Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. desember 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 243 - 20. desember 2003 23 Nr. 243 • leygardagur • 20. desember 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Kvinnulandsliðið Juanna S. Joensen Åbyhøj VK Helen á Lakjuni Jacobsen Rosenlund Volley Maria Skaalum Petersen Amager Durita Ljósstein Johansen Mjølnir Gudrid Nolsøe TB Karin Mikkelsen SÍ Anna Müller Jacobsen Mjølnir Sólgerð Henriksen Dráttur Margit G. Joensen Mjølnir Gurðið Syderbø Fleyr Vivian Mikkelsen SÍ Marjun Kalsø Mjølnir Ístaðin fyri Peter Nielsen hevur FCK keypt Michael Silberbauer úr AaB FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Hósdagin eftir døgurða boðaði leiðslan í FCK frá, at felagið keypir Michael Silberbauer úr AaB. Tað er einki duls- mál, at FCK hevur leitað sær eftir einum styrki til miðvøllin, nú sáttmálin hjá liðskiparanum, Peter Nielsen, rennur út, og valið er so follið á stór- talentið hjá AaB. Michael Silberbauer er 22 ára gamal, og tí hevur hann sjálvsagt ikki tær royndir, sum Peter Niel- sen hevði. Men heilt ó- royndur er hann tó á ongan hátt. Fyri AaB hevur hann longu leikt 111 superligudystir, har tað eisini er blivið til 21 mál, og hartil hevur hann leikt hópin av ungdóms- landsdystum fyri Dan- mark. Sáttmálin, sum FCK hevur gjørt við Silber- bauer, gongur fram til 30. juni í 2008. Fyrsti hópurin klárur Venjararnir hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti hava tikið fyrsta bruttohópin út Tað eru teir báðir, Svein Rógvi Nielsen og Flemming Raben, sum hava fingið ábyrgdina av kvinnu- landsliðnum, og í vikuni hava teir so givið 20 leikarum boð til venjingar. Umframt tær 20, sum eru nevndar, eru eisini aðrar føroyskar kvinnur, sum spæla hondbólt í Danmark, og roknast kann við, at onkur av hesum eisini fer at vera á landsliðnum. Tær 20, sum í fyrsta umfari eru tiknar út, eru: Helena Dam Poulsen, Neistin LÍv Sørensen, Neistin Marjun Tróndarson, Neistin Unn Kragesteen, Neistin Nikolina Eyðbjørnsdóttir, VÍF Fríða Marjunardóttir, VÍF Sóley Mikkelsen, VÍF Tomma Petersen, VÍF Anna Kristina Samson, Stjørnan Annika Ljósstein, Stjørnan Bára S. Klakstein, Stjørnan Joan M. Djordjevic, Stjørnan Una Olsen, Stjørnan Gurið Mortensen, VB Rannvá Augustinussen, VB Beinta Joensen, StÍF Sunfríð B. Jacobsen, StÍF Fríða Petersen, Kyndil Annika Thomsen, Kyndil Heidi Maria Akselsen, Søljan Ann Mari Káradóttir, Ajax/København Kvinnulandsliðið í flogbólti er nú tikin út, og millum kvinn- urnar eru tríggjar, sum eru spildur- nýggjar í hesum høpi FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Eftir at teir báðir landsliðs- venjararnir, Niclas Joensen og Romica Pascu, í eina tíð hava vant við einum brutto- hópi, er avgerðin um enda- ligu samansetingina av landsliðshópinum nú greið. Nakrir nýggir leikarar eru við í hópinum, har rúm ivaleyst verður fyri onkrari debut. Eitt nú er bert 15 ára gamla Durita Ljósstein Johansen úr Mjølni við á liðnum, eins og Vivian Mikkelsen úr SÍ og Guðrið Syderbø úr Fleyr bert eru 18 ára gamlar. Eitt annað »nýtt« andlit er eisini Maria Skaalum Petersen. Hon var við á landsliðnum, tá oyggjaleikirnir vóru í 1995, men vegna lesnaðin hevur hon ikki verið eins aktiv síðani tá. Í EM-undankappingini, sum verður hildin í Luks- emburg, eru Føroyar í bólki við Cypros, Liktenstein og Luksemburg. Hin undan- kappingarbólkurin er sam- ansettur av Írlandi, Íslandi, Grønlandi og Skotlandi. Føroyska liðið fer avstað 1. januar. Annars skuldi mansland- sliðið, sum er í Skotlandi til EM-undankapping, í eldin eftir døgurða fríggjadagin, tá Ísland var mótstøðuliðið, og væntandi verður okkurt at frætta frá teimum í týs- dagsútgávu okkara. Tað er í øllum førum søgan, um vit skulu trúgva upplýsingun- um í velduga stóra fótbóltsleksikoninum hjá Ekstra-Bladet ÚTGÁVA Jákup Mørk Størsta danska fótbóltsár- bókin, sum nakran tíð er gjørd. Somikið stór vóru orðini, tá danska Ekstra- Blaðið herfyri gav út nýggja fótbóltsbók, sum av sonnum brýtur upp úr nýggjum. Her er nevnliga ikki bara talan um dystir, í farna árinum, og als ikki bara um dystir í Danmark. Snøgt sagt er talan um eitt veldugt fótbóltsleksikon, har hópur av upplýsingum um stórt sæð allan fótbóltsheimin eru at finna. Føroyskur feilur Júst tí, hevur hon kanska ein nógv breiðari áhuga, enn fótbóltsárbøkurnar vanliga hava, og júst tí, er tað úr einum føroyskum sjónarhorni eyka keðiligt, at upplýsingarnar um før- oyskan fótbólt ikki eru rættar. Ikki tí. Orðini, sum før- oyskur fótbóltur fær í múrsteina-tjúkku bókini, eru ikki tey heilt stóru: »På Færøerne har man spillet turneringsfodbold siden 1942. Landsholdet spillede sin første kamp i 1990, hvor det besejrede et glans- løst og selvtilfreds au- stralsk hold. I 2002 spillede det sensationelt uafgjort mod Skotland« So vita vit í øllum førum tað. At tað var móti Australia, at Føroyar vunnu stóra sigurin! Helst er tað ein feilur í týðingini av bókini, sum hevur viðført mistakið. Bókin er nevnliga týdd úr enskum, og har eitur Eyst- urríki sum kunnugt Austria, og tað kann onkur óvitandi týðari helst hava fingið til at vera Australia. Eisini hóast Australia neyvan nakran tíð kemur at taka lut í eini EM-undankapping. Nýggjur FCK-leikari Spennandi landslið Føroyar vunnu á Australia 1. januar skal føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti royna seg. Hópurin til EM-undankappingina er nú úttikin og millum kvinnurnar eru tríggjar, sum er spildurnýggjar í hesum høpi Savnsmynd Kuba-trolarnir »Skúgvur« og »Munkur« hjá P/F Beta í Saltangará eru ávikavist seldir til keyparar úr Argentina og Gambia. Somuleiðis er línuskipið »Stapin II« selt til Danmarkar SKIPASØLA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo »Skúgvur« og »Munkur« hava ligið við bryggju á Skála til sølu, síðani teir í november í fjør vóru av- loystir av spansktbygdu partrolarunum »Stelki« og »Baki«. »Munkur« verður um- bygdur til frystitrolarar, meðan »Skúgvur« fram- haldandi skal nýtast sum ísfiskatrolari. Føroysk manning skal sigla skipini til Afrika og Suðuramerika. Línuskipið »Stapin II«, ið hevur ligið á Toftum síðani nýggi »Stapin« hjá P/F Regn kom til Føroyar í fjør, skal byggjast um til eitt stuttleikafar við skrivstovu- og bústaðarmøguleikum. Keyparin er ein norðmaður sum er búðsitandi í Keyp- mannahavn, ið arbeiðir við at gera dokumentarfilmar. Tað er skipsmeklaravirk- ið MARETEC á Argjum sum hevur skipað fyri søluni av teimum trimum skipunum. Trý skip seld av landinum »Stapin« er seldur til Danmarkar »Skúgvur« og »Munkur« eru seldir til Argentina og Gambia C M Y K 23 22