týsdagur 6. oktober 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
ítróttar
Nr. 188 — 6. OKTOBER 1998
Tað er sjáldan at uppflyt-
ararnir standa seg væl
'étbéltur: Burtursæð frá trimum
feløgum í Eysturoynni hava liðini,
sum hava roynt seg í 1. deild, havt ilt
við at fóta sær
Einki er at ivast í, at tosið
um, hvørvitt tað skulu vera
tiggju, átta ella seks lið í
bestu deildini fer at kveikj-
ast aftur, nú fótbóltslands-
kappingin 1998 er farin aft-
urum bak, og endastødan er
greið
Munurin millum topp og
botn hevur ofta verið stórur,
og hóast tað hevur verið
sera soltið hjá TB, so var
endaliga úrslitið eitt stig
betri, enn tað var hjá B7I í
fjør, NSI í 1995 og VB í
1993. Tá NSI fór niður í
1992 hevdu teir bara seks
stig, og EB/Streymur hevði
sjey í 1994 Hægsta
stigatalið í mong ár hjá
beinleiðis niðurflytaranum
var í 1996, tá TB flutti niður
við trettan stigum, ið var
sama stigatalið, sum FS
Vágar hevði
Men hóast stigatalið hjá
teimum lakastu í ár ikki
hevur verið so nógv gðrvísi,
enn tað hevur verið undan-
farin år, so hava summi úr-
slit í ár boðað frá stórum
muni á botni og toppi, og
harvið hava tey birt upp-
undir kjakið um at tað er ov
stórur ójavni og harvið ov
líu! kapping um stigini
Nú vóru úrslitini leygar-
dagin heilt undarlig. Í sær
sjálvum var tað merkisvert,
at tey fýra liðini, sum end-
aðu á teimum ovastu pláss-
unum, spældu móti teimum
fýra liðunum, sum endaðu
niðast. Tað fellur eisini í
eyguni, at málmunurin var
so stórur, men úrslitin! nýt-
ast ikki at vera grundarlag
undir einfaldari niðurstøðu,
sum sigur, at so stórur er
munurin. Hann er stórur,
men leygaragin var hann
eyka stórur, tí tað tóktist,
sum um gll tey niðast
staddu høvdu sligið seg til
tols við sína stødu, og heilt
frá fyrsta bríksli var tað týð-
uligt, at eingin teirra rokn-
aði við, at nakað av liðun-
um, sum tey kappaðust við,
fór at fáa nakað burturúr, og
væl var roknað
Men kjakið um broyting-
ar fer at taka seg uppaftur,
og so fara vit at hoyra tey
gomlu og kendu sjónarmið-
ini aftur um, hví tað er so
týdningarmikið at varðveita
tíggjutalið, og hví tað er so
neyðugt at lækka talið til
átta ella seks. Hinar ferð-
irnar, tá spurningurin hevur
verið frammi, hevur ikki
verið so nógv at hoyra um
leiklutin hjá pengunum.
Møguleiki er fyri tí hesa
ferð, nú tað verður tosað
meiri opið um eyðsýnda
leiklutin, sum pengarnir
hava
Vit skulu ikki gera so
nógv við at viga fyri og í-
móti at lækka talið og
hvussu nógv tað skal lækk-
ast, ella um tað skal haldast
fast við tíggjutalið, men her
skal bara verða litið aftur á
gongdina tey síðstu síðani
fyrst í seksti árunum
ÍF gekk undan
Seinastu tjúgu árini hevur
verið víðkað um deildina
Fram til í sjeyti árunum stóð
tað øllum, sum hildu seg
hava møguleika fyri tí, frítt
at royna seg í 1. deild. Tá
vóru tað onkuntíð bara fýra
lið við í fremstu rød — KI,
B36, HB og TB — men oft-
ast vóru tað hesi og so eis-
ini vágbingar.
Tey fyrstu árini, eftir at
unglingadeildin var komin
í lag í 1967, vann HB tey
flestu FM heitini í hesari
deildini, og teir vóru eisini
ofta bestir í steypakapping-
ini. Men í 1970 eydnaðist
tað fuglfirðingum at vinna,
og tá talan var um einar
tveir árgangir við fleiri
spælarum, ið kundu standa
seg í bestu deildini, so ditt-
aðu teir í ÍF sær árið eftir —
við núverandi landsstýris-
manninum í undirvisingar—
og mentamálum sum einum
av teimum elstu — at melda
til kappingina í 1. deild. Ikki
tí teir roknaðu við at vinna,
men tí at teir mettu avbjóð-
ingina verða størri og harvið
krøvini til venjing og aðrar
fyrireikingar stórri, enn tey
høvdu verið, um teir bara
høvdu verið nøgdir við at
spæla í 2. deild.
Tey fyrstu árini løgdu
fuglfirðingar fleiri ferðir
rygg til veldug tap — onk-
untid taptu teir við tólv mál-
um móti HB, og KÍ smurdi
teir eisini av onkuntíð —
men tað gekk rætta vegin,
og í 1979 stóð IF við fyrsta
FM heitinum, eftir at Fót-
bóltssamband Føroya var
vorðið veruleiki. Tað høvdu
teir, sum síðst í seksti árun-
um boðaðu frå luttøku í
fremstu deildini, nevyan í-
myndað sær skuldi gerast
veruleiki so skjótt
Soltið hjá Fram
Hjá onkrum ødrum felagi
gekk ikki so væl. I 1976
avgjørdi fótbóltsdeildin hjá
ÍSF — hetta var framman-
undan at FSF varð stovnað
í 1979 — at áseta talið á lið-
um í bestu deildini til átta.
Broytingin hevði við sær, at
nýggja felagið í høvuds-
staðnum, Fram, fekk pláss
í næstbestu deildini, og í
1977 vóru teir í 1. deild.
Fram flutti skjótt niður
aftur, og hevur ongantíð aft-
ur verið í bestu deildini. Vit
hava onkuntíð sagt, at tað
bara er ein spurningur um
tíð, nær eitt felag í høvuds-
staðnum afturat fer at vinna
sær pláss í bestu deildini,
og tað kann gott vera, at
hetta er ikki so ógvuliga
langt burtur, sjálvt um
hvorki AB ella Fram hevur
megnað at spæla seg í 3.
deild.
Burtursæð frá trimum
Eysturoyar feløgum, ið eru
komin í 1. deild aftaná áset-
ingina av liðum í 1. deild til
átta, so hava øll hini, ið hava
roynt seg í 1. deild, flutt
fleiri ferðir ímillum 1. og 2.
deild.
Undantøkini hava verið
NSI, sum — hóast teir vóru
ódrúgvir fram móti kapp-
ingarenda — tykist hava
vunnið sær pláss um miðj-
una, heldur enn at stríðast
fyri at sleppa undan niður-
flyting, og GÍ og B68, sum
hava hildið sær í 1. deild
síðani ávikavíst 1980 og
1981.
Feløgini, ið ikki hava
megnað at hildið tørn, hava
verið B71, sum kortini hev-
ur verið tað mest støðuga
liðið av teimum, ið vit
nevna her, MB og SIF, FS
Vágar, EB/Streymur, LÍF
og Sumba. Okkurt av hes-
um feløgunum er ikki kom-
ið í 1. deild, fyrrenn eftir at
talið á liðum í bestu deildini
í 1987 varð hækkað til
tíggju.
Lidini eru flutt fleiri ferðir
ímillum, tí tey hava havt
trupulleikar við manningini.
Men tað hevði verið heilt
við síðuna av at sagt, at tíð-
arbilini, sum hesi hava
roynt seg í 1. deild, hava
verið ul onga nyttu.
Eitt er, at áhugin fyri fót-
bólti í nevndu støðunum
hevur verið sera stórur, tá
tey hava verið fremri enn
vanligt, og eitt annað er, at
fótbólturin í Føroyum í síni
heild hevur fingið ágóða av
spælarum, ið fyri fyrstu ferð
hava roynt seg í 1. deild, tá
barndómsfelagið flutti upp.
ndu seg í smáum
Vit kunnu nevna fleiri spæl-
arar, sum í ár hava verið við
til at manna bestu liðini, og
sum so at siga hava fingið
sína fótbóltsuppaling í smá-
um feløgum. Onkrir teirra
høvdu ivaleyst megnad at
komið í fremstu rød alíka-
væl, men tað var meðan
Jens Erik Rasmussen og Jó-
hannes Joensen spældu í
MB, at tað varð staðfest, at
teir vóru góðir spælarar, og
hevði Bjarki Mohr ikki havt
royndir sum stuðulsspælari
í B71, so hevði hann neyvan
komið á 1. lið hjá FM vinn-
arunum.
Og vit kundu nevnt fleiri
aðrar spælarar, sum hava
verið igjøgnum tað sama.
T.d. Egil Zachariasen, IF,
Gert Langgaard, NSÍ, Hans
Fróða Hansen, LÍF og Bjar-
na Prior, B36. Tað finst
einki svar uppá, um hesir
høvdu verið tað, teir hava
verið fyri síni lið í ár, um
teir ikki høvdu fingið høvi
at spæla í 1. deild fyri
smærru feløgini, men neyv-
an høvdu teir allir komið í
1. deild.
Smá feløg
og góðir spælarar
Stóri spurningurin er so, um
smærru felggini framvegis
fara at koma við ungum
evnaríkum spælarum, sum
fyrst kunnu megna at lyfta
barndómsfelagið upp í 1.
deild, áðrenn størru feløgini
fara avstað við evnaríkastu
spælarunum.
Hetta er ein stórur spurn-
ingur, m.a. tí at fremstu fel-
øgini tykjast gerast alt
grammari at knýta talentini
at sær. Í síðstu viku segði
venjarin hjá Skála, at um-
boð fyri størru feløgini hava
ofta verid og hugt at teirra
spælarum, og tað er ikki 6-
kent, at dreingir, sum ikki
hava rokkið teimum 16 ár-
unum, sum er lægsta markið
fyri at spæla í vaksnamann-
adeildunum, hava fingið
bjóðað pláss í dreingjaliði
hjá størri feløgunum.
Hvussu broytta stríðið um
bestu spælararnar fer at å-
virka ungu menninar og fel-
øgini, sum teir annars kun-
du havt høvi at mennast í,
fer framtidin at siga okkum.
jh
Nogvir møguleikar
og sjey mål i Sumba
Fótbóltur: Klaksvíkingar vóru deydligir fyrra umfarið, men so vaknaðu teir,
og enn eina ferð gekk Kurt Mørkøre undan
Setningurin hjá klaksvík-
ingum í Sumba var at vinna
tey trý stigini og harvið
vinna silvurkrónurnar, og
tað eydnaðist. Men tað var
eisini ein onnur dagsskrá,
sjálvt um hon var eitt sindur
fjald. Seinna dagsskráin var
at fáa Kurt Mørkøre upp á
máltindin. Kurt var enn eina
ferð í hopla, hann skoraði
trý mál, hann rakti tríggjar
ferðir í stólparnar og tvør-
træið, og hann var við í upp-
legginum til hini, men mun-
urin upp til Jákup á Borg
var ov stórur
Heimalidid var við
Veðrið var fin: í Sumba,
Sólin skein, og tað var ikki
so lítið av einum trupulleika
fyri málverjan, sum vendi
oman móti stjónum. Sólar-
ljósið endurspeglaðist í
Atlantshavinum, so tað var
ikki altíð so lætt at fylgja
við í tí, sum gekk fyri seg
inni á vellinum.
Sumbingar vóru væl við
í fyrra umfarinum. KÍ hevði
bóltin meiri, men tað tóktist
sum um teir høvdu ilt við at
seta seg upp, og tað gekk út
yvir ferðina og harvið
megnaðu teir illa at slíta seg
leysar av miðvísu verju-
monnunum.
Setningurin hjá Marloni
Kjærbo var at halda Kurt
Mørkøre frá opnum møgu-
leikum, og tað eydnaðist
væl í 1. hálvleiki
Hóast eingi mál komu, so
vóru møguleikar báðar veg-
ir. Birgir Jørgensen hevði
tríggjar møguleikar, og
sumbingar raktu í tvørtræid
aftanfyri Gunnar á Steig,
bólturin støkk nioður í vøll-
in, og onkrir av heimaá-
skoðarunum vildu hava
dómaran at dóma mál, men
sjønvarpsupptøkurnar vístu,
at bólturin var ikki innan-
fyri.
ferð
Stødutalvan sigur, at klaks-
víkingar eiga eitt betri fót-
bótlslið, enn teir eiga í Sum-
ba, og eftir at Jóannes Jak-
obsen í steðginum hevði
givið sínum monnum ein
orduligan vals, vóru teir
sum hamskiftir, og so sást
munurin.
Klaksvíkingarnir fluttu
seg meiri fyri hvørjum ødr-
um, teir lótu bóltin gera ar-
beiðið, og teir fingu ferð í
vongspælið, sum hevur bor-
ið so nógv mál og stig við
sær síðani summarsteðgin.
Teir fingu skjótt hol á.
Uppspælið byrjaði hjá
Gunnari á Steig, og tað end-
aði við, at Rógvi Jacobsen
dró seg leysan í høgra borði,
snaraði út frá aftur og lyfti í
brotsteigin, har Kurt Mørk-
øre var hægstur á stútaði.
Kurt var eisini meistari
fyri næsta málinum. Hann
fekk tak á mitt fyri, snaraði
sær á og smekkaði til, og
eykamålverjin, Anfinn
Thomsen, sum loysti skadd-
a Rúna Lisberg av, hevdi
ikki møguleika at bjarga.
Og Kurt Mørkøre átti eis-
ini sin lut í triðja málinum
Hann smekkaði til, málverj-
in hálvbjargaði, og bólturin
stakk til Rógva Jacobsen,
sum hesa ferð mannaði á-
lopsplássið saman við Kurt
Mørkøre, og Rógvi setti
innaru síðuna á.
Hóast yvirvågina tl
klaksvíkingar, so fóru teir á
heimaliðnum ongantíð nið-
ur við nakkanum. Birgir
Jørgensen tóktist betri upp-
lagdur hesa ferð, enn hann
ofta hevur verið í ár. Hann
hevur verið plágaður av
skaðum, venjingarstødan
hevur ikki verið nakað at
-reypa av, og hann hevur
spælt lítið. Men hesa ferð
gekk væl, og umframt mál-
ið, sum hann skoraði til 1-
3, tá hann kom ímillum aft-
urlegging frá Heðini á Lakj-
uni, hevði hann fleiri aðrar
vandamiklar royndir.
Rógvi Jacobsen gkti til 4-
1, tá Kurt Mørkøre stútaði
innlegg úr vinstru uppá
tvørs aftur, og Eiríkur Jo-
ensen minkaði um munin til
2-4 eftir frisparkSinnlegg úr
høgru.
Sidsta málið hjá KÍ í år
skoraði Kurt Mørkøre, tå
hann gjørdist leysur mitt
fyri og smekkaði flatt í
kassan
Óli Holm handaði silvur-
krónurnar til KÍ. Tá teir
komu norður aftur vórðu
spælararnir bodnir til ábit í
felagshølunum, og har fing-
u teir at vita, at spurningurin
um venjara i 1999 er ikki
avgreiddur enn.
Sumbingar eiga tvey
týdningarmikil vikuskifti
eftir í fótbóltskappingini
1998. Tað er møguleiki fyri,
at teir fara at flyta niður,
men halda teir fast um góða
lagi frá leygardegnum, so
hava teir avgjørt møguleika
fyri at varðveita plássið.
jh
Sosialurin
- fimm
ferðir um
vikuna
www.sosialurin.fo