fríggjadagur 9. oktober 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 191 — 9. OKTOBER 1998
tíðindablaðið 5002
Hoydal
, men eru ymiskir á máli, bæði
búskaparliga og sosialt, sigur Høgni
veldisuppskotið:
- JÁ * + %
Fólkafloksuppskotið
hevur ikki verið nevnt
— Vísíónin hjá Fólkaflokkinum um eitt láglónarsamfelag er eingin loysn, av tí
at vit tá bert kunnu framleiða hálvfabrikata. Tað økir ikki um búskapin, sigur
landsstýrismaðurin, sum einki hevur sæð ella hoyrt til fólkafloksuppskotið í
Tinganesi
DAGNY JOENSEN
Høgni Hoydal, landsstýris-
maður, sum hevur evnad til
fullveldisuppskotið, vil ikki
kennast við tað, sum Bjarni
Djurholm í Sosialinum í
gjár helt verða bjargingin
fyri framtíðina í Føroyum,
nevniliga eitt låglønarsam-
felag.
Heldur ikki sjónarmiðini
hjá folkaflokstingmannin-
um, sum sigur, at eingin
kann vænta, at danska væl-
ferdarstødid verður galdan-
di í framtíðini, er í trá við
tað, sum Tjóðveldisflokkur-
in hevur ført fram um sama
mál..
Spurdur, um Tjóðveldis-
flokkurin er so heitur fyri
fullveldinum, at teir vilja
góðtaka at føra fólkafloks-
politik, sigur Høgni Hoydal,
at tað vil hann afturvísa.
Samdir um karmin
— Sjálvandi eru flokkarnir
ymiskir á máli, bæði bú-
skaparliga og sosialt, men
tó so: vit eru samdir um rík-
isrættarliga karmin, sigur
Høgni Hoydal.
Hann heldur, at føroyskur
politikkur ikki stedgar upp,
fyri tað um uppskotið um
fullveldi er samtykt, men
visiónin hjá fólkaflokkinum
um eitt låglønarsamfelag er
eingin loysn, av tí at vit tá
bert kunnu framleiða hálv-
fabrikata, sum ikki økir um
buskapin.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at hann einki kennir til
målid, og at uppskotid hjå
fólkaflokkinum ikki hevur
verið á borðinum í Tinga-
nesi.
Væl útbúgvið fólk
— Vit vilja heldur menna
vinnuna soleiðis, at hon
byggir á væl útbúgvið fólk,
gransking og tílíkt, og íkki
bert á lågløntir arbeiðarar,
sum í Teilandi og aðrastað-
ni.
— Eg hugsi um fullveldis-
uppskotið sum eitt projekt,
og nú skal útgreinandi ar-
beiðið gerast, sum skal vísa,
hvat krevst fyri at varðveita
tænastustødid.
— Vist kunnu vit rational-
isera og gera åbøtur sum ger
tað biligari at reka samfel-
agið. Har eru vit samdir við
Fólkaflokkinum, sigur Høg-
ni Hoydal, og vísir á, at júst
slíkt orðaskifti sum hetta,
skal mynda politiska ar-
beiðið frameftir, hvussu vit
kunnu skipa nútíðarsamfel-
agið
Arbeiða eftir
samgonguskjalinum
— Ert tú ikki bangin fyri at
Fólkaflokkurin fær ov stóra
ávirkan á Tjóðveldisflokk-
in?
— Nei, tað eri eg als ikki.
Tað stendur í samgongu-
skjalinum hvat vit skulu
gera. Har er m.a. nevnt at
mál sum gransking og út-
búgving skal hækka. Hetta
er okkara målsøki, men tað
stendur eisini, at fiskivinnu-
mál og vinnumál, sum eru
øki hjá Fólkaflokkinum,
skulu lækka.
Um hvussu stóran meiri-
luta Tjóðveldisflokkurin
heldur verða neyðugur á
fólkaatkvgðuni, sum verður
í sambandi við fullveldis-
ætlanina, sigur Høgni Hoy-
dal, at ein meiriluti í sjálv-
um sær er nóg mikið.
— Hetta er annars ein
spurningur, sum tingið skal
taka stóðu til. Eitt nú hvussu
folkaatkvødan skal skipast
og eisini um tingid vil,
hvussu stórt prosenttalið av
meirilutanum skal ásetast.
Tað stendur Løgtinginum
frítt fyri, sigur Høgni Hoy-
dal.
Andsteðan kann gera
seg galdandi
— Av ti at samgongan er í
meiriluta i tinginum, henda
væl ikki tær stóru broyting-
arnar har?
— Tað er upp til andstød-
una á fáa ávirkan í tingin-
um, eisini í hesum máli.
— Tað sæst eisini einamest
av, at Javnaðarflokkurin er
til reiðar at samtykkja fíggj-
arlógaruppskotið, um teir
kunnu fáa ávirkan.
— Tað sama kundi verið
galdandi við fullveldisupp-
skotinum, um flokkurin var
áhugaður í tí, sigur Høgni
Hoydal og leggur aftrat, at
einki er fjalt undir nøkrum
steini í fullveldismálinum.
Tað hevur samgongan
víst í verki, við at leggja
uppskotið fram í tinginum.
Allir flokkar kunnu eisini
gera sína ávirkan galdandi
frameftir.
Byrja við fundum á
embætismannastigi
Spurdur um nakrar broyt-
ingar eru gjørdar viðvíkj-
andi ætlanunum um at sam-
ráðast við danir, sum á ólav-
søku vóru ásettar til í januar
1999, sigur landsstýrismað-
urin, at fyrst skulu fundir
verða á embætismannastigi,
áðrenn tær veruliga sam-
ráðingarnar byrja.
— Nú eru vit farnir undir
at útgreina, hvat framtíðar
samstarvið við danir skal
bygga á, og hvussu nógv tað
kostar.
— Síðan keypa vit okkum
løgfrødiliga hjálp uttanífrá,
úr Danmark, Íslandi og aðr-
astaðni, har vit rådføra okk-
um við serfrødingar í fólka-
rætti, statsrætti og aðrar,
sum kenna trupulleikarnar
hjá sjålvstødugum smátjóð-
um.
I Sosialinum mikudagin,
segði Eilif Samuelsen, at
samgongan virkar sum ein-
aræðis meiriluti.
Tað heldur Høgni Hoydal
ikki er rætt, tí Landsstýrið
hevði ikki skyldu at tosa við
tingiå um fullveldisætlan-
inar. Teir kundu bara verið
farnir niður at samráðast við
danir.
— Eg dugi ikki at síggja,
at vit hava ført okkum fram
sum einaræðis meiriluti,
men sum sagt, øll eru væl-
komin at gera sina åvirkan
galdandi.
søkist
til Tíðindablaðið Sosialin
Hevur tú hug at royna teg á einum arbeiðsplássi,
har tað er ferð á allan dagin, har ein deadline er
eit partur av hverjum einasta arbeiðsdegi, og har
tú allatíðina fært nýggjar og spennandi uppgávur
So er hetta kanska møguleikin hjá tær
Vit hava brúk fyri blaðfólki til starv í blaðhúsinum
á Argjum beinanvegin. Vit bjóða eitt hendingarríkt
og fjølbroytt starv, har tú gerst partur av eini vælvirk-
andi redaktion, og sleppur at royna teg við alskyns
uppgåvum.
Tað er ein treyt, at tú dugir at orða teg lætt og neyvt
á føroyskum, at tú fylgir við í ti, sum hendir og rørist
í okkara samfelag, og tað er ein fyrimunur um tú
hevur útbúgving sum blaðfólk ella líknandi útbúgving.
Tað er eisini ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til
teldur.
Tíðindablaðið Sosialurin er eitt blað, har tað hendir
nakað. Vit eru allatíðina úti um okkum, og fimm ferðir
um vikuna koma vit á getuna við einum nýggjum og
feskum blað. Umframt tað verður blaðið hvønn dag
eisini lagt á internetið.
Umsóknir við meguligum prógvum og viðmælum
skulu sendast til:
Tíðindablaðið
Sosialurin,
Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Viðmerkjast skal »umsékn«
Hevur tú hug at frætta nærri um okkara tilboð,
kanst tú venda tær til Jan Muller, blaðstjóra, á
telefon 311820.
Tíðindablaðið
SOSIALURIN
www.sosialurin.fo
P.O. Box 76 - 110 Tórshavn
Tlf. 3118 20 - Fax 31 47 20
E-mail: sosialurindsosialurin fo
Sosialurin er eitt vandi og spennandi arbeiðspláss. Her
starvast í dag uml. 25 fólk. Uppgåvurnar eru bæði áhugaverðar
og fjølbroyttar. Blaðið kemur út 5 ferðir um vikuna
Á prentsmiðjuni, sum er partur av fyritøkuni, verða umframt
Sosialin eisini prentað onnur blød. Sosialurin umsetti í fjør fyri
stivliga 8 mill. kr