hósdagur 8. oktober 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
tíðindablaðið
Nr. 190 — 8. OKTOBER 1998
Hógni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum um fullveldið Føroyar:
Hetta verður ikki
nakað paradis
-Eg vil ikki pástanda, at Føroyar verða nakað paradis, tá vit hava fingið fullveldið. Tað verður hart arbeiði og hart
stríð, og henda gongdin fer at fáa búskaparligar avleiðingar. Tað krevur, at vit verða nógv meira málrættaðir í vinnu-
politikki og í samstarvi millum vinnuna og politikararnar, enn vit hava verið áður. Og tað er eisini endamálið við full-
veldinum sigur Hógni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, nú fyrsta stig er tikið í fullveldisverkætlanini.
Jan MULLER
Tad er beinleiðis Osakligt,
rmadur javnadarfloks
ns sigur, at samgongan ikki
að ukið við i upp-
fullveldi tær
sum javnaðar-
flokkurin hevur mælt til. Eg
tavi sagt hetta í tinginum
'g í teimum samrødum vit
við formann javn-
KVU vi
skot sitt um
broytingar
ns, at vit vilja
na og hverja
€ rka málið. Vit
a seta eima serliga nevnd
sum fær tilfarid, ið
landsstýrið arbeiðir við, og
sum kann koma við tilmæli
sjálv. Andstaðan kann entå
fáa formannin í tí nevndini
sigur Hegni Hoydal, lands-
stýrismaður í viðmerking til
samrødur Sosialurin hevur
havt við Jóannes Eides-
agarnar
Høgni Hoydal sigur, at
javnaðarflokkurin bara hev-
gaard semastu
ur sagt nei til tað, sum sam
gongan hevur boðið honum
Vit góvu eisini javnaðar-
flokkinum tilboðið, sum nú
er komið við í uppskotið
kortin, at vildi flokkurin
hava málið aftur í tingid,
áðrenn farið verður til sam-
ráðingar, so kundi tað koma
í uppskouð
Hann vísir eisini á, at tað
er burturvið, tá javnaðar-
menn siga, at ungið nú
verður sett uttan fyri pro-
sessina, tí tingiå er hægsti
myndugleiki og kann til
eina og hverja tíð leggja
lógaruppskot fram, sum
kann binda landsstýrið, fær
tað meiriluta
-Tá frágreiðingin er liðug
og verður løgd fyri tingid,
stendur tað einum og hvørj-
um tingmanni frítt at koma
við einum nýggjum upp-
skoti ul samtyktar ella fyri
tað lógaruppskoti um sam-
ráðingargrundarlag ella
hvat sum helst. So eg havi
ført fram, at grundgeving-
arnar ímóti at fara inn í eina
realitetsviðgerð av lands-
styrisuppskotinum og at fáa
tær broytingar við, sum teir
hava ynskt og ført fram, tær
eru ikki til.
Høgni Hoydal leggur
dent á, at tað tí ongar sak-
ligar grundgevingar eru fyri
at vera ímóti tí leisu, sum
landsstýrið hevur valt at
Høgni Hoydal, landsstýrismaður: -Allar søguligar royndir visa, at tey samfeløg, smá
og stór, sum hava sett sær nókur politisk mál, og sum hava sett sær sum mál at vera
við í heimsbúskapinum og at menna nýggjar vinnur, tey hava klárað tað. Tað finst
einki ítókiligt søguligt dómi um, at tað ikki ber til at vera sjálvstóðugur.
viðgera málið eftir.
-Vit kunnu sjálvandi vera
ósamdir um innihaldið, men
hvat viðvíkur mannagongd-
ini, so haldi eg atfinning-
arnar hava verið ósakligar.
Samgongan hevur
sett út í kortið
-Javnaðarflokkurin sigur,
at hann vil fegin hava
broytingar á sjálvstýris-
leið, men heldur tað verða
ov tíðliga longu nú at
oyramerkja hesar broyt-
ingar til fullveldið?
-Ja, tað er sín sak. Tá
kundi hann skotið upp, at
meðan landsstýrið fer undir
hetta málið, so verður heitt
á tað um eisini at kanna
møguleikarnar íyri eini
sjálvstýrislóg ella hvat javn-
aðarflokkurin nú einaferð
ynskir. Har vóru nógvir
møguleikar, men tað ynskti
javnaðarflokkurin so ikki.
-Er tað so, at uppskotið
til stjørnmålanevnd kolli-
derar vid tykkara uppskot
um fullveldi?
-Vit hava havt eitt val-
stríð, sum m.a. snúði seg
um hasar spurningarnar. Vit
hava skipað eina samgongu,
sum heilt greitt sigur, at vit
vilja hava suverenitet í ein-
um nýggjum sáttmála við
Danmark osfr., og har tað
verður løgd ein ætlan fyri,
hvussu hetta skal gerast. Ég
haldi tað er beinleiðis naivt
ella ósakligt at rokna við,
at ein landsstýrissamgonga,
sum longu hevur sett sær
nakað út í kortið, skal ganga
við til at seta eina nevnd,
sum í eitt ár skal viðgera
allan henda spurningin av
nýggjum.
Høgni Hoydal brúkar í
hesum sambandi myndina
við eimum húsum tú skal
byggja. -Hevur tú sett tær
fyri at byggja eini hús, so
kanst tú gott tosa við aðrar,
um húsini skulu broytast eitt
sindur, men tú kanst ikki
fara at tosa sjálvan spurn-
ingin, um tað nú skulu vera
eini hús, eitt høsnarhus,
garasja ella líknandi. Tað
má ein góðtaka. Ein kann
ikki rokna við, at landsstýr-
ið bráddliga bakkar fleiri ár
aftur í tíðina, tá man hevur
skipað eina samgongu.
Men andstødan kundi í-
staðin fingið við, at man
eisini vil kanna teirra møgu-
leikar. Soleiðis hevði man
kunnað arbeitt seriøst við
hesum málinum, men eg
havi einki tekin sæð frá
javnaðarflokkinum um, at
tað er hetta man vil.
Høgni Hoydal ber ótta
fyri, at javnaðarflokkurin í
veruleikanum er bakkaður
longur aftur, enn hann var
bæði fyri og beint eftir val-
ið, har tosað varð um at
medvirka til eina skilagóða
loysn.
Skilji javnaðarflokk
-Men hvussu sær tú stóð-
una hjá javnaðarflokki-
num og er tað ikki so, at
flokkurin er bangin fyri at
missa sín egna identitet,
um hann bara skal leypa
uppá tjóðveldisvognin?
-Eg hugsi sjálvandi nógv
um javnaðarflokkin sum
flokk i øllum hesum. Sjálv-
andi skal eg ikki leggja meg
út í, hvat hann skal gera. Og
eg skilji eisini væl, at hann
ikki vil vera atkvøduneyt
hjå samgonguni. Sjålvandi
skal javnadarflokkurin mar
kera sina hugsan i hesum
måli og fåa ta åvirkanina.
Og tað haldi eg avgjørt, at
flokkurin hevur fingið
møguleika fyri.
Landsstýrismaðurin hjá
tjóðveldisflokkinum heldur
sjálvur, at javnaðarflokkur-
in í løtuni er í eini hugsjón-
arligari endurskoðanarfasu,
har hann má finna beinin! í
hesum málinum.
-Teir flestu flokkarnir
hava flutt seg rættiliga langt
og mugu royna at finna eitt
kompromi. Tað er ikki so,
at tjóðveldismenn standa í
einum króki og rópa loysing
frá einum trappusteini. Og
tá aðrir flokkar flyta seg, so
má eisini javnaðarflokkurin
orientera seg av nýggjum,
tí tá sær politiska myndin
ødrvisi út. Politisku ýtini
eru flutt.
Landsstýrismaðurin við-
gongur, at tað tekur tíð at
flyta tað beinið, eisini tá ein
veit, at tað eru ymsar hugs-
anir í flokkinum um tað.
Hann hevur eingi góð ráð
til javnaðarflokkin og sigur,
at flokkurin má sjálvur
finna fram til eina felags
hugsjón og grundarlag til at
fara víðari.
-Jóannes Eidesgaard
vísir á vandan, at alt dett-
ur á gólvið eftir eina
fólkaatkvóðu og gevur
hann tykkum ábyrgdina, tí
tit hava ikki verið nóg
samstarvshugaðir?
-Hann hevur so sanniliga
líka stóra ábyrgd av, at tað
ikki hendir. Sjálvandi er tað
ein vandi í tí, um tað verða
tveir stórir flokkar, sum til
eina folkaatkvøda fara at
leggja forðingar í vegin fyri
tað, ið landsstýrið ger. Og
tað er her, at vit appelera til
eina ábyrgdarfulla and-
stóðu. Hon må so meta um,
antin tað er sakligt bara at
finnast at tí, sum landsstýrið
ger, ella um teir fara inn og
viðgera, um hetta er rea-
listiskt og ein møguleiki.
Hvat eru fyrimunir og hvat
eru vansar.
Útgreiningararbeiði og
fíggjarligt grundarlag
-Nú ganga atfinningarnar
hjá andstøduni serliga út
uppá, at tit í samgonguni
hava ikki gjórt tykkum nóg
greitt, hvussu einar suve-
renar Føroyar skulu út
vega nýggjar inntøkur
sum skulu avloysa blokk-
in?
-Hetta er ikki rætt. Tað
verður sagt, hvussu hetta
skal gerast. Men her er mest
umráðandi ikki at blanda
tingini saman. Tað vit biðja
tingið um, er hetta: vit hava
sett okkum eitt politiskt
mál, og tað er at kanna allar
møguleikar. Tað skal gerast
uppá ein skipaðan máta, har
vit fyrst fara til tingið og
biðja um umrøddu heimild,
vit fara so aftur til tingið, tá
hesar kanningar eru gjørdar,
og vit fara so til samráð-
ingar við danir og koma so
aftur til tingið, tá málið skal
til folkaatkvødu. Fólk fáa ti
svar uppå allar spurningar.
Men vit kunnu sjålvandi
ikki svara teimum øllum á
tingsins rødarapalli út frá
núverandi = viðurskiftum.
Tað má fyrst fyriliggja eitt
neyvt fyrireikingararbeiði,
sum reksar upp teir búskap-
arligu møguleikarnar, av-
leidingarnar og vansarnar.
Hetta kemur alt á borðið,
áðrenn Føroya fólk skal
taka stóðu.
-Sær tú møguleika hjá
vinnulivinum at økja so
mikið nógv um inntókur-
nar, at hetta kann avloysa
blokkin?
-Tað er greitt. Tað eri eg
púra sannførdur um, og tað
er júst eisini endamálið við
hesum. Mín hugsjón er
tann, at setur tú tær ikki tað
politiska málið, so megnar
tú hetta ongantíð.
-Fólk vilja gjarna síggja
nakað ítókiligt - og víst
verður eisini á vandan
fyri, at tað aftur verður
kreppa í landinum og her
serliga í fiskivinnuni?
-Tá fáa vit eina kreppu
kortini, og tí haldi eg íkki,
at hetta er nakað sakligt ar-
AU