leygardagur 3. oktober 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr,
187
kapping millum Liverpool
og Manchester United, og
tad merkti Jåkup eisini.
- Eg var tann einasti, sum
helt vid Manchester United,
og tað fekk eg nógv at hoyra
fyri. Ikki alt varð sagt í
skemti, og okkurt av tí var
heilt langt úti, sigur hann.
Vellurin slættur
sum graslíki
Dagin eftir, hósdagin, var
venjing um morgunin, men
hesa venjingina brúktu Ják-
up og ein annar á ungdóms-
liðnum, sum eisini hevði
verið við móti Blackburn
dagin fyri, til at »jogga av<.
Seinni vóru teir og hugdu
eftir nýggja fótbóltsakade-
minum hjá Liverpool og
vitjaðu eisini á Anfield
Road, sum er heimavøllurin
hjá 1. liðnum.
— Anfield var imponer-
andi. Vøllurin var sum gras-
líki, og tað kann ikki vera
lætt hjá øðrum liðum at
koma har at spæla, sigur
Jákup.
Meiningin var, at Jákup
henda dagin skuldi venja
saman við 1. liðshópinum,
men teir høvdu frí henda
dagin, so tað bleiv av ong-
um.
Men Jákup fekk kortini
høvi at heilsa upp á fleiri
av spælarunum, millum
annað Michael Owen og
Paul Ince
— Paul Ince hevði júst
keypt ein hest, og hesin
skuldi vera vid i kapprid-
ingini henda dagin. Tad tos-
aðu teir nógv um, og hest-
urin hjá Ince vann eisini.
Púra vanlig menniskju
Men hvussu eru hesar stóru
stjórnurnar, sum tú sært í
sjonvarpinum, so sum
menniskju.
— Teir eru púra vanligir. I
fjølmidlunum kunnu teir
tykjast eitt sindur fråstoyt-
andi onkuntid, men tad er
eisini væl skiljandi, ti tad
er sjáldan, teir fáa frið. Tað
stóð eisini ein rúgva av
børnum uttan fyri venjing-
arvgllin og bíðaðu eftir at
— 3. OKTOBER 1998
fáa autografar. Men annars
eru teir sera fryntligir, sigur
Jákup og tekur eitt stuttligt
dómi fram, sum eisini må
sigast at vera ein ålitisvåttan
til unga B36-aran.
Ein mynd skuldi takast av
Jåkupi og David James,
sum eftir øllum at døma er
ein ikki sørt skemtingar-
samur madur. Tå myndin
skuldi takast, segði James:
Tað man ikki vera neyð-
ugt at skunda sær at taka
hasa myndina, tí tú kemur
nokk aftur nokkso skjótt...
Aftur til Liverpool
Og nú vísir tað seg, at David
James hevði grein í sínum
máli. Tað seinasta nýggja í
enska ævintýrinum hjá Ják-
upi á Borg er, at Liverpool
hevur biðið hann um at
koma niður aftur í tríggjar,
fýra vikur afturat — við løn.
Ætlanin er, at hann skal
avstað 19. oktober, nakrar
dagar aftan á landsdystin
móti Skotlandi, sum Jákup
er úttikin til. B36 lænir Liv-
erpool spæliloyvið hjá Ják-
upi, sum skal spæla við
eykaliðnum og ungdóms-
liðnum. So er bert fyrsta lið-
ið eftir, og við gllum við-
rákinum, Jákup á Borg hev-
ur havt í ár, kann alt henda
Hetta er ótrúligt. Liver-
pool er heilt greitt eitt meira
professionelt felag enn t.d
Watford, sum eg var og vitj-
aði í vár. Sum 18 ára gamal
føroyingur skal eg ikki
koma og krevja so nógv,
men tað loysir seg ikki bara
at leypa avstað.
Jákup vil her nýta høvi at
takka øllum føroysku fyri-
tøkunum, sum hava hjålpt
honum at koma so langt,
sum hann nå er komin.
Tryggingarfelagið Føroyar
gevur honum eina ítróttar-
og ferðatrygging, so hann
er tryggjaður, um nakað
skuldi hent. Atlantic Air-
ways stuðlar honum í ferð-
ingini, og 3'arin í SMS
stuðlar eisini fíggjarliga.
Hann vil eisini takka ar-
beiðsplássinum hjá sær,
Skipafelagnum Føroyar,
tidindabladi
— Anfield var imponerandi. Grasið var so slætt sum graslíki, sigur Jákup á Borg um ein av kendastu
fótbóltsvellum í heiminum
sum hevur verið sera
»large« móti honum, nú
hann hevur verið so nógv
burtur.
— Tað er heilt víst, at tað
er ikki bara at leypa avstað.
Tå eg var í Watford, var eg
ikki einsamallur, og tað
hjálpti ótruliga væl (Heðin
á Lakjuni var saman við
Jákupi á Borg og royndar-
vandi i Watford, bløm.). Eg
eri eisini eitt sindur ótrygg-
ur um at skula binda meg
til eitt felag fyri eini trý ár.
Men nú fáa vit so at síggja.
Hevur tú nøkur góð ráð
at geva teimum ungu fót-
bóltsspælarunum, sum
droyma um at gerast yrkis-
leikarar uttanlands?
— Nu eri eg kanska ov
ungur til at geva ngkur ráð,
men tað ræður um altíð at
trúgva upp á tað og ongan-
tíð halda, at tú ert nóg góð
ella góður. Halt fast við títt
og trúgv uppá, at tað ber til,
sigur Jákup á Borg at enda.
Jákup á Borg heldur bæði beinini á jørdini, hóast tað hevur gingið sera væl hjá
honum í ár, og hann nú er á veg aftur til Liverpool. — Tad er heilt víst, at tað ikki
bara er at leypa avstað. Sjálvur eri eg eisini eitt sindur ótryggur við at skula
binda meg til eitt felag fyri eini trý ár, sigur Jákup á Borg
Sammy Lee (h.m.) er venjari hjá eykaliðnum hjá Liverpool.
Jákup á Borg lýsir Sammy Lee sum ein sera blíðan og fryntligan mann