mikudagur 7. oktober 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 189 — 7. OKTOBER 1998
tíðindablaðið
RS |
br åg #1 Í
Føroyingar kunnu útbúgva
seg víðari í Bretlandi
Møguleki er hjá foroyingum at fáa legat frá The British Council til at
útbúgva seg víðari í Bretlandi. Hetta er liður í royndunum at kunna eitt nú
førovingar um mentan og útbúving í Bretlandi.
JAN MÚLLER
Moguleiki er hjá føroying
um at fáa stuðul til skeið,
eftiråtbugvingar ol. í Bret
landi. Tað er bretski stovn-
urin The British Council",
sum bjóðar umboðum úr
øðrum londum at fara til
Bretlands og har økja um
sína vitan innan fleiri sam-
felagsgreinar so sum ment-
an, undirvísing, gransking
og vísindi
Fyri at eggja føroyingum
at brúka hetta frålika høvid
vitjaði stjórin í The British
Council í Danmark, Dr.
Michael Sørensen - Jones í
Føroyum nú um dagarnar.
Hetta er fyrstu ferð hann
leggur leiðina henda vegin
og ætlar ikki, at hetta skal
vera seinasta ferðin heldur.
Bretska Ráðið í Danmark
fevnir eisini um Føroyar og
Grønland men vidgongur
Michael Sørensen-Jones, at
ov líuð hevur verið hugt
eftir teimum báðum norðaru
pørtunum av danska konga-
rikinum. Tad er hetta hann
fegin nu vil bøta um
The British Council var
stovnad stutt eftir kriggid,
sum ein partur av bretska
uttanríkismálaráðnum. Í
dag hevur stovnurin skriv-
stovur í fleiri enn 100 lond
um, har roynt verður at økja
um kunnleikan til bretskt
mál og mentan eitt nú
gjøgnum útbúgving- og
skeidmøguleikar
Stovnurin, sum hevur
umleið somu stóðu sum
BBC, fær sína játtan frá utt-
anríkisríkisráðnum — um-
framt at hann eisini fær
pengar frá altjóða grunnum
og stovnum, sum taka sær
av menning, útbúgving og
arbeiði.
- Vit royna fyrst og fremst
á einum hægri stødi at skapa
áhuga fyri bretskari mentan,
og tí geva vit legat til fólk,
sum longu hava eina uni-
versitetsútbúgving ella líkn-
andi.
Í hesum sambandi hava
føroyingar longu verið i
Bretlandi við legati frá The
British Council. Í ár hava
Richard Swartson og Bjarni
Mortensen havt hesi leg-
atini. Ætlanin er at 2 før-
oyingar skulu fáa henda
møguleikan aftur í 1999.
Umsøknarblødini skulu
vera inni áðrenn 18. de-
sember
Talan er um eitt ára legat,
sum hevur eitt virði uppá
100.000 kr. Tey, ið fáa hesi
legat, eru oftani fólk, sum
júst eru liðug við eina út-
búgving á lærdum háskúla.
Umframt at geva før-
oyingum møguleika at fara
til Bretlands, so ber eisini
til at senda fólk úr Bretlandi
til Føroya at standa fyri
skeiðum ol. eitt nú til at
leggja lærarum, sum und-
irvísa í enskum, lag á. Her
kann m.a. hugsast, at ser-
fróðingur í enskum kemur
til Føroya at greiða ensk-
lærarum her frå teimum
nyggjastu metodunum, sum
verða brúktar. Eisini kann
slíkur serfrødingur lodda
dýpið og vita, hvar føroy-
ingar hava brúk fyri stuðuli
ol. Sum heild verður stórur
dentur lagdur á frá bretskari
síðu at vaksa um áhugan
fyri tí enska málinum
Men eisini innan tónleik
og list finnast møguleikar
fyri at fáa stuðul. M.a. hevur
Ráðið verið við til at fíggja
útreiðslur hjá bretskum
tónleikarum og listafólkum
sum hava verið í Føroyum
Undir vitjanini í Fóroyum
hitti stjórin í The British
eisini umboð fyr mentanar-
lívið. Hann vitjaði Norður-
landahúsið, Listaskålan,
Fornminnissavnid, Fróð-
skaparsetrið og Kristian
Black. - Vit eru eisini til fyri
at geva upplýsingar um
mentanartiltók og útbúgv-
ingarmøguleikar i Bret-
landi sum heild leggur
Michael Sgrensen-Jones
aftrat.
Arbeitt verður eisini á
ðrum økjum, og í næstum
er Ráðið við til at fíggja eitt
seminar, har granskarar úr
Bretlandi og Danmark við-
gera dálking í Norðsjónum.
-Ég síggi fegin, at onkur
føroyskur granskari kann
Dr. Michael Sørensen-Jones
vera vid, og royni i løtuni
at finna onkran. Á hesum
seminari verður eisini tosað
um, hverjar verkætlanir eru
í gongd og í umbúnað, og
hvussu vit kunnu vera við
til at stuðla teimum.
Nú tosað verður um eina
komandi føroyska olju-
vinnu, og spurningurin um
tað menniskjansliga- og
mentanarliga umhvervið -
The Human Environment -
13
— 2
stjóri í The British Council
eisini verða vidgjørd í
hesum sambandi heldur Dr
Michael Sørensen-Jones, at
tað eisini átti at verið
møguligt at tíkið slíkar
spurningar upp í einum
samstarvi. Her hugsar hann
um tær royndir, sum tey í
Bretlandi hava gjørt sær á
hesum øki, eitt nú hvussu
ein oljuvinna ávirkar lokal-
samfelagið.
Gera virki
klár til
oljuvinnu |
JAN MULLER
I eina tíð hava fólk frå
norska oljufelagnum Saga
Petroleum vitjað føroyskar
fyritøkur, sum vilja vera við
í eini komandi oljuvinnu.
Tarjei Kristian Hemstad og
Svein V. Børresen hava
saman vid Geir Atle Ris-
hovd og Paula Einarsson frå
Saga Føroyar vitjað fleiri
fyritøkur úti um landið.
Endamálið við hesum vitj-
anum er at kanna fyritøk-
urnar og harvið finna fram
til, um tær lúka krøvini, sum
oljuvinnan í dag setir til
veitarar av bæði vørum og
tænastum til vinnuna.
Tá Saga í fjør í lýsingum
heitti á fyritøkur í Føroyum
at siga frå, um tær ynsktu
vitjan av serfrødingum frå
Saga, var áhugin ovurstórur.
Meira enn 50 fyritøkur
vildu hava umsóknir og síð-
ani hevur verið gongd í mál-
inum. Vitjað hevur verið á
umleið 25 fyritøkum og
hildið verður fram við hes-
um vitjanum. Tað vísir seg
at vera stórur áhugi millum
---Fyrttgkur ikki bert-at-verða
skrásettar men eisini at fáa
vitjan av serfrødingunum
hjå Saga, sum so kunnu
siga, hvussu førar tær eru
fyri at vera veitarar til eina
komandi oljuvinnu. I dag
standa umleid 80 fyritøkur
å listanum hjå Saga.
Tarjei Hemstad hevur júst
verið í Føroyum, har hann
vitjaði fleiri fyritøkur. -Sum
oljufelag, ið ynskir at vera
við í leiting við Føroyar,
hava vit brúk fyri at vita,
hvat føroyskar fyritøkur
kunnu lata av vørum og
tænastum, og ti er tydning-
armikið at kanna, hvørjum
stødi hesar fyritøkur eru á
sigur Tarjei Hemstad, sum
fegin vil gera sítt til at
greiða fyritøkunum frá olju-
vinnuni, hvussu hon er sett
saman og hvørji krøv hon
setir, soleiðis at virkini í
góðari tíð hava møguleika
at laga seg til hesi krøvini -
nú oljuvinnan er eitt sindur
ødrvisi enn vinnur á landi.
Í síðsta enda kemur
arbeiðið hjá Saga bæði at
gagna føroyskum vinnulivi
og oljufeløgunum, sum fara
at arbeida her sum heild.
Endamálið er rætt og slætt
at lyfta stóðið hjá virkjunum
upp, soleiðis at virkini
kunnu vera við í kappingini
um at lata vørur og tænastur.
Saga Petroleum hevur
tann politikk í mest møgu-
ligan mun at brúka lokalar
fyritøkur og ídnað, har
arbeitt verður úti í heimi.
Og fyri at gera lokalar
fyritøkur kappingarførar vil
Saga eisini fegið geva eina
hjálpandi hond.
Tarjei Hemstad sigur um
støduna í Føroyum, at tað
finnast fleiri fyritøkur, 10
eiga góðar møguleikar at
vera við í eini oljuvinnu.
Spurningurin er í nógvum
fórum, hvussu fyritøkurnar
megna at liva upp til krøv-
ini um trygd, heilsu og um-
hvørvi. Oljuvinnan. setir
sum vera man sera hørð
krøv til ikki minst trygdina.
-Tað er ein sera stórur
áhugi fyri at vera við, og
tað er gott. Men ein veik-
leiki er í mongum førum
manglandi kunnleiki, og
hetta er nakað vit kunnu
bóta um við at tosa við um-
boð fyri fyritøkurnar.
Týdningarmestu ráðini
hann kann geva føroyskum
fyritøkum er at vera varnar.
-Okkara royndir í Noregi
eru tær, at tað eru sera fáar
fyritøkur, sum hava klárað
at byrja uppá nakað heilt
nýtt og bara arbeiða við
oljuvinnu. Tað besta er at
halda fram við tí fram-
leiðslu og tænastu, sum ein
hevur og so hava oljuvinn-
una sum eitt nýtt bein at
standa á sigur Tarjei Hem-
Hann vísir eisini á møgu-
leikan hjá føroyskum fyri-
tókum at arbeiða saman við
bæði norskum, donskum og
bretskum fyritøkum. Saga
hevur eingi handilslig á-
hugamál í so máta, men
kann verða við til formidla
samband. Eisini heldur
hann tað vera umráðandi
hjá føroyskum virkjum at
arbeiða saman, tí tá kunnu
tey standa seg sterkari bæði
fíggjarliga og fakliga. Tað
er nevniliga tydningarmik-
ið, at føroyskar fyritøkur,
sum vilja vera veitarar til
oljuvinnuna, eru so mikið
væl fyri fíggjarliga og
fakliga, at tær kunnu koma
við góðum tilboðnum
Saga-serfrødingurin held-
ur annars, at cathering,
verkstaðsarbeiði ol. eru av-
gjørt øki, har føroyingar
Umbod fyri Saga vitja hjå
Poul Hansen, heilsølu,
sum longu er veitari til
oljuvinna. Heilsølan letur
vørur til eitt nú seismikkog
supplyskip. Mynd Jens K
Vang
kunnu bjóða seg fram og
sum longu hava góðar
royndir sum veitarar til
fiskivinnuna. -Tit hava ver
ið veitarar til fiskivinnuna
leingi, og tað er náttúrligt
at tit eisini vera tað til eina
oljuvinnu, men tit mugu
gera tykkum greitt, at olju-
vinnan setir onnur og ør
vísi krøv. Føroyska sam-
felagið er lítið, og ti mugu
tit velja, hvat tit vilja leggja
tykkum eftir
Hann vísir á, at tað er
kanska nettup í leitifasuni,
at føroysk virki eiga at vera
við. Hóast tað er avmarkad,
hvat verður av arbeiði, so
verður tað kortini nógv at
gera út frá tí sannroynd, at
føroyska samfelagið er so
lítið.
Eitt eru virki í Føroyum
Annað er sovorðið sum um-
boð. Her heldur Tarjei
Hemstad tað vera týdning
armikið, at feéroyingar
sjálvir eru umboð fyri verur
og tænastur, sum koma utt
anífrá, og sum oljufeløgini
hava brúk fyri