hósdagur 8. oktober 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
X
Nr. 190 — 8. OKTOBER 1998
.
ITROTTUR
Ki skal spæla i
UEFA Cup kappingini
Europeiska steypakappingin fyri steypavinnarar verður
nidurløgd, og trýstið á grasvøllin á Svangaskarði verður
yvir eitt styttri tíðarskeið enn tað hevur verið higartil
Ein avgerð í starvsneyndini
hjá UEFA í fyrradagin ber
tir øllum at døma við sær,
fer at spæla i
é
Europa Cup
yri steypavinnarar, men
heldur i UEFA Cup kapp-
Klaksvikingar taptu
steypafinaluna móti HB,
men av tí at HB vann FM
g tískil verður við í euro-
peisku meistarakappingini
fór møguleikin at spæla í
Kappingini fyri steypavinn-
arar til Kl
Men nú hevur starvs-
nevndin hjá UEFA gjørt av,
at kappingin fyr! steypa
sum hevur verið á
VINNarar
SKTanni í
Í hevur verið rokn
að við, at B36 fór at fáa
plássið í UEFA Cup, tí Kl
skuldi spæla í kappingini
fyri steypavinnarar, og í løt-
uni er tað einki, sum bendir
á, at B36 ikki skal taka lut í
UEFA Cup. Tað vil við ødr-
um orðum siga, at komandi
summar fara tvey føroysk
lið at spæla í hesari kapp-
ingini
Pengarnir avgera
Samanleggingin av hesum
báðu kappingunum var onn-
ur av avgerðunum viðvíkj-
andi Europa Cup, sum
starvsnevndin hjá UEFA
tók týsdagin. Hina avgerð-
ina hevur tað verið tosað
nógv meiri um, og hon fer
eisini at hava stórri týdning
fyri europeiska fótbóltspoli-
tikkin
UEFA samtykt! á fundin-
um, at frå og vid komandi
kappingarári skal luttakara
talið í europeisku meistara-
kappingini økjast úr 24 og
upp í 32
etta verður gjørt fyri at
sleppa undan hóttanini og
trýstinum, sum stóru fot-
boltsfeløgini í Europa hava
lagt á europeiska fótbólts-
samtakið, tá tey boðaðu frá,
at tey ætlaðu at skipa eina
nýggja kapping, sum fór at
hava við sær, at tey fóru at
taka seg burturúr Europa
Cup. Við at fara undir nýgg-
ju kappingina høvdu tey
trygd fyri europeiskari lut-
tóku, sum gav stórar pen-
ingaligar upphæddir á
hverjum ári. Tað hava tey
ikki havt undir galdandi
skipan, og tað eru fleiri
dømi um, at stór felag hava
brent seg fíggjarliga, tí tey
ikki hava rokkið Europa
Cup kappingini fyri meist-
arar
Ein slík nýskapan hevði
verið ein vanlukka fyri
UEFA, og nú hevur felags-
skapurin tikið eitt stig, sum
skal halda ferøgunum burtur
frá at fara í sjálvdrátt. Okta
talið á liðum í meistara-
kappingini ger, at sannlíkið
hjá stóru feløgunum at
sleppa upp í part á hvørjum
ári verður nógv stórri, enn
tað hevur verið higartil
%
Lesið eisini
itrottin á
Internetinum
www.sosialurin.fo +
5
|
1
John Hansen, ein av teimum royndu leikarunum hjå KI
Størri tryst å
Svangaskard
Tey seinnu árini hevur tað
verið soleiðis, at tað longu
eina viku undan GOlavsøku
hevur verið farið undir inn-
leiðandi umførini í meist-
arakappingini og UEFA
kappingini, meðan innleið-
andi umfarið í kappingini
fyri steypavinnarar ikki
hevur verið fyrrenn am
miðjan august.
Nú verður kappingin fyri
steypavinnarar tikin burtur,
og tað fer helst at hava við
sær, at øll tey føroysku um-
bodini i Europa Cup skulu
spæla i innleidandi umfar-
inum um somu tíð.
Og tað hevur aftur við
sær, at trýstið á grasvøllin á
Svangaskarði verður ógvu-
liga stórt. Higartil hevur tað
oftast verið soleiðis, at ann-
að tað føroyska liðið, sum
hevur spælt í juli, hevur ver-
ið á útivelli ta vikuna, sum
hitt var á heimavelli, men
nú fer tað ikki at ganga upp
við hesum.
Nú fer undir øllum um-
stóðum at verða neyðugt at
spæla tveir heimadystir í
somu viku, og tað verður
ikki serliga heppið.
Spell verður tað, at alt tað
europeiska trýstið á Svang-
askarð fer at verða um somu
tíð, í staðin fyri at tað — sum
tað hevur verið higartil —
verður yvir fleiri vikur.
Vit kunnu bara staðfesta,
at peningaligu áhugamálini
telja nógv, og at ætlanirnar
hjá stóru feløgunum í Italia,
Týskalandi, Spania og Ong-
landi beinleiðis raka før-
oyskan fótbólt. jh
Fleiri standa fyri rundum degi
Hóast mest royndu spælararnir ikki vera vid, so er liðið í Vilnius mannað við
spælarum, sum hava nógvar altjóða royndir
Allan Mørkøre var ikki vid
flogfarinum, sum skuldi
fara úr Vágum og til Vilnius
klokkan 17.30 seinnapartin
i gjar Tað hava vit boðað
frá fyrr í vikuni, men vit
taka afturíaftur hesa ferð, tí
avboðið hevur við sær, at
útispælarin við flestu lands-
dystunum er ikki við
Jan Dam er við aftur, eftir
at hann hevur verið burtur
frá tær báðu seinastu ferð-
irnar, og hann er tann út:-
spælarin, sum er skrásettur
fyri flestar landsdystir. Jan
hevur 36 ferðirnar umboðað
fødilandid, og tað er tvær
ferðir fleiri enn Óli Johann-
esen. Tað kann væl vera, at
Jan Dam verður á liðnum
leygardagin, men tað er
meiri upplagt, at Oli Jo-
hannesen verður við.
Jens Martin Knudsen er
tann, sum hevur spælt flest-
ar landsdystir — hann hevur
verið við í 44 altjóða skrá-
settum dystum — men tað er
eisini ivasamt, um hann
verður á vellinum leygar-
kveldið
Rundu
Burtursæð frá teimum om-
anfyri nevndu eru tað tríggir
spælarar, sum hava verið
við fleiri enn tjúgu ferðir og
eisini eru við hesa ferð. Teir
eru Jens Kristian Hansen,
sum Allan Simonsen hevur
gjørt ul liðformann í nýggju
EM undankappingini,
Henning Jarnskor og Julian
Johnsson
Ivaleyst koma bæði Jens
Kristian og Henning á vøll-
in leygarkvøldid, og gera
teir tað, so verður í báðum
fórum talan um silvurbrúd-
leyp saman við landsliðn-
um. Báðir spæla teir fyri 25.
ferð á landsliðnum, og teir
verða 14. og 15. føroysku
spælararnir, sum røkka hes-
um talinum. Hinir eru Jó-
annes Jakobsen, Kári Reyn-
heim, Jens Martin Knudsen,
Kurt Mørkøre, Jan Dam,
Allan Mørkøre, Tummas
Eli Hansen, Todi Jónsson,
Oli Johannesen, Jan Allan
Miller, Øssur Hansen,
Magni Jarnskor og Jens Er-
ik Rasmussen.
Todi; Jónsson spælir leyg-
arkvøldid sín landsdyst
nummar 30, Uni Arge
nummar 20 og Oli Johanne-
sen nummar 35.
Onkuntíð hava fleiri
spælarar havt fødingardag,
meðan landsliðið hevur ver-
ið á ferð, men hóast henda
ferðin er væl longir enn so
flestu aðru fótbóltsferðirnar,
so verður eingin fødingar-
dagur hesa ferð. jh
Henning Jarnskor er aftur
úttíkin á landsliðið