mikudagur 7. oktober 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
internet: www.sosialurin.fo
Jan Múller
Blaðstjóri:
Eiríkur Lindenskov
Blaðfólk:
Dagny Joensen,
Aki Bertholdsen,
Emil L. Jacobsen
| Sveinur Tróndarson
Turið Kjølbro
Ljósmyndari:
Jens Kristan Vang
Lysingar og søla:
Jonhard Hammer
Ugeva ri, uppseting og prent:
Sp/ Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
poste sosialurin.fo
Figgjarlogarvidgerå
i tinginum i dag
Oddagrein
LØGTINGID fer í dag undir 1. viðgerð av
uppskotinum til figgjarlég fyri 1999. Hetta
er fyrsta fíggjarlógin, sum nýggja lands-
stýrið leggur fyri tingið, og somuleiðis
sveinaroyndin hjá landsstýrismanninum í
figgjarmålum. Hver vítt hann og lands-
stýrið eru komnir væl frá hesum arbeiði
fara vit at frætta nærri frá í dag, tá ting-
menn úr ellum flokkum sleppa at siga sína
hugsan.
TAÐ er eitt sindur óheppið, at fleiri av
leiðandi fólkunum í flokkunum íkki eru við
í orðaskiftinum. Tað vil so til, at danska
fólkatingið og viðgerðin av foroyska fíggj-
arlógaruppskotinum eru um somu tíð. Tvs.
at bæði fólkatingsumboðini, sum eru for-
menn í tveimum av teimum stóru flokk-
unum á tingi, meta vanliga til setanina av
fólkatinginum og hava tey eisini har møgu-
leika at rødåa um viðurskifti, sum hava
okkara áhuga. Vanligur siður er so eisini,
at tingformaðurin og løgmadur eru við til
setanina av fólkatinginum.
TAÐ er so eisini vanligt at hava viðgerðina
av fíggjarlógaruppskotinum eina viku eftir,
at tað er lagt fyri tingið. Tingformaðurin
sigur við blaðið, at hann ætlar ikki at leggja
hesa viðgerðina eftir, hvussu arbeitt verður
í fólkatinginum. Sjálvur ætlar hann sær
ikki at vera hjástæddur, tá fólkatingið verð-
ur sett, og hann ætlar sær heldur íkki at
flyta viðgerðina, soleiðis at formenninir í
javnaðarflokkinum og fólkaflokkinum um-
framt løgmann kunnu vera við til orða-
skíftið um fíggjarlógaruppskotið.
Í fyrstu atløgu kann tað sýnast rætt av
tingformanninum ikki at leggja arbeiðið
hjá løgtinginum til rættis eftir hvussu dan-
ska fólkatingið arbeiðir. Hinvegin átti einki
at verið til hindurs fyri - um viljin er til
steðar - at sett eina 1. viðgerð av fíggj-
arlógini til at vera hósdag ístaðin fyri miku-
dag, tí tá hevði borið til hjá teimum trimum
politikarunum at verið við til orðaskiftið.
Tingformaðurin sigur, at politikarar, sum
ikki meta til viðgerðina mikudag, kunnu
seta sínar eykamenn inn. Hetta hevur
hann í prinsippinum rætt í. Spurningurin
er, um tað ikki er óheppið, at tríggir av
leiðandi politikarunum og harímillum løg-
maður og formaður fyri storsta andstoðu-
flokkin ikki eru við til viðgerðina av figgj-
arlógini. Full-veldið er enn ikki veruleiki,
og vit fara at hava nógv samstarv við danir
eftir henda dag. Tað er tí rætt at brúka teir
meguleikar, sum finnast fyri at lata for-
oysku reddina sleppa framat á fólkatingi.
Tingformaðurin átti at dugað sær betri
hógv í hesum máli.
Sosialurin
Viðmerking: ;
Ein ógvuliga smalur meiri-
luti av Føroya løgtingi hev-
ur nú ræði. Tiverri fyri før-
oyska skattgjaldaran.
Loysingin kostar minst
1500 milliónir krónur.
Landsskatturin gevur um-
leið 800 milliónir krónur
um árið. Tað vil siga, at um
landsskatturin skal gjalda
loysingina, skal føroyski
skattgjaldarin gjalda áleið 3
ferðir hægri landsskatt enn
ídag. Slíkan skaða noktar
Sambandsflokkurin sjálv-
andi at fremja. Tí eru vit
ikki í samgongu. Vit fara
sjálvandi at berjast fyri at
varðveita vælferðina hjá
føroyinginum.
Liviumstødurnar hjå
borgaranum liggja okkum
fremst í huga. Ikki ein
landsskaðilig loysing, ið
noyðir stóran part av fólk-
inum at rýma.
Ríkisfelagsskapurin:
Ein góð føroysk loysn!
Sambandsflokkurin hev-
ur eitt gott boð uppá fram-
tíðina innan ríkisfelags-
Lesarabrav
«et
skapin. Vid lægri skattum
og betri liviumstødum enn
idag.
At loysa og senda føroy-
Loysingarsamgongan
knúsar Føroyar
ingum eina trýdupulta
landsskattarokning fyri at
vera uttanfyri ríkisfelags-
skapin er tað sama sum ein-
ar fólkatómar Føroyar.
Men eg ynski at liva sum
føroyingur i Føroyum. Ti eri
eg Ríkisfelagsskapsmaður.
Og eg eri errin av ti.
Loysingin skal knúsast -
áðrenn hon knúsar Føroyar!
Samband gevur styrki!
Marjus Dam,
løgtingsmadur
Sambandsfloksins
Hvussu kunnu Føroyar fåa olympiska
vidurkenning, uttan at vit eru eitt fullveldi
Fyrispurningur til Hedin
Mortensen:
»Brennidepilin« i vikuskiftis-
sendingini hjá Útvarpi Føroya
er aloftast sera áhugaverdur, og
hann var tað ikki minni, tá ið
ISF-forsetin Hedin Mortensen
varð gestur í útvarpsstovuni
fríggjadagin í farnu viku!
ISF-forsetin hevur alt rós
uppiborid fyri strembanina at
útvega Føroyum limaskap í al-
tjóða olympiska ráðnum 1.0.C.
- og í hesum sambandi ynski
eg at seta Heðini Mortensen
ein fyrispurning: Hvussu
kunnu Føroyar gerast limur í
1.O.C. tå øll hini limalondini í
L.O.C. eru suverenir statir og
ella sjålvstødug lond?
Sum spaniumaður (og gam-
al Franco-studul!) sær Antonio
Samaranch, 1.O.C.-forseti
neyvan ødrvisi uppå Danmørk
kontra Føroyar, enn hann sær
uppå Spaniu kontra Baskara-
landið!
Tí er sera ivasamt, at Sama-
ranch letur olympisku grindina
upp fyri Føroyum við núver-
andi ríkisrættarligu stóðu Før-
oya mótvegis Danmørk
Annars hevur Liechtenstein
vunnið bæði gull og silvur á
olympiskum vetrarleikum, íkki
sum sveitsiskt heimastýri, men
sum suverenur statur - fyri at
nevna eitt dómi í føroyskari
stødd!
Vinarliga
H. A. Simonsen.
P. S. Annars kunnu vit bert
takka søguligu rættindunum
hjá Skotlandi, Wales og Norð-
ur-Írlandi, sum annekteraðar
tjóðir í United Kingdom (Bret-
landi) fyri at vit eru limir í
FIFA og UEFA.
Fyrst í nítíárunum var upp-
skot frammi um, at Bretland
bert skuldi hava eitt landslið í
FIFA-høpi, tí Skotland, Wales
og Norður-Írland vóru íkki
sjålvstødug lond, tíbetur fall
hetta uppskotið, annars høvdu
vit ótvað eisini farið út í myrkr-
ið!
Samskiftis-
og samstarvstrupulleikar!
Tað er eitt sum almenningurin,
arbeiðsgevarar og arbeiðstak-
arar úti á øllum almennum,
lands-, kommunalum-, rikis-
og privatum arbeidsplåssum,
kring alt landið ikki gera sær
nógv greitt
Tað er, hvønn avgerðandi
tydning samskiftid og samstarv
við onnur hevur í tí dagliga og
hvønn tydning tað hevur alt
leggja arbeidi, familjuliv og
fritidarliv tilrættis
Tað er innanhýsis og sína-
millum, hvat ein hevur til fe-
lags við onnur medmenniskju
og hvat rgkist úti ímillum
manna í tí dagliga lívinum. Tað
at vera stórbrúkari av telefon,
hevur skapt einum nóg mikið
av trupulleikum at stríðast við
Telefonverkið, sum diskrimin-
erar ein sum telefonfelaga. Tað
eru stórar upphæddir, ein hesi
seinastu nógvu árini hevur
goldið teimum í mun til aðrar
telefonfelagar her á landi, sum
ikki hava stríðst so nógv við
Telefonverkið
Tað eru ikki smávegis upp-
gávur ein hevur ómakaleyst
fingið loyst tá .elefonkervi og
kort og mynttelefonirnar ikki
hava virkað niðri á Telefon-
stóðini. Tað hevur lagt fót fyri
at ein hevur kunnað fingið
samskifti og samstarvið nóg
væl at virka innnaoyggja og
uttanlanda við atliti til altjóða
forrætningsvirksemi.
Tað eru hesi konufólkini
sum skapa samskiftis- og sam-
starvstrupulleikar innan Tele-
fonverkið, sum ein hevur
stríðst við hesi seinastu nógvu
árini her í Havnini. Tað er stak
vánaligt at starvsfólkið á tele-
fonverkinum ikki kann syrgja
fyri eftirlitinum av telefonker-
vinum og kort og mynttelefon-
um í Havn ið hevur kosta ein-
um hópin av peningi.
Tað skal eisini verða sagt at
konufólki ikki hevur tað somu
teknisku vitan og eru ikki uppi
á sama tekniska stødi sum
mannfólki, hvat ein hevur upp-
liva í dagliga stríðnum við tær.
Tað eru stak vánaligar tæn-
astur Telefonverkið veitir við-
skiftafólki tá ið telefonistarnir
ikki duga at samskifta og sam-
starva og ikki hava neyðuga
tilvitan ið skapar trupulleikar
Tað sama er galdandi á øll-
um gðrum stovnum hjá tí al-
menna, landi, ríki, privata, tá
ið ein hugsar um skrivstovu-
veldi og tænasturnar mótvegis
viðskiftafólkinum
Hans Birgir Hansen
t
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
okkara kæri maður, pápi, verfaðir og abbi
ERNST MIKKELSEN
Skáli
andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin 4.
oktober, 65 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Skála kirkju mikudagin kl.
14.00.
Familjunnar vegna
Sigrid
Tey. ið vilja minnast Ernst, kunnu ístaðin fyri blómur og krans,
lata eina peningagávu til Bústovnin í Runavík, á konto í Føroya
Banka