fríggjadagur 2. oktober 1998síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 186 — 2. OKTOBER 1998
2
tíðindablaðið 401 1111 21
————————————————wi—wii—ie—wIÞeeeeweewwweeweaaeeaeaeaeaaeeaeeeeee ER
Myndir: Álvur Haraldsen
I hesum døgum er mótavika í SMS, har tann
nýggi vetrarmótin verður vístur fram. Vit
vórðu við myndatólinum til báðar sýningarnar
mikudagin, har Deres og Klivin vístu hvørji
klæðir verða >in< í vetur
Okkum nýtist ikki, at ganga
køld í vetur, um vit ætla at
fylgja mótanum
Tað sást týðuligt í móta-
sýningunum mikudagin, at
tað er moderna at ganga í
fleiri klæðum uttan á hvert
annað. Um tú td. keypur
tær ein kjóla er tað »smart«
at hava langar buksur inn-
anfyri kjólan, og uttaná
blusuna fáast ymiskir topp-
ar, sum prýða um
Fey seinastu árini hevur
brúnt verið tann dominer-
andi vetrarliturin. Ur Kliv-
anum verður sagt, at í ár er
tað tann grái liturin, ið verð-
ur nógv frammi. Sum kon-
trast til tað gráa eru serstak-
liga litirnir pink og blomma,
ið verða settir saman við
teimum gráu litunum.
Tað sum nógvar kvinnur
kunnu frødast um er, at
teimum ikki nýtist at verða
so klænar fyri at fylgja vetr
armótanum. Klivin vísti t.d
fleiri stórar troyggjur fram,
sum bæði kløn og minni
kløn konufólk kunnu brúka
Klæðini, sum Deres sýndi
fram vóru m.a. sermerkt av
hip-hop stíli. T.d. vísti Der
es joggingklædir av merk
inum Everlast í bláum og
svørtum litum. Hetta eru
serliga klæðir til tað unga
ættarliðið og tey eru ikki
bangin fyri at royna nakað
nýtt. Fóroyskur ungdómur
fylgir sera væl við hvat
hendur innan mótaverðina
Ein grund kann kanska
verða, at tað er so lætt at
fáa upplýsingar um hvat
hendur gjøgnum sjónvarps
rásurnar, blød og ikki minst
internetið.