Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. oktober 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SOS!AMMN Oyðimarkar- gsongdin Í sambandi við orðaskiftið um fullveldið og ríkis- rættarligu viðurskiftini millum Fóroyar og Dan- mark í framtíðini hevur Jens Pauli Heinesen, rithøvundi, sent okkum grein í trimum pørtum, sum hann nevnir >Íkast til kjakið um fullveldið< 3. partur Kærleiki Elska sambandsfólk Dan- mark? Elska tey tað danska málið, danskan Kultur? Vit lata danskarar sjálvar svara, tað hava teir gjørt so mangan bæði í g skrift: Nei, føringar elska ikki Dan- mark, teir elska okkum ikki, teir elska okkara pengapung Tað er ikki rættvist at taka øll undir einum og siga føringar, tí tað er jú ein hópur av føringum, sum vil sleppa av við handa pengapungin. Og so paradoksalt tað ljóðar, (nú brúktu vit aftur hatta orðið), so er tað sjálvstýrisfólk, ið elska — ella skulu vit siga hava størstu virðing fyri Dan- mark, danskari mentan, donskum siðaarvi, donsk- um traditiønum. Haðani hava vit lært, at vit skulu hava størstu virðing fyri okkara egna sidaarvi, okkara máli og mentan. At vit sjálvsagt sjálv eiga at taka okkara lagnu í okkara egnu hendur og ikki lata onnur blaða fyri okkum og gera alt fyri okkum, sum vóru vit hjálparleys smábern Tað er haðani, vit hava fingið tjóðskapar- og sjálvstýriskenslura Nú talan er um fullveldi, hvat tað so er fyri nakað, eru nógv sum ógvast við og eru heilt niðurundir- komin av Ótta, og vit hoyra ta avgomlu søguna aftur, tey somu orðini. Vit hava ikki ráð, vit duga ikki, vit megna tað ikki Hetta gongur aldrin. Vit vita tað, vit, sum byggja á realitetir og hava bæði beinini á jørdini. Tey byggja og hava bygt á realitetir, siga tey, tey hava havt bæði beinini á jørdini, og hygg, hvussu tað hevur gingist teimum. Ósigur oman á ósigur, sum víst á her framman- fyri. talu rr i Toka liggur, køvir av bæði torp og borg svevur alt, sum fyrr tad svav enn foruttan sorg Sova vilja allir menn, vilja hava frið; sova konur. sova menn, unga fólkið við Hesi orðini yrkti Jóanes bóndi fyri 104 árum síð- ani, og skulu tey verða galdandi 104 ár afturat? Skulu vit ganga somu tómgongd, somu oyði- markargongd, ikki sleppa úr stað, men standa í sama køsti og blaka myrkju eftir hverjum øðrum? Tað er okkurt, ið kundi bent á tað. Vit høvdu fína vitjan herfyri av einum smílandi statsministara. Man nakar danskur politikari nakran- tíð hava blandað seg so nógv upp í føriskan poli- tikk sum hesin politikarin? Hansara tala, hansara talur, hvat mintu tr ikki nógv um tær fittu ny ggj- årstalurnar hjå drotningini — ella hjå einum fittum, donskum biskupi, ið stendur á einum prædiku- stóli og lítur niður yvir síni eyðmjúku sóknarbørn og letur síni søtu orð regna niður yvir tey. Hasin láturligi prædikutónin. Sum nógvir oyggja- búgvar eru vit eisini ofta ógvuliga trúskyldig, ógvu- liga heimfeðislig, pro- vinsiel, tað skal so lítið til at imponera okkum, so tað skal als ikki undra, um tað eydnaðist hesum manni at røra mangan hjartastreing- In — uttan at tad sam- stundis eydnadist okkum at uppdaga kuldan, kynismuna aftanfyri. Eins og hesin madurin standa nógvir javnadar- politikarar uppi á sínum himmalpallum og líta niður yvir síni friðarligu seyðafylgi við hesi somu barnsligu arrogansu. Nógv + +00 - Javnaðarfólk, bæði í talu, „— , stýrisfólk. Tey vita ongan-. og skrift, vísa seg at vera meira sambandsk enn sambandsfólk, tí er at frykta fyri, at javnaðar- flokkurin fer at vera svík- urin, tá ið tað snýr seg um sjálvstýri ella fullveldi. Tað líkasum liggur í luftini Kanska fer sambands- flokkurin at reagera, sum hann plagar, og um 10-15 ár vera líka so hjartans fegin um fullveldi, sum hann gjørdist fyri Utvarp Føroya, Dag og viku, flaggið, málið osfr. (Væl at merkja: um vit fáa >fullveldi<) Fara vit at kenna okkara vitjunartíð? Fer ungdóm- urin? Fara vit umsíðir at bretta hesi gomlu, slitnu, skitnu klæðini av okkum og fáa okkum nýggj? Fer javnaðarflokkurin (og sambandsflokkurin) um- síðir at tora at sleppa stórububbu á móður Dan- mark, at kuta nalva- streingin og ganga sjálvur og halda uppat við grulv- ingini? Op at dá, segði Dirch Passer. Ella fer hann framvegis at aka á búkin- um? Ein ærlig meini I +; hava vit tikid år einum enn óprentaðum riti. Tað er um ein sambandsmann, ið sigur sína ærligu meining, og nú kunnu onnur sambandsfólk, (úr gllum flokkum), um tey tíma ella um tey yvirhøvur lesa hetta, samanbera seg við hann og vita, um tey eru av somu áskoðan. > — Politiskt eri eg kon- servativur, fanatiskur kon- servativur, segði hann, og tað eri eg stoltur av. Eg hati alt, sum hevur við loysing og sjálvstýri at gera. Eg hati eisini javnaðar- fólk, tí hvat vilja tey, hvat eru tey. Einki. Hvorki fuglur ella fiskur, hvørki sambandsfólk ella sjálv- tíð hvørjum beini, tey skulu standa á, vingla til høgru og vinstru, reinir opportunistar. Prýða seg við lántum fjaðrum, spæla sosialistar og eru tað ikki heldur enn eg. Ein persónur plagar at skriva politiskar greinar í blødini. Í hesum greinum hevdar hann, at vit liva av danskar olmussu, danskari náði, at vit eru snultarar og liva upp á nass. So- vorðið himmalrópandi tvætl. Sum danskir stats- borgarar hava vit fullan rætt til hesar pengarnar, vit fáa úr Danmark, har er einki at rafla um, vit kunnu taka ímóti teimum við góðari samvitsku uttan á nakran hátt at skammast um tað og kenna okkum minni verd. Fullan rætt. Bara í einum føri havi eg sæð henda góða mann skrivað nakað við skili í, og tað er, at sambandi átti at stríðst fyri aftur at blivið eitt danskt amt, ja, tað er tað vit øll áttu at stríðst fyri og kent sum okkara skyldu: aftur at blivið eitt danskt amt, tað hevði verið tað einasta rætta. Skal eg vera púra ærligur, so er mín áskoðan tann, at henda kreppan, vit nú eru stødd í, hetta, at vit eru farin á húsagang, er eitt vælsignilsi fyri okkara land og fólk, og eg eri klárur yvir, at nógv sam- bandsfólk innast inni eru av somu áskoðan uttan at tora at siga tað hart, tí, hygg nú her: Fullveldi, loysing hevði verið ein katastrofa fyri okkum øll, tann vissi deyði. Tað ljóðar paradok- salt, men kreppan, krepp- urnar, húsagangurin bjargar okkum úr hesum vissa deyða, tí komi eg av tí sama at siga nakað paradoksalt við tygum: Sambandsfólk ynskja innast inni, medvitandi ella ómedvitandi, viljað -ella 6vsljad hesar kreppur Nr. 191 — 9. OKTOBER 1998 og — halt tær nú væl fast — hví halda tygum, at sam- bandið fór so gleivbeint upp í dansin um gullkálvin og rokið at lána okkum út í avgrundina. Var tað ikki bara fyri at skapa kreppu, húsagang og undirgang? Hetta er bara ein tanki, ein hypotesa frá mínari síðu, eg veit ikki, um hon samsvarar við veruleikan, men eitt veit eg, hon sam- svarar við mín veruleika, og hví skal eg vera ødrvisi enn onnur sambandsfólk. Kann eg ikki rokna við, at tey hugsa eins og eg, men tora bara ikki at siga tað bart út, nevniliga, at vit ynskja hesa kreppu, sum vit eru í, hesar kreppur, hesar ævigu kreppur, hesa ævigu hóttan um undir- gang, tí, hygg nú her, so leingi vit hava hesa hóttan hangandi yvir okkum, eru vit fast samangreipað, fast samansveisað við Dan- mark og sleppa, gudi havi lov, ikki úr greipuni, vit eru bjargað til ævigar tíðir og nýtast ikki at óttast. Tí eri eg líka glaður, ja, mestsum glaður fyri hesa kreppu og leggi ikki petti í, um vit ikki sleppa burtur úr henni; hví heldur tú, at sambandsflokkurin bert við hálvum hjarta ger nakað og hevur gjørt nakað fyri at sleppa burtur úr henni? Vit vilja eina ferð med alla — kann eg sleppa at banna — læsa kjaftin á hesum helvitis pakkinum, sum nú í hundrað ár hevur ákært okkum fyri at vera svíkjarar og kvislingar, læsa kjaftin á teimum, so teir aldri fáa málið fyri seg aftur, men kvalast í teirra gorri, hesum svassinum, sum teir servera fyri okkum á hvgrjari einastu grækarismessu, hvørjum einasta flaggdegi og hvørj- ari einastu Glavsøku; so tey kódna í teirra ævigu meylan og jarman um land og fólk, mál og mentan, áhh. Maðurin gletti á tonn og snerkti vanvirðisliga, hann hevði hug at spýta<. Kennir nakar seg aftur, ella hvussu? J. P. Heinesen PS. Viðv. nýggjum løg- tingshúsi fer undirritaði at loyva sær at koma við einum varligum uppskoti til umhugsunar. Latið gamla býin hava frið at liggja sum hann liggur og flytið løgtingshúsið t.d. niðan á høvdina eystan fyri R. C. Effersøes gøtu nakað oman fyri har, ið nýggju læknahúsini skulu byggjast — um hetta letur seg gera væl at merkja, men har er gott útsýni yvir hav og land og bý og hartil gott pláss, har kann leggjast eitt veldugt løgtingstorg, ið sum ein royk kann rúma gllum Føroya fólki — bæði super- nationalistum og super- grenjum. Sendið upp- skotið út til altjóða arkitektkapping og reisið ein bygning — ella fleiri, ið skúlu rúma heimsins vakrasta parlamenti, landsstýri og allari okkara umsiting til gagns fyri øll. Fyri nógvum, nógvum árum síðani skrivaði undirritaði um nýtt løg- tingshús í skaldsøguni Frænir eitur ormurin. Tað stendur at lesa á síðu 221. JPH