hósdagur 8. oktober 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 190 — 8. OKTOBER 1998
tíðindablaðið 5077
»Laksaportionirnar« frå
Bakkafrost vælumtóktar
— Henda framleiðsla ger, at einar 7-8 kr. kilo liggja eftir í landinum afturímóti
um laksurin fór heilur av landinum, sigur Hans Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.
Bakkafrost fór undir hesa framleiðslu í september í ár og framleiðslan er 6 tons
um dógnið
OLAVUR Í BEITI
Í tvey ár hevur verið arbeitt
við laksaprotiónum inni á
Bakkafrost, og nú sær út til
at henda seinasta fram-
leiðslan av laksportiónum
rættiliga hevur arbeitt seg
inn á evropeiska marknaðin.
Lond sum Frakland, Týsk-
land, Belgia og Sveits
keypa hesa nýggju veruna
frá Bakkafrost, og Hans
Jacobsen, stjóri á Bakka-
frost metir, at framleiðslan
kemur at liggja um eini
1000-1200 tons í ár.
Arbeitt hevur verið síðan
í september í trimum vakt-
um, og hava 75 fólk verið í
arbeiði, og arbeitt hevur
verið 24 tímar non-stop.
Framleiðslan er 6 tons um
døgnid av laksaprotiónum.
Sjålv gongdin
Framleiðslan er úr feskum
laksi, sum verður skorin í
flak. Fløkini verða scannað
til tess at fáa sum mest burt-
urúr, so verða tey flokkað,
so í vacuum-maskinu aftaná
sum leggur tvey fløk í posa
við skilarúmi, og verða tvey
fløk so pakkað í snotiliga
eskju, og send út á evro-
peiska marknaðin. Gongdin
er ikki so torgreið, men aft-
anfyri hesa framleiðslu ligg-
ur nógv arbeiði á sera tøkn-
iligum stødi og yvir fleiri
ár.
Og nú hevur so hetta
mennandi arbeiði við at fáa
eina góða veru borið á-
vøkst, og hevur í hvussu so
er skapt støðugt arbeiði hjá
hesum 75 fólkunum á
Bakkafrost hetta árið út.
— Vit selja ikki sjálvur til
handlarnar, men til sølulidid
sum so selir víðari, og tað
er kundin sjálvur sum hevur
tikið so væl ímóti hesi voru,
sigur Hans Jacobsen. Og
leggur stjórin aftrat, at alla
tíðina hava verið broytingar,
men nú vísir seg, at vit hava
funnið eina hóskiliga og
góða laksaportión til
marknaðin.
Laksafløk til Japan
Umframt framleidsluna av
laksportiónum, framleiðir
Bakkafrost eisini skrædlað
laksafløk til japanska
marknaðin, og sølan hevur
henda framleiðsla eisini selt
væl.
At vit nú rættiliga eru
farnir at framleiða til út-
lendska marknaðin, sæst
eisini eftir í landskassanum,
tí Hans Jacobsen sigur, at
henda framleiðsla gevur
einar 7-8 kr. kilo meiri í
arbeidsløn, um laksurin var
fluttur heilur av landinum.
Ov litið av laksarogni
Fiskaaling hevur ov lítið av laksarogni, tá eftirspurningurin bara økist. Fyrst
í 90-årunum hevur Fiskaaling latið 2000 litrar av rogni til alarar, men sidan
1995 hevur verið brúk fyri knøppum 4000 litrum til samlaða marknaðin
ÓLAVUR Í BET
Tað hevur ikki verið so lætt
at fingið nágreiniliga at vita,
hvussu stórur tørvur er á at
fáa laksarogn til føroysku
alivinnuna, men sambært
stjóranum á Fiskaaling,
Símun Joensen, so er rogn-
amarknaðurin øktur rætti-
liga nógv, og ikki hevur ver-
ið lætt heldur at fingið liv-
fisk.
Fiskaaling hevur selt ein-
ar 1800-2000 lívfiskar ár-
liga til føroyskar alarar, og
hevur sidan í 1990 latið um
2000 litrar í laksarogni um-
framt, men síðan 1995 hev-
ur eftirspurningurin svingað
millum 2500-4000 litrar, tí
eftirspurningurin er bara
øktur so nógv. Alibrúkini
eru vorðin størri og keypa
tí meiri rogn.
Óviðkomandi
Vit royndu eisini at fáa eina
vidmerkign til støduna frå
ødrum alara, sum letur laks-
arogn, men vidkomandi al-
ari metti ikki, at almenn-
ingurin hevði stórt brúk fyri
at fáa at vita, hvussu hesin
parturin av alivinnuni hevði
tað. Tað svingar alla tíðina
millum ov lítið og ov nógy,
metti hesin alari í fáum orð-
um.
Og áðrenn blaðið fór til
prentingar var ikki gjørligt
at fáa nakað at vita frá onkr-
um alara á sjónum, hvat teir
siga til støðuna, men tað
kanska verður í næsta blað.
Fiskaaling hevur ov lítið
av laksarogni at lata til
alararnar. Í byrjanini av
nítiárunum lótu teir
umleið 2000 litrar, nú
hava teir brúk fyri 4000
litrum
——sð
søkist
til Tiðindablaðið Sosialin
Hevur tú hug at royna teg á einum arbeiðsplássi,
har tað er ferð á allan dagin, har ein deadline er
ein partur av hverjum einasta arbeiðsdegi, og har
tú allatíðina fært nýggjar og spennandi uppgávur
So er hetta kanska møguleikin hjá tær.
Vit hava brúk fyri blaðfólki til starv í blaðhúsinum
á Argjum beinanvegin. Vit bjóða eitt hendingarrikt
og fjølbroytt starv, har tú gerst partur av eini vælvirk-
andi redaktion, og sleppur at royna teg við alskyns
uppgávum.
Tað er ein treyt, at tú dugir at orða teg lætt og neyvt
á føroyskum, at tú fylgir við í ti, sum hendir og rørist
í okkara samfelag, og tað er ein fyrimunur um tú
hevur útbúgving sum blaðfólk ella líknandi útbúgving
Tað er eisini ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til
teldur.
Tíðindablaðið Sosialurin er eitt blað, har tað hendir
nakað. Vit eru allatíðina úti um okkum, og fimm ferðir
um vikuna koma vit á getuna við einum nýggjum og
feskum blað. Umframt tað verður blaðið hvønn dag
eisini lagt á internetið.
Umsóknir við meguligum prógvum og viðmælum
skulu sendast til:
Tíðindablaðið
Sosialurin,
Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Viðmerkjast skal sumsókna
Hevur tú hug at frætta nærri um okkara tilboð,
kanst tú venda tær til Jan Múller, blaðstjóra, á
telefon 311820.
Tíðindablaðið
SOSIALURIN
www.sosialurin.fo
P.O. Box 76 - 110 Tórshavn
Tlf. 3118 20 - Fax 31 47 20
E-mail: sosialurindsosialurin fo
Sosialurin er eitt livandi og spennandi arbeiðspláss. Her
starvast í dag uml. 25 fólk. Uppgávumar eru bæði áhugaverðar
og fjølbroyttar. Blaðið kemur út 5 ferðir um vikuna
Á prentsmiðjuni, sum er partur av fyritøkuni, verða umframt
Sosialin eisini prentað onnur blød. Sosialurin umsetti í fjør fyri
stívliga 8 mill. kr.