Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. oktober 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

0000 00 0000 0000 000 Yngd nr. 25 - tíðindablaðið } 7. okt. 1998 Nr. 189 — 7. OKTOBER 1998 Kjølar til Danmarkar i dag Vælumtókti føroyski bólkurin, Kjølar, fer i dag vid flogfari til Danmarkar at spæla fyri donskum studentum Terii Nielsen Alvur Haraldsen Í løtuni eru teir ógvuliga aktuellir við EP ini "skýmandi kveldið", sum kom út herfyr | dag fara teir fýra limirnir í Kjølum, Jens Marni Hansen, Jens Tummas Næss, Signar í Homrum og Henning Nico- emussen, til Esbjerg, har teir skulu pæla í vikuskiftinum. ØR ( Jamma hóskveldið Tað fyrsta tiltakið, sum Kjalar fara at taka ut í, er ein jam-session, har bólkurin bara ætlar sær at meta upp. Fríggjadagin fer bólkurin bara at taka sær av løttum, tí at leygardagin kemur tann veruliga royndin í sambandi við Danmarkarferðina. Á einum stórum studentatiltaki í Esbjerg skal bólkurin hava eina framferslu. Til hetta tiltakið eru áhoyrarnir fyrst og fremst danskir studentar. Orsøkin, til at Kjølar eru komnir framat her, er tann, at bólkurin hevur havt samband við onkrar foroyskar studentar, sum eru við í stóra studentartiltakinum. Bólkurin royndi eisini at sleppa at spæla onkra aðrastaðni í Esbjerg fríggjakvoldið, men av tí at ferðin ikki er komin í lag fyrr enn fyri stuttum, so vóru allir klubbar og onnur spælistoð longu fult upptikin.