mikudagur 7. oktober 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið SUM
Oyðimarkar-
gongdin
Pi
I sambandi við orðaskiftið um
fullveldið og ríkisrættarligu viður-
skiftini millum Fóroyar og Dan-
mark í framtíðini hevur Jens Pauli
Heinesen, rithóvundi, sent okkum
grein í trimum pórtum, sum hann
nevnir >Íkast til kjakið um full-
veldið<
1. partur
Fyri nøkrum fáum árum
síðani kom ein unglingi til
mín, uppøstur og forfard-
ur, hann var akkurát
komin år Danmark. -
Veitst tú hvat, segði hann,
veitst tú, hvat danskarar
kalla okkum. Nassireyvar,
gud veit, nassireyvar, hvat
dåmar tær?
Tad er neyvan heilt rætt,
at danskarar yvirhøvur
kalla okkum fyri nassi-
reyvar, men at ein hópur
ger tað, er lítið at ivast í
Tað er ringt at seta tal á,
men siga vit nakrir
hundrað túsund, fara vit
neyvan skeiv
At teir flestu eru líka
glaðir og helst vilja sleppa
av við okkum, at teir føla
okkum sum eitt haft um
beinini, sum ein kleppur
og hava eina negativa
kenslu móti okkum, man
tíverri koma sannleikanum
alt ov nær. Skulu vit siga,
at helmingurin hevur eina
slíka áskoðan, man tað
ikki vera langt av leið, og
tað er í grundini ikki ringt
at skilja, tað høvdu vit vist
eisini havt, um tað vóru
vit, ið skuldu pungað út
At vit hava givid hesum
greinastubbum heitið
Oyðimarkargongdin, er
ikki av tilvild, og tað er
júst tað, vit skulu royna at
siga frá
Sega sambandsins
Søga sambandsins er ein
sorgarsøga, ein Ósigurs
søga. Flokkurin kann hava
vunnið í atkvødum, og
kortini altíð tapt. Hetta
verður rópt ein Pyrrhus-
sigur
At vinna og kortini tapa
tað ljóðar kanska paradok
salt, men latið okkum
síggja.
Skulu vit taka málspurn-
ingin fyrst? Ja, hví ikki,
hóast hann er viðgjørdur
so ofta, at tú mestsum fært
sjóverk av honum, men
hann er so tengdur upp í
sambandsins sorgarsøgu,
at vit sleppa ikki uttan um
hann
»Vi føler os som
danske«. Hesi tiltiknu orð
vórðu søgd av einum av
sambandsins tingmonnum,
og hvat kunnu vit so
vænta av einum tílíkum
manni. Hann talaði bara á
donskum í tinginum,
kanska tí hann helt, at
móðurmálið var ikki nóg
fínt, vit vita tað ikki, men
okkurt sovorðið man tað
hava verið. Maðurin var
Oliver Effersøe
Ein annar sambands-
maður byrjaði sum sjálv-
stýrismaður, og brúkti tá
eitt sera gott mál, men í
somu løtu hann fór upp í
sambandsflokkin, var
einki fantilsi á málinum,
tað var meira danskt
føriskt. Hvi? Ja, tað er ilt
at siga. Tad er likt til, at
hann gjørdi tað bara fyrr at
ræða, såa ómegd, arga og
øsa sjálvstýrisfólk upp.
Politikarin var Andras
Samuelsen
(Vit kundu skoytt uppí
her, at neyvan nakrantíð
hevur nakar føriskur polit-
iskur flokkur brúkt eina so
ljóta agitatión sum sam-
bandsflokkurin fyrstu ár
av lívi sínum)
Sambandsfólk arbeiddu
sum í dýrastu neyð móti at
móðurmálið skuldi vinna
frama í skúla, kirkju, á
ungi, sum rættarmál osfr
Niðurlagið var, at vit fóru
ngantíð at vera før fyri
ella fáa ráð til at fáa
føriskar skúlabókur, vit
fóru ongantíð at kunna
skapa okkara egna
litteratur, vit megnaðu tað
ikki, dugdu ikki tíðans-
heldur orkaðu tað. Nær
fóru vit at fáa okkara egnu
sálmabók? Ella okkara
egnu bíbliu? (I dag hava
vit tvær týðingar av halgu-
bók). Í staðin fyri at bretta
upp um armar og fara til
verka, kvaldu teir sakina í
ómegd og berum mis-
treystisgrenji, til danskur
ministari skar igjøgnum
og så til, at mål okkara
fekk ein vissan heimarætt.
Man tad vera nakad
sambandsfólk í dag, sum
ikki elskar sítt móðurmál
og er stolt av okkara
sálmabókum, okkara
skúlabókum og okkara
bókmentum. Í dag tosa
sambandsfólk sera gott
føriskt á tingi t.d., ja,
summi vanda sær enntá
betur um okkara mál enn
okkurt sjálvstýrisfólk.
Við ødrum orðum: í
málspurninginum tapti
sambandið so ruddiliga.
Men hví so alla hesa
mótstøðu, hví so alt hetta
roksið, ið hevur darvað so
ómetaliga og hevur verið
til so stóran ampa í staðin
fyri at bretta upp um
armar og hjálpa til? Er
slíkt realistiskt?
A politiskum fundum,
serliga fyrr, ikki so nógv
nú, høvdu sambands
politikarar tað fyri ikki at
fara upp á pallin, fyrrenn
sjálvstýrismenn høvdu
havt orðið, og tá gjørdu
teir tað næstan bara við tí í
hyggju at gera gjøldur
burturúr, at fáa fólk at
flenna at tí, ið sagt varð,
arga og øsa og ræða við
rædusøgum. Og hvat fingu
teir burtur úr tí, hvat
Nr. 189 — 7. OKTOBER 1998
Jens Pauli Heinesen, rithóvundi, skrivar
vunnu teir?
Skulu vit tíma at nerta við
flaggmålid. Aju, heilt
stutt, men aftur ein
sorgarsøga, ella hvussu?
Tey striddust sum úlvur á
skóg ímóti, at vit skuldu
hava okkara egna flagg, til
Bretland skar ígjógnum.
Man tað vera nakað
sambandsfólk í dag, sum
ikki hevur størstu virðing
fyri flagginum, tey eru
enntá farin at røda á flagg-
degnum.
Eisini í hesum máli leið
flokkurin sín vanliga
Ósigur.
Og hvussu var tað við
heimastýrislógini? Føroyar
vóru eitt danskt amt, og
tað skuldu oyggjarnar
halda fram við at vera í
ævigar tíðir, men sam-
bandið mátti boyggja seg
og tók við hesi lóg vid
sera ringum tannabiti. Í
dag er líkt til, at tey elska
hesa somu lóg, tey vilja
ikki av við hana, sum
stendur tað um lív. Sigur
ella ósigur? Ja, hvat skulu
vit siga?
Soleiðis kunnu vit taka
eitt mál fyri og annað
eftir, sum sambandið setti
seg ímóti við hond og fót,
og sum teir seinni løgdu
sín kærleika á. Onkur, sum
er betri inni í okkara
politisku søgu, er væl-
komin at halda fram. Her
skulu vit bara nevna
Útvarp Føroya.
Útvarpið
Hvat í harrans navni
skuldu vit við egnum
útvarpi, tað fóru vit aldri
at vera før fyri at røkja og
reka, vit fóru aldri at fáa
útbúgvið fólk, og hvussu í
allari víðastu verð skuldu
vit nakrantíð fáa ráð til at
hava egið útvarp.
Nei, tað einasta, ið vit
skuldu gera, var at biðja
danir styrkja Kalundborg
sendaran, so hann hoyrdist
betur, sjálvsagt átti Dan-
mark at tikið sær av
hesum. (Tað skal viðgang-
ast, at ein einsamallur
fólkafloksmaður var við í
hesum harkaliði). Men
man tað vera nøkur
sambandssál, sum í dag
heldur vil hava Kalund-
borg enn Útvarp Føroya?
Var tað realistiskt?
Hvussu tað var við
Sjónvarpi Føroya dugir
undirritaði ikki at siga, tað
dugir kanska onkur annar.
Men so mikið dugir hann
at siga, at tá ið sjónvarpið
(ella >fjernsynið< sum
nógv enn tann dag í dag
siga) droppaði tað danska
aktuelt, og setti nakað so
margháttligt í staðin fyri
sum >Dagur og vika<,
vóru sambandsfók heilt
trillrund av gði. Vit fóru
aldri í verðini at gera
nakað so gott sum donsku
sendingina. Hvør í dag vil
av við Dag og viku? Og
gevur hon nakað teimum
útlendsku eftir? Ikki ein
tumma.