Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 1998síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20 spældir leygardagin Emu L Jac )BSEN MYNDIR: JENS KR. VAN g 1 sonevnd havn- arkapping, har liðini í høv- uðsstaðnu luttaka Hjá xg Neistin Kyndil, og hjá monnum yrjaði longu anshåd hjá Hondbóltur: Bæði kvinnurnar og menninir hjá Kyndli vunnu Café Natúr Cup, tá seinastu dystirnir vórðu fingið eitt mál afturat. H71 vann lutakastið og skoraði sínum fyrsta álopið, og sostatt hoyvíkingar nendan dysun upp á Sudden Death< Leygardagin skuldi so finalan monnunum hjá spælast millum Kyndil og H71, umframt dysturin millum kvinnuliðini, sum jú bert eru tvey í tali í høvuds- staðnum, so í teirra kapping var bert tann eini dysturin Fyrst spældu kvinnurnar, 7 her var lítil ivi. Føroya- meistararnir úr Kyndli drógu frá móti endanum av fyrra hálvleiki, og í fyrru helvt av seinna hálvleiki vaks munurin. Móti endan- dystinum kom Neistin eitt sindur fyri seg og tók nøkur mál innaftur, ty” um av itrottar men ov seint var, og enda- liga stødan bleiv 25-18 til kyndlakvinnurnar Lítið skil á Hesin dysturin varð settur at byrja klokkan 16.30, men hann var seinkadur, og sum heild var alt ov líuið skil á. Eingir dómarar vóru tl dystin, og tá teir vórðu funnir, varð eingin at sita ið dómaraborðið. Liðleið- arin hjá Kyndli noyddist at halda skil á klokkuni fyrstu løtuna, inntil annað fólk varð funnið til ta uppgáv- una Nógv varð gjørt burtur úr kappingini frammanundan, og tiltakið er gott, men tað kann ikki fáa langa livitid, um alt skal standa í hálvum gekki, so sum tað sá út til at gera leygardagin. Kanska vóru tað bert settu dómar- arnir, sum »gloymdu« hesar dystirnar, men um so er, er ilt at siga, hvussu stórur álv- ari er í hondbóltinum. Og at eingin er til at sita við dómaraborðið, hoyrir onga- staðni heima Høgni Hoydal, landsstyr- ismadur, sum sjålvur hevur verið íðin hondbóltsspælari, handaði kyndlakvinnum ferðasteyp og ognarsteyp, sum Café Natúr hevur latið, og so var klárt til dystin hjá monnunum Her var annar dómarin frá Neistanum og annar frá — Kyndil! Dømingin stóð ikki aftanfyri so nógv annað, vit hava sæð, men vanliga sleppa dómarar frá at dóma sítt egna felag. Eisini hjá monnunum fekk Kyndil betru byrjanina, men mun- urin var ongantíð serliga stórur. Tað eydnaðist kortini ongantíð hjá hoyvíkingum at fáa tak á dystinum aftur, og at enda vann Kyndil 21- 16. Sostatt fingu kyndla- menn hevnd fyri tapið í steypafinaluni seinasta kappingarár, og nú kunnu teir so kalla seg teir bestu í Havn. Eitt gott hugskot Kappingin Café Natúr Cup er eitt gott hugskot og ein góður háttur at seta hol á hondbóltsárið. Enn er kapp- ingin bert á byrjunarstødi, men vónandi veksur hon seg stóra, og ætlanin er eis- ini, at hon skal broyta navn til Tórshavn Open. Hjá kvinnunum er sum nú er ikki talan um nakra veruliga kapping. tí tað bert er ein dystur, tað snýr seg um. Tað hevði verið stuttligt at sæð eitt nú StIF við í hesi kapp- ingini næsta ár. Øl liðini í kappingini høvdu fleiri nýggjar spæl- arar við á liðnum, og eitt nú kvinnuliðið hjá Neistanum var næstan ikki til at kenna aftur frå í fjør. Tær høvdu nógvar ungar spælarar við leygardagin, meðan liðið hjá Kyndli ikki var so ólíkt frá tí, sum spældi í fjør Kappingin vísti eisini, at mansliðið hjá Neistanum, sum hevur Andreas F. Han- sen sum venjara, ivaleyst fer at fáa betri úrslit, enn liðið fekk í fjør, tá tað end- aði aftast í deildini, men 3 kortini slapp undan niður- flyting. Í dystinum mót Kyndli hóskveldið vóru neistamenn á odda í hálv- leikinum, men mistu tveir mans og spældu tí seinna hálvleik uttan útskiftarar, og at enda taptu teir við fimm málum. Og móti H71 spældu teir jaynt. Liðini hjá H71 og Kyndli kunnu ivaleyst spæla betur, enn tey gjørdu leygardagin, men tað sær út til, at tey framvegis ikki eru á hædd við VIF, sum hevur vunnið føroyameistaraheitid tvey tey seinastu árini.