsmaðurin í ameri- kanskari rættarsøgu. Tær flestu kvinnurnar myrdi hann nærhendis ánni Green River við býin Seattle, og alment verður hann tí umrøddur sum Green Riover-drápsmaður- in. Áðrenn hann kunngjørdi úrskurðin, bað dómarin Gary Ridgeway venda sær ímóti áhoyrarunum í rættar- salinum, tí tey flestu vóru avvarðandi hjá kvinnum, sum hann hevði beint fyri. Ariel Sharon hóttir nú við at skilja ísraelsmenn og palestinar sundur einaferð med alla. Ætlanin møtir mót- støðu í sjálvum Ísrael og í USA MIÐEYSTUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Ísraelski forsætisráðharrin ætlar sær eftir øllum at døma ikki at samráðast við palestinska forsætisráð- harran, Ahmed Korei, og hann hevur eftir øllum at døma eisini slept friðarætl- anini, saum ST, ES, USA og Russland hava gjørt. Í hvussu er hevur Ariel Sharon nú lovað ísraels- monnum, at halda palestin- ararnir ikki treytirnar í hesi somu friðarætlanini, fer Ís- rael at slíta alt samband og alt samskifti við palestinar- arnar. Tað segði hann hós- kvøldið. Tann sonevndi trygdarmúrurin verður gjørdur liðugur, og ísraelski herurin skal halda palestin- um uttanfyri. Um tær jød- isku niðursetubygdirnar í teimum palestinsku økjun- um segði Sharon, at nakrar teirra verða tiknar niður og fluttar inn um markið. Hesin seinasti parturin av ætlanini hjá Sharon hevur fingið harða mótstøðu í Ísrael. Politikarar á høgra- vonginum eru í øðini, og nakrir ráðharrar, teirra millum uttanríkisráðharrin Silvan Shalom og fíggjar- málaráðharrin Benyamin Netanyahu hava mótmælt alment. Hugskotið hjá Sharon fellur heldur ikki í góða jørð í USA. Stjórnin í Washington ávaraði longu hóskvøldið Ísrael ímóti at taka nakað einvegis stig og mælti Sharon til at tosa við palestinska forsætisráð- harran um, hvussu farast skal fram. Sjálvur sigur Ahmed Korei, at vil Sharon sam- ráðast, kann friður fáast í lag skjótari, enn fólk munnu ímynda sær. Ísrael ætlar sjálvt at seta markið Hann myrdi 48 kvinnur Ariel Sharon hóttir nú við at skilja ísraelsmenn og palestinar sundur einaferð med alla Mynd: Reuters Gary Ridgeway myrdi 48 kvinnur og fekk 48 ferðir lívlangt fongsul Mynd: Reuters C M Y K 19 18