Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. oktober 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sr. 189 — 7. OKTOBER 1998 Tað eru óivað mong ung, sum halda, at foroyskur dansur er "rotin", men um føroyski dansurin fram- vegis skal verda ein partur av okkara mentan, so er neydugt, at ungdómurin eisini vísir dansinum áhuga Terji Nielsen Tá 10 vit síggja føroyskan dans í sjónvarpinum, eru tað sum oftast bert tilkomið fólk, sum dansar. Sjáldsamt er at síggja ungdóm dansa, men tó siga dansifólk, at tað eru fleiri og fleiri ung, sum leita sær í dansifeløgini. Hendan gongd er sjálvsagt at frødast um, og vónandi fer hon at halda fram. Partur av undirvísingini í fólkaskúlanum Í tí nýggju fólkaskúlalógini er syrgt fyri, at føroyski dansurin verður ein náttúrligur partur av undirvísingini. Hetta fer sjálvandi at styrkja um stød- una hjá dansinum millum børn, og so er at vóna, at . tidindabladid 17 børnini hervid fåa ein åhuga fyri dansinum, sum tey fara at varveita i øllum sinum ung- dómi. Tað er einki yvir at dylja, at tað er umráðandi at læra vísur, tættir og kvæðir, meðan man er ungur. Tað er ein sann- roynd, at tað er lættast hjá ungum at læra seg ymiskt uttanat, meðan tað er munandi torferari hjá tilkomnum fólki. Nógv ung hava áhugan Helst er tað so, at tey flestu ungu eru av teirri fatan, at før- oyskur dansur er ikki nakað fyri tey. Men tó, so eru tað, sum áðurnevnt, eitt vaksandi tal av ungum, sum trína í dansin Tað er ikki óvanligt, at man eina sunnunátt í havnargøtum sær ungfólk sláa ring og kveð- a eina vísu ella tvær. Fyri bert fáum árum síðani var hetta meira ella minni óhugsandi. Tað tykist, sum um feroyski dansurin er blivin eitt sindur "in" millum ungfólk, og tað sama kann sigast um føroyska tjóðbúnan. Á ólavseku í ár Yngd nr. 25 - 7. okt. 1998 sóust eisini so nógv ungfólk í føroyskum búna, sum ongan- tíð áður. At hetta prýðir um, er einki dulsmál, og lat tað verða sagt beinan vegin, at tey mongu ungfólkini klæddu búnarnar stak væl. Dansistevna fyri ung Fyrr í ár skipaðu nakrir ungdómar fyri eini dansi- stevnu í Havn. Stevnan, sum varð hildin í studentaskúlan- um í Hoydelum, var sera væl eydnað, frætta vit. Dansistevnan, sum var serliga ætlað ungum, fekk góða und- irtøku, og tað er ikki óhugs- andi, at skipað verður fyri slíkum tiltaki aftur. Til eina vanliga dansistevnu er tað óivað so, at mong ung tíma ikki at fara til tær, tí at størsti parturin av luttakarun- um er tilkomið fólk. Við einari dansistevnu fyri ung hevur mann lættari at lokka ungdóm, tí at tey vita, at tað fyrst og fremst eru fólk á teirra egna aldri, sum taka lut. Søgulig virðir Í hesum tíðum, har tjóðskapar- kenslurnar standa í fullum blóma, eiga umsteðurnar at verða góðar fyri at skapa tokka fyri foroyska dansinum Umráðandi er, at vit royna at verja um okkara siðseguligu virðir. Feroyski dansurin, sum er eitt tað virðismiklasta, ið vit eiga av gomlum føroyskum siðum, skal varveitast. Av hesi orsøk er tað sera týðandi, at ungdómurin, sum hevur sterkar tjóðskaparkenslur, vísir dansinum áhuga, og sam- stundis ger sítt til, at hann verður førdur tryggur inn í eitt framtíðar Foroyar, har vit allarhelst skulu standa á egn- um beinum. Tað er í slíkum tíðum, at vit fáa tørv á at visa umheiminum, at vit hava okkara egnu segu og egnar siðir úr farnari tíð. Blaðstjórn: Terji Nielsen. Tlf.: 31 18 20 Fax. 31 47 20 e-mail: yngdasosialurin. fo og terjiapost.olivant. fo Utg.: Sosialurin