Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 190 — 8. OKTOBER 1998 tíðindablaðið SOS Høgni Hoydal, landsstýrismaður i sjálvstýrismálum: -Fullveldid er einki endamál í sær sjálvum. Men tað er fortreyt- in fyri, at vit sjálvi kunnu seta nýggjar strategiir í verk um, hvussu Føroyar skulu klára seg í framtíðini. gument. Soleiðis sum eg síggi hetta málið, so snýr tað seg eisini um, at heim- urin er í eini øgiligari broyt- ingartíð. Ein kann næstan samanbera hetta við, tá ein fór frá landbúnaðkollvelt- ingini til ídnaðarkollvelt- ingina. Kunningartøknin skapar heilt nýggjar møgu- leikar fyri inntøkum í tæn- astuvinnuni við at útflyta vitannarvørur Høgni Hoydal spyr, hvussu framtíðin hjá Føroy- um sá út í td. 1870? -Tá vóru vit eitt landbúnaðar- samfelag. Vit høvdu bert so og so nógvar seyðir, epla- veltir og træðir. Her kundu tí ikki búgva meira enn 5000, 7000 ella 10.000 fólk. Hevði tað verið hugsað so- leiðis tá, so hevði sjálvandi einki borið til. Vit mugu tí hugsa nógv longur fram í tíðina. Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum spyr, um tað er so tað órealistiskt at siga, at seta vit okkum pol- itisk mål um vinnumenning, td. at vit ikki bert skulu liva av fiskivinnuni, men eisini av ødrum vinnum, at vit so fáa eina skiftistíð uppá eini 20 ár, har vit kunnu viga upp fyri tí inntøkumiss- inum, sum er av blokkinum, og har vit kunnu fáa aðrar inntøkur inn istadin? Einki paradis -Eg vil t6 ikki påstanda, at hetta verdur nakad paradis. Tað verður hart arbeiði og hart stríð, og henda gongdin fer at fáa búskaparligar avleiðingar. Og tað krevur, at vit verða nógv meira mál- rættaðir í vinnupolitikki og í samstarvi millum vinnuna og politikarar, enn vit hava verið áður. Og tað er eisini endamálið við fullveldin- um. Høgni Hoydal leggur dent á, at fullveldið er einki endamál í sær sjálvum. Men tað er fortreytin fyri, at vit sjálvi kunnu seta nýggjar strategiir í verk um, hvussu Føroyar skulu klára seg í framtíðini -Tú heldur sostatt, at tað ber til at økja inntøk- urnar frá einum meira fjøltåttadum og vælvirk- andi vinnulívi so mikið nógv, at hetta kann av- loysa blokkin? -Ja, sjálvandi. Annars hevði eg flutt av landinum. Vit kunnu ikki stóla uppá blokkin, hvussu hann verð- ur um 3 ella 4 ár Høgni Hoydal heldur tað fer eisini at bera til at varð- veita tær vælferðarskipanir, sum eru í dag. Men tað verður tó eisini neyðugt at endurskoða verandi skipan- ir. -Hetta er ikki nakað, sum vit skulu gera bara í Før- oyum. Hetta er ein prosess, sum er í gongd í gllum heiminum í løtuni. Eingin tvingaður -Men skilur tú ikki, at fólk eru bangin fyri at fara inn í eina tílíka prosess, um tey kenna tað sum , at tey kunnu missa síni pen- stónsrættindi og annað, sum í dag er partur av vælferðarsamfelagnum ? -Tað skilji eg væl. Men eingin verður tvingaður til nakað. Alt verður lagt lagt fram, áðrenn nøkur politisk støda verður tíkin. Hetta er at sammeta við, at vit fara undir eina verkætlan, har vit t.d. siga, at vit nú skulu und- ir at byggja ein bygning. Vit seta projektið út í kortið og kanna, hvussu dýrt hetta verður, hvussu húsið skal síggja út, hvussu tað skal fungera, og vit royna at fáa fíggingina til tað í eini skiftistíð, og so kann ein velja- um vit skulu byggja húsið ella ikki. Tann av- gerðin verður ikki tíkin fyrr enn fólk hava allar møgu- leikar fyri at meta um av- leiðingarnar. Høgni Hoydal heldur tað tí vera heilt ósakligt nú at tosa um, at vit fara at missa pensiónir ol. -Samfelagið steðgar ikki upp, um vit fáa fullveldi. Samfelagið verð- ur eftir mínum tykki meira dynamiskt. Stríðið um, hvussu vit fordeila virðini í hesum samfelagnum, hvussu vit tryggja vælferð- ina, pensiónir og heilsu- verkið, tað fer at halda fram í alla ævir. -Merkir hetta tú sigur, at tær kanningar, sum nú skulu gerast, kunnu koma fram til tað úrslit, at tað ber ikki til innan fyri ta tíð ein annars hevur ætlað, at byggja eitt vinnulív upp, sum kann avloysa blokkin -Sjálvandi kann ein koma til ta nidurstødu, og tí skilji eg heldur ikki óttan hjá ávísum politiskum flokkum fyri, at hetta kanningarar- beiðið kann fær í gongd. Trýr tú ikki uppá tað, so fær tú tað á borðið. So er tað staðfest. Ber til at vera ålvstødugur -Men tekur ein slik sann- roynd ikki heilt grundar- lagið undan tjóðveldis- flokkinum, tí tit hava jú altíð sagt, at tað ber til? Setir tjóðveldisflokkurin eina kanning í gongd, hvussu vit skulu fáa Før- oyum fullveldi, og hon vísir, at fíggjarligt grund- arlag ikki er undir full- veldinum, hvussu skal tjóðveldisflokkurin yvirliva eina slíka niðurstøðu? -Tá tilfarið er liðugt, mugu vit eisini viðgera tað politiskt. Hetta er ikki bara ein spurningur um trúgv uppá eitt paradís. Allar søguligar royndir visa, at tey samfeløg, smá ella stór, sum hava sett sær ngkur politisk mål, og sum hava sett sær sum mål at vera vid í heimsbúskapinum og at menna nyggjar vinnur, tey hava klárað tað. Tað finst einki itøkiligt søguligt dómi uppá, at tað ikki ber til at vera sjålvstødugur. Høgni Hoydal sigur, at hevur tú eina vissión, hvat hevði tá verið galið, um tað búðu 100.000 fólk í Før- oyum um ár 2050. Hvussu stórt er Hongkong t.d? Tú kanst ikki liggja og rokna hetta við stødd á landi ella fiskastovnum. Tað eru ótelj- andi møguleikar fyri at klára seg búskaparliga. Spurningurin er, hvussu tú fær tað í gongd og hvussu tú fær skipað tað, og so um fólk taka undir við tí. Gera tey ikki tað, so fær tú ong- antíð eitt samfelag, sum klárar seg -Tað útgreiningarar- beidid, sum nú fer í gongd, fer tað at fevna um allar hugsandi møguleikar ella fer tað bara eftir tí, sum henda samgongan leitar eftir? -Hatta er ein fullkomiliga ósaklig atfinning. Vit siga, at vit skulu kanna møgu- leikarnar fyri, at vit kunnu umsita øll målsøki sjálvir, kanna møguleikar fyri, at blokkurin verður heilt burt- ur. At vit kanna tær fullu avleiðingarnar kann jú eis- ini brúkast av teimum, sum vilja hava eina hálva loysn Vil onkur bara yvirtaka ein part, so kann hann jú eisini brúka tær kanningarnar. Tú kanst ikki seta eitt projekt í gongd við at byggja eitt hálvt skip ella eitt skip við ongum motori. Tú mást kanna allar avleiðingar, og tað tilfarið verður sjálvsagt grundarlag hjá øllum polit- iskum flokkum fyri teimum politisku ætlanunum, sum teir nú hava. Høgni Hoydal dugir bara ikki at síggja, hvørjar polit iskar ætlanir teir hava. Teir hava einki mál sett sær. Teir vilja bara bíða. -Nær er tað rímuligt og rætt at síga, at nú fara vil undir at minka um blokk- in? -So skjótt vit hava fingið eina avtalu við danir. Eg meini tað er ongantíð ov skjótt, at vit fáa lagt fast, hvussu blokkstuðulin verð- ur tey næstu árini. Spurn- ingurin er so, hvussu long skiftistíðin verður. Tað má so eisini metast um før- leikan hjá tí føroyska bú- skapinum at kompensera | Í I | | Í Byggja ikki fullveldið á 17 oljuinntøkur | -men tær kunnu hava ein psykolog- ; | | JAN MULLER | | Vit spurdu Høgna Hoydal, | hvar møguligar oljuinn- | tøkur koma inn í myndina | i sambandi vid ætlanina | um fullveldi. og um sam- | gongan hevur kalkulerad | vid oljuinntøkum fyri at | fáa kabaluna at ganga | upp? | -Tað hava vit ikki, men | sjálvandi verða møguligar | oljuinntøkur eisini ein | partur av kanningararbeið- | inum. Eg haldi ikki ein | skal meta oljuna sum ein | politiskan realitet, sum | skal vera fíggingin undir tí føroyska samfelagnum. | Tað er eisini ein øgiliga | stuttskygd og ótrygg | vinna. | -Tvs. at tit byggja ikki eitt komandi fullveldi á møguleikar oljuinntøkur? -Nei, ikki realpolitiskt, men sjálvandi kann tað hava ein psykologiskan týdning. Men hinvegin eru vandirnir í oljuvinnuni | eins stórir sum møguleik- | arnir fyri at fáa nakrar inn- tekur. Atfinningarnar, sum hava verið móti blokkin- um, sum bara kemur inn í | samfelagið uttan víðari, | kunnu jú eisini førast yvir á oljumntgkur. Høgni Hoydal í vast ikki í, at okkara oljufyrisiting er før fyri at samráðast við heimsins størstu kapital- fyritøkur. -Men hvi ivast man so í, um vit eru førir fyri at hava ein sjålvstød- ugan uttanríkispolitikk osfr. Vit mugu styrkja tað | féroyska politiska system- L | ískan týdning sigur Hógni Hoydal ið, um vit skulu kunna fáa tað besta burtur úr olju- vinnuni Folkaatkvødan -Er tað nokk fyri teg, um tað bara verður 51% meiriluti fyri tykkara fullveldisætlanum við eina følkaatkvødu? -Higartil hava vit sagt, at ein vanligur meiriluti er nóg míkið. Tað er so bara bygt á traditiOnir, sum hava verið í londunum kring okkum, og hvat ann- ars hevur verið gjørt við folkaatkvødur í Føroyum. Men sjålvandi vilja vit hava meirilutan so stóran sum gjørligt, so tad verdur løgtingid í síðsta enda, sum skal avgera, hvussu ein fólkaatkvgða skal skipast. -Men heldur tú sjálvur, at tað er í lagi um tað stendur so javnt sum 51- 49% í einum so týðandi máli? -Formliga er tað í lagi, men reelt meini eg, at vit mugu miðja eftir at hava ein so breiðan meiriluta sum møguligt. Eg ivist heldur ikki i, at tann meir- ilutin verður so rættiliga stórur, tá fólk skulu taka stóðu til ein sáttmála, sum er góður nokk. Høgni Hoydal sigur, at nú fyrsti parturin av full- veldisætlanini er komin | undir land, verður farið at | seta teir ymsu arbeiðs- bólkarnar. Hesir fara at fevna um bæði føroyingar og útlendingar. fyri minkandi blokkstuduli Men um fólk hugsa, at blokkurin er burtur um ár 2000, so er tað púra burt urvið. Vit hava sagt frá byrjan, at leisturin vit hava lagt er tann, at vit skulu hava eina politiska avklår ing um, at vit hava alla á byrgdina, og so finna vit tær praktisku loysnirnar í eini skiftistíð Høgni Hoydal vísir á, at hetta er heldur ikki nakað, sum samgongan hevur funnið uppá. Hetta er nakað, sum fleiri smásamfelgg hava gjørt. Malta td. fekk eina skiftistíð uppá 20 ár - frá einum kolonilandi sum Bretlandi, sum ikki var kent fyri at vera serliga blítt, og teir megnaðu í skiftistíðini at byggja heilt nýggjar vinnur upp, soleiðis at teirra búskapur í dag er munandi sterkari enn hann var, áðr- enn teir fingu fullveldi -Tá tit tosa um nýggjar vinnumøguleikar, hvat hugsa tit tá um? -Her hugsa vit eisini um aðrar møguleikar í fiski Vinnum. Siga vit, at vit fáa ikki meira burtur úr fisk inum undir Føroyum, so er eingin framtíð hjá hesum samfelagnum. Hver kann seta seg upp og tryggja, at okkara samfelag og framtíð skal byggja á ein blokk stuðul úr Danmark. Tað kunnu vit ikki tryggja sum føroyskir politikarar, og vit vita, at danir longu hava sagt, at teir hava ikki á byrgdina av vælferðini í Føroyum. So hetta eru rea litetir, sum vit mugu síggja í eygumi. Hetta er ikki bara nakað, sum vit hava funnið uppá í Føroyum. Hetta er ein avleiding, sum vit mugu taka av teimum broyting um, sum eru úti í heimi, av teimum vidurskiftum, sum eru hend millum Føroyar og Danmark og okkara egna ynski um, hvussu sam felagið skal síggja út. Hesir spurningar hanga saman