fríggjadagur 2. oktober 1998síða 21
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
3
Nr. 186 — 2. OKTOBER 1998
tíðindablaðið
23
KÍF tekur liðið úr 1. deild
Hondbóltur: Kollfirðingar taka avleiðingarnar av, at
mannfallið síðani kappingina í fjór hevur verið ov nógv
til, at teir fáa mannað lið
EMiL L. JACOBSEN
Tað er ein vika, til hond-
bóltslandskappingin byrjar,
men í løtuni bendir nógv á,
at kappingin hjá monnunum
verður »oydiløgd«, longu
áðrenn hon er farin í gongd
Sjey lið skulu vera við í
kappingiai í ár, og ætlanin
er, at næsta ár skulu tey vera
átta. Men sum tað sær út í
løtuni, verða tað kortini ikki
meira enn seks lid í kapp
ingini hjá monnum. KIF úr
Kollafirði fær helst ikki
mannað liðið og noyðist tí
at taka seg úr kappingini.
— Stødan er somikið ring,
at vit ikki síggja nakran
veruligan møguleika fyri at
kunna manna liðið, sigur
Kári Arting, sum er formað-
ur í KIF.
— Vit hava havt trupult við
at fáa nakran venjara, og
fleiri av spælarunum, sum
vóru við í fjør, eru falnir frá
í ár, sigur formaðurin.
Hann sigur, at við at taka
seg úr kappingini flytir KIF
niður í 3. deild, og tað held-
ur hann vera spell, tí teir
spælararnir, sum eru, eru
betri enn til tað.
— Tað nyttar bara einki, tá
vit hava so fáar spælarar, at
Artur heldur fra
vit kanska fáa mannað liðið
til eini tveir dystir og so ikki
kunnu mannað tað seinni
Tað skal bert ein skaði til,
so verður galið, sigur Kári
Arting
Trupult at lokka
spælarar til
Petur Martin Johannesen et
formaður í hondbóltsdeild
ini hjá KIF — sum umframt
hondbólt eisini hevur kapp-
róður, flogbólt og dart á
skránni — og hann harmast
eisini um, at hondbóltsliðið
allarhelst noyðist at taka seg
úr kappingini.
— Tað er óluksáliga spell,
sigur hann
— Satt at siga havi eg ikki
tosað við nevndina seinastu
dagarnar, so eg veit ikki
rættiliga, hvussu landið
liggur júst nú, men um tað
verður til tað, at vit noyðast
at taka okkum úr kapping-
ini, verður tað eitt stórt aft-
urstig fyri felagið.
Eins og Kári Arting vísir
Petur Martin Johannesen á
tað óhepna í, at felagið ikki
hevur sína egnu itr6ttarhøll.
— Vit hava brúkt høllina á
Skála til venjing og til dystir
og hava seinastu árini eisini
vant í høllini í Vestmanna.
Fleiri umboð fyri onnur feløg hava
síðstu vikurnar verið og hugt at
nýggja liðnum í næstbestu deildini
Nú er tað ein mánaði síðani,
at Skála flutti uppaftur úr 3.
og í 2. deild, har teir ikki
hava verið síðani 1993. Teir
fingu steyp og gullkrónur í
Gundadali leygardagin, og
so er stóri spurningurin,
hvussu teir fara at standa seg
í 2. deild komandi ár.
Svarið á henda spurning-
in er í hvussu so er treytað
av tveimum viðurskiftum.
Annað er, hvgrjir fara at
spæla við, og hitt er, hver
verður venjari.
Tað er greitt, at Artur Jo-
hansen á Strondum, sum
hevur havt ábyrgdina í ár,
eisini komandi ár verður
venjari, og venjarin roknar
við, at teir, sum hava verið
við til at vunnið 3. deild,
eisini fara at spæla komandi
ár.
— Men í hesum tíðum
kennir tú teg ongantíð trygg-
an. Síðani summarsteðgin er
tað ikki so sjáldan komið
fyri, at onkur ella onkrir
venjarar ella onnur umboð
fyri liðini í 1. deild hava
verið og hugt at, tá vit hava
spælt, og so ber til at ímynda
sær, hví teir gera tað, stað-
festir Artur Johansen.
Sjálvur er hann av álvara
farin undir fyrireikingarnar
til hondbóltsárið, sum stend-
ur fyri framman, og umleið
ein helvt av teimum, sum
hava verið á liðnum hjá
Skála í 3. deild, spæla nú
við StÍF.
Møguleikin er har
Tå vit spyrja Artur Johansen
um, hvussu hann heldur
møguleikarnar vera hjá
Skála at standa seg í 2. deild,
er hann ikki so svartskygd-
ur:
— Tað átti at borið væl til
hjá liðnum at hildið seg om-
anfyri niðurflytingar strik-
una, men so skulu vit gera
meiri við tað, enn vit hava
gjørt í år. Vit hava vant
tríggjar ferðir um vikuna,
men vit hava ikki gjørt so
nógv við fysiska venjing.
Tað mugu vit gera meiri við
komandi ár.
Tú heldur, at fólkið er nóg
gott?
— Evnini eru nóg góð, tað
ivist eg onga løtu í. Spælar-
Tað sigur seg sjálvt, at nógv
tíð fer við koyring til og frá,
og tað er ikki nakað, sum í
hesum døgum lokkar spæl
arar til, sigur hann
Petur Martin sigur, at
spælararnir, sum eru nú, eru
teir somu sum spældu á
fyrstaliðnum fyri 15 árum
síðani, tå KIF flutti upp í I
deild, og tað er óheppið
Fyri tíggju árum síðani
bar tað til at fáa spælarar
aðrastaðni frá, men tað er
ikki so lætt longur, sigur
hann.
Venjarin hvarv
Sum nevnt er ein vika, til
landskappingin byrjar, og
enn hevur tað ikki eydnast
KIF at fáa nakran venjara
— Tað hava verið nógvir
trupulleikar av venjara-
spurninginum. Vit fóru
longu í vár undir at útvega
venjara til komandi kapp-
ingarár, men tað hevur ging-
ið sera striltið. Fyri eitt so
„Meðan lid sum H71 og
StIF fyrireika seg til
hondbóltskappingina,
noyðist KIF helst at taka
sítt lið úr kappingini
lítið felag sum okkara er tað
ikki nóg mikið, at maðurin
er venjari. Hann má vera
spælari eisini, tí sum nú er,
er eingin breidd á liðnum,
og tað gevur avmarkingar
beinanvegin, sigur Petur
Martin Johannesen
Hann sigur, at felagið fyrr
í ár hevði samband við ein
ungarskan venjara, men
knappliga bleiv tað Ogjør-
ligt at fáa fatur á honum, og
eingin visti, hvat var blivið
av honum
KIF noyðist ti ivaleyst at
taka seg ur kappingini, og
ivasamt er, hvat so hendir
Liðið noyðist helst niður í
3. deild, og formaðurin Kári
Arting ásannar, at tað so aft
ur kann føra við sær, at teir
spælararnir, sum eru eftir
eisini rýma til onnur feløg
Bæði Kári Arting og Petur
Martin Johannesen halda t«
at tað ikki sær heilt svart
út hjá KIF. Tað eru fleir
evnaríkir spælarar á liðnun
hjá dreingjum 16 ár
dreingjum 14 ár, og so ræð
ur um hjá kollfirðingun
halda hesum ungu n
um til, s ik
deildin eisini kant
v lemum un
22
Skálamenn vunnu 3. deild í stórum stíli í ár. Myndin er tikin aftan á seinasta landskappingardystin, sum
Skála vann 4-1 á HB
arnir eru ungir — miðalald
urin er niðanfyri 20 ár — og
tískil eiga teir at styrkna og
mennast ikki so lítið í eitt
ár. Hondbóltsárið verður
ikki liðugt fyrrenn um mån-
aðarskifuð mars og apríl, og
tað vil siga, at tað verður
strevið, tí tað fer ongantíð
at slítna sundur, men so
leingi sum dreingirnir eru
ungir og leysir, so eigur tað
at bera til, heldur Artur Jo-
hansen, venjarin hjá Skála
jh
Mynd: Alvur Haraldsen
www.sosialurin.fo