leygardagur 20. desember 2003síða 17
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin Nr. 243 - 20. desember 2003
BØRN OG KELIDÝR
Victoria Absalonsen
Tey flestu foreldur kenna til
ágangandi júkanina frá børn-
unum um at fáa eitt kelidýr.
Góða mamma - kann eg ikki
fáa ein hundahvølp? Eg viiil
hava ein! Eg skal nokk passa
hann sjálv. Øøøll hini eiga eitt
kelidýr.
Tá tú spyrt nærri, hvørji øll
eru, so eru tað eini tvey ella trý
av tjúgu. Men ótrúligt, sum
summi av okkum foreldrum eru
skjót at geva skarvin yvir.
Sjálv havi eg ofta hugsað, tá
eg hoyri børn júka og jabba um
okkurt, at tey høvdu klárað seg
einastandandi væl sum fakfelags-
leiðarar.
Eg kann ikki ímynda mær
annað, enn at tey høvdu fingið
øll síni krøv ígjøgnum.
Pedagogikkur
Men aftur til hesi vælsignaðu
kelidýr.
Ágangurin er ikki bert frá
børnunum. Nei, í greinum um
børn kanst tú lesa, hvussu gott
tað er fyri børn at hava eitt keli-
dýr. Tey blíva so harmonisk, tey
læra at hava ábyrgd og at vísa
kærleika.
Við øllum hesum í huganum
hevur mangan leikað hart á, tá
júkanin frá børnunum hevur
verið upp á tað harðasta. Og sum
hjá so mongum, so eri eg onkun-
tíð fallin og havi givið eftir.
Eg fái eina kanin, sigur dótt-
irin so findarglað ein morgunin,
vit júst eru komnar undan fjarð-
unum.
Allur svøvnur er sum rikin úr
kroppinum á mær.
Ha... hvat... hvør? Eg standi
sum kánus.
Babba sigur, at eg skal fáa eina
kanin! Gleðin lýsir úr fittu
barnaeygunum.
Eg hugsi mítt, men sigi sjálv-
sagt onki. Vit hava jú so ofta
hoyrt, hvussu umráðandi tað er
fyri børnini, at foreldrini ikki eru
ósamd - og hvør vil verða
svartiper hjá sínum egna barni?
Her er bara at gera gode miner
til slet spil, sum danir siga.
Sum so mangar mammur við
mær, yvirgav eg meg. Men eitt
gjørdi eg púra greitt beinanvegin.
Tað eri ikki eg, sum havi ábyrgd-
ina!
Tíðin gongur, og dóttirin tosar
ikki um annað enn hesa væl-
signaðu kanin, sum hon fer at
fáa, tá 8 vikur eru farnar.
Við øllum snildum royni eg at
spyrja, um tað ikki er synd fyri
hana at skula burtur frá mammu
síni?
Hvussu fer hon at hava tað
einsamøll, og onga aðra kanin
hava at spæla við?
Men alt til fánýtis.
Um hon ikki kemur til okkum,
kann væl verða, at hon verður
dripin, leggur gentan stóran dent
á.
Familjan veksur
Loksins upprennur stóri dagurin,
tá kaninin kemur í húsið.
Hon verður nevnd Nikkininus,
sjálvt um ósemjan um navnið er
stór.
Teir fyrstu dagarnir eru turbu-
lentir. Hon má passast væl og
óttin fyri, at okkurt fer at henda
henni, er stórur. Men alt gongur
væl, og tú mest sum venur teg
við nýggju støðuna sum
kanineigari.
Men gev einum vissum lítla-
fingur, plagar at verða tikið til.
Ikki gongur long tíð; nú er aftur
galið.
Mamma, tað er sooo synd í
kaninini, sigur dóttirin, og hygg-
ur upp á meg við sínum allar-
fittastu eygum.
Hvat nú - hvat feilar?
Kanini er so einsamøll, hon
hevur ongan at spæla við, sigur
dóttirin.
Míni argumentir um, at hon jú
hevur hana at spæla við, muna
lítið móti hennara, og ikki gong-
ur long tíð, fyrrenn vit eru
"lukkuligir" eigarar av tveimum
kaninum.
Aftur harður dystur um navnið,
men fyri tað mesta eitur hon
Nikkinina.
Sorrig og glæde
Tíðin gongur, og alt kemur aftur
í sína føstu legu. Kaninir eru ikki
ófriðarlig kelidýr, so tað er ikki
nakað at klaga um.
Men "sorrig og glæde, de
vandre til hobe" syngur sálma-
skaldið, og tað man mangur hava
sannað, sum hevur havt kelidýr.
Ein sunnumorgun liggur onnur
kaninin deyð. Á, tann grátur, ið
nú var. Hvør varð ringast um
hesa neyðars kanin, er ringt at
taka dagar ímillum.
Nú er bara Nikkininus eftir, og
hann verður passaður sum ein
prinsur.
Men einsamallur, sum hann er,
má hann sleppa út at spæla við
hvørt.
Og ólukkutíð. Eitt kvøldið
kemur dóttirin rennandi inn og
rópar:
Nikkininus hevur brotið
beinið!!
Allir teir lokalu
"djóralæknarnir" á Viðareiði
vórðu tilkallaðir, teir sum plagdu
at leggja spjarra á, tá lombini
brutu beinið. Men alt til onkis.
Ongin fekk gjørt nakað.
Hvat var nú til ráða at taka?
Hon má drepast, segði onkur,
men tey ráðini vórðu skúgvað til
viks.
Nei, nú skal røkka ella støkka.
Avgerðin um, at ábyrgdin ikki
var mín, var gloymd. Dagurin,
sum skuldi verða mín frídagur,
fór í ommu sína.
Nikkininus undir skurð
Tíðliga morgunin eftir vóru
Nikkininus og eg á veg til
Havnar til djóralækna.
Djóralæknin hyggur at henni
og ristir við høvdinum. Her er
ikki nógv at gera, sigur hann. Nú
má eg brúka øll míni yvirtaling-
arevni.
Vælsignaður royn, bønaði eg.
Børnini hava sagt, at um tey
fingu eina millión fyri kaninina,
so høvdu tey ikki latið hana.
Jú, men so skal eg royna, sigur
djóralæknin.
Inni úr einum øðrum rúmi
ljóðar tá við speisemi: Men so er
bara at taka nokk afturfyri!
Meðan kaninin bleiv skurðvið-
gjørd, sat eg sum á nálum í bíði-
rúminum.
Ikki bara við tankanum um
ólukkuligu kaninina, sum nú var
undir viðgerð, men eisini tí, at á
vegginum hingu prísir fyri, hvat
tær ymsu viðgerðirnar kosta.
Men alt spældi væl av. Bæði so
og so.
Frøin var stór, tá kaninin kom
aftur í øllum góðum.
Nikkininus varð móttikin sum
ein kongur. Hann kom væl fyri
seg, livir væl og hevur fingið
nýggjan maka.
Hon verður kallað Nikkinina,
men enn hoyrast onnur nøvn
tutlað í krókunum.
Tað skal einki kelidýr í mítt hús
Mongum brestur ætlan. Tað mátti eg sanna, tá eg ein penan dag stóð við
ábyrgdini av ikki færri enn tveimum kaninum
Góða mamma, kann eg fáa eitt kelidýr? Øøøll hini eiga. Tá tú spyrt nærri, hvørji øll eru, so eru tað eini tvey ella trý av tjúgu. Men ótrúligt, sum summi av
okkum foreldrum eru løtt at lokka
Mynd: Jens Kristian Vang
Sosialurin Nr. 243 - 20. desember 2003
9
"Menniskjuni skapa teirra egnu
søgu, men ikki sum tey sjálvi
vilja, ella undir viðurskiftum tey
sjálvi hava valt, men undir
viðurskiftum, sum tey beinleiðis
liva undir (...) Siðirnir frá øllum
teim deyðu ættarliðunum hvíla
sum ein marra yvir teim livandi"
Karl Marx
UMMÆLI
Kim Simonsen
kimsimonsen@hotmail.com
Vit menniskju skapa okkara
egnu søgu, men ikki er ofta, at
vit enda við at liva undir
viðurskiftum, ið vit sjálvi hava
valt. Hetta er tað fyrsta vit
kunnu lesa í nýggju skald-
søguni hjá Einar Már Gud-
mundsson "Navnleysir vegir".
Orðini eigur Karl Marx, men
ikki er hetta nøkur kommun-
istisk bók, hetta er ikki so
frægt sum sosialrealisma ella
sosialistisk realisma, men
nakað heilt annað, nevniliga
ein poetisk realisma.
Hin vegin so møta vit kommun-
istum, men eisini hvítleyksetandi
vegetarum, kapitalistum í stíli
við Onkel Joakim, playboyarum,
kristnum, sosialistum, elskarinn-
um, taxasjaførum, teim sum hava
uppgivið alt, tey sum búgva í
barakkum, teim sum lívið tók
eina skeiva vend, alkoholikarum
men mest av øllum eru vit í sam-
komulag við menniskjanum. Vit
hoyra horvnar røddir hjá teim
gloymdu, tey eingin virdi, teim
sum lossaðu á kaiini, koyrdu
taxa og børsaðu. Stutt sagt
skrivar Einar Már søguna hjá
norðurlendsku undirstættini. Við
hesum gevur hann eisini
gloymskuni mál, men ikki er
hetta bert eitt "dokument" ella
dokumentarisma, men ein
hásangur til gerandisdagin til
kaffikrúss við sukurmolum, til
brotnaðar takrennur, til livað sum
til ólivað lív, stutt sagt til alt tað
navnleysa og tey navnleysu, ið
hansara hjarta brennur fyri. Sum
eitt stórt menniskja og ein stórur
høvundi rúmar hann tey hann
skrivar um, og setir seg ikki at
fordøma ella at politisera
óbeinleiðis. Hetta er langt frá
boðskapismu og indigneraðari
sosialrealismu og meiri í ætt við
saga og stóran poesi, sprottin
sum ein illamansblóma gjøgnum
ein sementeraðan veg.
Triðja søgan kanska
av tíggju
Við skaldsøguni "Nafnlausir
vegir", ella "Navnleysir vegir"
hevur Einar Már Gudmundsson
skrivað triðu skaldsøguna í hesi
røðini um eina fátæka íslendska
familju í fyrru helvt av 20. øld.
Tær fyrru, ið eg havi lisið við
stórum áhuga vóru "Drømme på
jorden" og "Fodspor på himlen"
hesar frá 1999 og 2000. Í hesum
bókum, ið kunnu lesast hvør sær,
eru høvuðspersónarnir ein stórur
systkinaflokkur, av so fátækari
ætt, at øll vóru send í onnur
heim at liva. Rundan um henda
systkinaflokk og henda sosiala
og menniskjaliga sorgarleik
hevur Einar Már Gudmundsson
spunnið søgugongdina. Hann
segði sjálvur, at hann hevur
útfylt holini, so man skal ansa
sær at lesa hesar bøkur sum
ævisøgur. Høvundar eru ikki
vísundafólk og listafólk fáa sum
einki 2 og 2 at verða 5. Men
óivað er eitt element av ævisøgu
í hesum stóra verki.
Danski týðarin segði frá, at
Einar Már familjan javnan setti
seg í samband við hann, og
spurdi, um tey ikki kundu sleppa
uppí part í hansara bókum.
Týðarin roknaði við, at Einar
Már fer at skriva eini tíggju
bøkur yvir hetta stóra og góða
evni. Kanska hevur høvundin
júst her funnið sítt evni! Tá er
mangan meiri torført hjá
føroyskum høvundum at sleppa
at skriva í frið, bæði William og
Heðin Brú hildu lítið um, hvussu
føroyingar feillósu skaldsøgur,
sum um allir persónarnir vóru
veruligir. Her er munurin helst á
Íslandi, at tey altíð hava virt
skaldskap og høvundar, heilt
aftur í miðøldina vóru bøkur
dýrgripir, meðan føroyingar
einans vildu lesa Brockmann og
syngja Kingo, og jú kvæði vóru
tí betur ein stimbran. Hin vegin
so íður av góðum søgum í teim
modernaðu Føroyum og annar
hvør føroyingur er sum tikin úr
leikum sum frásøgufólk, hvat
røðin av sendingum hjá Niels
Juul Arge og Marionnu Debes
Dahl vitna um.
Ívar hvítleyksátarin og
eksentrikarin
Allir teir stóru frásøgumenninir
og fantastarnir, sum søgdu frá
søgum, men nóg illa dugdu at
skriva sítt egna navn, fáa í
bókunum hjá Einar Már eina
rødd. Hesar skaldsøgur eru bæði
um tey og til tey, tí týðiligt er, at
stórleikin hjá hesum høvundan-
um er, at hann hevur eina sam-
kenslu við øllum hesum óeydnis-
fuglum og droymarum. Sum
Ívar pápabeiggin, ið av og á livir
eitt jetset-lív í Alpunum, har
hann rennur á skíðum gjørdar av
fílabeini (sigur hann sjálvur) og
er trúlovaður einari aðalskvinnu.
Ívar er ein fanatiskur vegetarur
og ítróttamaður, sum megin
partin av degnum svimur á
sjónum, situr hann ikki telgir
hvítleyk niður í seg, ið hann
meinar kann grøða allar sjúkur í
heiminum. Hann er sannførdur
um, at hann fer at gerast 150 ára
gamal, men hann doyði nú sum
ein tann fyrsti av systkjunum.
Ragnar — hin særda hetjan
"Ragnar var ikki nóg nógv
virðismettur, meðan hann livdi,
tá hann doyði vuksu veingir úr
honum. Eftir hetta fleyg hann
rundan um bláa himmalin sum
ein fuglur á summarins klárasta
himmali, sveiptur í einum
ævigum farra"
Hin pápabeiggin, Ragnar,
hoyra vit eisini nógv um. Ragnar
var av størstu monnum og hildin
at vera ein hin sterkasti maðurin
í Íslandi. Ein sonn legenda, tí
hann yvirlivdi Spanska Borgara-
kríggið og kom heim aftur sum
ein hetja. Eisini Ragnar er innast
inni ein veik sál, sum situr einsa-
mallur fullur og grætur um síni
sár á likam og sál. Man kann
ikki veruliga ímynda sær, hvønn
vána sosialan arv hesi systkin
hava fingið, sum Ragnar so
endurtekur yvir fyri egnum
børnum. Hetta er serliga tragiskt,
tí Ragnar og systkin hansara
vóru flutt í allar ættir sum børn,
tí pápi teirra drakk heimið og
familjuna í sor. Vit kunnu
ímynda okkum eitt hav av tárum,
ið fleyt um alt Ísland frá hesum
børnum. Kona Ragnar Helga er
ikki ein og hvør, hon byrjar fyrst
at fara á møti í samkomum, men
seinni verður hon vald inn í bý-
ráðið í Reykjavík, tí hon býr í
teim illa gitnu barakkunum, har
tey fátæku í Reykjavík hildu til
eftir annan heimsbardaga.
Pína og humor
Hendan triðja skaldsøgan hevur
samu leysa bygnaðin, við stuttu-
m smásøgukendum dámi, sum
mangan minnir meiri um munn-
liga frásøgn enn um eina vanliga
skaldsøgu. Eitt sereyðkenni í
øllum skaldskapinum hjá Einar
Már er humor, men eisini pína.
Hesi fyribrigdi eru ikki mót-
setningar, tí mótsetningurin til
humor er ikki-humor, t.v.s.
álvarsemi og mótsetningurin til
pínu er fráverandi pína, eydna
ella okkurt tílíkt, sum nærum
eingin meining er at skriva um.
Humor er ikki at siga frá smáum
skemtisøgum, hetta er nógv
meiri ein máti at síggja tilveruna.
Mangan er tragikkurin mest
týðuligur í tí komiska. Og hin
vegin er humorurin mangan at
hóma í tí tragiska. Hjá Einar Már
Gudmundssyni finna vit stórt
hugflog og ein tráð av modern-
aðari søgn og heimstaðarfor-
teljara. Tað eru altíð djúpt
tragiskar søgur, men skrivaðar
við humor og ikki minst og mest
umráðandi av øllum, man kann
merkja, at Einar Már elskar hesi
øru mannabørn á fold og gevur
teim ein djúpan og rørandi grav-
stein í hesi livandi og poetisku
skaldsøguni frá 20. øld. hon sum
nú er farin.
At lesa hesar bøkur fekk meg
at hugsa, at tað er nú harmiligt,
at yngra ættarliðið av føroyskum
høvundum ikki tora at taka tøk
við gerandisdagin og t.d. tora at
troyta eina milda poetiska
realismu. Undantøk eru so sum
Hanus Kamban, Jóanes Nielsen,
Gunnar Hoydal og Jens Pauli
Heinesen, men hesir eru ikki
heilt ungir longur. Tónleikalívið
blómar, men vit fáa ikki so frægt
sum eina nýggja skaldsøgu um
árið. Tað er sum um nógv halda,
at man skal skriva sum hin
avlagaði høvundin Carl Johan
Jensen, hvørs bøkur, sum eingin
lesur ella dugir at lesa, snúgva
seg um einki og eru málsliga so
hermetiskt lokaðar, at tær drepa
seg sjálvar í ilttroti og málsligum
ovurviðkvæmi. Í so mun hevur
hesin postmodernaði andin bert
skaða føroyskan skaldskap og
CJJ (og yngri epigonar) hava
ikki annað enn rætt fólk í Før-
oyum frá at skriva, tí hann ikki
tolir frásøgukynstur ella at
skaldsøgur royna at byggja á eitt
áhugavert tilfar og ikki okkurt
málfilosofiskt lort. CJJ er hin
mest sjálvyvirmetta sperru-
ballónin sum nakrantíð hevur
skrivað á føroyskum. Og sum við
øllum ballónum, fer luftin av
teimum við tíðini.
Í mun til hetta er tað altíð
gleðiligt at lesa modernaðar
(veruligar) høvundar, ið hava
okkurt uppá hjarta, annað enn at
skriva um seg sjálvar, sum Einar
Már Gudmundsson, Mikael
Niemi er ein annar úr Svøríki
sum eg haldi vera góðan. Keypið
ikki bert hesa bókina, men allar
sum Einar Már hevur skrivað tey
seinastu tíggju árini.
Einar Már Gudmundsson:
"Navnløse veje" Skaldsøga kom út
4. november 2003. Týtt hevur Erik
Skyum-Nielsen. Útkomin á
forlaginum Vindrose, 189 síður,
249 krónur.
Kristus, sosialisma og hvítleykur
"Navnleysir vegir" ein nýggj og góð skaldsøga um Ísland í 20. øld
eftir Einar Már Gudmundsson
C
M
Y
K
33
32