Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. desember 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HUGLEIÐINGAR Ása undir Kletti auk@post.olivant.fo Eg havi keypt mær ein vest. Ikki er neyðugt at roksa um, at hann er nýggjur, tí sjálvandi er hann tað. Tað er ikki nakar heilt van- ligur vestur. Faktiskt vil eg nevna hann ein óvanligan vest. Hann er ikki nakað serliga heitur, heldur tvørturímóti. Hann er ikki heil- ullintur, sum nógvir vestar eru - ikki heldur er hann akryl bland- aður við ull fifty-fifty, sum er so modernað í dag. Og hann er so slettis ikki frá Sirri ella Snæld- uni. Eg kann heldur ikki pástanda, at hann er bundin í "hønsestrik", sum einaferð var so smart og nú er aftur at síggja í mótarákinum. Havi onkuntíð hugsað um, hví tað nevndist hønsestrik. Sá ikki eina einastu hønu í mynstrinum. Kanska sótu hønurnar so fittar á vaglum í Danmark og bundu vestar til allar hippiararnar, ið tá vóru, og onnur, sum ynsktu sær ein slík- an, og tí kallaðist tað hønsestrik. Í trýssunum hendi so nógv merkiligt, so um ein høna sat við stokkum tá í tíðini, hevur eingin kanska hildið verið løgið. Kanska tú gitir, at tað so má verða ein bjargingarvestur. Tað er hann faktiskt eisini upp á sín máta. Ætlanin er í hvussu er, at hann skal bjarga mær undan at liggja undir onkrum bili í bøla- niðuni í vetur. Vesturin er ein enduskinsvestur, eg havi vágað at keypt frá Esther á Eystaru Vág. Havi altíð tvíhildið um at hava endurskin í myrku tíðini. Trúliga havi eg seymað í kilometurvís av endurskinsstrimlum upp á jakk- arnar og buksurnar hjá døtrunum báðum, tá tær vóru yngri, sjálvt um tær onkuntíð royndu at mót- mæla, tí tær bedýraðu, at alt tað smarta fór av nýggja jakkanum ella frakkanum, tá eg setti meg at mingulera við seymimaskinuni og metrum av endurskinsstriml- um. Tað var sum at sletta vatn á gás. Endurskinið varð seymað upp á og einki meiri roks um tað. Innast inni mundu tær nokk vita sum var, at her var í hvussu er eingin góða mamma. Sjálv havi eg gingið við hesum vælsignaðu endurskinsfidusun- um, sum tú keypir á Apotekinum ella fært frá Sparikøssum kring landið. Helt, at tað var nokkso smart, tá eg keypti endurskin, sum kundu líkasum knallast uppá ermarnar. Vandin var bert tann, at eftir einari løtu, tá eg veipandi fór til gongu, vóru endur- skinsfidusarnir fjaldir í ermayvirskotstilfari, so eg var svørt sum náttin. So aftur at leita og grópa eftir endurskin- unum millum stoffrill- urnar, taka tey av ørmunum og "knalla" tey upp á einaferð afturat. Og soleiðis endurtók søgan seg upp til fleiri ferðir undir marsjeringini. Strævið, helt eg, sum jú ikki beinleiðis er kend fyri at vera tolin. Havi seinnu tíðina gingið og grundað, um ikki okkurt annað var, eg kundi finna uppá at brúka sum vernd, so eg ikki lá so barlong undir onkrum næskum bili á fótgangarafeltinum, sum bilarnir jú elska at stilla seg beint á, áðrenn teir sleppa fram til vegamótið. Ikki um at tala, tá undirsjóvartunnil verður norður til Klaksvíkar og øll har norðuri koma til Havnar at sjoppa. Tá er at vera sjónlig. Tori slettis ikki at hugsa um Suðuroynna og Sandoynna og teirra undirsjóvartunnil. Hvar í Guds grøna garði skulu allir hesir bilarnir vera og parkera? Havnin, hon dregur og tað við lít. Hon er eisini deilig. Minnist, at tá kona inni á Skálafjørðinum varð spurd, um henni hevði dámt at fingið undirsjóvartunnil til Havnar, svaraði hon næstan áðrenn spurningurin varð liðugt settur: "So verður skjótari til Havnar"! Tað verður trongligt, tá Havnin fer at taka øll í sín favn – í senn. Ná. Kom at hugsa um hesar vest- arnar, sum eg síggi vaktarfólk eru í t.d fríggjadagar uttan fyri Rúsuna, tá ordiligur gravgangur er, og bilarnir fylkjast niðan í lítlu brekkuna, og í SMS tá tey hava føðingardag ella okkurt annað er av tiltøkum. So standa nøkur fólk í sovorðum smørtum, sjálvlýsandi vestum og vegleiða ferðsluna og síggjast næstan heilt til Sumbiar. Havi eisini sæð í Danmark, at fólk, sum arbeiðir upp á veg t.d. eisini er í sama slag vesti. Og so var tað, eg hugsaði, at eg eisini kundi fáa mær ein slíkan. Sum vanligt er við mær, er sera stutt frá tanka til gerð, so seinasta fríggjadag gekk eg mær ein túr oman til Esther í Skipshandlin- um og spurdi, um hon hevði so- vorðnar vestar. Hon peikaði á ein, sum hekk í sýnisglugganum og eg skundaði mær at nikka. Jú, hatta var júst hann, eg hugsaði um. Hon tók hann úr glugganum og bað meg royna hann. Eg fór í hann uttan yvir mín gráa, nokkso keðiliga, men hinvegin øgiliga praktiska, Helly Hansen jakka, sum trongdi til okkurt pift. Teir klæddu væl hvørjum øðrum - Helly Hansen og vesturin, sjálvt um vesturin kanska var í so stórur, so eg segði, at eg vendi aftur, um eg ikki fann ein minni onkra aðrastaðni í býnum. Komin niðan til Cafe Natúr, bráðvendi eg oman aftur, tímdi ikki at brúka tíð upp á at roksa. Hetta var jú ikki beinleiðis ein bodystockingur frá Wolford, eg skuldi keypa, so tað var yvir- høvur ikki neyðugt at hann sat serliga tætt. Átti í roynd og veru at brúkt føroyska orðið fyri bodystocking, men tað er so ósjarmerandi, haldi eg, so eg droppi at skriva bulald. Tú las rætt: BULALD! Esther og eg samdust um, at vesturin tænti sínum endamáli og var fínur, og glað var eg. Rind- aði, stakk hann í ryggsekkin og spolaði heim. Hann var so bjartur, at eg næstan helt meg síggja hann ígjøgnum rygg- sekkin. Her skal viðmerkj- ast, at klokkan var bert hálvgum tvey, so eg var rættiliga sjónlig sum var, og ikki var neyðugt at lata meg í hann júst tá. Heimkomin varð vesturin kommenteraður, og breið semja var um, at hatta var eitt frálíkt hugskot, og eg fór fyrstu ferð í hann mánamorgunin eftir. Her mundi verið galin endi, tí bil- førararnir gjørdust so skakkir, tá teir bóru eygað við meg, at teir næst- an koyrdu útav! Kanska hildu teir, at her var eitt umvandrandi snarljós, sum átti av verið meld- að til Vaktar- og Bjargingartæn- astuna ella RFF ongantíð ov skjótt! Annars er at siga, at fólk geva mær gætur. Tey fáu tandr- ini, sum ganga, eru sera prát- ingarsom og eru fús at spyrja, hvar eg havi keypt hann. Bil- førararnir harafturímóti skjóta upp/gita, at eg eri jørð- og betongkona, ferðslukona, sjakk- forkvinna, parkeringskona (tað er ofta uppi og vendir) og alt møguligt annað spennandi, eg kundi tikist við, var eg ikki í føstum starvi frammanundan. Stuttligt. Var í SMS ein seinnapart í sein- astu viku og sá tveir so øgiliga fittar vaktarmenn í sama slag vestum sum eg! Helt, at eg skuldi bjóða meg fram at veita eina hjálpandi ferðsluhond, tí so ótrúliga nógvir bilar vóru alla- staðni, men teir forvissaðu meg um, at tað slettis ikki var neyð- ugt. Teir sóu so lívsforskrektir út og hava óviað hildið, at her var ein kappingarneyti, sum ætlaði at taka livibreyðið frá teimum, neyðardýrini. Og so beint upp undir jól. Eg skundaði mær avstað, so teir kundu beina bilarnar upp á pláss í friði og náðum. Jógvan, sum var og vitjaði okkum herfyri, spurdi forfardur, um eg hevði verið inni í Mikla- garði í vestinum. Sjálvandi lat eg meg ikki úr fyri tað, um eg skuldi inn í Miklagarð, segði eg honum eitt sindur firtin. Í sama viðfangi skeyt hann so áhittin upp, at eg átti at blivið umboðs- kona hjá Westlife – so kundu teir skift navn til Lifewest eitt skifti. Denn Jógvan, denn Jógvan. Haldi, at vit hava skyldu til at vera sædd, hvør í sínum lagi. Hoyrdi Jákup Magnussen nevna ein morgun herfyri, at foreldur høvdu heitt á hann um at biðja bilførararnar ansa eftir børnun- um í ferðsluni. Eri samd við honum, at sjálvandi skal ansast eftir børnunum, men tað er okkara skylda sum foreldur, at børnini eru sjónlig í ferðsluni. Sá eina mynd av útibarnagarði í Klaksvík, har øll børnini vóru í endurskinsvestum. Frálíkt tiltak, sum aðrir barnagarðar vónandi fara at taka undir við. "Hjálmur er kul", sigur RFF – kanska hevði "Endurskinsvestur er kul" verið eitt hugskot til nýtt slagorð, so børnini taka hetta til sín. Vestin kunnu tey ikki eins væl missa burtur sum endur- skinini, ið ofta fara millum skins og hold millum ár og dag. Gjørdi ikki mætari enn at fara beint oman til RFF at keypa ommusoninum ein slíkan. Hetta kundi eisini verið eitt frálíkt og øðrvísi jólagávuhugskot til hann/hana, sum "eigur alt". Nei, nú eri eg í so bjartskygd – tað fer neyvan at ganga. Men kanska kann vesturin vera ein eyka desembergáva til børnini? Eg havi í hvussu er tikið í egnan barm og gevi mítt lítla íkast, so "Havnin skal skína". Eg skíni… í hvussu er alla vetrarhálvuna. Vit síggjast. 4 Sosialurin Nr. 243 - 20. desember 2003 Hønsestrik, endurskin og Westlife Sosialurin Nr. 243 - 20. desember 2003 5 ÚTBÚGVING Í USA Hans Kárason Mikkelsen mikkels@fas.harvard.edu Tann seinni spurningurin oman fyri ljóðar sum ein retoriskur spurningur. Lesarin fær ta fatan, at sjálvandi geva filmarnir eina skeiva mynd av sokallaða stríðnum millum Harvard og Yale. Tá eg fyri fyrstu ferð steig um tungu gáttuna til Harvard, hevði eg næstan eina Hollywood-líkn- andi mynd av Harvard og Yale í høvdinum. Tað mesta ítøkiliga, sum eg visti um lærustovnarnar, hevði eg frá filmsheiminum. So tað varð ikki ein serliga væl- grundað avgerð, eg tók um at fara til Harvard. Eg hevði ikki kannað eftir, um teir vælsignaðu Hollywood-filmarnir góvu eina nøkulunda rætta mynd av staðnum. Men nú havi eg endiliga funnið útav, hvat Yale og Harvard eru fyri nakað. Eftir gott og væl hálvt annað ár í USA veit eg, hvussu hesir báðir lærustovnar definera seg. Tann eini sigur seg vera tann besta í heiminum, og hin sigur seg vera nógv tann besta í heiminum. Men tað gevur ikki serliga nógva meining at hava tveir lærustovnar, har tann eini heldur seg vera best, og hin heldur seg vera so nógv best. Og uttan iva eru tað fleiri lærustovnar enn júst hesir báðir, sum halda seg eiga heiðurin at vera tann besti hægri útbúgvingarstaðurin í heiminum. Fyri tað ikki bert skal standa orð ímóti orði, so royna Harvard og Yale hvør í sínum lagi at prógva, at teir eiga henda heið- urin. Ein av háttunum, sum stovnarnir báðir royna at prógva sín pástand uppá, hevur onki við lesna ella akademiskar royndir at gera. Einaferð um árið møtast fótbóltsliðini hjá Yale og Harvard hvørjum øðrum í einum dysti, sum eftir øllum at døma hevur alt at siga fyri báðar skúlarnar. Tá "fótbóltur" verður nevndur her, so tosa vit ikki um tann vælumtókta føroyska fótbóltin, sum HB og Jákup á Borg og teir spæla. Vit tosa sjálvandi um amerikanskan fótbólt ella "American football," sum teir nevna tað her. Tann parturin, sum vinnur henda dystin, kann kenna seg væl fyri, tí hansara skúli vann. Ella meira týdningar- mikið er helst, at skúlin hjá hinum tapti. Fyri tveimum vikum síðani vóru nógvir Harvard-næmingar og vitjaðu Yale-næmingarnar í New Haven, Connecticut. Hetta var í samband við, at tann góði fótbóltsdysturin var á skránni, og skúlarnir skuldu máta seg í mun til hvønn annan. Dysturin sjálvur hevur nógv at siga, men kanska enn meira týdningarmikið er tað, sum hendir rundanum dystin. Næmingar frá báðum skúlum møtast og tosa um ymisk, at síggja til, sakleys evni. Men aftanfyri hvønn setning og hvørt orð millum Yale- og Harvard- næmingin liggur ein goymd dagsskrá, nevniliga at fáa avklára spurningurin um, hvør er tann besti. Í hesum sambandi er ikki so týdningarmikið at hava rætt í sínari søk, men heldur at fáa rætt, sum onkur segði á sinni. Hvat hava hesir báðir skúlarnir so í mun til hvønn annan? Tað er greitt, at ein tann besti hátturin at meta tveir skúlar í mun til hvønn annan, tað er at hyggja eftir næmingum, sum hava prógv frá skúlanum. Yale hevur givið verðini mangan miklan mannin. Millum annað eru tveir kendir statsmenn frá Yale, nevniliga Bill Clinton og George W. Bush. Tann fyrri var ógvuliga glaður fyri prakti- kantar, og tann seinni setti í hálsin og svímaði. Hetta er sjálv- andi millum onnur stórbrøgd. Harvard hevur eisini givið sín part til verðina. Frá Harvard hava vit til dømis John F. Kennedy og Franklin Roosewelt. Tann fyrri setti ein mann á mánan, og tann seinni beindi fyri nazismuni, millum aðrar. Tað eru aðrir hættir at saman- bera Yale og Harvard uppá. Ein av hesum er at hyggja eftir, hvat næmingarnir á skúlunum hava til felags við hvønn annan. Tann skemtiligi Harvard-næmingurin sigur: "Hvat hava Harvard- studentar og Yale-studentar til felags?" Tað skemtingarsama svarið er, at báðir studentarnir sluppu inn á Yale, tá teir søktu. Stuttligt, ha? Trupulleikin við øllum hesum objektivu og subjektivu saman- beringunum er, at Harvard metir seg í mun til Yale, og Yale metir seg í mun til Harvard. Tað kundi ikki fallið teimum inn, at kanska átti man sammett seg við aðrar lærustovnar eisini. Men nei, tann undirliggjandi fortreytin fyri øllum hesum samanberingunum er, at antin er Yale tann besti, ella er Harvard tann besti. Harvið eru fleiri túsund lærustovnar útihýstir frá hesum spælinum millum Harvard og Yale, og teir báðir lærustovnarnir hava stongt seg sjálvar inni og blakað lykilin vekk. So tað er ikki so løgið, at fótbóltsdysturin millum Yale og Harvard verður nevndur "The Game," sum kann umsetast til "dysturin" ella "spælið." Tað er nevniliga eitt spæl millum tveir lærustovnar, Harvard og Yale, har tað snýr seg um at verða tann besti. Og sum oftast endar spælið við, at tann eini fer heim við gron. Spælið hesuferð endaði við, at Harvard vann dystin. Øll á Harvard vóru so glað og heilag og frelst, tí nú er Harvard best. Men spælið er ikki liðugt. Tá Yale-fólk eru komin yvir gronina, og Harvard komið niður á jørðina, so gongur spælið víðari. Tað er sum eitt langt talv mill- um tvey børn, har hini børnini ikki sleppa upp í part. Ei heldur vilja spælararnir, Harvard og Yale, taka ímóti góðum ráðum frá øðrum. Nei, hini kunnu fara og spæla okkurt annað spæl onkra aðrastaðni. Og meðan Yale og Harvard stríðast fyri ikki at liggja aftan fyri hvønn annan, so melur jørðin víðari. Hesir báðir stovnarnir liva í síni egnu lítlu verð. Kanska er tað okkurt um tað, tá fólk spyrja, hvussu ein Harvard-næmingur skiftir eina brostna peru; tey svara, at næm- ingurin heldur um peruna, stendur stillur, og letur jørðina mala rundanum seg. Hvussu leingi jørðin fer at mala, ja tað vita vit ikki við vissu. Men hetta hevur minni at siga, bert vit mala skjótari og penari enn hin. Tí so kunnu vit vera best. Harvard og Yale: Skulu altíð vera best Stríðið millum Harvard og Yale er væl kent í USA, og nógv fólk kenna tað frá amerikonskum Hollywood-filmum. Men hvussu er hetta "stríðið" í veruleikanum? Harvard og Yale dystast Yale hevur givið verðini mangan miklan mannin. Millum annað eru tveir kendir statsmenn frá Yale, nevniliga Bill Clinton og George W. Bush. Tann fyrri var ógvuliga glaður fyri praktikantar, og tann seinni setti í hálsin og svímaði. Spælið hesuferð endaði við, at Harvard vann dystin. Øll á Harvard vóru so glað og heilag og frelst, tí nú er Harvard best C M Y K 29 28