Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. desember 2003síða 18

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 243 - 20. desember 2003 35 10 Sosialurin Nr. 243 - 20. desember 2003 Um 4 dagar og tríggjar próv- tøkur, eri eg heima aftur á klettunum. Eg veit ikki um eg nakrantíð fari at venja meg við at vera mitt í heiminum ta einu løtuna, í troðkan, trongd og traðki, og so løtur seinni úti í Atlantshavi, í kendum og tryggum umhvørvi. Tað er sum at steðga øllum og trína inn í ein annan heim í nakrar vikur, ganga kendar gøtur, áðrenn lívið brestir á aftur. Eg havi mangan hugsað um, hvørt tað ber til at samantvinna báðar heimarnar, sum eg eri til í. Enn havi eg ikki megnað tað; og eg veit ikki rættiliga um eg havi hug til tess. Tað ber ikki til at greiða innføddum New York’arum ella mínum vin- fólkum úr Kolumbia frá, at tað veruliga eru støð í heiminum, har einum ikki nýtist at læsa hurðina um ein fer til handils. Har ein altíð má vera varin á ferð millum bygda, at eitt seyðafylgi ikki setur sær fyri at royna at sleppa sær heim (tað er, yvir um vegin), júst sum tú kemur koyrandi. At "heima" í mínari verð merkir eitt stað, har tað er fullkomi- liga vanligt at gera enda á teimum grindahvalum, ið vága at vísa seg ov nær oyggjunum. Tað hevði verið skomm ikki at roynt tað ein kundi. At megin- parturin av fólkinum situr í andakt og lurtar eftir andlátum hvørt kvøld um nátturðatíð. Líka torført er tað at greiða føroyingum frá, hvussu tað ber til at eg nú tosi við meg sjálv- an á enskum (ikki tí at eg gangi og tosi við meg sjálvan dagliga). Eg minnist, hvussu eg konsekvent noktaði at tosa í telefon á enskum fyri bara hálvum øðrum ári síðani, um tað so stóð um lív. Ella at eg, hvørja ferð eg eri á veg í bili inn til Boston fái eina løgna kenslu í búkinum, tá ið eg síggi tey nú so kendu háhúsini. Ein kensla, sum eg vildi svorið altíð fór at vera reserverað til ta løtuna Føroyar brádliga koma út úr mjørkanum á veg heim úr stóru verð. Eg livi í tveimum ymiskum heimum. Her eri eg norðurlendingurin við tí løgnu accentini, og har froðbingurin sum býr í USA; og tað hóskar mær fínt, hóast eg onkuntíð eri um at ganga frá verðini av irritatión yvir, at tað ikki ber til at greiða vinunum har heima frá ymisk- um lítlum hendingum. Hend- ingar sum her hava nógv at týða, men sum tiknar úr sam- anhangi ikki hava so nógv uppá seg. Ein lærir so við og við at góðtaka ta sannroynd, at tað er trupult at leggja tvær so ólíka mentanir saman. Ikki hevur nakað verið at hoyrt um føroysku stjórnar- kreppuna í amerikonsku fjøl- miðlunum higartil, men tað er møguliga ov tíðliga, valstríðið er jú ikki rættiliga byrjað enn. Yvirskriftirnar hesar síðstu dagarnar hava fyri tað mesta snúð seg um veðrið og veturin sum av álvara byrjaði síðsta vikuskiftið við ársins fyrstu kavaódn. Skúlar og almennir bygningar vóru afturlatnir, og flogvallir og høvuðsvegir vóru stongdir meðan roynt var at rudda kavan burtur sum fræg- ast. Tað var sum hjá Sisofys á sinni. Líkamikið hvussu væl gravað varð, legðist í aftur so hvørt, og maskinurnar noydd- ust so pent at byrja í hinum endanum aftur. Við hálvum øðrum metri av kava uttanfyri hurðina hevur ikki verið nógv annað at gjørt seinastu dagarnar enn at halda seg innandura og royna at fáa sum frægast burturúr støðuni. Fyri meg og mínir búfelagar eru hesi vetrarkvøldini sum skapt til at kjakast í uppihaldsrúmin- um um alt millum himmal og jørð. Meiningina við lívinum. Stríðið millum India og Paki- stan um Kashmir-landspartin. Grindadráp hevur seinastu tíðina verið eitt av favoritt- evnunum. Tað eina kvøldið fortaldi ein genta úr Iran, Yasmin, frá sínari lívssøgu. Føroyingar eru so hepnir, at SVF hevur víst filmin "Ikke uden min datter" einar 5-6 ferðir, so vit vita meira um iransku kollvelting- ina enn flest fólk, men hóast hetta var søga hennara veru- leikafjar og ótrúlig. Um ta tíð kollveltingin fór fram síðst í sjeytiárunum vóru bæði for- eldur hennara í lestrarørindum í USA. Tann eini abbin hjá Yasmin var limur í tjóðarting- inum undan kollveltingini. Hann fekk frænir av, at okkurt fór at henda og slapp sær við familjuni í skundi av landinum til Evropa; men sjálvt í útlegd var hann jagstraður runt í Evropa av prestastýrinum til hann at enda flutti til USA. Pápi hennara, sum ikki hevur verið heima aftur síðan hann fór úr Iran í lestrarørindum, kann ongantíð vísa seg aftur í landinum, orsakað av sínum eftirnavni. Vit hoyra um van- lagnur í útvarpinum hvønn dag, men at standa andlit til andlits við ein flótta, uttan statsborgaraskap, er hóast alt eitt sindur ræðandi. Tað setur tingini í perspektiv. Yasmin vónar, at politiskar broytingar í Iran einaferð í framtíðini fara at loyva henni at vitja landið fyri fyrstu ferð, og í hesum sambandi sýnast politisku stríðsmálini í Føroyum brád- liga ikki so umráðandi longur. Hvørt vit hava eina borgarliga ella eina vinstrahalla sam- gongu, ella hvørt tað verður eitt loysingar- ella sambands- landsstýri aftaná 20. januar eru smálutir í hennara verð. Vit føroyingar eru hóast alt hepnir at liva í einum fólkaræði sum virðir trúar- og talufrælsi. Við ynskjum um eini gledilig jól og eitt signað nýggjár. Her og har TELDUBRÆVIÐ Frá: Bartal N. Poulsen, Boston, bartal@mit.edu Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Eyðun Klakstein, journalistur Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? – Ja, vit høvdu eitt orgul í stovuni, og eg lærdi meg eisini at spæla eitt sindur uppá tað, men tað førdi ikki til tað stóra. Spælir tú nakað ljóðføri? – Gittar til heimabrúks. Tað er gott at hava eina kassagittar standandi við síðuna av telduni. Syngur tú undir brúsuni? – Nei, sjáldan. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? – Nei, ikki rættiliga. Havi viljað ymiskt annað meira enn at læra meg ordiliga at spæla nakað ljóðføri. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? – Við hvørt er hann arbeiði, við hvørt er hann upplivilsi, við hvørt er hann eitt gott krydd til gerandisdagin. Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú? – Eg eigi fitt av plátum, einar 200 fløgur, og sumt finst tíverri bara á bondum. Hvør er tín yndisfløga? – Eg havi ikki nakra ávísa. Men fløgur, sum eg havi havt stóra gleði av, eru til dømis Slippery When Wet hjá Bon Jovi, Frændur 2, This is my Truth hjá Manic Street Preachers og eisini útgávur hjá donskum nøvnum sum Carpark North, Tim Christensen, TV 2 og Kim Larsen. Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? – Tað kundi verið Jolde-Birge ella Marilyn Manson. Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? – England's Rose hjá Elton John. Sangurin skuldi fingið frið sum Candle in the Wind – tá var hann góður. Men Elton John skuldi partú umskriva sangin til Dianu, og tá gjørdi hann av við andan í sanginum. Hvør er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? – Kanska er tað onkur týsk rockpláta frá 80'unum. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? – YMCA - helst sum duett. Hvør er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? – Okkurt av tí góða føroyska ella generelt melodiøsur popp- og rocktónleikur. Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun? – Tað kann vera alt møguligt, men ofta endar tað við, at útvarpið stendur frá. Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? – Tónleikur, sum eg ikki skilji, men sum onnur halda vera ótrúligur. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? – Eingin ávísur. Hvør er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? – Minnist ikki. Men kanska var tað okkurt hjá Smokie ella Boney M. Og so var tað Djórayndi hjá Opus einaferð fyri nógvum árum síðani. Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? – Teir eru ikki so nógvir í tali. Eg plagi at verða skotin við sanginum Gimsteinur Mín, men hann er nú ikki so galin... Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? – Ver tú hjá mær er ein serstak- liga góður og vakur sálmur. Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? – Manic Street Preachers í KB- høllini fyri nøkrum árum síðani var stórt upplivilsi. Og so var eg til konsert hjá gomlu hetjunum í Bon Jovi í Bremen í summar. Tað var eitt enn størri upplivilsi at hoyra allar teir gomlu rock- sangirnar buldra á eini stadion- konsert. Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt? – Ozzy Osbourne. C M Y K 35 34