Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. oktober 1998síða 20

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 tíðindablaðið SOSU Nr. 191 — 9. OKTOBER 1998 Tríggir á landsliðnum spæla seriufotbolt i Danmark Fótbóltur: Uni Arge, sum er tann av teimum trimum, ið er næst byrjunaruppstillingini, heldur seg vera nóg væl fyri til tað. Jan Dam og Símun Eliasen rokna báðir við at byrja á beinkinum VILNIUS) Tá flogfarið hjá f Våg y us, vid. Men hesir KOM enr rr knappan tima seinni 1 voru logfarinum, sum Vágum klokkan g triggjar tímar i lendi i Vilnius utisetarnar voru I ge og Símun Eliasen sum báðir búgva í Aarhus g spæla fótbólt við Aarhus og Jan Dam, sum FremaQ i if 8 dg gø hevur spælt við næstbesta iðnum hjá Herfelge, tá kki hevur verið heima Fårovum og hjålpt HB Best MA hi å Aarhus nar i livinum + bådir føroysku spælararnir eru ikki vid hesum stríðnum. Hóast teir verða mettir at vera mill um átjan teir bestu spælar- arnar í Føroyum, so spæla teir á næstbesta liðnum í Aarhus Fremad, og tað vil við ødrum orðum siga, at teir spæla í Jyllands sertuni Símun Eliasen hevur spælt har tað mesta av árin- um, meðan Uni Arge bara hevur verið har, síðani hann yr av Ólafsfirði j din esna I gongur væl sum el næst- resta Tyra um- að teimum at rn um hetta plássið, so flyta teir upp í Dan- marksseriuna, og alt bendir á, at hetta fer at eydnast, tí gloppið niður til triðja plássið er fýra stig Næstfremsta liðið hjá Aarhus Fremad spælir 4-4- 2, og teir báðir føroyingar- nir spæla við mest sum hverja ferð, og báðir eru teir onkuntíð komnir á mål- skjúttaralistan Men stóri spurningurin er, um tað er nóg mikið at spæla so niðarlaga í Dan- mark, tá tú samstundis skalt røkja altjóða uppgávur fyri Føroyar. Tað eru teir báðir samdir í, at tað ikki er — Eg verði vidhvørt biðin um at venja við liðnum í superliguni, og tað dámar mær sera væl, tí tað er stórur munur á intensitetinum og ferðini at venja við besta og næstbesta liðnum, sigur Símun Eliasen. Tá hann í summar var í Føroyum og helt frí, vandi hann og spældi nakrar dystir við IF Símun heldur ikki, at hann hevur fingið so nógv burt- urúr hesum kappingarárin- um, sum hann annars kundi havt fingið — Tað hevur verið tungt og torført at koma á rætta 3, eftir at brotna beinið var í lagi aftur. Tað er fleiri ferðir komið fyri, at tá eg havi hildið, at nú var alt í lagi aftur, so er onkur fylg- isskaði komin, og so hevur aftur verið neyðugt at hvíla og byrja av nýggjum Roknar tú við at fáa møg- uleikan at ssæla leygardag- in? — Eg rokni ikki við at vera við í åtgangsstøduni, men fái eg møguleikan, sum dysturin líður, so fari eg at taka av, eisini um eg bara fái tveir minuttir, svarar Símun Eliasen smílandi og sipar harvið til ta ferðina tå hann varð seitur á vøllin, tá tað bara manglaði ein lítil løta av dysunum móti Span- ia. Fyrstu ferð Símun hevði bóltin, legði hann upp til málið, sum núverandi lið- felagin í Aarhus Fremad, Uni Arge, skoraði — Nú eru tveir títtir dystir á skránni, og vit fáa at síggja, hvat tað verður til. Men fái eg ikki møguleikan, so er hetta ein góður máti at leggja botn í fyrireiking- arnar til eitt nýtt kappingar- ár, sum eg vóni at sleppa 140 1agK heilskapadur igjøgnum Men hevur tú nakrar vón- ir um at sleppa á besta liðið hjá Aarhús Fremad? — Um eg sleppi undan skaðunum, sum hava verið so nógvir og órógvandi í år, so haldi eg ikki, at eitt pláss á besta liðnum er so ógvu- liga langt burtur, men nú fáa Vit at síggja. Kapping um álopsplássini Tá Uni Arge eftir væl eydn- aða tíðarskeiðið í Íslandi kom aftur til Aarhus, har hann um ársskiftið verður liðugur við útbúgvingina til tíðindamann, bað hann um loyvi at venja við superligu- liðnum hjá Fremad, og tað fekk hann: — Málið hjá mær var í fyrstu atløgu at varðveita venjingarstøduna, sum eg var komin í í Íslandi, og tað haldi eg hevur eydnast. Eg venji fýra ella fimm ferðir um vikuna, og spæli dystir í vikuskiftinum. Ferðin í venjingini er sera høg Men roknar tú við at fáa møguleikan á besta liðnum ? — Eg haldi ikki, at teir, sum eg venji saman við, eru so nógv betri fyri, enn eg eri, men tað er sjálvandi tor- førari at koma á liðið, tá tú sjálvur hevur biðið um pláss í felagnum, enn tað er hjá teimum, sum eru keyptir til felagið. Fremad hevur tveir fulltíðar álopsspælarar, og eg kenni tað ikki soleið- is, at ein dystur á besta liðn- um stendur fyri nú beinan- vegin, og tað kann gott vera, at eg fari ikki at gera so nógv við tað, nú síðsta hondin skal leggjast á út- búgvingina, men so ætli eg mær at gera nógv við fót- bóltin. Hvar verður tað? - Tað veit eg ikki. Leiftur var áhugað í at endurnýggja sáttmálan, eg hevði tað gott í Ólafsfirði, og tað verður har uppi, at tað fer at ganga fyri seg komandi summar Kanska tað kann saman- flættast við onkrar uppgáv- ur sum tíðindamaður, eg veit ikki enn, men kemur einki burturúr uttanlands, so verður tað í Føroyum, og har er HB sjálvsagt mest nærliggjandi møguleikin. — AGF hevur álopstrup- ulleikar, er tað ikki ein møg- uleiki? — Eg havi einki hoyrt frá teimum, og eg rokni ikki við at frætta frá teimum. Men tann, sum eg spældi saman við í álopinum hjá Leiftri í summar — hann eit- ur Baldur Bragason — er í hesi vikuni til royndarven)- ingar í AGF. Tað verður spennandi at frætta, um hann fer at fáa nakað burt- urúr tí. Ert tú nóg væl fyri at spæla á landsliðnum ? — Eg havi onkuntíð givið avbod til landsliðið, tí venj- ingarstødan ikki hevur verið nóg góð. Hesa ferð havi eg ikki givið avboð, og tað er tí, at eg haldi meg vera væl fyri. Um eg skal spæla við ella um eg skal sita á beink- inum, ta avgerðina tekur venjarin Ikki væleydnað ár Jan Dam var liðformaður á landsliðnum fyri ikki so langari tíð síðani. Nú lands- liðið er í Litava ásannar vet- eranurin, sum tær báðu seinastu ferðirnar hevur givið avboð, tí hann í summar er farin undir út- búgving í Danmark, at tað verður sera torført hjá hon- um at koma á liðið hesa ferð — Vit spældu ógvuliga vánaligt í Estlandi 4. juni. Síðani tá hevur landsliðið spælt tveir dystir, og eg havi fingið upptøkur av báðum niður til Danmarkar. Tað hevur verið hugaligt at sæð, hvussu raskir og miðvísir føroyingarnir hava verið, bæði í Bosnia og á heima- velli móti Kekkia, og eg má siga, at verjan hevur staðið seg serstakliga væl. Tí síggi eg onga orsøk hjá venjaranum at broyta tann partin, og tað vil aftur siga, at eg veri á beinkinum. Men ert tú nóg væl fyri at spæla á landsliðnum ? — Eg kenni tað soleiðis, at venjingarstødan er góð, og at Ole Mørch, venjarin hjå Herfølge, hevur bidid meg venja vid superligu liðnum, taki eg tað sum eina ábending um, at hann held- ur tað sama. Tú skalt minn- ast til, at Jákup Mikkelsen og teir fýra, sum spæla frammanfyri hann, eru klárt tann besta verjan í Dan- mark. Tað haldi eg, og hag- tølini geva mær rætt í hes- um. Tíverri havi eg ikki hig- artil kunna vant við teimum, ti eg hevði lovað teimum i HB at koma heim til dystir- nar móti Sumba og ÍF Jan Dam hevur spælt við næstbesta liðnum hjá Her- følge nakrar ferðir, og tað hevur ikki gingið verri enn ilt. Mótstóðan er upp og niður, men tá teir spældu móti teimum næstbestu í Brøndby, sum eru greitt á odda í hesum bólkinum ó Danmarksseriuni, gekk sera væl: — Brøndby hevur nógv fólk, sum hevur stødi til superliguna, so tað er ikki pláss fyri øllum á besta liðn- um. Emeka Andersen stóð í málinum, og har vóru fleiri aðrir, sum plaga at vera í superliguni, t.d. Brian Jen- sen, men vit vunnu 2-0. Tað var stuttligt Annars hevur kappingar- árið hjá Jan Dam ikki verið serliga hugaligt. Tíðliga á árinum gekk hann í seks vikur við brotnari nøs, og hann var ikki meiri enn komin fyri seg aftur, tá hann beklaði illa og noyddist at halda frí í tríggjar vikur. — Eg haldi framvegis, at tað er stuttligt at spæla fót- bólt, og eg eri sinnaður at gera nógv við venjingina í Herfølge. Tað er upp til venjaran at gera av, hvar eg skal spæla, men eg vóni at komandi kappingarár ikki verður so skaðamerkt, sum hetta árið hevur verið. jh Uni Arge spældi fyrr í ár við Leiftri í steypafinaluni, har teir taptu 0-2 móti ÍBV. Har fekk føroyski landsliðsspælarin m.a. hevi til at heilsa upp á íslendska forsætisráðharran David Oddsson, sum her handar honum eitt minni um dystin (við rygginum til sæst Jens Martin Knudsen). Uni Arge, Símun Eliasen og Jan Dam eru allir á føroyska landsliðnum, og teir hava tað til felags, at teir nú spæla seriufótbólt í Danmark Mynd: Alvur Haraldsen =