hósdagur 8. oktober 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 190 — 8. OKTOBER 1998
tíðindablaðið
*| DE Sr 3 } ir
15
Oyðimarkar- |
gongdin
Í sambandi vid orðaskiftið um
fullveldið og ríkisrættarligu viður-
skiftini millum Føroyar og Dan-
mark í framtíðini hevur Jens Pauli
Heinesen, rithóvundi, sent okkum
grein í trimum pørtum, sum hann
nevnir »Ikast til kjakið um full-
veldið<
2. partur
Kompleksir
Báðir teir seinastu sam-
bandsløgmenninir søgdu
sum vid ein munn, at teir
høvdu als eingi kompleks-
ir av stóðu okkara í
danska ríkinum, nei, nei,
yvirhøvur ikki, yvirhøvur
ikki, tað var eingin grund
til at hava kompleksir av
slíkum, hetta var nakað,
sum sjálvstýrisfólk máttu
plágast við og pínast av.
Vit høvdu og hava viss
rættindi í danska stats-
kassanum, tað skulu vit
framvegis hava, tað er als
einki at skammast um.
Latið okkum tí taka tað
uppaftur, sum vit so
mangan hava sagt áður og
skrivað áður, og latið
okkum gera tað við
stórum bókstavum, so tað
kanska seyrar ígjógnum
hjá onkrum, og tí at
summi fólk, alt ov nógv,
eru so ótrúliga tornom:
Eini rættindi við ongum
skyldum eru eingi
rættindi, tey eru olmussa.
Og tey, sum hava tað
sum politiskt mál her í
lívinum at liva skammleys
við hesum rættindum, hesi
olmussu, kunnu ikki vera
annað enn olmussudýr ella
nassireyvar, sum danir so
rámandi taka til. Og hvat
skal man siga um sovorðin
fólk, sum ikki hava kom-
pleksir av olmussustøduni
ella av at vera nassireyv
ella sum ikki skammast
um tað?
Tað mugu vera óvanliga
harðir hálsar, kunnu vit
siga. Ella sum tað stendur
í onkrari bók: Tey mugu
hava hjarta av metali og
húð av leðri.
Summa summarum:
Skulu vit virkiliga
trúgva tí, at fólk kunnu
vera so hørð, at tey eingi
kompleks hava av at
fara gjøgnum lívið á
slíkum steði? Ella er tað
bara nakað tey royna at
krógva seg aftanfyri. At
fjala útyvir við fyri at
ugga seg sjálvan og eina
ófantaliga samvitsku?
Í dag fáa vit upp ímóti
einari miljard í olmussu.
Latið okkum flyta hesa
myndina oman til Dan-
markar og hugsa okkum,
at danir fingu somu upp-
hædd pr. íbúgva frá, latið
okkum siga, USA, so
svarar hetta til nakað so
absurd sum góðar
100.000.000.000 krónur,
góðar HUNDRAÐ
MILJARDIR KRÓNUR.
Men eitt er vist: danir
høvdu ikki tikid ímóti
slíkari olmussu. Til tess
eru teir alt ov stoltir og alt
ov kultiveradir.
Stoltleiki
Einki menniskja kann liva
uttan stoltleika, missir tað
stoltleikan, so doyr menn-
iskja í tí, segði Móðir
Teresa í síni rødu, tá ið
hon fekk Nobels fridarløn,
og hon visti, hvat hon
talaði um.
Vit kunnu siga hetta
sama um eina tjóð, um eitt
fólk, hevur tað ongan
stoltleika, so gongur tað til
grundar sum fólk.
Vit kunnu ikki liva av
stoltleika, er svarið tú
beinanvegin fært. Hartil er
bara eitt at svara: vit
kunnu ikki liva uttan stolt-
leika. Vit fáa kanska nóg
mikið í krubbuna og kíkin,
men sum tjóð, sum fólk
spinnur ikki í okkum. Vit
fána burtur sum nátthúgv-
ur av andaligari armóð.
Partur av nýggjum
politiskum ættarliði er
komið á ting, eitt nú bæði
í sambandsflokki og
javnaðarflokki, og hvat
nýtt hava vit at boða frá
hesum fronti. Nakað
eldandi? Nakað magn-
andi? Nakað, ið ger lívið
stórt, ríkt og vert at liva?
Nei, einki, púrt einki,
einki við at vísa á nakað
mál og mið, einki við at
bretta upp um armar og
fara til verka, einki við at
siga: Vit skulu og mugu
klára okkara egna húsar-
hald, vit mugu prógva, at
vit ikki eru nakrar nassi-
reyvar, at vit vilja ikki liva
sum ævigar nátthúgvur.
Vit mugu álit á okkum
sjálvi, og tí seta vit nú
spakan í jørðina og starta.
Verður ikki byrjað, sæst
ongantíð nakar endi á
nakrantíð. So sæst ongan-
tíð nakað ljós í tunnils-
munnanum.
(Fyri stutt síðani kom
aftur ein argur unglingi til
mín, hann var lesandi í
Noregi og uppøstur um
tær rædusøgur, ið gingu
um lesandi fólk í útlond-
um. Av teimum fór landið
mestsum á húsagang, varð
sagt og skrivað. Hetta
skilti hann ikki, tí eftir
avtalu landanna millum
betalir landið, sum tú lesur
í, títt uppihald, Føroyar
høvdu ongar útreiðslur av
honum).
Nei, bara sama gamla
søgan, somu ræðumyndir,
sami livandi deyði, sama
ómegdarsáð, sama
ómegdarfrukt, sama oyði-
Jens Pauli Heinesen, rithóvundi, skrivar
markargongd, sami
køsturin, sama grenjið,
grenj grenj grenj, koyrt
ketchup í eitt grenj, ungir
oldingar, ungt afturhalds-
fólk, syndarligur smá-
borgarskapur. Onkur er
ikki komin longri enn tey,
sum livdu fyri hundrað
árum síðani, ein sannur
karikaturur, ein keipu-
mynd. Onkur annar hætti
sær enntá á gåtuføran og
stórmerkiligan hátt at
nevna orðið stoltleiki.
Hann vildi vera við, at
tað eru sjálvstýrisfólk, ið
ongan stoltleika hava,
sjálvstýrisfólk, sum hóast
alt — hóast alt — hava sum
mál og mið her í lívinum,
at vit skulu klára okkara
egna húsarhald, at vit
skulu ráða yvir okkara
egna lívi og vera sjálv-
bjargin, soleiðis sum allur
heimurin tráðar eftir. At
vit mugu sleppa úr hesi
olmussustødu.
Eftir hesum ber til at
siga, at hesir nyggju
politikarar okkara ikki
stiga upp år rossasporum.
Hvat teir fara at gera i
framtíðini er ilt at siga, tað
er tó at vóna, at teir fara at
taka annað skinn um bak
og ein dagin vísa seg sum
mannfólk — og kvinnurnar
sum rættar kvinnur. Men
vit loyva okkum at ivast
Viðkomandi, ið vendi
alt á heysin og segði, at
tað vóru sjálvstýrisfólk,
sum ongan stoltleika
høvdu, visti væl, at tað
letur seg ikki gera eftir
einum degi at rætta
skútuna upp. Men ikki eitt
orð um slíkt. Tað er, sum
ræður tað mest av øllum
um at taka áræði frá fólki,
at grenja, at gera gjøldur
burturúr, at ræða og sáa
mistreysti, at gera lívið so
trist og keðiligt, at tú
missir hugin at liva tað.
Ein tungur arvur frá
teimum, ið undan skuldu
slóða. Ein tung byrða, sum
teir hava lagt á bakið á
hesum fólkum, ið noyðast
at knúgva undir henni. Tað
er lítið at ivast i, at slik
fólk passa sítt dagliga
arbeiði bæði væl og virði-
liga, men tá ið tað snýr
seg um at vera konstruk-
tivur, um at vera skapandi,
kreativur, at bróta upp úr
nýggjum, eru tey púra
eidasør. Serliga tá ið tað
snýr seg um landsins
húsarhald, sum hevur tað
einki upp á seg
Tað er so drepandi, so
deprimerandi, at tú
stundum hevur bestan
hugin at geva skarvin yvir,
leggja seg i songina og
liggja har restina av livin-
um. Livandi deyði er
sjálvsagt ikki so ringur
sum deyðin sjálvur, men
hvat er hann ikki ótolandi
— ið hvussu er fyri summi
Goethe segði hesi
rámandi orð: Tað, sum tú
inniliga ynskir og stríðist
fyri, gongur altíð út so við
og við. Latið okkum inni-
liga vóna tað.
A