Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. desember 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 243 - 20. desember 2003 Nr. 243 • leygardagur • 20. desember 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Harvard og Yale: Skulu altíð vera best Stríðið millum Harvard og Yale er væl kent í USA, og nógv fólk kenna tað frá amerikanskum Hollywood-filmum. Men hvussu er hetta "stríðið" í veruleikanum? Hans Kárason Mikkelsen skrivar av Harvard Lesið síðu 5 HUGLEIÐING Í GALILEU Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Tey hava nakað at fegnast um, sum í dag hava fingið hesa jørð- ina í arv, soleiðis sum sagt varð teimum frá hesum staðnum fyri umleið 2.000 árum síðani. Tað er ikki líkt til, at landið var so ríkt tá, sum tað er í dag, hóast tað man hava verið á góðari leið tá eisini. Men tá á døgum skuldi eitt undur til at metta øll tey fólkini, sum komu at hoyra hendan mannin, sum hevði nøkur skilagóð boð at bera teimum. Tó at tað hendi í grannalagnum nakað seinni. Men her stóðu tey so. Læru- meistarin og øll tey, sum komin vóru at lurta eftir honum. Á hesum staðnum, vilja søgurnar vera við, at tað hendi. Sum so manga aðrastaðni, har slíkar heningar eru farnar fram - og heilt nógva aðrastaðni eisini - hava fólk so í góðari meining bygt kirkjur og kapel at vísa til hesar stórhendingarnar, sum fyri teimum eru tær størstu. Eisini her á fjallinum, sum prædikan varð hildin, er kirkja reist til minnis um ta hendingina. Og her koma ferðafólk. Píla- grímar, sum fegnir vilja vitja staðið og helst eisini uppliva eitt sindur av tí anda, ið teir ivaleyst meta, enn má liggja yvir tí. Men eisini tey, sum vilja selja, eru komin higar. Eins og í templinum á sinni verður alt møguligt boðið til fals til hesi, sum í síni trúgv eru komin at vitja hetta kenda stað. Her er kiosk beint uttan fyri kirkjuna, har til ber at keypa sólhattar og kaffibønir, súltað kirsuber og skotskt whiskey um- framt ein hóp av øðrum eftir egnum ynski. Tey høvdu í dag kanska ikki havt fyri neyðini at leitað sær til Tabgha, her beint niðanfyri, at metta seg av breyði og fiski. Og soleiðis er allastaðni, har eitthvørt, sum vísast kann aftur til heilagu skriftirnar, er farið fram. Ein ørgrynna av fólki, sum vil selja líkt og ólíkt, sum sigst at hava eitthvørt samband við staðið ella í besta føri við hesa ávísu hendingina. Mangan hevur verið tikið til, at Jesuspápin er ofta seldur, men at bara Judas var so frægur, at hann angraði tað og tók avleið- ingarnar av sínum handli. Nógv eru tey, sum seinni hava selt hann meira enn eina og tvær ferðir fyri egnan vinning, og halda væl til standa. Og soleiðis er eisini her í landinum, har hann gekk og gjørdi væl. Í dag verður víst til hansara at kalla alla- staðni, har tú kemur fram. Men tá farið verður nærri at hesum, sum sita soleiðis, er kunnleikin um mannin mangan sera lítil. Sæl eru tey spaklyntu, tí tey skulu fáa jørðina í arv. Og ivaleyst hevur hann hugt oman at vatninum og sæð lendið ligið fyri sær vakurt og fruktar- gott, eins og tað er í dag. Tó ikki við plastposum bundum um bananirnar í lundunum niðanfyri, uttan bylgjandi økrum, sum bíðaðu eftir at verða skornir og gjørdir til tað breyð, sum hann fekk at røkka so væl, á eini seinni samkomu her beint niðanfyri. Tað er hugtakandi og vakurt at hyggja oman av fjallinum og oman at vatninum. Men tey, sum hava fingið jørðina í arv, hava helst ikki røkt hana eftir teirri ætlan, Meistarin tá hevði. Í hvussu er ikki, um vit taka ruskdungan við, sum liggur opin beint niður við kirkjugarð- inum. Óvist, um tey tá høvdu verið prísað sæl, sum ábyrgdina hava av hesum. Sæl eru tey Men spaklyntir skulu fá landið í ogn; fegnast av ríkari lukku, stendur í sálmaørindinum, sum víst verður til í fjallaprædikuni. Og jørðin kring fjallið, har prædikan varð hildin, kann í dag av sonnum sigast vera verd at eiga, um sæð verður burtur frá kioskum og ruskdungum, sum allastaðni fylgja menniskjuni í dag C M Y K 25 24 – Eg eri ótrúliga spentur at fara undir hesa uppgávuna. Hetta er veruliga nakað, sum eg brenni fyri, sigur Sólarn Solmunde, nýggjur leiðari fyri Mentanar- húsið í Fuglafirði MENTAN Eyðun Klakstein Tað verður ein gøtumaður, sum skal leiða mentanar- húsið í Fuglafirði framyvir. Nevndin í Fuglafjarðar Sjónleikarfelag, sum eigur og rekur Mentanarhúsið, hevur gjørt av at seta Sólarn Solmunde sum leið- ara fyri húsið. – Sólarn er ein eldsál í føroyska mentanarheimin- um, og hann hevur nógvar royndir at skipa fyri tiltøk- um, sigur nevndin sum grundgeving fyri at seta hann í starvið. Sólarn er kendur frá eitt nú tónleikafelagnum Grót, sum hevur skipað fyri nógvum tiltøkum seinastu árini, og hann hevur verið ein av grundstuðlunum undir G! festivalinum, sum hevur verið í Gøtu seinastu tvey árini. Tað koma óvart á Sólarn Solmunde er longu farin til arbeiðis, og tá vit hittu hann í telefonini fyri middag fríggjadagin, var hann staddur í Fuglafirði. – Eg eri glaður fyri at eg fekk hetta starvið. Tað kom eitt sindur óvart á meg, at eg skuldi fáa tað, men eg eri ótrúliga spentur at fara undir hesa uppgávuna. Hetta er veruliga nakað, sum eg brenni fyri, sigur hann. – Føroysk mentan og før- oysk list eigur eitt stórt pláss í mínum hjarta, og eg vil virka fyri, at tað verður fjølbroytt mentanarligt virksemi í húsinum fram- yvir. Regluligt virksemi Sólarn Solmunde hevur sett sær sum mál, at tiltøkini og virksemið í Mentanarhús- inum í Fuglafirði skal vera meira fjølbroytt framyvir. – Enn kann eg einki ítøkiligt lova, tí fyrsta má eg seta meg inn í alt, men eg haldi, at tað ber til at hava tiltøk og vinna pengar uttan bara at satsa upp á ein stóran dans einaferð um vikuna. Tað eru sjey dagar í vikuni, og tað eigur at bera til at hava meira reguligt virksemi í húsinum, sigur hann. Sólarn hevur tikið seg úr nevndini í Grót, har hann var ein av høvuðsmonnun- um, og hann verður ikki oddamaður fyri G! festival- in, nú hann er farin í starvið í Fuglafirði. Leygardagin klokkan 15.00 verður almenn mót- tøka fyri nýggja leiðaran- um í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Sólarn skal stýra Mentanarhúsinum – Enn kann eg einki ítøkiligt lova, tí fyrsta má eg seta meg inn í alt, men eg haldi, at tað ber til at hava tiltøk og vinna pengar uttan bara at satsa upp á ein stóran dans einaferð um vikuna. Tað eru sjey dagar í vikuni, og tað eigur at bera til at hava meira reguligt virksemi í húsinum, sigur Sólarn Solmunde