týsdagur 6. oktober 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 188 — 6. OKTOBER 1998
ítróttar
Fl
Jén Térdur Holm roynir at sleppa framvid Råna Justinussen å Tvøroyri leygardagin. GÍ tryggjaði sær
altjóða luttøku komandi ár, meðan TB noyðist niður í 2. deild
Alt gekk av
hundanum til hjá TB
Fótbóltur: Aldursforsetin sá gamal
og skirvisligur út, tá niðurflytingin
varð staðfest
EMiL L. JACOBSEN
At tann tíðin, tå TB var mill-
um bestu lidini f Føroyum,
er farin, varð endaliga stað-
fest á Sevmýri leygardagin,
tá GÍ uttan nakað serligt
hóvasták vann 5-1 á tvgrá-
monnum.
TB hevur alla kappingina
ligið niðast saman við Sum-
ba og ÍF, og tá Sumba fyri
tveimum vikum síðani fekk
eitt stig burtur úr heima-
dystinum móti VB, gjørdist
tað rættiliga greitt, at TB fór
at fáa sera trupult við at
sleppa av niðasta plássin-
um, sum ber beinleiðis nið-
urflyting til 2. deild við sær.
Ikki tí, í teimum seinastu
tveimum dystunum undan
tí móti GI vantaði lítið í hjá
TB at fáa stig. Fyrst taptu
teir 3-2 á Toftum, eftir at
teir høvdu verið á odda
langt inni í dystinum, og í
næstseinasta umfarinum
hildu teir 0-0 í Runavík
fram tilmiðjan seinna hálv-
leik, tá NSI fekk einasta
málið í tí dystinum.
Hetta var ikki árið hjá TB,
og avrikið móti GÍ leygar-
dagin heyði heldur ikki 1.
deildarstødi yvir sær. Tað
skal sigast, at á TB-liðnum
vantaðu fýra av teimum,
sum hava havt fast pláss á
liðnum — Óli Johannesen,
Pól F. Joensen, Dan Mort-
ensen og Jan Albinus sótu
allir uttanfyri vid leikbanni.
Royndin at fáa Eyðun >Gul-
lok< Svalbard aftur frá
Royn miseydnaðist eisini,
men spurningurin er, um
Gullok hevði gjørt tann
stóra munin leygardagin.
Spældu fyri
avnleikinum
Jtgangsstødid hjá TB var
varligt. Teir vóru eitt stig
aftanfyri Sumba, sum á
heimavølli spældi móti KÍ.
Tvøråmenn roknaðu ikki
vid, at sumbingar f6ru at fåa
nakað stig har, og teir kundu
tí klára seg við javnleiki, tí
teir høvdu betri málmun
enn oyggjafelagarnar sunn-
anfyri. Tí løgdu teir størsta
dentin á verjupartin og sats-
aðu upp á kontramgguleik-
arnar. 0-0 hevði eisini verið
nøktandi hjá TB.
Men allar hesar ætlanir-
nar oyðilegði Søren Skov
Jørgensen longu tå 40 sek-
und vóru farin av dystinum.
GI fekk hornaspark, sum
danin, ið at byrja vid kom
til GI sum áleypari, men
sum seinni varð fluttur aftur
á miðjuna, og sum á Tvør-
oyri spældi í verjuni, setti í
netið. |]
1-0 til GI, og TB kundi
nu gloyma alt um defensiva
spælid. Men tad gekk illa,
og heimaliðið hevði i roynd
og veru bert ein kjans allan
fyrra hálvleik, tá Bogi Jo-
hannesen, sum var komin
upp úr Danmark til dystin,
úr góðari stóðu sendi fram-
við málinum.
Gøtumenn áttu allan fyrra
hálvleik og fingu skjótt
spælið at koyra. Síðurnar
vórðu nógv brúktar, og tá
hálvur tími var farin,
spældu teir seg igjøgnum í
vinstru álopssíðu. Henning
Jarnskor heyði seinasta fót-
in á, eftir at hann hevði
lokkað Rolf til at blotta seg,
og so var 2-0.
Stutt áðrenn hálvleik økti
Rúni Justinussen til 3-0 eftir
eitt gott spælt kontraálop,
og so stóð skriftin á vegg-
inum. TB, sum ikki mátti
tapa, hevði 45 minuttir til
at fáa í minsta lagi trý mál,
men spælið í fyrra hálvleiki
vísti, at tað var Ogjørligt.
Seinni hálvleikur var eis-
ini júst settur í gongd, tá
Magni Jarnskor rann inn um
TB-verjuna og fekk fatur á
einum langur diagonalbólti
og økti til 4-0.
GI hevði framvegis
møguleika fyri at taka
fjórða plássið frá NSÍ og
sostatt sleppa við í intertoto-
kappingina komandi summ-
ar, og tað hevur eisini verið
einasta gularótin hjá gøtu-
monnum, síðani teir taptu í
Vági miðskeiðis í august
mánaði. Fyri at røkka hes-
um málinum skuldu teir
vinna á Tvgroyri, samstund-
is sum NSI tapti á Toftum,
og gýtumenn gjørdu sína
skyldu. Tað vóru eini tíggju
minuttir eftir, tá Súni Olsen
fekk fatur á einum innleggi
úr høgru síðu og skoraði til
5-0, áðrenn Sasha Rado-
savljevic fekk pyntað um
Mynd: Áki Bertholdsen
úrslitið fáar minuttir seinni.
Steðgurin
stuttur hesaferð
Men úrslitið var greitt, og
fyri TB merkti tað, at teir
næsta ár skulu spæla í 2.
deild. Tað hava teir gjørt
fyrr — í 1989 og í 1997, so
steðgurin í bestu deildini
gjørdist stuttur hesaferð.
Liðið hevur verið nógv
plágað av leikbannum í ár
— onkur segði, at teir høvdu
fingið tilsamans 57 gul kort
— tað er trý í miðal hvønn
dyst. Og so eru tey reyðu
kortini ikki tald við!
Harafturat hava teir held-
ur ikki havt hepnið við sær,
og tá verður tað sera tungt.
Um TB megnar at spæla seg
upp aftur í 1. deild beinan-
vegin, veldst um so nógv,
men at tað verður málið fyri
1999, er lítið at ivast í. Mill-
um glottarnar á Tvgroyri er,
at 4. deildarliðið vann sær
uppflyting til 3. deild, og
sostatt verður lopið upp til
fremsta liðið ikki so stórt
næsta år.
Fyri GÍ var leygardagin
sera væleydnaður. Sum áð-
ur nevnt spældu teir fyri
fjórða plássinum, og tá B68
í evstu løtu skoraði sigurs-
málið móti NSÍ á Toftum,
fóru gøtumenn framum NSÍ
á stødutalvuni. Tað merkir,
at GI fær pláss í intertoto-
kappingini komandi ár, og
harafturat eru teir fremsta
lið í Eysturoynni — og tað
hevur ikki so lítið at siga
hjá teimum.
15
alt ov latir
Fótbóltur: — Teir sum ikki sleppa á
|. deild beinanvegin, gevast í staðin
fyri at stríðast, sigur Pól F. Joensen,
liðskipari hjá TB
EMiL L. JACOBSEN
Ein av áskoðarunum á Sev-
mýri leygardagin var Pól F
Joensen. Hann hevur verið
liðskipari hjá TB í ár, men
til dystin móti GI noyddist
hann at standa uttanfyri, ti
hann var ein av fyra TB-
arum, sum vóru leikbann-
aðir til henda seinasta og
avgerandi dystin.
— Hatta var bert væntandi.
Soleiðis sum árið hevur
gingið, hevur ein havt
kensluna av, at tað fór at
enda soleiðis, sigur Pól F.
Joensen um niðurflytingina
hjá elsta fótbóltsfelagnum í
landinum.
Tvøroyri er eitt av fólka-
ríkastu plássum í landinum,
og tí kann tað tykjast løgid,
at býurin ikki megnar at
halda einum liði í 1. deild.
— Eftir mínum tykki er
fólkið á Tvgroyri ov dovið
til, at vit kunnu hava nakað
lið í 1. deild, sigur Pól F.
Joensen.
— Tá kappingin byrjaði,
høvdu vit 20-22 mans, sum
allir vóru førir fyri at standa
seg á besta liðnum. Men tá
so ellivu skulu takast út,
fella hinir skjótt frá. Tá teir
síggja, at teir ikki sleppa á
1. liðið beinanvegin, gevast
teir í staðin fyri at stríðast
fyri at vinna sær pláss á
liðnum, sigur TB-liðskipar-
in, sum leygardagin var
leikbannaður fyri fyrstu
ferð í ár.
— Teir, sum ikki sleppa
vid å 1. deild, gevast, men
tad er kanska eisini skilj-
andi, tá teir noyðast heilt
niður í 4. deild at spæla.
Mugu byrja
heilt av nýggjum
Pól F. Joensen ætlar sær ikki
at vera við á besta TB-liðn-
um næsta ár.
— Eg haldi nú, at tíðin er
komin til at byrja av nýggj-
um. Tað kann ikki vera rætt,
at vit >gomlu< skulu verða
grivnir fram aftur hvørt ein-
asta år, sigur Pól F. Joensen,
sum er 31 åra gamal. Hann
sigur, at hann ikki ætlar sær
at gevast við fótbóltinum,
men kanska fer at spæla á
næstbesta liðnum, sum júst
er flutt upp í 3. deild.
— Annars hava vit havt
nakrar ungar mans við í ár,
og vit hava eitt gott
dreingjalið. Tað fara helst
at ganga nøkur ár, áðrenn
hesir verða nóg búnir til
vaksnamannadeildina, og
kanska hevði tað verið best,
um TB nú verður nøkur ár í
2. deild, har tað er lættari at
byggja eitt nýtt lið upp, sig-
ur Pól F.
Samanlegging
gevur klandur
Í seinastuni hava fleiri rødd-
ir verið frammi um, at:tað
kanska hevði verið rætt at
gjørt eitt sterkt suðuroyarlið
í staðin fyri at hava fýra lið,
sum ikki kunnu gera seg
galdandi millum tey ovastu
liðini í landinum. Fyrstur at
føra hetta fram var TB-for-
maðurin Finn Thomsen,
sum í sjónvarpinum visti á,
at hetta kann gerast neyð-
ugt, og nú er VB-formað-
urin Petur Ludvig so eisini
komin til ta somu nidurstød-
una. Pól F. Joensen heldur
hinvegin lítið um hetta upp-
skotið:
— Eg kann siga við rími-
ligari vissu, at ein tílík sam-
anlegging fer ikki at henda
í okkara tíð. Tað er alt ov
nógv lokalpatriotisma í suð-
uroyingum til, at tað ber til
at leggja saman, heldur TB-
veteranurin.
— Vit sóu fyri ngkrum ár-
um síðani, at VB og Sumba
royndu hetta, men tað helt
bert í eitt ár, so kom klandur
í. Vit trúðu eisini, at sam-
starvid millum TB og Royn
var gott, men í fjør sóu vit,
at so er ikki. Eg ivist ikki i,
at um ein tílík samanlegging
verður veruleiki, verður
klandur beinanvegin, sigur
hann
Framtíðin er ógreið
Hvussu verður við TB, dug-
ir Pål F. Joensen ikki rætti-
liga at siga. Tað hevur ofta
gingið striltið hjá felagnum
at fingið venjara, og í ár
vóru teir heldur ikki heilt
nøgdir vid jugoslaviska
venjaran Zoran Pavlovic,
sum kom til felagið í fjør.
Zoran fór eisini av aftur
landinum fyri nøkrum vik-
um síðani, og Egill Stein-
tórsson, sum var við á liðn-
um í 1987, tá TB seinast
gjørdist føroyameistari, tók
sær av liðnum seinastu dyst-
irnar.
Hin jugoslavin, Alexand-
er Radosavljevic, eisini
kallaður Sasha, hevur hug
at verða verandi, men sum
skilst hevur okkurt 1. deild-
arlið spurt seg fyri hjá hon-
um til næsta ár, so ivasamt
er, hvar hann spælir í 1999.
— Tað er altid torført hjá
suðuroyarliðunum at fáa
spælarar úr gðrum pørtum
av landinum, og tí leita tey
sum oftast eisini út um land-
ið eftir styrki, sigur Pól F.
Joensen.
I ár hava øll tey fýra fót-
bóltsliðini í Suðuroynni
havt jugoslaviskar venjarar
umframt aðrar útlendskar
spælarar á liðnum.
— Men sum nú er, klárar
TB seg ikki uttan styrk utt
anífrá. Sum sagt hava vit
eitt gott dreingjalið, men tað
tekur nøkur år, áðrenn teir
eru klárir til 1. deildarfót-
bólt, sigur Pól F. Joensen,
sum nú altso sjálvur ætlar
sær at gevast á hægsta stigi