hósdagur 8. oktober 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið
Nr. 190 — 8. OKTOBER 1998
Føroya Lærarafelag hátíðarhelt 100 ára dagin leygardagin:
Á gáttini til eitt nýtt tíðarskeið
Kritdust, peikipinnar, oyrafikur og kunningartøkni og long summarfritid. Hesi vóru nókur av orðunum, ið komu Høgna
Hoydal, varaløgmanni, til hugs, tá hann flutti fram rødu í sambandi við hátíðarhald Føroya Lærarafelags. Eisini metti
hann, at vit í dag standa á gáttini til eitt nytt tíðarskeið fyri skúlan og læraran. - Kunningartóknin verður amboðið,
sum bindur skúlan, heimið, samfelagið og heimin saman, segði Hógni Hoydal millum annað í róðuni
Andras L. Samuelsen, formaður í Fór:
beyð luttakarunum at verða vælkomin til 100 ára hald
felagsins
ya Lærarafelag
DAGFINN OLSEN
JÓN INGI EIDESGAARD
Eftir at Andras L. Samuel-
sen, formaður Føroya Lær-
arafelags, hevði boðið gest-
unum vælkomnum, var fel-
agssangur sungin, >Landið
eg bar við mær inn um skúl-
agátt<, ið Karsten Hoydal
yrkti.
Síðani helt Høgni Hoy-
dal; varaløgmaður, rødu.
Stuttligt er kanska at nevna,
at Høgni er abbasonur
Karsten Hoydal.
Høgni Hoydal byrjadi
rødu sina vid hugarensli, ið
hann segði kom honum til
hugs í sambandi við dagin;
Kritdust og
peikipinnar
— Kritdust. Slitnar floyals-
buksur. Peikipinnar. Oyra-
fikur. Per åtti ein hund. Kat-
eta, hypotenusa. Høgar
knælyftingar, loypa um
bukk. Langa summarferiu,
forkelað stætt.
— Nú vakni øll úr svøvni
glað. Móðurmál. Menning.
Savningarpersónur í bygd-
ini, íblásari, politikari,
skald, tilvitska. Bókaúi-
gáva
— Happing, nidurslitin,
larmur og ókvæmisorð.
— Kunningartøkni, for-
eldrasamstarv, eftiråtbigv-
ing, skeið.
Høgni Hoydal bad åhoyr-
ararnar orsaka henda orða-
floymin, ið hann segði vóru
tankar sum lýstu nøkur per-
sónlig minni, nakrar for-
dómar og nakrar einfaldar
útsagnir um leiklutin hjá
læraranum í samfelagnum
seinasti 100 árini.
Og tað sýntist júst at vera
leiklut lærarans, ið Høgni
Hoydal hevði bygt rødu
sína upp um. Hegnisliga
lýsti Høgni Hoydal leiklut
lærarans í trimum stigum.
Hvert brot hevði eina yv-
irskrift, ið líkasum kókaði
niður hevuðssjónarmiðið í
brotinum.
1. tíðarskeið: Lærarin sum
itnellektuelur í bygdasam-
felagnum. Lærarin sum
miðil og savnari. Lærarin í
tí gamla borgarliga skúlan-
um. Lærarin í stríðnum fyri
einum føroyskum skúla.
Her segði Høgni m.a.:
Lærarin var tann intell
ektuelli í bygdasamfelagn-
um. Umframt at vera portrið
til bókligan lærdóm hjá
børnunum var hann kanska
eitt slag av skrivara og um-
boði hjá bygdini mótvegis
umheiminum. Helst er tað
her vit finna orsøkina til, at
nógvir lærarar gerast polit-
ikarar. Og neyvan sum
fordómarnir siga, tí teir
hava ov góða tíð.
Víðari segði Høgni Hoy-
dal:
Men hverja uppgáva,
hevði lærarin í skúlanum?
Tað var jú fyri 100 árum
síðani og væl longur fram-
eftir í øldina >tann gamli
svarti skúlin<, ella tað vit
kenna sum tann borgarligi
skúlin í Europa, sum var
grundarlagið. Skúlin við
peikipinnum og oyrafikum.
Ein ávísur lærdómur skuldi
trýstast inn í knokkin á
næmingunum
Nú
Næsta brot í réðu varaløg-
mans hevði hesa yvirskrift:
2. Tíðarskeið: Idnadar- og
vælferdarsamfelagid. Lær-
arin sum spesialistur og sål-
arfrødingur í einum tvíbýtt-
um gerandisdegi hjá næm-
inginum. Fólkaskúlin sum
verksmiðja fyri víðari lær-
dóm og útbúgving fyri øll.
Her nam Høgni Hoydal
við stóru broytingarnar inn-
an og uttan skúlagátt. Skúl-
in skal ikki longur bert
trýsta lærdóm inn í høvdid
á næmingunum til at klára
seg í einum óbroytiligum
samfelag.
Høgni Hoydal helt fram
og segði m.a.:
Tíðin, tá ein lærari kundi
undirvísa í øllum lærugrein-
um og geva næmingunum
eina fasta heildarmynd av
samfelagnum, er um at vera
farin. Tí samfelagið broytist
skjótari enn skúlin.
Leikluturin hjá lærararan-
um sum sålarfrødingur og
pedagogur, ið eisini má taka
lut í stóðuni hjá tí einstaka
næminginum veksur.
Alt hetta hevur sett ómet-
lig krøv til lærarastættina,
til tørvin á undirvísingaram-
boðum og til tørvin á bæði
servitan og pedagogiskum
førleika hjá lærarum alt í
einum.
Autoriteturin hjá læraran-
um er samstundis fánaður í
skúlanum og samfelagnum,
og nógvir lærarar hava uttan
iva kent seg maktarleysar