Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. oktober 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Viðgerðin av fullveldisuppskotinum hjá landsstýrinum í tinginum fríggjadagin, var drúgv og tiltíðir eisini ógvuliga hórð. Men skemtilig innsløg vóru eisini at hoyra í tinginum henda dagin SVEINUR TRÓNDARSON Tað er ikki hvgnn dag, at politikarar sleppa at við- gerða slík stórmál, sum spurningar um fullveldi og stjórnmálanevnd. Men seinastu árini er roynt fleiri ferðir, at fáa tingmenn at ganga við til at broyta ríkisviðurskiftini millum Danmark og Føroy- ar. Og at tingmenn ikki eru á einum málið um hvussu hesar broytingar skulu ger- ast fingu vit sjón fyri søgn fríggjadagin tá onnur við- gerð av uppskotið landsstýr- isins um rikisrættarligu stóðu Føroya var í tingin- um Javnaðarflokkurin, sum hevði lagt sítt egna uppskot fyri tingið um at seta eina stjørnarskipanarnevnd, fekk av at vita, serliga frá Tjóð- veldisflokkinum. Høgni Hoydal landsstýr- ismaður úr Tjóðveldis- flokkinum legði fyri við at siga, at hann saknaði vilja til samarbeiði frá Javnaðar- flokkinum Høgni helt ikki, at tað var tekin um samstarvsvilja at Jóannes Eidesgaard í donskum miðlum hevur sagt, at avleiðingarnar av føroyskum fullveldi eru at føroyingar í hópatali fara at flyta av landinum Høgni Hoydal helt hedlur ikki, at tað var tekin um samstarvsvilja, at Javnaðar- flokkurin legði sítt egna uppskot fram um stjórnar- skipanarnevnd, heldur enn at samstarva við samgong- una um teirra uppskot. Har Høgni Hoydal slepti tók ein annar tjóðveldis- maður við. Hergeir Nielsen, sum nú er formaður í Uttanlands- nevndini segði, at Javnað- arflokkurin í grundini var meira sambandskur enn Sambandsflokkurin. — Vit vita, at Sambands- flokkurin er ímóti gllum broytingum, men Javnaðar- flokkurin hevur sagt at hann er fyri, men vit síggja bara ongan vilja at broyta, segði Hergeir Nielsen. Edmund Joensen helt ikki, at tað var rætt, sum tjóðveldismenn søgdu, at Sambandsflokkurin — ikki vildi hava broytingar. Hann visti å, at hann, meðan hann var løgmadur, fyri formansskapinum i tinginum hevði skotið upp, at halda eina rådstevnu um Heimastýrislógina, men at formansskapurin í tinginum hevði vist uppskotinum aft- ur. Um uppskotið hjá lands- stýrinum segði Edmund, at tað eftir sambandsfloksins metan var alt ov víðgongt, og tað var orsgkin til, at sambandsflokkurin ikki tók undir við uppskotinum. Hann vísti hinvegin á uppskot Javnaðarfloksins, sum eina gongda leið, tí so fingu tingmenn ein møgu- leika at gera neyðugar kann- ingar, uttan at hava bundið seg til at taka fullveldi. Bjarni Djurholm úr Fólk- aflokkinum gjørdi vart við, at tað, sum Edmund Joen- sen segði um Heimastýris- rådstevnu var ein »lodrøtt lygn«, sum hånn t6k til. — Uppskotid, sum Ed- mund kom við, var ikki eitt samgonguuppskot, men nakað, sum hann av sínum eintingum kom við. Fólka- flokkurin bant seg í seinastu tingsetu til ikki at gera nak- að við fullveldisspurningin, av tí at Sambandsflokkurin ikki vildi hoyra talan um nakað slíkt. — Harafturat, segði Bjarni Djurholm, at skuldi ein ráð- stevna verða, so skuldi pen- ingur játtast og ein manna- gongd fylgjast og hesa mannagongd breyt Edmund Joensen. Skemtiligt orðaskifti Hóast eitt mál sum hetta er eitt sera álvarsamt mál fyri tingmenn og tað fólk teir umboda, so var ikki sørt, at tingmenn høvdu hug at flenna til tíðir. Teir, sum dugdu hetta best vóru Heini O. Heinesen úr Tjóðveldisflokkinum og Eilif Samuelsen úr Sam- bandsflokkinum. Heini O. Heinesen fór á pallin og greiddi starvsfel- øgum sínum fr, at Tjóðveld- isflokkurin so sanniliga eis- ini hevði givið seg. — Eg kann vissa tykkum í, at eg havi ikki biðið um at fáa nakað kongshús sam- an við dønum, men eg góð- taki tað kortini, segði Heini O. Heinesen, meðan allur tingsalurin rungaði av låtri. Eilif Samuelsen tók síðani orðið og gjørdi hinar tingmenninar varugar við, at orsøkin til at Sambands- flokkurin ikki vildi hava broytingar í skipanini var, at hann var sambandsflokk- ur. — Um Sambandsflokkurin skal við til at gera broyt- ingar, so skal hann togast eftir hárinum, segði Eilif. Eisini hetta hildu ting- menn vera sera undirhald- andi, men Eilif helt, at tað heyði stóran tydning og ti endurtók hann orðini seinni fyri at leggja dent á, at hann meinti hvørt orð hann segði. tíðindablaðið 5027) 3 Spæla hasard við framtíðini Javnaðartingmenninir vóru sjálvsagt ikki samdir við samgongutingmonnunum um, at teir vóru so forstokk- aðir, sum teir vórðu gjørdir til. Jóannes Eidesgaard gjørdi vart vid, at Javnað- arflokkurin hevði sín fulla rætt til at leggja uppskot fram um tað teir vildu, og hann segði samstundis, at hann helt at mannagongdin hjá landsstýrinum var skeiv. — Landsstýrið eigur ikki at binda okkum við einum fullveldi, tá fyrireikingarnar byrjað, segði Jóannes Eid- esgaard m. a. Javnaðarflokkurin metir framvegis, at tað er rættast at seta eina stjórnarskipan- arnevnd at gera kanningar- arbeiði heldur enn at fara beina leið eftir fullveldin- um. Annar kritikkur av upp- livandi Bókadeild Foroya Lærarafelags skotinum hjá landsstýrinum er, at tá uppskotið nú er samtykt í tinginum, so fáa tingmenn ikki møguleika at ávirka gongdina fyrr enn um drúgva tíð, tí landsstýrið er ikki tvungið til at leggja uppskotið aftur á tingborð til viðgerðar. Men landsstýrismaðurin er ikki samdur við hesum kritikki. Hann heldur tað vera kávalótir av andstød- uni. Nú verður farið til verka Hóast viðgerðin var heldur harðlig til tíðir, so er lands- stýrismaðurin kortini nøgd- ur við viðgerðina av upp- skotinum hjá landsstýrin- um. Hann er, sum verða mann, keddur av, at tað ikki eydnaðist at fáa Javnaðar- flokkin við í tann bólkin, sum atkvøddi fyri uppskot- inum hjá landsstýrinum, men hann hevur kortini ikki * Eitt lid av søgufrødingum úr ymsum londum hevur stuðlað hevundan * Sjålvstødugt yvirlit yvir Foroya søgu givið skarvin yvir Enn er drúgv tíð til ar- beiði við fullveldismálinum verður liðugt, so Javnaðar- flokkurin hevur góðar møg- uleikar fyri at koma við seinni sigur hann Men nú fer fyrireikingar- arbeiði so í gongd undir øll- um umstødum Innan alt ov langa tíð skal landsstýrið seta fýra bólkar at arbeiða víðari við full- veldismálinum. Tríggir kanningarbólkar og ein gbrundlégarnevnd skulu mannast. Ætlanin er ikki, at bólk- arnir skulu verða so stórir, men eini 5 til 7 fólk fara at sita í hvørjum bólki. Grundlógarnevndin verð- ur nakað væl størri, ti í henni skulu allir flokkar á tingi eisini hava umboð. Keypa sær hjálp Hvussu bólkarnir skulu arbeiða er ikki heilt greitt, 'HEIMSSØGAN e Á HILLINI *- Heimssøgan úr nýggjum, altjóða sjónarhorni - ØII heimssøgan, frá byrjan til okkara dagar * Lýsir avgerandi tilburðir í heimsseguni, heimspart fyri heimspart, ár um ár * Í bókini eru 20 myndprýddar tíðartalvur, sum vísa, hvat var um somu tíð í ollum heimspørtunum * 400 síður i litum, fleiri enn 1500 litmyndir, sergjørdar myndir og kort gera søguna men Høgni Hoydal kundi hugsa sær, at til dømis for maðurin og skrivarin i ar beiðsbólkunum koma at ar beiða burturav við kanning- ararbeiðinum Endamálið er at fáa so nógv av skafti so skjót sum gjørligt og tí skal ein serlig arbieðsskipan gerast Tað er eingin tíðarfreist løgd á arbeiðsbólkarnar enn, men tað er í øllum før- um greitt, at tað verða stórar arbeiðsuppgávur, sum bólk- arnir fara undir Men tað er eingin ivi um, at vit fara at frætta meira um hvussu leikur fer í hes- um máli framyvir