Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. oktober 1998síða 19

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í $ Nr. 191 — 9. OKTOBER 1998 tíðindablaðið 082) 21 ÍTRÓTTUR sosialurin, box 76, 110 torshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil Csosialurin.fo Fótbóltur: Jákup Mikkelsen kennir seg at vera væl fyri, og Julian Johnsson kennir landsliðsferðina sum gott høvi at leggja stríðið fyri lívinum hjá Kongsvinger á hillina í nakrar dagar (VILNIUS) Tríggir av teimum átj- an spælarunum, sum í fyrrakvøld- ið komu ul Vilnius, har teir nú fyrireika seg til stóru landsliðs- uppgávuna, ið er á skránni í morg- in, spæla í løtuni fótbólt á hægri stødi enn allir hinir. Teir eru Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson, sum spæla í donsku superliguni, og Julian Johnsson, sum spælir í norsku Tippeliguni. Meðan tað síðani summarsteðg- in hevur gingið sum eftir ánni hjá Jákupi Mikkelsen og Herfølge, ið framvegis er millum tey ovastu liðini í superliguni, so hevur tað gingið meiri striltið hjá FCK, og hjá Kongsvinger hevur tað verið heilt strevið. — Í Kongsvinger vita vit, hvat tað snýr seg um. Tað eru fýra um- fór eftir at spæla. Komandi viku- skifti verður ikki spælt, tá Noreg skal spæla EM undankappingar- dyst, men so verður ferð á, og 25. oktober verður tað greitt, um vit eru fluttir niður, um vit skulu halda fram í bestu deildini, ella um vit skulu spæla tveir kvalifi- katiónsdystir. Fær tað nakrar avleiðingar fyri teg, um tit flyta niður? — Eg havi sáttmála í tvey ár afturat, so í útgangsstýðuni rokni eg við at spæla har tey bæði kom- andi árini. Um eg fari nakra aðra staðni, so verður tað tí, at teir gera av at selja meg. Men heldur tú ikki, at tað verður óheppið fyri teg sjálvan, um tú skalt spæla í næstbestu deildini? — Eg eri ungur enn, so tað hevði eg bara tikið sum ein lærdóm aft- urat. Tað veldst eisini um, hvat teir í Kongsvinger ætla. Vilja teir uppaftur beinanvegin — um vit flyta niður — so halda teir upp- á fólkið, men fara teir at ásanna, at teir ikki megna at hanga í, so kann roknast við, at teir fara at selja onkrar av teimum bestu spælarunum fyri at minka um út- reiðslurnar. Eg havi ongan klausul í mínum sáttmála, sum sigur, at eg eri leysur av felagnum, um teir ikki eru í bestu deildini, og eg veit ikki, um aðrir hava tað, men hetta er ikki ókent í hesari verðini. Máltrot Meðan Thomas Thorninger, sum sunnudagin var í FCK álopinum saman við Toda Jónsson, var við í øllum trimum málunum, sum FCK fekk í Aalborg, so fór Todi enn eina ferð til hús uttan at hava skorað, og tað er ein maður, sum fær sína løn fyri at gera mål, sjálv- andi ikki nøgdur við. Tá teir í Danmark fóru undir landskapp- ingina í august, var Todi millum málskjúttarnar fleiri umfør á rað, men nú hevur hann ikki skorað í nógvar vikur. — Eg misti eitt sindur í sambandi við skaðan, sum eg fekk í lands- dystinum móti Kekkia, men nú kenni eg tað sum um formurin er í lagi aftur. Eg havi havt møgu- leikar, men hepnið hevur ikki ver- ið við. Onkuntíð havi eg rakt í stólpan, og fleiri ferðir hava mál- verjarnir bjargað sera væl. Tað er ein ónd ringrás at koma í hjá álopsspælara, tá tú ikki skorar, og sjálvandi vóni eg, at hetta broytist heilt skjótt og helst longu leygardagin, sigur Todi Jónsson, sum sjálvandi sær nógv fram til veldugu uppgávuna, sum tað verð- ur, tá FCK seinni í hesum mánað- inum skal spæla í europeisku kappingini fyri steypavinnarar á Stamford Bridge í London móti Chelsea, har ein ørgrynna av heimsstjørnum spæla undir leidslu av italska Vialli. Einki dropp Fyrr f vikuni hoyrdist, at Jåkup Mikkelsen hevði klossað í ti, tå Vejle javnaði til 2-2 á Herfølge stadion, har heimalidid hevdi nógv spæl og eina rúgvu av mål- møguleikum. I donskum fjølmidl- um hevur verið gjørt nógv burtur- år hesari støduni, og venjarin hjå Herfølge, Ole Mørch, hevur verid f ødini. Ikki inn å Jåkup Mikkelsen, men inn á dómaran. Venjarin sigur, at øll á stadion uttan dómarin sóu, at Jákup varð skumpaður, tá hann skuldi taka lætta innleggið, og so fór bólturin uppum landsliðsmálverjan. — Eg varð skumpaður, og eg skilji ikki, at dómarin ikki briksl- Lesið eisini ítróttin á Internetinum www.sosialurin.fo Tað hevur gingið striltið hjá Toda Jónsson at skjóta mál í seinastuni, men hann vónar, at tað verður betri leygardagin aði. Men vit kundu havt avgjørt hatta sjálvir, tí vit høvdu fleiri møguleikar, eisini aftan á at teir høvdu skorað til 2-2, heldur Jákup Mikkelsen, sum ikki kundi gera nakað við fyrra málið, ið var sjálv- mál. Herfølge málverjin roknar avgjørt við, at hann skal standa í føroyska málinum í annadkvøld. jh Føroyingarnir hava mist klokkuna burtur z Fótbóltur: Vøllurin, sum landsliðið fyrireikar seg á, er einki at reypa av (VILNIUS) Tað gekk upp á stás hjá føroyska ferðalagnum at koma upp á pláss í Vilnius mikukvøldid. Og hósmorgunin varð so av álvara farið undir fyrireikingarnar til dystin, sum verður í annadkvøld klokkan átta lokala tíð ella klokk- an sjey føroyska tíð. Undan fråferdini år Føroyum fingu vit at vita, at teir eru tveir tímar frammanfyri okkum, og hetta er eisini í tráð við tað, sum stendur í bókum og heftum. Men tå føroyingarnir komu á gisting- arhúsið vóru klokkurnar bara ein tíma undan føroysku klokkunum, og so hava føroyingarnir innrættað Allan Simonsen veit ikki so nógv um litaviska liðið seg eftir tí. Á veg til Vilnius hjálptu flog- ternurnar hjá Atlantsflog felagn- um 12. Manni at selja blusur, turri- klæði og topphúgvur, og hjá teim- um, sum keyptu, kom hetta væl við, tí hóast sólin sær, og tað er klárt, so er tað kalt — kanska eini fýra stig — og tað er eisini eitt sindur av vindi. Onkur helt fyri, at flettingarveðrið var betri í Vil- nius, enn tað er í Føroyum! Góða tíð Sammett við so nógvar aðrar utt- anlandaferðir, so hava Allan Sim- onsen og spælararnir hesa ferð betri stundir at fyrireika seg í. Fyrsta venjingin var í gjára- morgunin, og teir skuldu venja aftur í gjårkvøldid og í fyrrapartin í dag. Venjingarnar eru á einum ikki serliga slættum vølli. Tað tek- ur eitt gott korter at koyra hagar frá gisungarhúsinum. Vøllurin er í einari park, har stadion eisini er Føroyingarnir skulu venja á stad- ion í kvøld klokkan átta. Síðst, Litava spældi, megnaðu teir 0-0 móti Skotlandi. Tað boðar frá, at talan er um eitt gott lið, men Allan Simonsen veit ikki so nógv at siga um teir: — Eg havi sæð okkurt brot í sjónvarpinum, men í dag fái eg upptøku av dystinum, sum teir spældu móti Skotlandi, og so mugu vit kanna, hvussu tað gekk fyri seg, sigur føroyski venjarin jh