mikudagur 7. oktober 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 189 — 7. OKTOBER 1998
Guðrun S. Hansen og Ann Elisabeth Joensen:
Fria spælið er
altavgerandi
fyri trivnaðin
Hóast hópin av virksemi, itrivum og verkstóðum, leggja leiðar-
arnir á frítíðarskúlunum á Venjingarskúlanum og Eysturskúl-
anum, Ann Elisabeth Joensen og Guðrun S. Hansen, stóran
dent á, at børnini sjálv gera av, hvussu dagurin verður.
- Vit merkja øgiliga væl á børnunum, at tey eru mettað av at
verða stýrd gjógnum allan dagin, siga tær báðar.
Frítíðarskúlin er fyrst og fremst ætlaður forskúlabórnum og bórnum í fyrsta flokki.
TURIÐ KJØLBRO
Tær eru ikki komnar til
skorin klæði, men hava
saman við starvsfólkunum
og børnunum sett síni egnu
eyðkenni og egna dám á
karmarnar um frítíðarskúl-
an. Guðrun S. Hansen og
Ann Elisabeth Joensen, sum
åvikavist eru leiðarar í frí-
tíðarskúlanum á Eysturskúl-
anum og á Venjingarskúl-
anum, halda avgjørt, at tað
hevur verið ein fyrimunur,
at tær eins og hinir leið
warnir á frítíðarskúlunum í
Havn, hava havt møguleik-
1 og frælsið til at byggja
karmarnar um stoynin upp
frá grundini av
Tad er ymiskt, hvussu ein
vanligur gerandisdagur er i
frítíðarskúlanum, men fe-
lags fyri allar er, at hann
byrjar vid, at starvsfólkini
á frítíðarskúlanum heinta
børnini uttan fyri flokshøl-
ini á skúlanum. Síðani fer
dagurin til ymiskt virksemi,
innandura ella uttandura, og
eftir klokkan trý verða
fyrstu børnini heintað og
skúlin letur aftur klokkan
fimm.
Størsti munurin á frítíðar-
skúlanum á Venjingarskúl-
anum og á Eysturskúlanum
er, at frítíðarskúlin á Venj-
ingarskúlanum er leysur av
sjálvum skúlanum. Tey
halda til í stórum sethúsum
í Hornagøtu og børnini
verða ti heintað og førd
leiðina úr Venjingarskúlan-
um út í Hornabg. Frítíðar-
skúlin á Eysturskúlanum
heldur til á sjálvum skúlan-
um í trimum stovum, sum
eru eitt sindur fyri seg. Ann
Elisabeth mælir avgjørd til,
at stovnar og frítíðarskúlar
hugsa meiri um at hava
smærri eindir til børnini í
framtíðini.
Uppí í tíðini
Starvsfólkunum nýtast ikki
at stúra fyri, at hugskotini
vanta í í gerandisdegnum,
tí børnini eru Ofør sjálv at
koma við hugskotum um,
hvat tey kunnu gera og hvat
tey hava hug til. Tað heilt
stóra í hesum døgum í fri
tíðarskúlanum á Eysturskúl-
anum er hávar og alt sum
hevur samband við háv. Tað
kemst av, at børnini hava sæd
eitt sjónband um håv og
verðina, hann er ein partur av
- Vit hava eisini ætlanir
um at arbeiða meiri við
náttúruni og greiða børnum
frá, hvussu alt hongur sam-
an, sigur Ann Elisabeth
Joensen.
Starvsfólkini á frítíðar-
skúlunum hava júst verið á
skeiði í Nólsoy, og haðani
komu nógv hugskot, sum
frítíðarskúlarnir kunnu gera
nýtslu av.
Bæði Guðrun og Ann
Elisabeth leggja stóran dent
á at byggja ein fastan og
tryggan karm um máltíðir-
nar, og vanliga verður dvølt
leingi til borðs. Í løtuni er
tann heilt stóra dillan mill-
um børnini í Hornagøtu at
spæla stillaspæl og metið í
løtuni er seks minuttir.
- Fria spælið er altavger-
andi fyri trivnadin hjå børn-
unum. Tey eru ikki nógv
fyri at skulu nakað ávíst alla
tíðina. Teimum dámar nógv
betri at ráða sjálv yvir, hvat
tey gera og so ístaðin hava
vit nøkur tilboð til børnini,
sum tey kunnu tekna seg til,
eitt nú verkstaðið í kjallar-
anum, at spæla bólt á vøll-
inum, at vera í fimleikar-
høllini á Háskúlanum og á
verkstaðanum á Háskúlan-
um. Vit hava eitt fólk, sum
burturav tekur sær av at
hava ítrótt við børnunum
Tað er kortini soleiðis, at
eru tey farin í gongd við
okkurt ávíst, skulu tey gera
seg liðug. Børnini eru mett
að av at verða stýrd gJøg
num allan dagin og tað
merkja vit øgiliga væl á
teimum. Tí er tað hent hjá
okkum at hava eini hús við
nógvum smáum rúmum,
har børnini kunnu vera uttan
stórvegis íblanding frá
vaksnum. Tey hava brúk
fyri at vera fyri sjálv, tey
eru troytt av, at ov nógv
verður fyriskipað, sigur Ann
Elisabeth.
- Børnini verða spurd,
hvat tey hava hug til. Og
hugskotini frá teimum eru
ofta góð. Hava tey hug at
spæla kríggj ein dag sleppa
tey tað, sigur Guðrun.
Trygd, dygd
og virksemi
Arbeiðssetningurin hjá frí-
tíðarskúlanum er trygd,
dygd og virksemi. Skúlin
leggur áherðslu á, at barnið
veksur upp í einum tryggum
og mennandi umhvørvi, har
tað hevur møguleika at
menna seg á øllum økjum.
Málið hjá frítíðarskúlan-
um er at børn eftir loknan
skúladag innan tryggar
- Tað er av stórum týdningi at kenna okkara egnu karmar, áðrenn vit fara út av stovninum
í verkstød, siga Guðrun S. Hansen og Ann Elisabeth Joensen
karmar og undir uppsýni og
vegleiðing av vaksnum
kunnu stimbrast og mennast
sålarliga, sosialt, handaliga
og rørsluliga. I gerandis-
degnum verða tær neyðugu
umstødurnar skaptar fyri at
bæði børn og foreldur
kenna seg trygg
Foreldrini vita altíð,
hvat av starvsfólkunum tey
kunnu venda sær til, ti
starvsfólkini hava ábyrgd-
ina av einum ávísum bólki
Tað er eisini ein uppgåva
hjá starvsfólkunum at halda
yguni við hesum børnun
um, um tey stødast og slíkt
sigur Ann Elisabeth
Vit ganga høgt uppi, at
um vit fara ut um skulan,
eru altíð fleiri starvsfólk við
júst við trygdini fyri eygað,
sigur Guðrun
Í neyvum samstarvi við
heim og skúla verður eitt
dygdargott umhvørvi skapt
fyri heildina og tað einstaka
barnið. Hóast stórur dentur
verður lagdur á, at barnið
sjálvt kann gera av, hvat tað
fæst við, verður dentur
lagdur á, at gerandisdagurin
er fjølbroyttur og at børnini
hava møguleika å ein skap-
andi og mennandi hått at
royna seg.
- Vit hava havt try ymisk
evnisarbeidi f sidstuni, ein
bólkur hevur arbeitt við
evninum fjøra, ein við ull
og ein við ítrótti og reglu-
spælum. Bólkarnir hava ar-
beitt tveir tímar í tveir daga.
um vikuna í tríggjar vikur.
Og børnini ganga øgiliga
høgt upp í hetta, til dømis í
ullararbeiðinum hava tey
verið við frá grundini, líka
frá tí fyrsta sum skal gerast
við ullina til tað lidna úr-
slitið, sigur Guðrun
Av nýggjum
á hverjum ári
1 & T C x ØKK
SKL g (4
KK k
) ro: g
{ drun Hanse 4
1oarsKulin al 1 Cc
I ØrT ø m KK
eisini
Tá ið forskúlarnir byrja
á hverjum skúla verða børn-
int í skipanini í tvey ár og
tað er nógv betri fyri tey,
sigur Guðrun.
I frítíðarskúlanum í
Hornagøtu eru 11 børn úr
ødrum flokki, men fimm
standa á bíðilista at sleppa
inn.
- Hesi, sum ikki eru
sloppin inn, hava ilt við at
skilja, hví tey ikki eisini
kunnu vera við. Vit síggja
tey hvønn dag í skúlanum,
tá ið vit heinta børnini. Við
hvert koma tey á vitjan og
fáa millummála saman við
børnunum. Men tað er
sjálvandi øgiliga óheppið, at
tey ikki sleppa upp í part
Ann Elisabeth
SÍÐU
Vantandi samskifti
Frítíðarskúlin í Havn er
framvegis eitt nýtt
brigdi og sum samskiparin
av skúlunum sigur í blað
num i dag, er nógv eftir,
áðrenn komið er á mál. Sum
leiðarar á tveimum frítíðar-
skúlum hava Guðrun og
Ann Elisabeth verið sjónar-
vitni til ymsar trupulleikar,
ið kundu verið slopnir
undan, um samskiftið var
betri og fyrireikingarnar til
frítíðarskúlan somuleiðis.
- Vantandi samskifti mill-
um frítíðarskúlan og skúlan,
ið børnini hoyra til, hevur
verið ein trupulleiki.
Knappliga kom frítíðarskúl-
in inn á sjálvan skúlan og
broytti og bygdi um uttan
at lærararnir ella skúlin
vistu av nøkrum. Frítíðar-
skúlin varð kroystur niður
yvir skúlan, og skúlin hevði
ongan avgerðarrætt. Hesir
trupulleikarnir eru nú loyst-
ir, sígur Guðrun.
- Tað eigur ikki at koma
óvart á politikararnar, at
fur
1Yii
Myndir: Jens Kr. Vang
barnatalid er so høgt i dag
Men vit hava sæd, at teir
als einki innlit hava i fri-
tíðarskúlan. Als einki for
arber1ðið g går IVFITCIK
Verksteð
SÆI i Ja
stóðu, at hølin a DØ
ini i skipanini. Men fyri at
hver frítíðarskúli kann taka
ímóti enn fleiri børnum
verða verkstød skipad
Verkstødini eru ætlad sum
tilboð til børnini, har arbeitt
verður við einum evni eitt
ávíst tíðarskeið. Arbeiðið er
málrættað, men kortini
verður ikki so nógv miðað
eftir at røkka ávísum úrslit-
um, men heldur at geva
børnum eitt gott og áhuga-
vert upplivilsi
Ætlanin er so, at
arskúlarnir skulu samstarva
um verkstødini og brúka tey
upp á skift. Hetta er ein hátt
fritid
L i dá 110 børn inn
fritidarskularnar en bæd
h i ) kann verða
KPD ið um satsað verði
v nógv uppá verksteðir
Það er av stórum týdn
ngi at kenna okkara egnu
karmar, áðrenn vit fara út
av stovninum í verkstød
Verður skipað fyri ov nógv
um verkstødum kann av
leiðingin vera, at børnini
fara at reika um allan býin
Tá koma vit til tað, at vit
verða noydd at siga við
børnini, at tey hava einki
val, men skulu til hatta ella
hitt, sigur Guðrun
Og Ann Elisabeth tekur
undir við Guðruni.
- Eg síggi fram til at fáa
ein stovn, sum nøktar tørvin
óheft av verkstødum. Verk-
stødini eiga at vera tilbod,
ikki tvingsil. Tad skapar ov
nógvar tvistødur. Tað er
skeivt at loysa hølistrupul-
leikarnar við at skipa fyri
ov nógum verkstødum
Verkstødini eiga ikki at vera
orsakað av vantandi hølum,
men heldur sum eitt tilboð,
sigur Ann Elisabeth