leygardagur 20. desember 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 20. desember 2003
31
6
Sosialurin Nr. 243 - 20. desember 2003
FERÐAFRÁSØGN
Orð og myndir:Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
2. partur
Masada: So standa vit her beint
undir tí ófrættakenda staðnum
Masada, har ein tann mest
undrunarverda søgan um
partisankríggj í heimssøguni
yvirhøvur fór fram.
Nógv hevur verið at lisið og
hoyrt um hetta staðið, og nógvar
eru søgurnar, helst eisini røvara-
søgurnar, sum sagdar eru frá
hesum staðnum.
Men fyri ísraelsmenn stendur
hetta sum ímyndin av styrkini
hjá statinum Ísrael. Ein heilur
»kultur« er uppstaðin kring hetta
søguríka plássið, sum í so nógv
ár var líkasum burtur, men kom
aftur í aftur og gjørdist staðið,
har ísraelskir hermenn beinleiðis
verða tiknir í eið.
So høgt og týdningarmikið
meta teir staðið, at teir hava
flaggið hangandi har fast. Tað
má ongantíð takast niður aftur av
Masada. Tað sigst, at verður tað
tikið niður, skal tað merkja
endan á Ísraels ríki. Tað hevur
soleiðis fingið umleið somu
støðu her, sum apurnar á
Gibraltar hava fyri bretar. So
leingi apa livir á Gibraltar, verða
bretar verandi á staðnum, siga
teir.
Ivasamur byggiharri
Tað hevur valdað eitt sindur av
iva um, hvør var tann fyrsti, sum
bygdi Masada. At Heródes Mikli
festi borgina til tað, vit í dag
kenna til staðið, er eingin ivi um.
Men undan honum var bygt á
staðnum, vita menn.
Søguskrivarin Flavius Josep-
hus, sum var við rómverjum, tá
teir tóku borgina frá jødisku
zelotunum í árinum 73, sigur, at
tað var Jonathan høvuðsprestur,
sum fyrstur bygdi hesa borg.
Hvør hesin Jonathan hevur verið,
hava menn so verið ymsir á máli
um. Tó verður sagt í fótnotu í
bókini hjá Josefusi »Kríggj
jødanna móti rómverjum«, 1905
útgávuni, at tað var makkabearin
Jonathan, 161-143 fyri Kristi
føðing.
Masada
Bara orðið kennist heldur enn ikki ófrættakent. Minnir um harðskap og
brádligan deyða. Um líðing og sigur, sum eingin sigur var kortini. Um
treiskni og um, hvussu tað ber til við reindyrkaðari fanatismu at fáa fólk
til at gera tað mest ótrúliga
Staðið, borgin varð løgd á, er væl valt tá hugsað verður um at verja hana móti fíggindaálopum
Teir eru í holt við at byggja kongsborg Heródesar uppaftur. Svarta strikan á vegginum sýnir, hvussu høgir vegirnir
vóru, tá teir vórðu grivnir út. Tað, sum oman fyri er, er bygt afturat
Aðrir hava so lagt afturat, at
her hevur ivaleyst verið borg
nakað nógv fyrr enn so. Helst
longu tá Móses við fylgi sínum
ferðaðist hinumegin Deyðahavið,
hevur borg verið á fjallinum. Tað
kann so hava verið ein orsøk til,
at ísraelsmen ikki fóru stytstu
leið fram við vatninum, men fóru
um Jordan og lupu á Jeriko
norðanvert vatnið, halda summir
søgumenn.
Nágreiniliga sigur Josephus so
frá, hvussu borgin varð bygd upp
og útgjørd, tá rómverjar tóku
hana eftir at hava havt hana
kringsetta í áravís.
Men eina mest hugtikin tykist
hann at hava verið av øllum
vistunum, sum lagdar vóru á
goymslu her uppi, umframt av,
hvussu væl plássið annars var
útgjørt.
Goymslur og dyrkilendi
Josephus greiðir gjølla frá,
hvussu borgin er bygd. Hann
sigur frá einum múri kring
borgina, sum er sjey stadiur í
kringi. Hann er 12 alin høgur og
átta alin tjúkkur. Ikki færri enn
37 torn eru á múrinum, og er
hvørt teirra 50 alin høgt.
Men tað var ikki nokk hjá
Heródesi, sigur Josephus frá.
Innan fyri hendan verndarmúrin
varð bygd ein kongsborg við
sterkum múri og fýra tornum,
sum hvørt var 60 alin høgt.
Men var bygningurin eitt, so
var provianturin, teir høvdu har
uppi, eitt annað.
Bæði nøgd og goymsluevni
undraðist Josephus á. Har vóru
stórar nøgdir av korni, víni og
olju, sum rakk til nýtslu í langar
tíðir, greiðir hann frá. Øll sløg av
bønum og dadlum, sum, hóast
tað hevði ligið har í nógv ár,
áðrenn zelotarnir tóku borgina,
kortini vóru líka frísk og væl
varðveitt, sum vóru hesar vørur
nýggjar. Ja, eini 100 ár, heldur
Josephus, at okkurt av hesum
hevði ligið, áðrenn rómverjar
tóku borgina.
Og moldin á fjallatoppinum
var feit og góð og besta dyrki-
lendi til korn, soleiðis at til bar
at vinna sær føði har uppi, hóast
kringseting í fleiri ár.
Vatn var eingin trupulleiki, og
brunnar høvdu teir høgt í klettin
at goyma vatn í.
Og so øll vápnini. Josephus
tekur rívan til. Vápn til einar
10.000 mans sigur hann, vóru á
goymslum har uppi. So her var
ikki bara sum at siga tað at loypa
á.
Skrøgg
Leingi varð hildið, at hendan frá-
greiðing Josepusar mundi vera
skrøgg. Hetta ljóðaði so mikið
ótrúligt, at tað kundi bara ikki
passa, varð hildið.
Men í 1838 vitjaði ameri-
kanski granskarin Edward
Robinson og ferðafelagi hansara,
E. Smith, oasuna Ein Geddi, sum
liggur skamt norðan fyri
Masada. Har frættu teir um hetta
fjallið, har ein gomul borg skuldi
liggja, og fóru at vita, hvussu
vorðið var.
Tað teir sóu, sannførdi teir
um, at hetta var borgin Masada,
sum Josephus hevði sagt frá.
Seinni vóru ein amerikanskur
missionerur, S.W. Wolcott, og ein
bretskur málari, Tipping, á
fjallinum, og teir ivaðust ikki í,
at tað, Josephus hevði skrivað,
var satt. Hann mátti heilt einfalt
hava havt verið har og sæð,
hvussu har sá út, staðfestu teir.
Men ikki fyrr enn í
1960'unum varð Masada grivið
út undir leiðslu av ísraelska
fornfrøðinginum Yigael Yadin.
Og so var knappliga alt, sum
Josephus hevði skrivað, so púra
satt kortini. Sjálvt vatngoymsl-
urnar, sum fólk við skili fyri
slíkum høvdu skýrt tað reina
tvætl, vístu seg at vera sannar.
Og veðurlagið er soleiðis háttað,
sannaðu fornfrøðingarnir, meðan
teir arbeiddu har uppi, at tað
regnar so ógvusliga og knapp-
liga, at tað væl ber til at fylla
hesar stóru goymslurnar har
uppi.
Hetta hevur Heródes vitað um
og hevur tí givið boð um at
høgga hesar stóru brunnarnar í
klettin.
Lættari í dag
Í dag er lættari at koma upp á
Masada, enn tá Flavius Silva,
generalur, í síni tíð royndi seg
við stóra rómverjaherinum móti
teimum 967 zelotunum, sum
hildu honum í skáki har niðri
vestan fyri Masada.
Vit kom upp eystanfyri. Við
rennistrongi í afturlatnum kassa
við stórum vindeygum.
Fara úr beint undir borgini
eystantil og ganga so upp á
sjálvan slættan. Her er Stórt øki.
Sum fleiri fótbóltsvallir. Og væl
ber til at ímynda sær, hvussu tey
sunnanvert á slættanum hava
havt stórar akrar. Bygningarnir
hava ligið í hinum endanum.
Og niður eftir berginum
norðanvert læt Heródes gera eitt
palass, sum hann sjálvur helt til
í. Í trimum hæddum.
Húsini her í erva eru heldur
ikki fyri »nothing« soleiðis. Sum
ferðaleiðarin sigur:
»Hasin fýrurin, Heródes,
hevur havt skil fyri at liva.«
Enn síggjast stásiligu mosaik-
gólvini í ymsu rúmunum í
kongsborgini við teimum fýra 60
alin høgu tornunum.
Tað síggjast svartar linjur eftir
veggjunum. Hesar eru fyri at
vísa á, hvussu tað sá út, tá grivið
varð út. Upp til strikurnar stóð
eftir. Síðan er endurbygt ymsa-
staðni fyri at fáa ein mynd av,
hvussu tað hevur sæð út, tá alt
var í brúki.
Palassið norðantil verður umvælt. Tað hongur uttaneggjað og hevði atgongd til høvuðsborgina gjøgnum gongd, sum
ikki sást uttaneftir
Nakrar av stóru steinkúlunum, rómverjar varpaðu inn í borgina, liggja
enn á slættanum innan fyri múrin
Eftir ljósa skráanum komu rómverjar upp til borgina og tóku hana við kúluvarparum og eldi. Í
baksýni sæst enn skilliga farvegurin eftir høvuðsleguni hjá Silva generali
Í dag er lættari at koma upp á Masada, enn tað var, tá hon varð tikin av rómverjum. Aftan fyri
vognarnar í rennistronginum sæst farvegurin eftir lítlu rómverjaleguni eystanfyri
C
M
Y
K
31
30