leygardagur 10. oktober 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 192 — 10. OKTOBER 1998
tíðindablaðið
Føroyskur skúli fremstur i
rikinum innan telduundirvísing
Hesi orðini eigur Steen Lassen, sum er pedagogiskur leiðari innan miðnámsútbúgvingar í danska Undirvísingsmála-
ráðnum. Hann vitjar í hesum dógum Føroya Handilsskúla á Kambsdali.
JONHARD HAMMER
Steen Lassen er serkønur
innan menning av teldu-
pedagogikki, og tad er i ti
sambandi, at hann hevur
bidid um at siggja Handils-
skulan å Kambsdali, sum
verdur kalladur ein »elek-
troniskur skúli“. Í gjár hevði
Steen Lassen fyrilestur um
nýggj tiltók, sum eru framd
í vinnulívsskúlum í Dan-
mark. Í hesum fyrilestri
greiddi hann frá teimun
royndum, sum eru gjørdar
og hvørji tiltsk málaráðið
vil fremja framyvir grundað
á tær visiOnir, sum tað hevur
við einum framtíðarskúla.
A fundinum vóru allir
vinnuskúlar í Føroyum.
Skúlin á Kambsdali
stóran áhuga í Íslandi
I farna mánað var íslendski
mentamálaráðharrin og vitj-
aði skúlan. Hann var so
hugtikin av tí, sum skúlin
hevði at bjóða, at hann ætlar
at fáa íslendskar lærarar at
koma á Handisskúlan á
Kambsdali at kunna seg um,
hvussu tað verður undirvíst.
At skúlin á Kambsdali er
so frammaliga innan kunn-
ingartøkni er glediligt, nú
tað verður so nógv tosad um
alternativar vinnur. Um vit
fáa góðar skúlar, skal tað
nokk fara at geva úrslit
seinri í vinnulívinum. Hetta
Fóroya Handilsskúla
á Kambsdali
er eisini tað sum ungdóm-
urin vil, tey eru ikki sum
foreldrini uppvand at fáast
við fisk. Nei, tey brúka ein
stóran part av sínari frítíð
at sita frammanfyri telduni
Og síðani internetið kom,
hevur ungdómurin brúkt
enn meira tíð framman fyri
telduna. Onkur heldur
kanska, at hetta er bara spæl
Steen Lassen
helt fyrilestur á
Handilsskúlanum
og tað er kanska partvíst
rætt, men nógv av tíðini fæ
tann einstaki stórt gagn a
at sita og surfa á netinum
Um ein ikki dugur at nyt:
teldur í 1998, so eru møgu
leikarnir at fáa arbeiði sera
avmarkaðir
Nýggju prestarnir í Havn innstillaðir:
Havnarfólk fáa
ungar prestar
Mikukvøldid instillaði kirkjuráðið fyri Tórshavnar vestara
prestagjald teir báðir nýggju prestarnar, ið skulu starvast í
Vesturkirkjuni, Argja kirkju, Kirkjubøar kirkju og Hest kirkju
JOHN JOHANNESSEN
Tað vóru teir báðir Bergur Debes Joensen
og Heri Jógvan Joensen, ið vórðu inn-
stilladir sum nr. Í til ávíkavist størvini sum
prestur og kirkjuboksførandi sóknarprestur
fyri Tórshavnar vestara prestagjald.
Hesir eru báðir ungir og framfúsnir menn,
ið Havnarfólk nú koma at njóta gott av.
Bergur Debes Joensen hevur í seinastuni
verið hjálparprestur í Tórshavnar vestara
prestagjaldi og Heri Jógvan Joensen hevur
verið kirkjub6ksførandi sóknarprestur fyri
Suðuroyar syðra prestagjald tey seinastu
níggju árini.
Úr Suðuroynni frættist, at tað er við
sorgblídni, at hesi tíðindi frættast millum
fólk. Tey siga, at Heri Jógvan Joensen hevur
verið ein so fyrikomandi og menniskjaligur
prestur, at ringt er at venja seg við tankan,
at hann nú skal úr oynni.
— Menn hetta mugu vit bara góðtaka, siga
suðuroyingar, ið agnars ynskja at takka Hera
fyri tíðina, tey hava havt saman við hon-
um. Eisini ynskja tey, at senda Bergi eina
heilsu, og ynskja honum og Hera hjartaliga
tillukku við innstillingini.
— Tað, at báðir prestarnir eru innstilladir
sum nr. 1, merkir tó ikki, at teir enn hava
fingið størvini. Enn vantar í, at bispur
góðkennir innstillingarnar og innsetir teir í
størvini. Men bispur plagdi altid at fylgja
tilmælinum frá kirkjuráðnum, sigur ein
prestur.
Eftir er bert, at vit á Sosialinum eisini
ynskja teimum báðum, Bergi og Hera,
hjartaliga tillukku við innstillingini og vóna
vit, at arbeiðið fer at eydnast teimum væl.
Nýggj foroysk stakfløga
-við "Kjølum"
Navn:
Búst.:
Tel.:
Útfyll lepan, klipp hann út og send hann til:
3-arin, Postboks 1057, 110 Tórshavn
SMS - Tel. 319820- 310606 - Fax 314955
E-mail: tryarin(dpost.olivant.fo