Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| + 3 x Nr. 188 — 6. OKTOBER 1998 Jóannes Eidesgaard: sjálvstýr- isleið -men vii vilja gera tingini uppá ein annan hátt enn samgongan. Hvussu barnið skal eiga kann koma í aðru róð. Tað mest umráðandi er at seta kanningar í verk, sum m.a. kunnu lýsa fíggjarliga grundarlagið í fram- tíðini JAN MÚLLER Fríggjadagin var uppskotið frá landsstýrinum um seta út í kortið kósina móti full- veldi samtykt av løgting- inum. Har verður álagt landsstýrinum at gera fyri- reikingar til at taka upp samráðingar við danir. Sama dag var eitt uppskot frá javnaðarflokkinum um val av eini stjórnmálaneynd felt á tingi. Hetta uppskot miðjaði móti at gera kann- ingar av viðurskiftinum millum Danmark og Før- oyar við tí fyri eygað at vita, hvussu ein sjálvstýrisgongd kann skipast. Orðaskiftið varð rættiliga hvast til tíðir. Serstakliga tjóðveldisfólk funnust harð- liga at javnadarflokkinum fyri ikki at vilja studla uppskotinum hjå samgong- uni. (Sosialurin fer at vid- gera orðaskiftið og tað, sum fer at henda í kjalarvørr- inum á tí í bløðunum hesa vikuna, blaðm.) Formaður javnaðarfloks- ins luttekur í hesum døgum í orðaskiftinum á fólkatingi, nú tingið er sett har. Hann er samtíðis farin í farloyvi í tvær vikur. Vit bóðu hann um eina viðmerking til mál- ið um fullveldi og stjórn- málanevnd eftir, at tingið nú hevur avgreitt málini. Vórðu settir uttanfyri Jóannes Eidesgaard sigur seg á ongan hátt at verða samdan við teimum, sum siga, at javnaðarflokkurin við ikki at taka undir við uppskotinum frá samgong- uni, er farin út í myrkurið, á oyðimarkargongd ella at flokkurin sjálvur hevur sett seg uttan fyri alla ávirkan á spurningin um ríkisrættar- ligu stóðu okkara. -Lat meg gera púra greitt, at hóast javnaðarflokkurin hevur víst ein sera góðan vilja til at fremja broytingar á sjálvstýrisleið, so hevur fullveldisætlanin hjá sam- gonguni ongantíð verið pol- itikkurin hjá flokkinum. Tað kann tí ikki vera talan um, at vit hava lopið frá nókrum lyfti, sum onkur roynir at gera tað til. Tað er heldur ikki talan um, at javnað- arflokkurin er vorðin firtin ella fornermaður, soleiðis sum onkur annar vil vera við. Jóannes Eidesgaard dugir ikki at síggja, hví tjóðveld- isfólk og onnur skulu hava fingið so ilt av stóðu javn- aðarfloksins, nú flokkurin ynskir at røkka á sjálvstýr- isleid við einum ødrum leisti enn tann, sum sam- gongan uttan javnaðar- flokkin hevur valt. -Tað kann væl ikki vera nøkur brotsgerð fyri ein flokk at standa við tað, sum hann hevur arbeitt við og sum veljarar hansara ganga inn fyri, nevniliga uppskot- ið um eina stjórnmála- nevnd. Tað er okkara boð uppá eina skilagóða og rea- listiska gongd á sjálvstýr- isleið. Jóannes Eidesgaard vísir á, at tað er breið semja í javnadarflokkinum at ganga inn fyri uppskotinum um sjálvstýrislóg og at hesin mátin eisini er tann einasti virðiligi hátturin at loysa hesar spurningarnar uppá. -Um javnaðarflokkurin bráddliga leyp uppá vognin hjá Høgna Hoydal, so høvdu vit harvið eisini selt okkara sál fyri at tekkjast eini samgongu, sum - tá hon varð vald - gjørdi av at seta javnaðarflokkin uttanfyri. Formaður javnaðarfloks- ins sigur tað vera rætt at sláa fast við sjeytummaseymi enn einaferð, at samgongu flokkarnir vildu ikki hava javnaðarflokkin við í lands- stýrið. Ein orsøkin til, at samgonguflokkarnir valdu at halda javnadarflokkin uttan fyri var tann, at teir mettu ikki, at javnaðar- flokkurin vildi ganga so langt sum teir, og harvið hava teir so heldur ikki roknað við stuðlinum frá javnadarflokkinum. -Tí haldi eg tað er eitt sindur bakvent nú av samgonguni at harmast um, at javnað- arflokkurin ikki er við. Jóannes Eidesgaard vísir á, at hevði javnaðarflokk- urin verið við í eini sam- gongu, so hevði uppskotið, sum kom á tingborð ikki verið í hasum líkinum, og tá hevði trupulleikin heldur ikki verið so stórur. Men samgonguflokkarnir fast- hildu sín leist og vildu ikki gera nakra broyting. -Lat meg endurtaka tað her, at eg yvirfyri løgmanni, áðrenn farið varð undir at gera álit í málinum, peikaði á møguleikan, at vit kundu fáa eitt samt løgting at taka undir, um hann var meira smidligur og segði: at gott nokk hevur samgongan sett sær fullveldi í skránna, men tað var eingin grund til, at vit longu nú profilera tað uppskotið, tí tað skulu jú gerast kanningar. Tá tað var gjørt hevði borið til at farið aftur til løgtingid. So skuldi tó ikki blíva. Uppskotið um fullveldisætlanina varð ikki broytt. Tey ungu samd við javnaðarflokk Jóannes Eidesgaard er ann- ars ikki samdur við samfel- agsfréðinginum Jógvan Mørkøre, tá hesin sigur við Útvarpið, at javnaðarflokk- urin og tjóðveldisflokkurin í veruleikanum eru samdir um sjålvstyrispolitikkin, tað er bara spurningurin, hvat barnið skal eita. -Jógvan Mørkøre kundi bara lurtað eftir teimum ungu frá studentaskúlanum á Kambsdali í sjónvarpinum fríggjadagin. Har vóru nøkur, sum tóku undir við fullveldisætlanini og nøkur, sum vóru ivasom. Men tað, sum var felags fyri øll, var, at tey kendu seg ikki nóg trygg við ella vóru ikki vorðin nóg klók uppá við tann búskaparliga partin, og tað er nettup hetta vit hava víst á sum eitt stórt ivamál, nevniliga, hvat samgongan vil gera, tá ið vit fara undir at avvikla blokkin? Hverjar inntøkur koma ístaðin ella hvørja útreiðslur skulu strikast? Jóannes Eidesgaard sigur, at tann ivin, sum hesi ungu fólkini góvu til kennar er tann sami, sum javnaðar- flokkurin hevur lagt so stóran dent á. -Tað hevur heldur ikki enn eydnast samgonguni at sannføra okkum um, at hetta ikki er nakar trupulleiki. Gott nokk hava vit hoyrt vakrar klisjéir um, at tå ein hevur sett sær eitt mål, sum er fullveldi, tå verða allir trupulleikar loystir av sær sjálvum, og at vinnulivid fer at blóma bara ti vit fåa fullveldi. Men so einfalt er hetta ikki. -Men tad eru kortini tey, sum halda javnadarflokkin fyri at vera alt ov nega- tivan og ov sambandskan og einki meinar vid sjålv- styri. Hvi ikki heldur hava trúnna uppá, at hetta er nakað, sum skal bera til? -Sjálvandi ber tað til at broyta viðurskiftini, men vit vilja gjarna vera við til at broyta tey uppá okkara máta. Tað er eitt sindur bak- vent, tá samgongan er so forharmad um, at javnad- arflokkurin ikki er vid. Vit vórðu jú sett uttan fyri, tí samgongan metti ikki, at vit kundu fara líka langt sum hon. Harnæst má eisini sigast, at út frá tí, sum er hent í Uttanlandsnevndini, so hevur samgongan valt síðu, og tað er at fara við Jenisi ímóti javnaðarflokk- inum. Hevdi samgongan verið at sær komin í ti spæli, sum fór fram har, so átti hon at sagt, at hon tók ikki undir við Jenisi av Rana, og tað hevði avgjørt forpliktad javnadarflokkin munandi meir, enn hann er tad i dag. Vilja fara heilt moti loysingini -Hvussu langt er javnað- arflokkurin sinnaður at fara á sjálvstýrisleið? -Otrúliga langt í mun til tann kenda gamla javnað- arflokkin. Í uppskotinum um sjálvstýrislóg liggur í prinsippinum tað, at øll mål kunnu yvirtakast við eini føroyskari løgtingslóg, tvs. at vit fara undir ein út- vikling, har vit innan fyri eina stytri ella longri tíð- arskeið kunnu yvirtaka alt tað, sum vit ynskja og halda okkum førar fyri. Og sum entå fer so langt, at hon sigur, at er tad eitt ynski um at taka tad fulla sjålvstyrid i Føroyum, so skal tað eisini bera til sambært somu lóg. Men vit gera tað eftir einum øðrum leisti enn samgong- an, tvs. at vit gera tað so- hvort vit eru førir fyri at fíggja sjálvir eina yvirtøku, og sohvørt vit umsiting- arliga eru førir fyri at fremja yvirtøkuna. Tad gevur litla meining bara at yvirtaka fyri yvirtóku skyld. Vit hava nakrar umsitingar, sum i dag halta. Her er eisini nak- ad at taka um. Sambandsflokkurin stora åbyrgd -Hvussu vid sambands- flokkinum og hansara stødu i andstødu spurdu vit for- mannin i javnadarflokk- inum! Jóannes Eidesgaard sigur seg vera fegnan um, at sam- bandsflokkurin er komin uppá aðrar tankar, tá talan er um ríkisrættarligu við- urskiftini og fegnast hann um, at sambandsflokkurin nú hevur broytt kós og tekur undir við uppskotinum hjá javnaðarflokkinum um set- an av stjørnmålanevnd Men formaður javnaðar- floksins heldur annars tað vera umráðandi fyri at skilja gongdina í øllum hesum málinum at minna á, hvussu sambandsflokkurin í veru- leikanum forkom møgu- leikanum fyri eini skila- góðari gongd í málinum við at nokta sjálvstýris flokkunum í undanfarnu samgongu at taka undir við uppskotinum um stjórna- målanevnd. -Tað er sambandsflokk- inum fyri at takka, at vit fingu hesa støduna nú við fullveldismålinum. Høvdu fólkaflokkurin og sjálv- stýrisflokkurin, meðan teir vóru í samgongu saman við sambandsflokkinum, fingið loyvi til at stuðla uppskoti javnaðarfloksins um stjórn- målanevnd, so varð sjálvstýrisprosessin byrjað undir normalum viður- skiftum, og løgtingid hevði møguliga longu havt fingið nakað tilfar á borðið at taka stóðu til. Nú fingu vit so hesa polariseringina. Jóannes Eidesgaard held- ur eisini, at orsøkin til, at tjóðveldisflokkurin og fólkaflokkurin hava lagt so hart út nú, er ein avleiðing av tí politikki, sum løg- maður førdi í undanfarnu samgongu, har hesin nokt- aði flokkunum at taka nak- að sum helst stig á sjálv- stýrisleið. Formaður javnaðarfloks- ins er tí av ti sannføring, at ein onnur stødutakan frå sambandsfloksins sidu tå hevði fyribyrgt, at vit fingu ta stóðu vit nú hava fingið. -Nú er fullveldisupp- skotið so samtykt. Eru so allar brýr brendar millum javnaðarflokkin og sam- gonguna? -Nei, tað eru tær nokk ikki. Prosessin, sum er farin í gongd, kemur væl at verða politiskt vidgjørd fleiri ferð- ir, og koma onkur av mál- unum at enda aftur í nevnd, har javnaðarflokkurin er umboðaður. Vit eru ikki firtnir, men vit vilja royna at ávirka ta demokratisku gongdina so langt vu kunnu. (Sosialurin hevur eisini tosad við Høgna Hoydal um hesar spurningar. Hetta kemur í mikudagsblaðið)