Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 ítróttar Føroyameistararnir endadu i storum stili ótbóltur: Hóast teir longu seinasta vikuskifti gjørdust føroyameistarar, so slakaðu HB-ararnir ikki í semasta leikumfarinum, tá ið IF var fyri lemjandi ósigri á heimavelli TErI! NIELSEN ALV''R HARALDSEN ngu áskoðararnir úr i leitað sær "'uglafjardar leyg høvdu neyvan iev Ílestu høvdu og fremst steyp ahandanina, og tad sum har ti hovrir huganum IF var undan dystinum i vanda fyri at glíða niður um sumbingar, so at ter noydd ust at spæla um at sleppa undan niðurflyting, men hetta sást ikki aftur á av- riíkinum hjá fuglfirðingun- um leygardagin HB byrjaði sum eitt ódnarveður Tað mundu verða fleiri á- skoðarar, sum ikki fingu tey fyrstu málini við. Tann eini bussurin úr Havn kom ikki, fyrr enn stødan var 2-0 til HB Hermalid hevði ilt við at fóta sær, og tå ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin, vóru førovameistararnir á 1 hjá HB va PSSpæi en v stor Aftast frá vinstru: Steinfinnur Mittelstein, stjóri í gloypibiti fyn IF, og tað var eim frægd at síggja høgru síðu hjá HB við Johannes Joensen og Allan Mørkøre, sum báðir spældu ein branddyst At IF hevði stórar trupul- leikar við at verja fyri í sín ari vinstru verjusíðu, legði venjarin hjá fuglfirðingum eisini skjótt til merkis, og hann valdi tí at gera eina útskifting, tá ið einans 24 minuttir vóru leikur av dyst mum. Høgni Hansen, sum spældi á vinstra vongverja, bleiv tíkin út, og Mortan Thomsen kom inn fyri hann. Mortan fór í álopið at spæla, og Egil Zachariassen bleiv fluttur úr álopinum og aftur á vongverjan at verja fyri Allani Mørkøre og Jo- hannes Joensen Taktiska broytingin hjå Piotr Krakowski bøtti eisini um spælid hjå fuglfirding- um, sum næstu letuna spældu seg til nakrar møgu- leikar, uttan at nakað tó spurdist burturúr. Í staðin var tað HB, sum stutt undan steðginum økti um leiðsl- una, so at hålvleiksstødan var 5-0 ul førovameistarar- nar Súni Fríði eksploder- aði eftir steðgin Tað var serliga ein leikari á vellinum, sum gjørdi vart við seg eftir steðgin, og tað var Súni Fríði Johannesen hjá HB. Hann gjørdi ikki færri enn fýra mál í seinna hálvleiki, soleiðis at hann endaði sum toppskjútti hjá HB við 18 málum, eitt meiri enn Allan Mørkøre. Okkurt av målunum var eisini gjørt í góðum samanspæli við Allan, sum seinastu 25 min- uttirnar av dystinum leikti sum beinleiðis framherji Tað skerdi eisini liðið hjá fuglfirðingum, at málverjin, Erling Joensen, noyddist av vellinum við skaða eftir ein tilvildarligan samanstoyt við Allan Mørkøre, hóast fleiri fuglfirðingar ikki vóru nøgdir við samanstoytin Eykaleikarin, Ken Bærent- sen, fór í málið fyri Erling, og hann skal ikki lastast fyri tey seinastu málini hjá HB, tí hann stóð seg bara væl Millum annað hevði hann beinanvegin eina frálíka fót- paradu frá Súna Fríða, sum var sloppin leysur inni í sjálvum brotsteiginum Annars kundi dómarin, Niklas á Líðarenda, havt reyða kortið á lofti einar tvær reisur í seinna hálv- leiki. Tað fyrru ferðina var tað Kaj Leo í HB-málinum, sum skuldi sæð reytt, tá ið hann brúkti neyðbremsuna fyri at steðga Aslakki Pet- ersen, sum var sloppin leys- ur í brotsteiginum hjá HB IF fekk brotsspark og mál, men Kaj Leo fekk einki kort, og tað mundu tey flestu helst gleðast um inn- ast inni, tá ið havt verður í huga, at dysturin helst var seinasti = landskappingar- dysturin hjá málverjanum, sum er skrásettur fyri 297 dystir fyri 1. lið hjá HB, sum eisini er met í felagn- um Seinna reyða kortið átti polski verjuleikarin hjá IF, Jacek, at fingið, tá ið hann, sum seinasti maður, brúkt hondina fyri at steðga ein- um HB-álopi. Hann fekk tó gult, tí at dómarin metti, at stóðan ikki var so vanda- mikil Latið ikki vónina doyggja At HB-áskoðararnir, sum vóru fleiri í tali enn fugl- firðingarnir, hugnaðu sær Oført, var einki at siga til Teir høvdu eisini hug til at arga heimaliðið eitt sindur, at IF tå 10 stødan var 5-0, og teir Nr. 188 — 6. OKTOBER 1998 Målini: 0-1: Johannes Joensen. Jens Erik Rasmussen skytur hornaspark úr høgru síðu, og Johannes Joensen stendur púra leysur við nærmastu stong og hevur lætt við at stúta bóltin í málið. 0-2: Allan Merkere. Ein skotroynd frå Súna Fríða Johannesen verður blokerað í verjuni hjá ÍF, og bólturin støkkur til Allan Mørkøre, sum staddur inni í S- metrinum potar bóttin í málið. 0-3: Jens Erik Rasmussen. Eftir at bæði Súni Fríði Johannesen og Magni á Lakjuni hava roynt seg, endar bólturin hjá Jens Eriki Rasmussen, sum úr 11 metra fjarstødu sendur bóltin í netið. 0-4: Hallur Danielsen. Eitt langt innkast frá Allani Mørkøre verður sníttað víðari av Johannes Joensen. Erling Joensen í málinum hjá IF boksar bóltin nakað burtur, men hann endar hjá Halli Danielsen, sum er avgjørdur og langar bóltin í málið. 0-5: Magni á Lakjuni. Eitt frálíkt einmansavrik frá Johannes Joensen endar við, at Magni á Lakjuni sleppur at dribla næstan heilt inn á målstrikuna og skora. 0-6: Súni Fridi Johannesen. Allan Mørkøre brýtur ígjógnum i hegra borði og sendur ein góðan bólt inn fyri til Súna Fríða, sum skallar bóltin í málið. 0-7: Súni Fríði Johannesen. Klumpspæl áraka brots- teigarmarkið hjá IF førir vid sær, at Súni Fríði sleppur inn um ein verjuleikara og málverjan hjá fuglfirðingum og trillar bólun í málið. 0-8: Allan Mørkøre. Klaksvíkingurin sleppur at reka inn í brotsteigin hjá ÍF, og 12 metrar frá málinum langar hann bóltin upp undir nettakið. 1-8: Aslakkur Petersen. Áslakkur Petersen gerst leysur við Kaj Leo í HB-málinum, sum tekur beinini undan honum. Aslakkur setur sjálvur brotssparkið try gt í netið. 1-9: Súni Fríði Johannesen. Runavíkingurin snýtir einar tríggjar verjuleikarar hjá ÍF, áðrenn hann sendir bóltin í netið, dygst úti við handaru stong. 1-10: Súni Fríði Johannesen. Málverjin hjá IF hálv- bjargar eitt frispark frá Allani Mørkøre, og so er Súni Fríði beinan vegin klárur og prikar bóltin í málið. kappingarárið við maner, og skal reiggj, um teir ætla sær at fóru at syngja sangin >Latið ikki vónina doyggja<. Sum heild kann sigast, at føroymeistararnir endaðu kappingarár. P/f Havnar Fótbóltur, lon Geolgau, venjari, Hans Fróði Hansen. Hans á Lag, Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Hallur Danielsen, Roi Arting, Johannes Joensen, Bjarki Mohr, Andrew av Fletum, Magni å Lakjuni og Sigurd Hansen, lidleidari Fremst frå vinstru: Albert Ellefsen, hjålparvenjari, Súni Fridi Johannesen, Ingi Rasmussen, Je Bårdur Johannesen og Skylv Hartvigsson, lidleidari ns Erik Rasmussen, Jan Dam, John Heri Dam, Kaj Leo Johannesen, Mynd: Alvur Haraldsen taka sær um fáa nakað burturúr komandi