hósdagur 8. oktober 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 190 — 8. OKTOBER 1998
tíðindablaðið SOSTAMNMMITN
2
| Í
Hógni Hoydal, landsstýri
og niðurslitnar í nútímans
skúlanum.
Hetta hevur skapt heilt
onnur krøv til ein føroyskan
skúla. Vit vita, at Føroya
Lærarafelag eisini hevur
gingið á odda her fyri at
tyggja lærarum betri ar-
beiðskor. Vit vita, at Lær-
arafelagið við síni bóka-
deild hevur gingið á odda
fyri at útvega undirvísing-
aramboð. Men vit vita eis-
ini, at langt er eftir á mål
vid undirvisingarambodum
og politiskari viðgerð av
einum føroyskum framtíð-
arskúla.
Framtíðin
3. Tíðarskeið: Kunningar-
samfelagið - kunningar-
tøknin - nýggjur møguleiki
fyri einum føroyskum
skúla.
Undir hesi yvirskriftini
kom Høgni Hoydal inn á
nú- og framtíðina.
Hann segði m.a.:
Tað eru ikki longur
kritdust og peikipinnar, sum
umgyrða læraran, men forrit
og telduskíggjar. Og auto-
ritetur lærarans verður fyri
uppaftur stórri avbj6ding-
um.
Merkir hetta, at tær
gomlu uppgávurnar hjá lær-
aranum eru farnar? Merkir
hetta, at nærumhvgrvið
ongan týdning hevur long-
ur. Merkir hetta, at tildømis
gamlar lærugreinar, sum ítr-
Ottur, sangur og søga eru
farnar?
Merkir hetta, at lærarin
skal verða tekniskur snill-
ingur, til tess at varðveita
sín autoritet og tosa sama
mál sum næmingurin?
Nei, tað haldi eg er ein
skeiv hugsan. Tær so-
smaður og varalógmaður var
gestarødari til 100 ára haldið
nevndu >gomlu lærugrein-
arnar< eru helst enn týdn-
ingarmiklari enn áður, og
leiklutur lærarans í nærsam-
felagnum er eins týdning-
armikil og áður. Tann
nýggja kunningargldin setir
krøv um, at skúlin skal gera
okkum til heimsborgarar.
Men fyri at gerast heims-
borgari, mást tú framvegis
kenna teg sjálvan og títt
egna samfelag fyrst.
Avbjóðing og kollvelt-
andi bro
Víðari segði varaløgmaður:
Avbjóðingin hjá lærarum
og hjá Føroya Lærarafelag
liggur kanska í hesum:
Hvussu verður undirvís-
ingarhátturin framyvir? Er
tað framvegis rætt at trýsta
24 næmingar inn í eitt floks-
høli, 45 minuttir í senn?
Byggir tann karmurin ikki
á tann gamla »svarta skúl-
an<, har eitt ávíst pensum
skuldi trýstast inn í høvdid
á næminginum? Eru teir
fysisku undirvísingarkarm-
arnir ikki broyttir ómetaliga
lítið, meðan innihaldið hev-
ur verið fyri kollveltandi
broytingum?
Høgni Hoydal saknaði
eitt orðaskifti hesum við-
víkjandi og hann metti, at
lærarafelagið mátti ganga á
odda, tí , sum hann målbar
seg, politikarar mugu drag-
ast eftir hárinum, áðrenn teir
ásanna tørvin á slíkum
broytingum.
Høgni Hoydal ynskti at
enda vegna Føroya Lands-
stýri Føroya Lærarafelag og
limum tess tillukku við
teimum 100 árunum við
vón um framhaldandi virkni
næstu 100 árini.
Limir heiðraðir og
kantata framførd
Leygardagin håtidarhelt Føroya Lærarafelag 100 åra dag sin. Håtidarløtan
var úti á Frælsinum í Læraraskúlanum og á skránni var felagssangur, rød-
ur, heiðran av limum, kaffi, kókur og sherry og kanska mest forkunnugt og
lokkandi ein kantata, ið Pauli í Sandagerði og Aleksandur Kristiansen
høvdu smíðað ávíkavist lag og orð til.
DAGFINN OLSEN
JÓN INGI EIDESGAARD
Formaðurin í Føroya Lær-
arafelag, Andras Samuelsen
metir, at eini 150 fólk høvdu
leitað sær út á Frælsi at
halda dagin hjá felagnum.
Hetta metir formaðurin
vera á góðari leið, tí lands-
kappingin í fótbólti fekk sín
spennandi endabrest sama
dag og ikki er óhugsandi,
at summir av limum felags-
ins eru setstir aftur, tí veðrið
var gott og hetta er tíðin tá
menn hugsa um veðrar og
slakt.
Limir heiðraðir
Umframt at varalógmaður
og onnur hildu réðu, so var
eisini heiðran av limum á
skránni.
8 fyrrverandi formenn í
Føroya Lærarafelag vórðu
heiðraðir undir hátíðarhald-
inum leygardagin. Hesi
vóru Johannes Andreas
Næs, Hans Kristiansen, Eil-
if Samuelsen, Marita Pet-
ersen, Hans Trygvi Teirin,
Inga Høgenni, Esmar Berg
og Jenny Lydersen.
Eisini 3 fyrrverandi for-
menn í Bókadeildini vóðru
heiðraðir. Hesi vóri Jóhann-
es Enni, Svenning Tausen
og Ingrid Sondum.
Øll fingu tey gullnál, ið
bar myndina av flammuni,
ið er merki felagsins. Um-
framt fingu tey heiðurs-
bræv, har felagið takkaði
fyri trúgva tænanstu.
Kantatan
Andras L. Samuelsen sigur,
É Så i
Svenning Tausen , sum er fyrrverandi formaður i Bókadeild Føroya Lærarafelags var
saman vid 10 ødrum »fyrrverandi« heidradur fyri sitt arbeidi
at eisini framførslan av kan-
tatuni, ið Pauli í Sandagerði
og Aleksandur Kristiansen
skrivaðu felagnum til fram-
fórslu håtidardagin, var
væleydnað eftir hansara
tykki.
Sum vanligt er, so verður
slík kantata bert framførd
einaferð og kór, solistar og
tónleikarar framførdu kan-
Pauli í Sandágerði og Aleksandur Kristiansen hóvdu gjørt eina kant
hon varð framførd á Læraraskúlanum um víkuskiftið
tatuna væl, sigur Andras L
Samuelsen.
Hann metir somuleiðis, at
Pauli í Sandagerði og Al-
eksandur Kristiansen eru
komnir væl frá uppgávuni
at skriva eina kantatu til
Føroya Lærarafelag.
Kórið hjá Paula í Sand-
ágerði, Karmina Maritima,
sang verkið.
utu til 100 ára haldið hjá Lærarafelagnum
Mynd
I skránni var gjørt vart
við, at Saga Petroleum
hevði stuðlað hesum part-
inum í skránni
Men við ella uttan olju,
so tykist dagurin og hátíð-
arhaldið hjá Føroya Lærar-
afelag at hava gingið smidl-
iga og væl og tiltakið var
væleydnað.
Jón Ingi Eidesgaard)